týsdagur 25. februar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 38 - 25. februar 2003
Nr. 38 - 25. februar 2003
11
okkum øllum og hvussu vit
troyta tað heldur enn júst at
vilja troyta eitt møguligt
oljutilfeingi. Tað tosaðu
Herálvur Joensen frá Olju-
málaráðnum og Rúni Han-
sen frá Statoil meira um.
Og við sær til samkomuna
hevði Statoilstjórin fyrsta
oljufilmin, sum er gjørdur í
Føroyum, um ta fyrstu olju-
boringina nakrantíð. Eftir
tað tosaði blaðstjórin á
Sosialinum, Jan Müller um
samfelagsligar avleiðingar
av eini møguligari olju-
vinnu. Hann helt fyri, at tað
eru vit sjálvi, sum gera av,
hvussu
avleiðingarnar
skulu vera, uppá gott og ilt.
Føroyskur matur, føroysk
olja og loksins føroyskur
tónleikur. Ungu og ediligu
tónlistafólkini Sigrid Ras-
mussen og Teitur Lassen
bergtóku bæði útisetar og
gestirnar heimaífrá hesa
ógloymandi løtuna - við
sínum inniliga, hjartaliga
og hugvekjandi sangi og
tónleiki. Hon lesur tónleik í
bretska
høvuðsstaðnum,
hann riggar til at koma á
altjóða tónleikamarknaðin
við spennandi og vælljóm-
an di fløgu. Hóast løtan var
stutt so sungu tey seg beint
inn í tey føroysku hjørtuni
við sínum vøkru fostur-
landssongum.
Tað var annars John Raj-
ani, føroyski sendimaðurin
á donsku umboðsstovuni í
Londum, sum beyð væl-
komin til kvøldið, ið valt
varð at kalla eitt evnis- og
hugnakvøld. Hann greiddi
frá, at Sendistova Føroya í
Bretlandi byrjaði sítt virk-
semi 1. september 2002.
Tað hendi eftir at Sofus
Poulsen fór frá sum føryskt
umboð í Aberdeen eftir
drúgva og óføra tænastu.
Tá gjørdi landsstýrið av at
seta á stovn eina sendistovu
í London.
John Rajani, sum saman
við familju síni eftir øllum
at døma, hevur funnið seg
væl til rættis í tí nýggja
stórbýar umhvørvinum
langt heimanífrá og sum
longu er farin í gongd við
nógvar spennandi og fyri
føroyingar týdningarmiklar
uppgávur, fegnaðist um
stóru luttøkuna. Hann vísti
á, at sum sendistova hava
tey ikki ábyrgdina av at
taka sær av slíkum kvøldi
men vildi man gjarna
stuðla undir og hjálpa teim-
um, sum taka stig til slíkt.
Tað hava undanfarnu árini
verið sjálvbodnir føroy-
ingar, sum búgva í London,
ið hava virkað sum savn-
andi fyri føroyingar í Bret-
landi, nevniliga Marjun
Joensen King, Helgi Joen-
sen og Louis Apol Wil-
son.Við
felagsskapinum
FISC, Faroe Island Solida-
rity Committie hava tey
roynt at tala søk Føroya í
Bretlandi, eitt nú við at
greiða frá, hvussu grinda-
dráp verður skipað í dag
fyri harvið at ganga ímóti
teimum bólkum í Bretlandi,
sum royna at steðga grinda-
drápi. Tey hava so eisini
skipað fyri árligu samkom-
unum fyri føroyingar, og
vóru tey eisini øll hjástødd
til løtuna.
Har vóru so bæði ung
sum eldri. Nýggi sjómans-
presturin , sum er settur í
Hull, Hjørdis Kjærgaard,
var har, har vóru føroying-
ar, sum hava búð í Bret-
landi meginpartin av sínum
lívi og har vórðu mong ung,
sum nema sær útbúg ving í
Bretlandi.
Tiltakið varð stuðlað av
eitt nú Statoil, Smyril Line
og Restorffs. Danska sendi-
stovan lat høli til kvøldið.
Fleiri ættarlið vóru umboðað
Sigrid og Teitur settu sím dám á
Borðreidd var við tí allarbesta føroyska viðskeranum
Tvey glað fólk - Harry Wilson og Ása Schrøder
Ingun í Skrivarastovu saman við børnum sínum
FØROYINGAKVØLD
Jan Müller
Sum serstakan gest til før-
oyingakvøldið í London nú
um dagarnar hevði tað
eydnast at fáa sjálvan Eyð-
un Elttør, landsstýrismann
í olju- og umhvørvismálum
at røða og hugleiða. Og tað
gjørdi hann eisini væl og
virðiliga. Segði seg vera
veruliga glaðan fyri at vera
í London og tosa við før-
oyingar her búleikast og
hugleiddi hann yvir sam-
vinnuna, sum hevur verið
millum Føroyar og Bret-
land gjøgnum tíðirnar.
Frá tí at niðursetufólk úr
Írlandi komu til Føroya, tá
so frægir menn sum Nóls-
oyar Páll fóru við full-
fermdum skipi úr Onglandi
til Føroya men ikki spurdist
aftur - tá bretar hersettu
Føroyar og vóru móttiknir
við opnum ørmum - til ís-
fiskatíðina, tá føroyskir
bátar avreiddu í Bretlandi
og til dagin í dag, har ein
sera spennandi avbjóðing í
eini komandi oljuvinnu
stendur fyri framman.
- Vit vita ikki, nær og
hvussu nógv vit finna av
olju. Men her liggur ein
ótrúliga
stór
avbjóðing
framman fyri okkum, og vit
skulu taka væl ímóti henni
sannførdi landsstýrismað-
urin fjøldina av føroying-
um. Og hann helt fram: -
Tað eru óavmarkaðir møgu-
leikar í tí, sum liggur bæði
í fiskivinnu og í oljuvinnu.
Vit kunnu menna okkum,
gera okkum betri á skúla-
økinum og vit kunnu lyfta
okkum mentanarliga uppá
eitt sera høgt støði í sam-
bandi við eina oljuvinnu.
Eyðun Elttør, sum er ein
av trúgvu stuðlunum hjá
Brøðrasamkomuni, kom
eisini inn á andaliga økið,
har vit somuleiðis fingu so
nógv frá okkara grannum
eitt nú í Bretlandi, haðani
fólk komu til Føroya og
sum fingu stóran týdning
fyri okkara andaliga og
mentanarliga lív og sum
gjørdu okkum ríkari .
Eyðun Elttør helt tað
vera eina dygd fyri eitt fólk,
at tað fer burtur í onnur
lond at nema sær kunnleika
og royndir og so koma
heimaftur við einum førn-
ingi, ið aftur kann koma so
mongum øðrum av sínum
landsmonnum til góða.
Einki var at ivast í, at
landsstýrismaðurin kendi
seg so ómetaliga væl mill-
um sínar landsmenn, úti-
setarnar í London. Og
hann kundi tí heldur ikki í
síni eyðmýkt lata vera við
at taka í egnan barm sum
politikari: - Á politiska øk-
inum er eisini neyðugt at
hugsa um, hvussu onnur
hava tað. Hvat er tað man er
settur til sum politikari ! Er
tað ikki at hugsa og fjálga
um onnur, so tey koma at
hava tað gott.
Hann nam við tað at fáast
við politikk sum ein atburð
- hvussu tú ber teg at móti
tínum næsta, móti øðrum
menniskjum. -Tað merkir
m.a., at vit skulu hátta
okkum skilagott fyri, at
onnur skulu hava tað gott ,
og at vit skulu liva saman í
einum góðum landi og
eisini tit sum útisetar her í
Onglandi. Við hesum orð-
um vónaði landsstýrismað-
urin, at útisetarnir ikki
gloymdu sítt heimland -
sum heldur ikki vildi
gloyma teir.
Elttør setti sín dám á:
Fegnaðist um samvinnuna við Bretland
Eyðun Eltør „útfoldaði“ seg
fyri teimum mongu
føroyingunum
Eini 70 fólk vóru við til hugnakvøldið á donsku sendistovuni
Annika Hoydal var komin til London at vitja beiggja sín Kjartan
C
M
Y
K
11
10