Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 38 - 25. februar 2003 Nr. 38 - 25. februar 2003 13 Ein gamal sjónleikur hevur heitið "Vit bíða eftir Godot". Í løtuni bíða vit eftir løgmanni, sum hevur boðað frá, at fyrst í hesi vikuni fer hann at gera sína niðurstøðu í málinum um landsantikvarin, eftir at hann hevur kannað øll skjøl í málinum og viðgjørt málið saman við embætisfólkum sínum. So kunnu vit spyrja, hvørjar møguleikar hevur løg- maður? Í fyrsta lagi kann løgmaður geva landsstýrismann- inum í mentamálum eina átalu. Grundgevingarnar eru helst fleiri, men almenningurin kennir ikki øll skjøl, so vit skulu ikki gita. Tó er alment staðfest, at landsstýrismaðurin hevur ikki fylgt almenna setanarpolitikkinum. Harafturat er ymiskt løgið farið fram: Landsstýrismaðurin hevur sjálv havt setanar- samrøður og eitt nú er munur á lýsingum á føroysk- um og donskum. So er spurningurin, hvussu álvarsom átalan verður. Er hon í tyngra endanum, kann Tjóðveldisflokkurin neyvan liva við, at landsstýrismaðurin verður sitandi, tá vit hava onnur líknandi mál í huga. Í øðrum lagi kann løgmaður ógilda alt málið, tí so nógv álvarsamt er farið fram, og soleiðis, at lýst verður av nýggjum. Velur løgmaður ta manna- gongdina setir hann ikki bara landsstýrismannin og avgerð hennara til viks, men eisini setir innstillingar- nevdina og avgerð hennara til viks. Sambært tí, sum higartil er komið fram, hevur innstillingarnevndin fylgt almenna setanarpolitikkinum. Og skal lýsast av nýggjum er spurningurin, hvør skal so manna setnarnevndina? Velur løgmaður hesa loysnina, er spurningurin, um landsstýrismaðurin kann liva við at verða sett so dyggiliga upp á pláss, og kann Tjóðveldisflokkurin gera tað? Í triðja lagi kann løgmaður ógilda avgerðina, sjálva setanina hjá landsstýrismanninum, og krevja, at nýggj avgerð verður tikin. Um hetta ber til er torført at siga. Og so er eisini spurningurin, um landsstýris- maðurin kann góðtaka tað, uttan at landsstýris- maðurin tekur avleiðingar av, at løgmaður, sum annars hevur eftirlit við landsstýrismonnunum, hevur tikið landsstýrismannin av ræði. Í øllum førum tykist greitt, at landsstýrismaðurin kann ikki lata eitt mál, har ein landsstýrismaður setir sjálvan setnarpolitikkin hjá landsstyrinum til viks, fara aftur við borðinum. Hvørja avleiðingarnar verða veldst alt um, hvussu nógv ivingarsamt er í skjølunum í málinum. Skjøl, sum almenningurin ikki kennir, og sum landsstýrismaðurin hevur stemplað "Í trúnaði" men sum løgmaður sjálvandi má hava fingið innlit í. DAGSINS MEINING Sosialurin Vit bíða eftir løgmanni... VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ása Olsen, forkvinna Vegna Heilsuhjálparafelag Føroya Tað kann ikki sigast annað enn, at tað kom sera dátt við at hoyra hesi tíðindi í fjølmiðlunum. At hetta verður ein stórur missur fyri Heimarøktina og Serstovnaøkið, er teim- um flestu greitt. Sum stjóri fyri Heima- røktina og Serstovnaøkið hevur Jákup ikki nakra lætta uppgávu. Tá hann tók við sum leiðari, var hettar øki afturúr silgt bæði so og so, og hevur Jákup megnað at lyfta økið upp bæði starvsfólkaliga og umsit- ingarliga. Nú tosað verður um at leggja eldraøkið út til kommunurnar, er greitt, at ein maður við tí vitan og royndum, ið Jákup hevur, eigur at ganga á odda í hes- um arbeiði. Jákup var eisini ein av teimum, ið mannaði eldra- bólkin, ið hevur gjørt eitt sera gott álit, ið lýsir nú- verandi støðu á eldraøkin- um, og sigur tað eisini, hvussu ein kann leggja eldraøkið út til kommun- urnar at umsita. Alt tos um at peningur manglar í hjá Heimarøktini og Serstovnaøkinum er onki nýtt. Um vit hyggja nøkur ár aftur í tíðina, so hevur hetta verið ein trupulleiki, síðan økini vóru løgd saman. Tað er lætt at leggja eina ætlan fyri ein stovn, har ein kann seta eitt mark fyri, hvussu nógv fólk ein kann viðgera ella taka inn, men í Heimarøktini er onki mark fyri, hvussu nógv kunnu fáa hjálp. Allir teir sjúk- lingar, ið sjúkrahúsini út- skriva, tí at tey skulu spara, enda eisini í Heimarøktini. Sambýlini kring landið eru øll smá røktarheim, tí at teir tyngstu brúkararnir koma inn har, og verður raksturin har eisini goldin av játtanini hjá Heima- røktini. Her eigur ein játtan at verða til sambýlini fyri seg, tí sum nú er, er ómøgu- ligt at reka hettar øki uttan. At tríggir leiðarar siga upp á hendan hátt er onki minni enn ein gøla, og eigur landsstýrismaðurin at finna eina loysn á trupul- leikunum heldur enn at lata hesi fólk fara. Skal nýggjur leiðari setast fyri Heimarøktina og Serstovnaøkið, tekur hettar langa tíð bara at seta seg inn í øll viðurskiftir. Eisini er hetta eitt øki, ið altíð hevur havt stórar trupul- leikar. Nú øki ðendiliga hevur fingið ein leiðara, ið hevur megnað at fáa skil á, er harmiligt at missa hann á hendan hátt, og vilja vit heita á landsstýrismannin um at finna eina loysn. Føroya Giktafelag mót- mælir alt ov longu bíði- tíðina eftir hjálpartólum YVIRLÝSING Giktafelag Føroya Á aðalfundinum hjá Gikta- felag Føroya leygardagin 22.02.2003 hava fundarlut- takararnir viðtikið hesa yvirlýsing: »Stór ónøgd er millum giktsjúk fólk við manna- gongdirnar til at fáa útvega hjálpartól. Til dømis nevndu fleiri fundarluttak- arar, at frá tí, at tólið er játtað, og til brúkarin hevur tað, ganga upp til tvey ella trý ár, annaðhvørt tað snýr seg um stór ella smá tól. Henda støða er ótolandi, og eisini ósømilig fyri eitt framkomið samfelag. Havandi í huga, at heims- heilsustovnurin WHO hev- ur samtykt, og Føroya landsstýri hevur lýst, at árið í ár - 2003 - er ár teirra brekaðu ella handicap ár, krevur Giktafelag Føroya, at hesar mannagongdir verða broyttar til tað betra, og at bíðitíðirnar falla burtur.« Finnleif Guttesen Tvøroyri Eldraøkið og skattalætti uppá 65 krónur um mán- aðin til tey lagstløntu eru góð dømi, og tí skulu kommunurnar ikki yvirtaka nakað sum helst við ver- andi gongd. Eldraøkið er eitt óhugna- ligt dømi um hetta, tí land- ið, sum hevur alla ábyrgd- ina, hevur sloppið sær und- an ábyrgd við lítið og onki at gera og hevur hervið lagt útreiðslurnar á kommun- urnar við at lata standa til. Sjálvt um eldraøkið er ein landsuppgáva burturav, hava kommunurnar følt seg noyddar til at byggja sam- býlir fyri nógvar milliónir, meðan landið sleppur sær undan við at gjalda ein brøkpart, maksimum eina hálva millión fyri hvørt sambýli. Skattalætti uppá 65 krónur til tey lagstløntu. Eitt annað dømi er tann høgt lovaði skattalætti, sum í ár gevur teimun lagstløntu umleið 65 krónur um mán- aðin í skattalætta. Fyri at hava ráð til hend- an skattalættan og teir, sum eru givnir áður, verður inn- tøkugrundarlagið hjá kommununum skert munandi við t.d. at hækka botnfrádráttin frá 17.000 krónum í ár 2000 til 22.000 í ár 2004 uttan orð ella eið til kommunurnar. Ein av- leiðing av hesum er, at kommunurnar ikki hava ráð til at lækka skattaprosentið. Áheitan á kommunu- stýrislimir Latið verða við at yvirtaka nakað sum helst frá landin- um, áðrenn tann fíggjarligi leisturin er krystallklárur, tí við verandi leisti koma kommunurnar at standa við sviðusoð. Jákup Foldbo, leiðari sagt seg úr starvi Góðtaka ikki longu bíðitíðina Tá ið landið manglar pengar… – verður rokningin send til kommunurnar Jákup Sverri F. Kass js_kass@hotmail.com Føroyingar hava í veruleik- anum ikki tjakast um ES, síðan danir í 1972 søgdu ja til at gerast partur av sam- veldinum. ES er komið langt síðan 1972. Eftir óljukreppuna í 70´unum, kom ES aftur á rætt spor í 1985, tá ið Jacques Delores o.a. komu við "Hvíta álitinum", sum í 1992-93 bleiv grundarlagið fyri Innara Marknaðinum. Innari Marknaðurin og gjaldoyrasamstarvið hevur ført við sær, at ES í dag fevnir um nógv annað enn búskap. Tey 4 frælsini ( frítt at fara hjá vørum, arbeiðs- kraft, kapitali og tænastum ) eru í dag annað enn tóm orð. Tey fýra frælsuni hava ført við sær, at harmoni- seringar eru gjørdar á arbeiðsmarknaðinum, á út- búgvingarøkinum, á prís- støðinum, á umhvørvis- politikkinum, á lógarøkin- um o.s.fr. Alt hetta ger, at møguleikanir hjá ES- borgarum í dag eru nógv betur, enn teir vóru fyri bert fáum árum síðani. Men ein trupuleiki við ES tykist at vera - er man ikki innanfyri, so er man uttanfyri. Føroyingar hava ikki tosað um ES í 30 ár. Politikarar standa framveg- is og tosa um, at vit í Norð- uri eiga at standa saman, mótvegis tí korrupta sam- veldinum fyri sunnan, um at verja fisk og søguligu rættindi okkara. Tað ljóðar framvegis, sum um vit veruliga halda, at heimurin ikki fer at broytast alt meira. Eisini ETFA londini nærkast ES í hvørjum. Veljarakanningar í Noregi geva ja-síðuni 2/3 av stemmunum, um val var í dag. Íslendingar bíða eftir Noregi. Hvar standa føroy- ingar so? Tá ið eg sigi, at føroy- ingar ikki hava tjakast um ES í 30 ár, so eru sjálvandi nøkur undantøk. Føroying- ar hava fingið ein hand- ilssáttmála við ES, sum er fiskivinnuni at gangni. Harumframt eru vit limir í politisamstarvinum, sum er lógarfest í Schengensam- starvinum. Hetta skal styrkja Innara Marknaðin ímóti skipaðum kriminali- teti og tryggja tey uttaru landamørkini í Europa ímóti ólógligum tilflytar- um, rúsevnum o.ø. Eitt sindur av tjaki hevur tikið seg upp í bløðunum í seinastuni; tað er fyri neyð- ini. Dimmalætting hevur viðgjørt ES spurningin, og greininar, sum hava verið í blaðnum, hava verið rættu- liga áhugaverdar. 3. januar 2003 hevði Dimma eina samrøðu við Hans Johannus á Brúgv. Hann hevði nakrar hug- leiðingar um fiskivinnu í ES og umrøddi møguligan føroyskan limaskap. 5. februar 2003 svarar Sofus Olsen, fyrrv. formaður í búðskaparráðnum uppá tær viðmerkingar, sum H.J.á Brúgv hevði. Hann nevndi nøkur dømi um fiskivinnu, millum annað avleiðingar- nar av at Brussel fór at reka fiskivinnupolitikk teirra vegna. Men, sum Sofus Olsen eisini vísir á, so kunnu Føroyar ikki gerast limir í ES, so leingið ríkis- rættarliga støðan sær út, sum hon ger i dag. So ein- falt er tað. Men tað sum gongur aftur í orðaskiftin- um er óvissan, óvissan um, hvørjir valmøguleikarnir hjá føroyingum eru. Skulu vit bara sita hendur í favn? Fyri kortum vóru eisini tvær samrøður, við Óla Samró, at lesa í Dimmu. Óli Samró fannst at mið- savningini av fiskivinnu- politikkinum hjá ES. Hann vísti á, at tann fiskivinnu- politikkur, sum í løtuni verður førdur, ikki er grundaður á marknaðar- treytir; men eins og land- búnaðarpolitkkurin, verður f iskivinnupolitikkurin grundaður á stuðul. Markn- aðarkreftirnar eru í veru- leikanum sleptar uppá fjall. Tað er eisini rætt. Fiski- vinnu- og landbúnaðar- politikkurin hjá ES er ein peruvellingur av ymsum lógum, stuðulsskipanum, útjarðaráhugamálum o.s.fr. Men føroyingar eiga heldur ikki at avgeva rættindi síni á fiskivinnuøkinum til ES. Vit áttu at lagt upp til eitt tættari samstarv, soleiðis at vit ikki verða mett sum eitt 3.land í ES høpi. Tað vildi í síðsta enda verið útflutn- ingsvinnuni, fólki og landi at gagni. Kaj Leo Johannesen, løg- tingsmaður, legði 29. novembur 2002 uppskot á ting, um at heita á Føroya Landstýrið at bera soleiðis í bandi, at eitt veruligt tjak kom á ting. Einasta sum spurdist burturúr, var at Uttanlandsnevndin bleiv samd um, at lata ES spurn- ingin standa til, og hareftir fall málið í løgtinginum. Spurningarnir eru nógvir, um hvussu vit kundu fingið eitt tættari samstarv við ES. Møguliga kundu vit fingið eina assosieringsavtalu, eins og tær ES hevur við óheft lond, hjálond og landspartar í Europa. Vit kundu eisini kanna møgu- leikan fyri einum veru- ligum fríhandilssáttmála, eins og tann tey síðstu EFTA-londini hava. Men tá ið ongin opnar fyri tjakin- um á hægsta politiska støði, so er ringt at fáa vissu fyri nøkum sum helst. Vit eru noydd at hava eitt munagott tjak, soleiðis at vit vita, hvat framtíðin kann bjóða eini tjóð uttanfyri ES. Hvat um nú danir í 2004 siga ja til evruna og gjald- oyrasamstarvið hjá ES. Hvar standa føroyingar tá? Vit kunnu ikki tiga ES burtur. ES koyrir á skinnar- um, ímeðan føroyingar bíða og bíða. Vita vit ikki, hvat vit vilja - vita vit heldur ikki, hvar vit enda! Elin Lindenskov Javnaðarumboðið í Tórhavnar Býráð Meirilutin í Tórshavnar Býráð skúgvar fólkaræðið til viks. Á býráðsfundinum seinasta hóskvøld kom týðuliga til skjóndar, at tey níggju fólkini í býráðs- meirilutanum hava valt ikki at taka orðið á almennu býráðsfundinum. Hetta gera tey einans fyri at seta minnilutan í eina trupla støðu. Trupla støðu, tí vit fáa ikki at vita, hví meirilutin tekur ta støðu, tey taka í málunum, sum koma fyri býráðsfundirnar. Tær av- gerðirnar eru tiknar á læst- um samgongufundum og verða ikki broyttar, óansæð hvørji argument vit í minni- lutanum koma við ella ikki. Minnilutin má gita seg til, hví meirilutin tekur tær av- gerðir, tey taka. Vit hava ongan møguleika at hoyra teirra argument, tí har hoyrist ikki eitt orð, eingi argument, sum kanska kundu broytt okkara at- kvøðugreiðslu. Nýggjasta mannagongd- in hjá meirilutanum er, at nú skulu málini avgreiðast í nevndunum, áðrenn tey koma til kunningar á al- mennu býráðsfundinum. Við øðrum orðum er býráð- ið og harvið fólkaræðið skúgvað til viks. Á fundinum 20. februar vórðu fleiri stórmál løgd fyri býráðið, har vit í minnilutan høvdu atkvøtt fyri, um vit fingu møgu- leikan at atkvøða, eitt mál um útbyggjan av skúlanum í Kollafirði og hini um bygging av vøggustovum og barnagørðum. Hesi mál- ini vóru beind úr menta- málanevndini og í býráðið – sjálvsagt fyri at býráðið kundi atkvøða um málini. Vit fingu frá formanninum í mentamálanevndini at vita, at málini vóru løgd fyri til kunningar, borgar- stjórin tók undir við for- manninum í mentamála- nevndini, meðan restin av meirilutan als ikki tók orð- ið. Til hesi mál er henda við- merking sett í gerðabókina: »Minnilutin, Leivur Han- sen, Jógvan Arge, Hildur Eyðunsdóttir og Elin Lind- enskov, viðmerkir, at hann ikki kann góðtaka, at málið ikki kemur til avgerðar í býráðnum.« At málini ikki koma til avgerð í býráðnum, men verða endaliga avgreidd á nevndarfundum er als ikki í tráð við fólkaræðið. Ein nevnd telir bert 5 av 13 bý- ráðslimum, sostatt sleppa hinir 8 býráðslimirnir als ikki at verða við í týðandi avgerðum fyri kommun- una. Tað kann eisini henda, at tað bert eru tríggir býráðslimir, ið taka eina endaliga avgerð, tí nevndin er viðtøkufør, um helmingurin av nevndini er á fundinum. Borgarstjórin hevur ført fram, at ein og hvør býráðs- limur kann krevja eitthvørt mál fyri býráðið. Henda møguleika brúka vit sjálv- andi, tá ið vit halda tað verða neyðugt. Sjálv bað eg um at fáa eitt mál fyri fund- in seinast. Tað málið bleiv beinanvegin beint aftur í nevnd, soleiðis at einki kjak kundi koma burturúr, men meirilutin fekk enn ein møguleika at súlta málið, sum annars hevur ligið í mentamálanevndini síðani mars 2002 uttan at hava fingið nakra skaliga við- gerð. Jógvan Arge Býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin Jan Christiansen hevur sagt frá seinasta býráðs- fundi í Dimmalætting. Hansara frásagnir eru altíð litaðar. Sosialurin var trúgvur á fundinum, men hevur helst verið illa útborin. Tí nøkur orð aftrat. Ein av hendingunum var, at Jan Christiansen boðaði frá, at eitt mál, sum eg vegna minnilutan hevði biðið um at fáa fyri býráðið til staðfestingar, ikki skuldi koma til at- kvøðugreiðslu. Eins og hin borgar- stjórin, Heðin Morten- sen, tvíhelt hann um, at málið einans varð lagt fram til kunningar. Tað var ein skeiv út- legging, og tað er enn eitt prógv um ta vanvirðing, sum hesir menn sýna lógum, reglum, borgar- um og øðrvísi hugsandi býráðslimum. Sum limur í menta- málanevndini bað eg um at fáa eini fimm mál um at fara undir at byggja og umbyggja barnaansing- arstovnar og skúlar fyri býráðið til staðfestingar. Í nevndini helt meirilutin í fyrstu atløgu uppá, at málini vóru avgjørd í nevndini og allarhægst kundu koma fyri býráðið sum kunningarmál. Men av tí, at eg vildi krevja málini fyri býráð- ið, gingu teir frá sínum, og orðingin bleiv tann vanliga, at málini vórðu beind til býráðið. Tað merkir altíð, at býráðið skal viðgera og avgera málini. Men tá vit komu á bý- ráðsfundin, merkti hetta ikki tað longur. Nú vóru hetta kunningarmál, sum býráðið ikki skuldi taka støðu til. Tað metti eg sum eina vanvirðing av býráðnum og teimum, sum vit umboða, og eg mótmælti framferðini. Afturfyri fekk eg skomm skitin orð frá býráðsfor- manninum. Vit í minnilutanum meina, at tá kommunan fer undir at byggja skúl- ar, dagstovnar og aðrar bygningar, so skal bý- ráðið taka ta principiellu støðuna, um byggjast skal. Býráðið skal eisini eft- ir okkara tykki taka støðu til tær peningaupphædd- ir, sum skula nýtast til hvørt projektið sær eins og hvør, ið skal gera ar- beiðini. Við teirri manngongd, sum meirilutin nú trumf- ar ígjøgnum, kemur bert ein lítil partur av býráðs- limunum at taka støðu til sjálvt størstu og kostn- aðarmestu avgerðir. Bý- ráðið sjálvt er sett út av spælinum. Politikkurin verður rikin í skýmaskotum fyri niðurrullaðum gardinum á Vaglinum, og ein ætlan fyri og onnur eftir verður lumpað og lirkað ígjøg- num. Síggi í onkrum blað, at Jan Christiansen nevnir lógarregluna um, at ein býráðslimur sum mót- trekk kann krevja øll mál fyri býráðið. Tað var júst tað, eg gjørdi í hesum førinum, men teir siamesisku borgarstjórarnir hirdu ikki at virða mítt krav. Vit mugu hava demo- krati aftur í Tórshavnar Býráð. VIÐMERKINGAR Fólkaræðið skúgvað til viks í Tórshavnar býráð Lumpa og lirka á Vaglinum Europeiska Samveldið? C M Y K 13 12