týsdagur 25. februar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 25. februar 2003
15
Sum nakað nýtt lat bila-
sølan, P/F Meinhardt Arge,
eina virðisløn til tann sum
stóð seg best í nýggju
sveinaroyndini hjá bil-
mekanikarunum. Tað bleiv
Bárður Klakstein, frá Auto-
shine í Klaksvík, ið fekk
virðislønina fyri gott avrik
til sveinaroyndina. Virðis-
lønin var eitt Fluke mátitól,
sum ein bilmekanikari illa
kann vera fyri uttan. Bárður
var fegin um at fáa hesa
virðislønina ið Eirikur Sim-
onsen, lærari á bildeildini á
Tekniska Skúla, handaði
honum. Hetta er fyrstu ferð
at ein slík virðisløn verður
latin til bilmekanikarar.
m.g.
Fríggjadagin var ein sam-
koma á Skúlaheiminum við
Marknagilsvegin,
har
prógv vórðu handaði til teir
fimm fyrstu bilmekanik-
ararnar, sum fingu prógv
eftir
nýggju
skipanini.
Umleið 40 fólk vóru møtt
til samkomuna, har røður
vóru hildnar fyri nýggju
sveinunum. Í gomlu skip-
anini var tað soleiðis, at teir
sum fóru upp til sveina-
roynd, fingu eina ávísa
uppgávu at loysa, sum t.d.
at umvæla ein motor,
róðurgreiðir ella bremsur.
Eftir nýggju skipanini fáa
teir at vita, at nakað er galið
við bilinum, sum t.d. at
hann dregur til vinstru ella
hann kódnar undir koyring
ella annað, so skulu teir
sjálvir finna brekið og
rætta tað. Eisini skulu teir
læra at leita egindiagnosu
fram við hjálp av teldu og
testara. Stórur dentur verð-
ur lagdur á tað skrivliga
arbeiðið. T.d. varð funnið
fram til eitt brek við stýri-
skipanini til air-bag í síð-
unum. Allir fimm stóðu seg
væl í sveinaroyndini.
m.g.
NØVN Í VIKUNI
Mia Pedersen í Vestmanna
er sett sum formaður í
Føroya
Kommunufelag.
Mia tók við sum formaður
eftir at fyrrverandi formað-
urin, Jacob Vestergaard,
varð settur sum landsstýris-
maður. Mia hevur sitið í
stýrinum í Føroya Komm-
unufelag fyri Vestmanna
Kommunu. Mia, ið er út-
búgvin sum sjúkrasystir og
arbeiðir á Landssjúkra-
húsinum, fer nú í farloyvi.
Mynd: Dimmalætting
Erik Mörköre
f. 2. juni 1912 - d. 11. februar 2003
11. februar andaðist Erik
Mörköre, 90 ára gamal.
Hann var føddur og
uppvaksin í Klakksvík,
sonur Eiðis-Johan og
Christionnu.
Sum ungur var hann til
skips, fekk um endan av
deyðsiglaratíðini og var
við dammslupp, síðan
við skonnart. Mesta av
ævi síni bryggjaði hann
hjá Föroya Bjór. Eini 50
ár mundi tað vera íalt.
Hann var við, tá ið alt var
gjørt við hond, og eisini
seinni tá nógv var auto-
matiserað.
Hann gavst at arbeiða
fulla tíð aftan á hann var
70, men helt fram líka til
han var 80 ár, at loysa av
í döguratímanum.
Honum dámdi væl at fáast við seyð og passaði hann
væl. Erik var giftur við Berlinu frá Gjógv, og áttu tey 7
børn. Friður verið við minninum um Erik Mörköre.
Mia Pedersen
formaður í Føroya
Kommunufelag
Bárður Klakstein fekk virðisløn
frá P/F Meinhardt Arge
Fimm sveinaroyndir eftir nýggju skipanini
Nøvn í vikuni
Kennir tú onkran …
Kennir tú onkran í familjuni,
á arbeiðsplássinum, í grannalagnum
ella hvar tað skal vera, ið hevur ein
merkisdag sum t.d. rundan
føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag
ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv
ella annað, so sig okkum frá.
Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann
persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av
restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd.
Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur.
Navn:.....................................................................................................................
Bústaður:.............................................................................................................
Bygd/býur:..............................................................Tel:.....................................
Evt. arbeiðspláss:..............................................................................................
Merkisdagurin er: ............................................................................................
Innsendari: ....................................................................Tel:...............................
Sendið lepan, í brævbjálva, til:
• Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni"
Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir
okkara kring alt landið:
Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo
Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo
Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo
Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo
Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo
Eirikur Simonsen, lærari á
Tekniska Skúla, handar
Bárði Klakstein virðislønina
Thorgrím Jacobsen frá ENM í
Leirvík, Bárður Klakstein frá
Autoshine í Klaksvík, Poul Arni
Poulsen frá VR-Bilum í Havn,
Hallur Petersen frá Reyni Service
í Hoyvík og Bárður Olsen frá P/f
Wenzel í Havn
15
14
Nr. 38 - 25. februar 2003
- Vit fara at brúka
hetta árið til at gera
tekningar og skriva
umsókn til myndug-
leikarnar, sigur
Sigurd Simonsen,
býráðsformaður
BYGGING
Vilmund Jacobsen
Fuglafjarðar
kommuna
hevur sett 200.000 krónur
av á fíggjarætlanini til at
fyrireika
bygging
av
næmingaheimi á Kambs-
dali.
Sigurd Simonsen, bý-
ráðsformaður í Fuglafirði,
sigur, at stórur áhugi er
millum næmingar, sum
ganga á studenta-og HF-
skúlanum á Kambsdali, at
búgva á staðnum, har skúl-
in er
- Ein kanning vísir, at
37% av næmingunum á
Kambsdali høvdu ynskt, at
eitt næmingaheim var á
staðnum, soleiðis at teir
sluppu undan at ferðast í
bili til og frá skúlanum.
Men býráðsformaðurin
sigur, at á Kambsdali ganga
so nógvir næmingar, at
ógjørligt hevði verið at bygt
eitt næmingaheim til 37%
av øllum næmingunum.
- Vit hava hugsað okkum
at bygt eitt heim við plássi
til einar 40-50 næmingar,
sigur Sigurd.
Sjálvognarstovnur
Býráðsformaðurin sigur, at
Fuglafjarðar kommuna fer
at arbeiða víðari við málin-
um, og væntandi verður
greiðari, hvussu fram verð-
ur farið, tá ið komandi
fíggjarætlan hjá kommun-
uni fer í stoypiskeiðina.
- Hugsast kann, at næm-
ingaheimið
verður
ein
sjálvognarstovnur,
sigur
Sigurd Simonsen.
Hann vísir at enda á, at
ætlanin hjá kommununi er
at brúka hetta árið til at
gera tekningar og at skriva
umsókn til myndugleikar-
nar.
Ætla at byggja næmingaheim á Kambsdali
37% av næmingunum, sum
ganga í skúla á Kambsdali,
kundu ynskt sær at búð á
staðnum, so stytri var til og
frá skúlanum. Nú ætlar
Fuglafjarðar kommuna sær
at gera nakað við hetta.
Søgnin sigur, at
Pætur ápostul eina-
ferð hálaði ein gull-
mynt út úr kjaftinum
á sankta pæturfiskin-
um. Svørtu blettarnir
við gulari rond á fisk-
inum eru merkini av
ávikavist tummli og
fremsta fingri á
Pæturi. Nú er hesin
sjáldsami fiskur eisini
fingin í føroyskum
sjógvi!
SJÁLDSAMUR FISKUR
Vilmund Jacobsen
Fiskirannsóknarstovan hev-
ur fingið sendandi ein fisk,
sum er ógvuliga sjaldsamur
um okkara leiðir.
- So vítt vit vita, er hetta
fyrstu ferð, at hetta fiska-
slagið er fingið í føroysk-
um sjógvi, sigur Jákup
Reinert á Fiskirannsóknar-
stovuni.
Maðurin, sum er komin
við fiskinum, er Dánjal
Jóhan Lisberg úr Sumba.
Jákup heldur, at fiskurin
hóskandi
kundi
verið
nevndur sankta pætursfisk-
ur á føroyskum, tó at hann
"bara" kallast pætursfiskur
í orðabókini, sum Stiðin
gav út í 1998.
Tað var ísfiskatrolarin,
Akraborg, sum fekk sankta
pætursfiskin í trolið á Bill
Baily
Bankanum,
11.
august 2001.
- Tíverri var fiskurin
kruvdur, so vit sóu ikki,
hvat hann hevði etið.
Jákup sigur, at hetta var
ein kvennfiskur við hvíl-
andi rognum, sum hann
tekur til. Fiskurin var til-
samans 39 cm. langur og
vigaði 910 gr.
- Vísindaliga heitið á
sankta pætursfiski er zeus
faber, og á øðrum tungu-
málum eitur hann "sankt
petersfisk" (á donskum og
norskum), john dory (á
enskum), saint-pierre (á
fronskum), pesce san pietro
(á italskum), peixe-galo (á
portugisiskum), pez de san
pedro (á sponskum), sankt-
persfisk (á svenskum) og
hering-könig (á týskum),
sigur fiskifrøðingurin.
Í
Atlantshavinum
er
sankta pætursfiskur veidd-
ur út fyri strendurnar í
Afrika og Vestur Evropa,
norður til Suðurnoreg og
inn í Kattegat, í Miðjarðar-
havinum og sunnara parti á
Svartahavinum og nú eisini
við Føroyar.
Jákup vísir á, at nær
skyld fiskasløg eru aðra-
staðni, eitt nú við Suður-
afrika, Avstralia, Ný Sæ-
land, Japan og Korea.
Sankta
pætursfiskur
svimur stakur ella í smáum
torvum á 50-150 m. dýpi,
viðhvørt fer hann niður á
einar 400 m.
- Tá ið hann fer upp í
sjógvin, leggur hann seg
ofta á liðuna eins og flat-
fiskar gera, og hann er
sæddur liggja á síðuni á
havbotninum.
Sankta pætursfiskur er
sera eyðkendur í útsjónd.
Hann er hávaksin og smal-
ur, høvdið er stórt, og kjaft-
urin við sínum undirbiti
kann skjótast langt frameft-
ir, tá hann tekur føði. Tein-
arnir, serliga í ryggfjøður-
ini, eru langir. Liturin er
ymiskur, mest blankt silv-
urlittur og heldur myrkari á
rygginum enn á búkinum,
har liturin ofta skyggir
grønt.
- Eyðkendur er tann stóri
svarti bletturin við gulari
rond á hvørjari síðu. Tað er
hesin, ið hevur givið fiskin-
um navn. Søgnin sigur, at
Pætur ápostul einaferð hál-
aði ein gullmynt út úr kjaft-
inum á fiskinum, og blett-
arnir eru merkini av ávika-
vist tummli og fremsta
fingri á Pæturi.
Jákup sigur, at flestu av
hinum tungumálunum vísa
eisini til sankta Pætur, og
enska heitið John Dory
merkir duravaktari, ið jú
vísir til eina av uppgávun-
um hjá sankta Pæturi.
- Gýtingin fer fram við
Suðurongland í juni til
august og í Miðjarðarhavin-
um í mars til mai. Eftir gýt-
ingina leitar fiskurin norð-
ureftir at finna sær føði.
Fiskifrøðingurin sigur, at
tá ið yngulin er 19 mm
langur, líkist hann tí vaksna
fiskinum.
- Vøksturin er skjótur tey
fyrstu árini, og fýra ára
gamal gerst sankta pæturs-
fiskur kynsbúgvin. Kall-og
kvennfiskurin eru ikki líka
stórir. Fiskar, sum eru longri
enn 45 cm., eru allir kvenn-
fiskar. Teir størstu gerast
meira enn 70 cm. langir.
Jákup sigur, at sankta
pætursfiskur er ein glúpsk-
ur ránsfiskur, ið mest livir
av fiskasløgum sum sardin-
um, sild og brislingi, men
eisini av høgguslokki og
ymsum krabbadýrum.
- Sankta pætursfiskur
hevur stóran týdning sum
virðismikil hjáveiða í trol-
og línufiskiskapi í Miðjarð-
arhavinum og við vestur-
stondina í Afrika. Hann
verður sagdur at vera sera
vælsmakkandi, ja – ein hin
besti yvirhøvur, sigur Jákup
Reinert, fiskifrøðingur.
Dánjal Jóhan ikki so heppin sum Pætur ápostul
Sankta pætursfiskur er ein
glúpskur ránsfiskur, ið mest
livir av fiskasløgum sum
sardinum, sild og brislingi,
men eisini av høgguslokki og
ymsum krabbadýrum.
Kortið vísir, hvar sankta
pætursfiskur er at fáa.
C
M
Y
K
14