Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Spenningsballónin um valið av næstfor- manni brast, áðrenn tað kom til atkvøðu- greiðsluna. Orsøkin var, at Børge B. Han- sen boðaði frá, at hann kortini ikki var valevni FSF ÁRSAÐAL- FUNDUR Jákup Mørk Eingin dramatikkur spurd- ist burturúr, tá ið mest spennandi punktið á dags- skránni til FSF aðalfundin leygardagin var á skránni. Feløgini og nevndin í Fót- bóltssambandinum fingu ikki høvi at atkvøða, um tey vildu hava Børge B. Han- sen ella Niklas á Líðarenda at verða næstformann. Tá ið fundarstjórin, Petur Even Djurhuus, boðaði frá, at nú var val av næstfor- manni á skránni og sam- stundis nevndi, at valið stóð ímillum Børge B. Hansen og Niklas á Líðarenda, bað Børge B. Hansen um orðið. Tá ið hann var komin á pallin boðaði næstfor-mað- urin, sum hevur verið part- ur av FSF nevndini síðani stovnanina í 1979 frá, at hann kortini ikki var val- evni, og hann undirstrikaði, at avgerðin, sum hann hevði tikið fríggjakvøldið, var endalig. Eftir hetta staðfesti fund- arstjórin, at tað bara var eitt valevni, og at Niklas á Líðarenda harvið var nýggjur næstformaður utt- an atkvøðugreiðslu. Eingin møguleiki Tveir dagar undan aðal- fundinum segði Børge B. Hansen í Dimmalætting, at hann vildi hava fólkaræðið at standa sína roynd, og at hann sjálvandi fór at taka úrslitið av atkvøðugreiðsl- uni um næstformanssessin til eftirtektar. Men fríggja- kvøldið hevði hann altso skift støðu. Tað verður ikki sagt so nógv alment, men í práti við ábyrgdarpersónar, sum umboðaðu feløgini á aðal- fundinum leygardagin, skilst, at valdysturin, sum hevði gingið fyri seg frá tí, at tað gjørdist greitt, at sitandi næstformaðurin hevði fingið eitt mótval- evni, gjørdist rættuliga intensur, sum síðsta vika leið. Fríggjakvøldið varð dúgliga ringt og agiterað. Á aðalfundinum fyri fýra árum síðani var gongdin akkurát tann sama. Tá stríddust nakrir fyri at Mortan Poulsen skuldi vinna sessin frá Børge B. Hansen. Ta ferðina visti eingin, tá ið aðalfundurin byrjaði, um Mortan ella Børge fór at vinna at- kvøðugreiðsluna. Meðan uppteljingin fór fram, hildu fundarluttakararnir ondini, og úrslitið var, at Børge B. Hansen varð valdur við einari atkvøðu meiri enn Mortan Poulsen. Sum sagt so var eingin atkvøðugreiðsla leygar- dagin. At næstformaðurin ikki vildi vera partur av atkvøðugreiðsluni mundi komast av, at tað fríggja- kvøldið varð greitt, at tap stóð honum í hendi. Sum tað skiltist á lagnum leyg- ardagin, so høvdu í hvussu so er trettan ella fjúrtan feløg gjørt av, at tey skuldu atkvøða fyri Niklasi á Líðarenda. 20 av teimum 21 feløgunum vóru um- boðað á fundinum (einki umboð var fyri Streym). FSF nevndin hevði eina atkvøðu, og harvið vóru 21 atkvøður tilsaman. Tí var tað minni eyðmýkjandi hjá næstformanninum at boða frá, at hann kortini ikki var valevni, enn tað hevði verið, um atkvøðurnar høvdu havt verið upptaldar. Á fundarluttakarum leyg- ardagin skiltist aftaná, at Niklas á Líðarenda hevði havt fingið tær flestu av teimum sjey atkvøðunum í Eysturoy, og at hann hevði havt fingið fleiri enn eina atkvøðu í Vágum, fleiri enn eina atkvøðu í Suðuroy og atkvøðuna hjá sandoy- ingum og ivaleyst eisini atkvøðuna hjá klaksvík- ingum. Feløgini í Havnini áttu fýra atkvøður á aðal- fundinum leygardagin. Tað kundi kanska roknast við, at allar atkvøðurnar høvdu farið til Børge B. Hansen, men hetta hevur ikki eydnast at fingið uppspurt. Fagnaður við lógvabresti Tá ið tað var greitt, at meirilutin á aðalfundinum leygardagin hevði fingið tann næstformannin, sum tey eftir øllum at døma høvdu ætlað sær at atkvøtt fyri, góvu øll umboðini kortini fráfarandi næstfor- manninum eitt heiðurligt farvæl. Undir ymiskum tók Jens Erik Magnussen, sum var afturvaldur í nevndina, og sum hevur sitið í FSF nevndini saman við Børge B. Hansen í mong, mong ár, orðið. Næstan við tárum í eygunum takkaði hann fráfarandi næstformann- inum fyri tað arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri før- oyskan fótbólt. Serliga nevndi hann Tórsvøll, sum hann segði, at Børge B. Hansen hevði arbeitt nógv og væl fyri. At enda heitti hann á fundarluttakararnar at reisast og við lógvabresti fagna fráfarandi næstfor- manninum. Tað gjørdu allir fundarluttakararnir. Men samstundis tóktist eingin ivi vera um, at ein greiður meiriluti av fótbóltsfeløg- unum høvdu fingið sín vilja, tá ið Niklas á Líðar- enda varð valdur til nýggjan næstformann í Fótbóltssambandinum. Nr. 38 • týsdagur • 25. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Børge kastaði handklæðið Børge B. Hansen trekti sína uppstilling til varaformanssessin aftur. Eftir fjórðings øld í nevndum hjá FSF er Børge soleiðis ikki longur partur av fótbóltsleiðsluni, men tað merkir neyvan, at hann heilt fer at gloyma fótbóltin Mynd: Jens Kristian Vang 17 16 Nr. 38 - 25. februar 2003 Óheppin avdúking Tað kemur USA illa við, at altjóða kjarnorkustovnurin hevur avdúkað, at Iran hevur útgerð, sum fer at gera landið ført fyri at gera kjarnorkuvápn. KJARNORKU- DUBBING Árni Joensen: Avdúkingin hjá IAEA kemur amerikanarunum illa við, tí stjórnin í Wash- ington hevur framman undan trupult við at greiða frá, hví tað er neyðugt at leypa á Irak, sum ikki hevur kjarnorkuvápn, men ikki á Norðurkorea, sum eftir øllum at døma hevur slík vápn. Tað var í síðstu viku, at serfrøðingar hjá IAEA undir kanningum í Iran komu fram á útgerð, sum ger iranar førar fyri at ríka uran. Iransku myndugleik- arnir siga, at teir ætla at nýta kjarnorkuna til orkuendamál, tí landið hevur ilt við at fáa fatur á nóg nógvari olju. Men IAEA ivast í, um hetta er allur sannleikin. New York Times skrivaði í gjár, at avdúkingin hjá IAEA kemur Hvítu Húsunum illa við, tí stjórnin hevur í fleiri mánaðir lýst Irak sum tann ringasta fíggindan hjá mannaættini. Amerikanski embætismenn hava fleiri ferðir sagt, at USA fer at seta neyðug tiltøk í verk ímóti Irak til tess at forða fyri, at landið fær útvega sær kjarnorkuvápn. At amerikanararnir ikki hava nýtt sama orðalag um Norðurkorea kemst av, at norðurkoreanar eru førir fyri at hótta suður- koreanska milliónabýin Seoul, sama um Norður- korea hevur hópoyðingar- vápn ella ikki. Tá talan er um Iran, er støðan ein onnur. Washington hevur leingi lagt seg eftir at bøta um viðurskiftini við Teher- an, og sambært New York Times fer stjórnin ikki at órógva hetta arbeiðið við at seta hart ímóti hørðum í spurninginum um møgulig iransk kjarnorkuvápn. Ein av teimum fremstu ráðgevunum í amerikanska verju- málaráðnum sigur nú, at forsetin í Sýria- landi eigur at fremja neyðug tiltøk. Ger hann ikki tað, kann land hansara gerast næsta amerikanska álopsmálið í Miðeystri. ÁLOPSHÓTTAN Árni Joensen: Ein av teimum fremstu ráð- gevunum hjá amerikanska verjumálaráðharranum, Donald Rumsfeld, er Rich- ard Perle, sum ber orð fyri at vera millum teir fremstu heykarnar í amerikansku stjórnarumsitingini. Í einari samrøðu við ara- biska blaðið Asharq al- Awsat um vikuskiftið sigur Perle, at Irak verður kanska ikki tað einasta amerik- anska álopsmálið í Mið- eystri. - Royndirnar í Irak kunnu gerast byrjanin til fram- haldandi nýskipanir í økinum. Eg vóni, at sýriski forsetin, Bashar al-Assad, fer at umhugsa at fremja nýskipanir. Ger hann ikki tað, kann hann siga sær sjálvum, at hann verður kanska tað næsta málið, sigur Richard Perle við blaðið. Hann vísir samstundis aftur, at eitt franskt veto í ST-trygdarráðnum fer at forða USA í at leypa á Irak. - Eingin amerikanskur forseti kann loyva einum fronskum ríkisleiðara at stýra amerikanska uttanrík- ispolitikkinum, sigur Perle við Asharq al-Awsat. Samstundis roynir ráð- gevin at sissa tey, sum vænta, at amerikanarar verða verandi í Irak, eftir at Saddam Hussein er koyrdur frá. Talan verður um eina stutta herseting, ikki tíggju ár, sum onkur vil vera við, sigur Riochard perle bið blaðið. Pávin vil hava friðardag Jóhannes Páll pávi annar mælti um vikuskiftið til at gera 5. mars til ein friðardag, tá fólk um allan heim eiga at biðja um, at Irak-kreppan verður loyst á friðarligan hátt. Hetta segði pávin sunnudagin ella dagin eftir, at hann hevði hitt bretska forsætisráðharran, Tony Blair, í Vatikaninum. Aftan á fundin teirra millum segði pávin, at heimurin livir í stórum ótta fyri einum kríggi, sum kann elva til ófrið í øllum Miðeystri. Tony Blair hevur alla tíðina tikið undir við amerik- anska politikkinum í Irak-kreppuni, meðan Jóhannes Páll pávi hevur mælt øllum pørtum til at loysa kreppuna á friðarligan hátt. Sýrar siga nei Amerikanska stjórnin bað í síðstu viku stjórnina í Sýrialandi taka undir við einari ST-samtykt, sum skal geva ta endaligu heimildina til álop á Irak. Sýrialand hevur í løtuni sæti í ST-trygdarráðnum, men stjórnin í Damaskus kunngjørdi sunnudagin, at hon fer ikki at taka undir við einum uppskoti, sum heimilar álopi á Irak. Sýriski uttanríkisráðharrin, Farouq al-Shara, segði, at sama hvussu ein møgulig nýggj samtykt verður orðað, so fara krígsóðir menn í USA og aðrastaðni at nýta hana sum skálkaskjól fyri einum álopi á Irak. Sýrialand er tað einasta arabiska landið í ST- trygdarráðnum í løtuni. Stór endurgjaldssak í Grønlandi Grønlendsaka landsstýrið hevur biðið fíggjarnevndina hjá Landstinginum um fýra milliónir krónur, sum skulu fíggja útreiðslurnar av einum sakarmáli, sum skal stað- festa, hvør hevði ábyrgdina, tá almenna vinnufyritøkan Puisi fór á heysin fyri trimum árum síðani. Puisi, sum heimastýrið átti, skuldi selja ymsar úr- dráttir úr kópi á kinesiska marknaðinum. Pengarnar til átakið fekk felagið úr landskassanum og sum lán við almennum veðhaldum. Men verkætlanin miseydnaðist fullkomiliga. Í februar í 2000 fór Puisi á heysin, og úr- slitið varð, at landskassin misti 50 milliónir krónur. Ein sakførarakanning kom til ta niðurstøðu, at felag- ið varð sera illa rikið, og niðurstøðan í frágreiðingini hevur fingið landsstýrið at leggja sak ímóti leiðsluni, grannskoðarunum og fleiri nevndarlimum í felagnum við møguligum kravi um endurgjald. Millum teirra, sum eru stevndir, er fólkatingsmaðurin og fyrrverandi landsstýrisformaðurin Lars Emil Johansen. Betri trygd í Eystrasalti Umhvørvismálaráðharrarnir í Svøríki og Finnlandi, Lena Sommestad og Jouani Backman, mæla nú sínum feløgum í hinum londunum við Eystrasalt til at gera felags reglur, sum skulu bøta um trygdina á sjónum. Í einari grein í svenska blaðnum Dagens Nyheter skriva teir báðir ráðharrarnir millum annað, at londini eiga at gera reglur, sum banna einskinnaðum tanga- skipum at sigla við olju í Eystrasalti. Harafturat verður skotið upp at gera felags reglur um, at øll skip, sum sigla í Eystrasalti, skulu vera styrkt til at sigla í ísi. Áheitanin frá teimum báðum ráðharrunum er ætlað umhvørvisráðharrunum í londunum við Eystrasalt og í ES-londunum. Lena Sommestad og Jouani Backman siga, at tað er umráðandi at bøta um trygdina, so sleppast kann undan álvarssomum oljuvanlukkum í Eystrasalti, har nógv tangaskip sigla. Sýrialand verður kanska næsta amerikanska álopsmálið Iraksku leiðararnir tykjast ikki stórvegis ávirkaðir av hóttanini um kríggj. Her eru kunningarmálaráðharrin, Sayed al-Sahaf, og uttanríkisráðharrin, Naji Sabri, á fundi í felagsskapinum av óheftum londum um vikuskiftið. C M Y K 16