týsdagur 25. februar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 25. februar 2003
19
Við at spíla seg veru-
liga út í síðsta um-
farinum ímóti koll-
firðingum við stór-
meistara á liðnum,
vunnu havnarmenn
rættiliga trygt FM-
heitið
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Tíggjunda og síðsta umfar í
liðkappingini bleiv telvað
leygardagin í Kommunu-
skúlanum. Allar deildir
savnaðar saman. Spenning-
urin var stórur í 1. deild,
hóast
havnarmenn
frammanundan høvdu eina
leiðslu uppá hálvtannað
stig. Kollfirðingar høvdu
nevnliga GM Tiger Hillarp
Persson á liðnum + at
klaksvíkingar hittu botn-
liðið úr Vestmanna, og tí
kundu teir í høvuðsstaðar-
felagnum ikki kenna seg
tryggar, als ikki.
Martin helt móti
stórmeistaranum
Teir ungu, Martin Poulsen
og Olaf Berg vístu høgan
klassa, tá fyrrnevndi leikti
javnt móti GM Tiger og
Olaf vann á føroyameistar-
anum Hans Kristian Sim-
onsen. Tað er tó ikki óvan-
ligt at Martin tekur stig frá
stórmeistarum. Í heyst vann
hann á ukrainskum stór-
meistara í kapping í Spania.
Olaf hevði eitt skifti bert
eitt stig av fimm møgulig-
um, men vann síðani rest-
ina, og endaði tí við góða
endaspurti sínum við seks
stig um av tíggju. At vinna
við svarta fólkinum á Hans
Kristian er ikki gerandis-
kostur á heimliga talvpall-
inum.
Herluf Hansen leikti ein
góðan javnleik móti Tor-
bjørn Thomsen, meðan
Haldur Suni Johansen sló
sigurin fastan við sigri á
Eyðálvur Johannesen.
3-1 til FM vinnarnir, og
einki lið hevði nú møgu-
leikan at taka teir aftur. Um
vit hyggja nærri at liðunum
í 1. deild, er tað ikki óvænt-
að, at kappingin hevur
verið somikið jøvn í ár við
fimm liðum í oddastríð-
num. Tá havnarmenn í fýra
umfør ikki høvdu Martin
Poulsen á liðnum, varð
væntað at teir fóru at steðga
upp og at hini liðini
útnyttaðu fráveru Martins.
Men nei, Olaf Berg telvaði
sum ein annar stórtelvari á
fyrsta borðið, og við hesum
í huga umframt at hini
toppliðini ikki veruliga bitu
frá sær, hildu havnarmenn
seg allatíð í toppinum.
Kampurin um annað
pláss
Óvæntað vunnu hvalvík-
ingar heili 3,5 — 0,5 á
toftamonnum, og løgdu
harvið trýst á klaksvíking-
ar, sum stríddust móti vest-
menningum. Bogi Ziska og
Jens
Kristian
Hansen
steðgaðu eitt sindur upp
móti endanum av kapping-
ini, og taptu báðir móti
hvalvíkingum. Hóast hetta,
hevði Jens Kristian eina
góða kapping við 7,5
stigum av 10 møguligum.
Ólavur Simonsen, Rani
Nolsøe og hinir klaksvík-
ingarnir vunnu tepurt 2,5-
1,5 á vestmenningum, sum
longu undan dystinum vóru
niðurflytarar. Ólavur og
John Rødgaard leiktu javnt.
Góði endaspurturin hjá
hvalvíkingum rakk tó ikki
til eitt annað pláss. Eins og
í fjør tóku klaksvíkingar
sær av hesum plássi. Og
kenna vit teir rætt, so eru
teir ikki nøgdur við annað
enn fyrsta pláss.
Sum vit síggja á støðuni
aðrastaðni í blaðnum, varð
talan um helst tí javnastu
kapping nakrantíð, síðani
startskotið í 1971. Bert
hálvtfjórða stig skilti fyrsta
pláss við fimta pláss, sum
toftamenn endaðu á. Í 1989
varð tó somuleiðis hálvt-
fjórða stig millum nr. 1 og
5. Havnarmenn vunnu eis-
ini tað árið.
Tíbetur hevur talvítrótt-
urin ikki sama trupulleika
sum aðrir ítróttir, har somu
2-3 lið á hvørjum árið
mannað toppin og langt er
niður til miðplássini.
Sandavágsmenn aftur
í 1. deild
Eitt skifti í fyrru helvt góvu
runavíkingar
sandavágs-
monnum mótstøðu og dyst
um fremsta pláss, men
seinastu umførini runnu
Torkil & Co frá teimum.
Spenanndi verður at síggja
teir aftur í 1. deild, og hóast
teir ivaleyst vera í tyngra
endanum, kunna teir fegn-
ast um eina nógv størri
breidd í felagnum við
dupult so mongum aktivum
telvarum í mun til fyri fáum
árum síðani.
Runavíkingar fingu eitt
flott annað pláss og unga
klaksvíksliðið fekk brons-
una. Bæði havnarliðini
skuffaðu, og eitt av hesum
endaðu aftast.
Kollfirðingar vunnu 3.
deild í finaluni móti gøtu-
monnum, og flyta tí upp í 2.
deild.
Vestmanna
Talvfelag
vunnu
unglingadeildina.
Gott ungdómsarbeiði sein-
astu árini hevur givið úrslit,
og er samstundis ein góð
troyst mótvegis lagnuni hjá
1. liði teirra.
Havnarmenn føroyameistarar
Martin Poulsen sýndi stórspæl á fyrsta borði hjá Havnini. Kollfirðingar høvdu styrkt um liðið
við svenskum stórmeistara, men Martin lat ikki við seg koma, og fekk ein flottan javnleik
burturúr
Mynd: Jens Kristian Vang
Høllin í Kommunuskúlanum
var stúgvandi full, tá farið
varð undir at telvað seinasta
umfarið í liðkappingini fyri
veturin
Mynd: Jens Kristian Vang
19
18
Nr. 38 - 25. februar 2003
Uppskotið hjá B71
um upp- og niðurflyt-
ingardystir fekk bert
tvær atkvøður á aðal-
fundinum
FSF-FUNDUR
Jákup Mørk
Eitt av tveimum innkomn-
um málum á aðalfundinum
hjá FSF var uppskotið hjá
B71 um, at framyvir skuldi
tað bert verða tann eini
dysturin,
sum
avgjørdi
spurningin um upp- og
niðurflyting.
Sandoyingar grundaðu
uppskotið á, at tá tað var
somikið seint út á kapp-
ingarárið, so mundi tað
vera felags áhugamál hjá
øllum pørtum at greiða
spurningin um upp- ella
niðurflyting skjótast gjør-
ligt.
Stór mótstøða
Tað var tó skjótt greitt, at
mótstøðan ímóti uppskot-
inum var toluliga sterk.
Fleiri feløg tóku til, at við
bert einum dysti slapp
tilvildin at ráða í ov stóran
mun, og tó at sandoyingar
vístu á, at eitt nú steypa-
kappingin bert verður av-
gjørd yvir ein dyst, so
tóktist hetta ikki at rína við.
Somueliðis
varð
ført
fram, at hetta kundi verða
nakað, ið kom at merkja
mistar inntøkur fyri feløg-
ini. Talan er ofta um dystir,
har hampuliga nógvir á-
skoðarar koma at hyggja,
og skuldi dysturin verið
avmarkaður til ein dyst á
uttanveltaðum vølli, vildi
hetta viðført færri áskoð-
arainntøkur.
Einasta felag, sum stuðl-
aði B71 í hesum var MB.
Skemtiliga tók Frits Witt
til, at tað mundi ikki vera
nakar, sum hevði eins
drúgvar royndir við upp- og
niðurflyting sum sandoy-
ingar og vágafólk, og í
hansara verð var eingin ivi.
Og tá atkvøðurnar vórðu
taldar upp, var greitt, at
hesar vóru í tráð við orða-
skiftið. Tað var bert at-
kvøðan hjá MB, sum legð-
ist aftur teirri hjá B71, og
fall
uppskotið
sostatt
dyggiliga til jarðar. Nakað
sum viðførdi eina heldur
smílandi viðmerking frá
øðrum av umboðunum hjá
B71. »So mugu vit bara
syrgja fyri at flyta bein-
leiðis upp komandi ár« helt
Eli Hentze, sum vegna B71
førdi orðið í hesum sam-
bandinum.
Álvarsami skaðin hjá
Jens Kristian Hansen
er orsøkin til, at B36
kannar sær nýggjan
verjuleikara
LEIKARASKIFTI
Páll Holm Johannesen
Seinnapartin leygardagin
kom rumenski verjuleik-
arin, Nicolaie Ramfir, til
Føroya. Yngra
havnar-
felagið, B36, skal komandi
vikurnar kanna hvørjar
dygdir 35 ára gamli rumen-
in hevur. Eftir álvarsama
skaðan hjá Jens Kristian
Hansen í Spania, metir
leiðslan í B36, at neyðugt
er við einum verjuleikara
afturat.
- Jens Kristian verður
burtur í góðar seks vikur,
og uttan at taka nakað frá
ungu spælarunum í felag-
num, so hava vit brúk fyri
einum royndum verjuleik-
ara afturat, sigur B36-
venjarin, Ion Geolgau.
Partarnir hava ikki undir-
skrivað sáttmála enn, men
sum skilst, so er rættiliga
sannlíkt, at rumenin verður
at síggja í B36-troyggjuni í
ár.
B36-venjarin kennir væl
til dygdirnar hjá Nicolaie
Ramfir.
Sambært
Ion
Geolgau er rumenin ein
royndur harri, sum er
skjótur og sterkur í luftini.
Hann hevur eins og B36-
venjarin spælt í Universi-
tatea Craiova, men seinnu
árini hevur rumenski verju-
leikarin spælt í næst bestu
deildini í Rumenia.
Nicolaie Ramfir hevur
umboðað U-18, U-21, OL-
liðnum og A-landsliðið hjá
Rumenia. Fyrst í 90 árun-
um bleiv tað í alt til seks A-
landsdystir fyri Rumenia .
Tað kann skoytast uppí,
at
navnframi
rumenski
landliðsleikarin, Gheorghe
Popescu, og Nicolaie Ram-
fir spældu saman í mið-
verjuni hjá Universitatea
Craiova frá 1988 til 1990,
áðrenn Gheorghe Popescu
fór uttanlands at royna
eydnuna.
Í fjør vóru royndirnar av
útlendsku leikarunum í
B36 ikki av teimum bestu,
og hvussu Nicolaie Ramfir
fer at standa seg, verður
spennandi at fylgja kom-
andi mánaðirnar.
Talvið hesa vikuna
Siðvanda
superstórmeistarakappingin
Linares,
byrjaði um vikuskifti. Ein óhugnalig sterk kapping
við hesum luttakarum: Kasparov, Kramnik, Anand,
Leko, Ponomariov, Radjabov og Vallejo Pons. Telvast
skulu tvær reisir móti hvørjum øðrun, tvs. tólv umfør.
Tvey umfør eru í skrivandi løtu leikt, og ein sensatión
er longu hend. Og talan er ikki um nakra lítla
sensatión, men um eina stórhending. 15 ára gamli
Teimour Radjabav, sum luttók í 1st Tórshavn
International í 2000, vann við svarta fólkinum á
sjálvum Kasparov! Seinast Kasparov tapti eitt talv í
slíkum superstórmeistarakappingum (her er dysturin
móti Kramnik í 2000 og kviktalv ikki talt við), var í
1999 ímóti vælkenda Ivan Sokolov. Landsmaðurin
Radjabov hevur tí veruliga brotið ein mentalan múr.
Á hendan hátt vann unglingurin á “ódjórinum við
túsund eygum”:
Kasparov,G (2847) - Radjabov,T (2624)
Linares Super GM (2), 23.02.2003
1.e4 e6 2.d4 d5 3.Ric3 Rif6 4.e5 Rifd7 5.f4 c5 6.Rif3
Ric6 7.Be3 a6 8.Fd2 b5 9.a3 Fb6 10.Rie2 c4
(teoretisk nýggjheit, og áhugavert at læsa drotninga-
síðuna) 11.g4 h5 12.gxh5 Rxh5 13.Rig3 Rh8 14.f5
exf5 15.Rixf5 Rif6! (góður háttur at útjavnað. Ringt
at meta um nakar hevur fyrimun, støðan tykist jøvn)
16.Rig3 Rig4 17.Bf4 Be6 18.c3 Be7 19.Rig5 0—0—
0 20.Rixe6 fxe6 21.Be2 Rigxe5! (djarvt telvað av
Radjabov! Tekur Kasparov ímóti offrinum kemur d4
við herjandi megi og góðum spæli fyri offraða
riddaran, og harvið praktiskum kjansum) 22.Fe3!
Rid7 23.Fxe6 Bh4 24.Fg4? (ífylgju Fritz 7, var Fxd5
besti leikur,) 24...g5! (svartur hevur nú fyrimun)
25.Bd2 Rde8 26.0—0—0 Ria5! 27.Rdf1? (Rætti
leikur var Kb1. Sigast skal at báðir telvarar vóru í
svárari tíðarneyð) 27...Rib3+ 28.Kd1 Bxg3 29.Rf7
(um Kasparov tók aftur á g3, hevði Radjabov leikt
Fg6, sum hóttur mát og er avgerandi) 29...Rd8
30.Bxg5
Fg6! (hóttur, umframt rókin, mát í tveir leikur) 31.Ff5
Fxf5 32.Rxf5 Rdf8 (Radjabov hevur nú mann meir,
og restin er lættliga vunnið. Kasparov, sum í hesu løtu
uttan iva er við at spreingjast av øði, treiskast tó eitt
sindur) 33.Rxf8+ Rixf8 34.Bf3 Bh4 35.Be3 Rid7
36.Bxd5 Re8 37.Bh6 Ridc5 38.Bf7 Re7 39.Bh5
Rid3 0—1
1. deild
TFS
HT
3-1
KTF
TT
2,5-1,5
KT
VT
2-2
Lið
Stig
1. HT
23,5
2. KTF
22,0
3. TFS
21,5
4. KT
20,5
5. TT
20,0
6. VT
12,5
2. deild
Lið
Stig
1. ST
29,0
2. RT
23,0
3. KTF 2
21,0
4. VT 2
17,5
5. HT 2
16,5
6. HT 3
13,0
3. deild
Finala:
KT — GT 2,5 — 1,5
1
KT
2
GT
3
HT5
Unglingadeildin
Lið
Stig
1. VT
28,0
2. GTa
20,5
3. KTFa 19,5
4. GTb
18,0
5. HT
16,5
6. KTFb 16,5
Fyrrverandi rumenskur lands-
liðsleikari skal venja við B36
Tað verða framvegis
tveir dystir
- So mugu vit bara syrgja fyri at flyta beinleiðis upp komandi
ár, helt Eli Hentze, tá tað var greitt, at uppskotið hjá B71 um
og- og niðurflyting ikki fekk undirtøku á aðalfundinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Talvúrslit og endaligar støður
C
M
Y
K
18