týsdagur 25. februar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 38 - 25. februar 2003
Heðin Askham fekk
ikki nóg nógvar at-
kvøður til at gerast
varalimur í nevndini
hjá FSF
FSF ÁRSAÐAL-
FUNDUR
Jákup Mørk
Tað eydnaðist ikki hjá HB
at fáa eitt nýtt umboð fyri
felagið í nánd av FSF
nevndini, eftir at tað var
greitt, at Børge B. Hansen
ikki fór at halda fram sum
næstformaður í FSF.
Á aðalfundinum bar tað
til at seta uppskot fram til
eykalimir. FSF nevndin
skeyt upp, at velja Mortan
Poulsen
og
Sveinbjørn
Danielsen, sum framman-
undan høvdu verið eyka-
limir. Formaðurin í HB,
Birgir Enghamar, skeyt upp
at velja Heðin Askham sum
eykalim.
Tá ið trý uppskot vóru til
tveir sessir, var neyðugt við
atkvøðugreiðslu. Mortan
Poulsen
fekk
seytjan
atkvøður, Sveinbjørn Dan-
ielsen fekk fjúrtan atkvøð-
ur, og Heðin Askham fekk
átta atkvøður. Harvið vóru
Mortan og Sveinbjørn aft-
urvaldir sum eykalimir.
Undan
aðalfundinum
vistu HB keldur at siga, at
felagið ætlaði at skjóta
Heðin Askham upp sum
nýggjan
næstformann.
Hetta ætlaðu teir at gera,
um Børge B. Hansen fór at
taka seg aftur og ikki fór at
verða í uppskoti til næst-
formann. Men Børge var í
uppskoti, og tí varð einki at
ætlanini um at stilla Heðin
Askham upp.
Við at skjóta Heðin Ask-
ham upp sum eykalim vildi
HB ivaleyst geva til kennar,
at teir halda seg hava ein
kvalifiseraðan mann, sum
er klárur at koma í nevnd-
ina, tá ið nýggjur persónur
aftur skal veljast. Men í
fyrstu atløgu miseydnaðist
royndin fullkomuliga.
Heðin Askham er annars
væl kendur í Fótbóltssam-
bandinum. Hann hevur í
fleiri ár verið liðleiðari hjá
landsliðnum, og hann hevur
verið sera væl umtóktur av
spælarunum, venjarunum
og øllum hinum, sum hava
havt við landsliðið at gera.
Um eitt ár fæst at síggja,
um HB aftur fer at skjóta
Heðin Askham upp, og um
hann tá fer at fáa størri
undirtøku, enn hann fekk
hesa ferð. Tað tóktist sum
um HB hesa ferð ikki hevði
gjørt heimaarbeiðið ella
fyrireikingararbeiðið nóg
væl.
Afturval
Tveir nevndarlimir stóðu
fyri vali, og teir vórðu báðir
afturvaldir. Óli Holm fekk
seytjan atkvøður, og Jens
Erik Magnussen fekk fimt-
an atkvøður. Sveinbjørn
Danielsen var eisini í upp-
skoti, men hann fekk ikki
fleiri enn sjey atkvøður.
Jens Erik hevur í øll árini
verið tann av nevndarlim-
unum í FSF, sum hevur havt
mest við landsliðið at gera.
Áðrenn Óli Holm fór í
landsstýrið
hevði
hann
nógv við dómarar og døm-
ingina at gera. Sveinbjørn
Danielsen
hevur
tey
seinastu árini verið kapp-
ingarstjóri hjá kvinnunum.
Tað arbeiðið sigst hann
hava røkt væl. Men tað ber
ikki til at siga, at hann fekk
eina álitisváttan á nevndar-
valinum. Men talan var
heldur ikki um nakra mis-
álitisváttan. Sveinbjørn var
eykalimur frammanundan,
og hann er framvegis eyka-
limur.
HB fekk ikki sín vilja
C
M
Y
K
20
NR. 38 • TÝSDAGUR • 25. FEBRUAR 2003 • 77. ÁRGANGUR • WWW.SOSIALURIN.FO
Leygarkvøldið var fjórða innleiðandi umfar í Prix Føroy-
um hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bólkarnir
spældu í hesi røð:
Páll Finnur Páll
Chain
MMM
Makrel
Fluffy Toys
Side Effect
10 dómarar mettu um avrikini á pallinum, og teir dømdu út
frá fimm ymiskum krøvum um millum annað tónleikaliga
dygd, spæl og framførslu.
Makrel var nummar 1 og vann sær pláss í finaluni. Fluffy
Toys var nummar 2 og skal spæla í eini hálvfinalu saman
við fýra øðrum bólkum, har besti bólkurin fær eitt
finalupláss.
4. umfar
Fluffy Toys tók áhoyr-
arafjøldina á bóli við
vælspældum og
svingandi rocktón-
leiki. Tað var lítið ný-
skapandi yvir tónleik-
inum, men bólkurin
spældi sera væl og
fekk lív í fjøldina
FLUFFY TOYS
Eyðun Klakstein
Sangarin í bólkinum Fluffy
Toys var fegin eftir Prix-
kappingina leygarkvøldið.
Og kanska ikki alíkavæl.
– Eg hevði biðið um, at
vit blivu nummar 1 ella
longri afturi í røðini. Bara
ikki nummar 2, segði Einar
Jacobsen.
Men tað var júst tað, sum
hendi. Fluffy Toys gjørdist
nummar 2, og tí skal bólk-
urin royna at spæla seg í
finaluna saman við fýra
øðrum 2'arum.
– Nú skulu vit aftur til at
stríðast og strevast fyri at
fáa alt at sita til hálvfinal-
una, og tað verður strævið.
Vit hava nógv annað enn
tónleik at hugsa um, so tað
er ikki tann sama tíðin til
avlops, sum tað plagdi at
vera.
Fyri tort og sviða
Bólkurin Fluffy Toys hevur
verið virkin síðani 1999, og
teir hava spælt nógv kring
landið. Teir hava verið á
skránni í Kagganum, Logn-
brá, Klaksvíkar Klubba,
TB-húsinum og aðrastaðni.
Leygarkvøldið verða teir
aftur upp á fartin.
– Hesa seinastu tíðina
hava vit nýtt okkara allar-
seinastu orku til at venja til
Prix Føroyar, og tað hevur
verið sera tungt. Nú skulu
vit ígjøgnum alt einaferð
afturat, so vit kunnu vera
væl fyri um tvær vikur,
sigur Bjarti Hansen, gittar-
spælari í bólkinum.
– Vit eru ikki í somu
støðu, sum teir ungu tón-
leikararnir eru. Teir hava
lítið annað enn tónleik at
hugsa um, og teir kunnu
gera nógv við tað. Fyri
okkum er hetta eitt ítrív, og
tí krevur tað nógv av
okkum, tá ið vit nú eru við
í Prix Føroyum. Men fólk
skulu tó ikki fara skeiv. Eg
eri sera, sera fegin um úr-
slitið í kvøld og at fólk tóku
so væl ímóti okkum, sigur
Bjarti.
– Ja, tað er hóast alt gott
at fáa nakað fyri tort og
sviða, leggur Einar Jacob-
sen afturat við einum smíli.
Tónleik sum teir tíma
Fluffy Toys spælir tað, sum
onkur vil kalla gammeldags
rock, meðan onnur heldur
brúka heitið klassiskur
rockur. Íblásturin er úr
sjeytiárunum, sum var eitt
gylt rocktíðarskeið.
Tað var ikki fyrr enn fyri
kortum, at Fluffy Toys fór
at skriva sínar egnu sangir,
og teir ætla ikki at gevast á
hondum.
– Vit ætla at gera onkran
nýggjan sang til hálvfinal-
una um tvær vikur, so vit
kunnu bjóða fólki okkurt
nýtt tá, sigur Einar Jacobsen.
– Vit leggja dent á at
spæla tónleik, sum okkum
dámar væl. Vit ynskja at
fáast við tað, sum vit tíma,
og so geva vit áhoyrarunum
alt tað, sum vit hava í
okkum, tá ið vit fara á
pallin.
Hesin frymilin og gott
tónleikaligt handverk gav
bonus leygarkvøldið, og
bólkurin hevur nú fingið
enn ein møguleika at náa
finaluni.
– Eg haldi, at vita hava
eins góðan møguleika sum
hinir 2'ararnir fyri at koma í
finaluna, sigur Bjarti Han-
sen.
Einar við fullari ferð
Einar Jacobsen var í rætta essinum leygarkvøldið.
Lívliga framførslan hjá honum og hinum í Fluffy
Toys tók áhoyrarafjøldina á bóli, og dómararnir
løntu teimum fyri avrikið
Mynd: Jens Kristian Vang
21