Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 38 - 25. februar 2003 Nr. 38 - 25. februar 2003 23 uppá. Gittarspælið var gott, sangur og kór somuleiðis, og ljómborðið kom betur til sín rætt. Tú kundi ikki lata vera við at hugsa um ein bólk sum Bon Jovi, tá ið tú hoyrdi Chain spæla, og tað nýtist nú ikki at vera nøkur vánalig samanbering. Tað eru ungir tónleikarar, sum spæla í Chain, og teir taka seg støðugt fram. Her eru møguleikar fyri nøkr- um veruliga spennandi, og tí ræður tað um hjá teimum at halda fram við menning- ini og at stíla høgt. Misjavnt MMM Lutakastið hevði lagað tað soleiðis, at næsti bólkurin í røðini eisini var ein, sum hevur andaligar tekstir til sínar sangir. MMM er úr Vágum, og bólkurin hevur ein góðan kvinnuligan sangara, sum fær góðan stuðul frá teim- um mannligu kórsangar- unum. Fyrsti sangurin hjá bólk- inum var frálíkur. Eitt sindur av rappi varð flættað upp í, og tónleikurin var koyrdi væk.. Framførslan hjá bólkin- um var eitt sindur misjøvn, tí næsti sangurin var heilt einfalt ov keðiligur. Víst vóru onkrir svingandi tónar úr sjeytiárunum at hoyra, og tað var melodiøst, men tað var bara for óinteres- sant. Seinasti sangurin hevði sama trupulleika at byrja við. Men so fór Alice rætti- liga á flog og víst frálíkar dygdir sum sangari. Meira av hesum hevði gjørt bólk- in meira áhugaverdan og spennandi. Nýtt gamalt Fluffy Toys gav Prixnum eina nýggja dimensión. Teir royndu tónleikararnir í bólkinum spæla góðan gamlan rock n' roll, og teir gera tað sannførandi. Tað kann væl vera, at tað er eitt sindur politiskt ókorrekt at dáma slíkan tónleik á dag- sins prix-palli, men tá ið tónleikurin er so væl spældur og svingar so væl, so verður tað stuttligt at lurta. Einar Jacobsen og hans- ara menn spældu av heilum hjarta, og tað hoyrdist, at her var talan um tónleik- arar, sum hava spælt til al- skyns dansitiltøk gjøgnum nógv ár. Teir høvdu nakað av geva av, og teir fingu tónleikin svinga væl. Fyrsti sangurin byrjaði við nógvari ferð, og teir helmaðu ikki í fyrr enn seinasti tónin rungaði. Síðani komu sangir, har bólkurin meira brúkti skifti millum friðarlig og lívlig petti. Kanska hevði tað verið betur, um teir brúktu eitt sindur meira av tí lívliga rock n´ roll stílinum og minni av tí friðarliga partinum. Niður á jørðina Side Effect fekk heiðurin at vera seinast á pallinum, og tað var lagt upp til tað stóra brakið, tí bólkurin er sera lovandi og spælir ein øðr- vísi tónleik, enn vit eru von við í Føroyum. Men framførslan hjá Side Effect eydnaðist ikki so væl, sum hon kundi. Ikki tí, har vóru avgjørt glottar at hóma – Ludvík er ein fínur frontfigurur, Ronnie var sannførandi sum trummu- sláari, og kórið sat væl – men stóra styrkin hjá bólkinum, tann øðrvísi techno-tónleikurin, kom als ikki til sín rætt, og tey ljóð- aðu í løtum sum ein hálv- hjartaður poppbólkur. Side Effect brúkar bæði forritaðan tónleik og live- tónleik, og tað er í grundini eitt fínt hugskot. Hesaferð eydnaðist tað ikki bólkinum at samantvinna hetta, so at tað ljóðaði sannførandi. Møguliga var nakað galið við ljóðblandingin í salinum, tí tónleikurin manglaði saft og kraft og techno, og tað, sum skuldi vera mest spenn- andi, endaði við einum hálv- um vónbroti ella har á leið. Dómararnir sendu Makr- el og Fluffy Toys víðari í kappingini, og tá ið hugt verður eftir teimum egin- leikum, sum dómararnir skulu meta um, so var hetta rætta úrslitið av fjórða um- fari. Tveir vælspælandi bólkar fingu tey bæði fremstu plássini! Kanska rekur skeivan veg Prix Føroyar er eitt gott høvi hjá føroyskum tón- leikarum og bólkum at vísa síni kynstur, bæði sum tónleikarar og sum lag & tekst-skrivarar. Og tað eru eisini nógv tónleikarar, sum taka við hesi avbjóðing og royna seg. Tó havi eg eina hóming av, at samanspæl og fram- førsla verður tikin fram um løgini. Nú havi eg hoyrt tey 4 innleiðandi umførini higartil í Prix Føroyum 2003, men enn havi eg tó ikki hoyrt nakrarn melodi, sum veruliga stendur eftir í høvdinum hjá mær. Sjálvandi hava onkrir bólkar verið meira melodiøsir enn aðrir, men álíkavæl haldi eg ikki, at arbeiði er gjørt nóg gott. Samanbera vit Prix’ 2003 higartil við undanfarin Prix, so vænti eg ikki, at melodiirnir koma at standa líka nógv eftir, sum teir t.d. gjørdu í 1997 og 1999. Bólkar sum Mark No Limits, Aria og Kjølar spældu sangir við fínum melodium í finaluni í 1997. Tvey ár seinni spældu Tangz, Flux, All That Rain og Taxi góðar sangir, har melodiirnir standa eftir. Tá vísti tað seg, sum at bólkarnir løgdu seg nógv meir eftir at skriva góðar sangir, samstundis sum samanspæl og framførsla var í topp. Tó skal eg ikki taka nakað frá bólkunum til hetta Prix’ið, tí eg haldi at nógvir av teimum hava havt rættuliga góðar fram- førslur og gott samanspæl! Tað verður nógv tosað um tað nýggja rákið í før- oyskum tónleiki, og eg dugi eisini at hoyra, at ein ávis broyting er farin fram, men eg haldi ikki, sum støðan er nú, at tónleikurin er blivin betri, heldur tvørtur ímóti. Tónleikurin er sera monotonur, nógvar løgnar fraseringar, sum gera tað strævið fyri áhoyraran at lurta, og tá tú hevur hoyrt tvey ella trý løg, ja, so ert tú longu troyttur av bólkinum. Tað burdi verið gjørligt at skriva góðar og melo- diøsar sangir, eisini tá tú skal fylgja einum ávísum ráki, men um hetta ikki er gjørligt, so haldi eg ikki, at føroyskir tónleikarar eru á rættari kós. Ingi Isaksen, tónleikari og produsari Tað gjørdist ikki til tað stóra súsið hjá bólkinum Side Effect leygarkvøld- ið, og nú vil høv- uðsmaðurin í bólk- inum bara líta frameftir VÓNBROT Eyðun Klakstein Nógv fólk høvdu vænt- að sær tað heilt stóra frá bólkinum Side Effect, sum fyri tveimum árum síðan kom sum frísk hvirla inn á føroyska tónleikapallin. Nú var bólkurin fyri aðru ferð við í Prixnum, og tey hava tikið seg fram tón- leikaliga. Men bólkurin kláraði ikki at spæla seg víðari í kappingini leygarkvøld- ið, og framførslan gjørd- ist ongantíð til tað, sum nógv høvdu vónað frammanundan. – Eg helt, at tað gekk betur hjá okkum hesa- ferð, enn seinast vit vóru við. Men sum eg havi skilt, so ljóðaði tað ikki soleiðis i salinum, sum tað átti at gjørt, og tað var spell, segði ein fattur Brynjolfur á Heygum, tá ið úrslitið var sodnað leygarkvøldið. – Eg veit ikki, um vit eru skuffað. Nú ræður um at líta frameftir. Arbeiða við fløgu Side Effect hevði gjørt seg út við trimum kór- sangarum og einum nýggjum trummusláara til Prixið, men onkra- staðni í Prix-meldinum fall framførslan hjá bólkinum eitt sindur til jarðar leygarkvøldið. Side Effect hevur spælt til nógvar konsert- ir seinastu árini, men teir eru ikki at finna á nakr- ari fløgu. Hetta skal broytast nú. – Nú fara vit at leggja alla okkara orku í at arbeiða við tónleikinum til fløguna, sum vónandi kemur út seinni í ár, sigur Brynjolfur á Heyg- um. Pelagiskur rockur sigraði í fjórða und- anumfarinum í Prix Føroyum. Ein makrelur kom í Prix- meskarnar, og tón- leikararnir vóru ovurfegnir – ja, næstan Happy 4. UMFAR Eyðun Klakstein Makrel brúkti sína tillutaðu kvotu í Prix Føroyum til fulnar. Talan var næstan um rokfiskiskap, og kósin er nú sett beint ímóti stóru finaluni. Tónleikararnir í Makrel hava áður roynt seg í Prix- num. Teir hava spælt í fleiri bólkum, og teir hava áður spælt saman í bólkinum Happy. Men tað var ikki fyrr enn teir ikki tímdu at vera happy meira, men heldur lupu á bláman undir navninum Makrel, at teir stimaðu beint í Prix-final- una. Framførslan hjá teimum leygarkvøldið var góð. Sjálvandi vóru onkur smærri lýti, bæði tøknilig og tónleikalig, men bólkur- in stóð sum ein sterk eind. Nógv betur samanspældir, enn teir nakrantíð vóru í Happy, og við einum pond- us, sum legði ein tryggan botn undir tann framsøkna rocktónleikin, teir spæla. Makrel ljóðaði av meira og vildi meira, enn hinir bólkarnir hetta kvøldið, og tað var bara Fluffy Toys, sum av álvara kundi spæla upp ímóti teimum. Gittar- spælarin Rasmus Rasmus- sen hevur ein týðandi leik- lut í bólkinum, bæði tá ið tað snýr seg um at skriva sangir, og tá ið teir skulu spælast. Rasmus spælir sera væl, hann hevur eitt gott ljóð, og so dugir hann at ríka tónleikin hjá bólk- inum við góðum detaljum. Ári Rouch er góður sum frontmaður í bólkinum. Hann leggur nógva orku í framførluna, og hann gong- ur á odda, hóast hann onkra løtu fór eitt sindur av leið leygarkvøldið. Makrel var rætti vinnarin av fjórða umfarinum! Fín byrjan Páll Finnur Páll hevði ynskt at spæla fyrst hetta kvøldið, og tað høvdu hinir bólkar- nir góðkent. Tónleikurin hjá teimum hóskar fínt til at byrja eina slíka konsert, og bólkurin stóð seg væl. Teir gjørdust eitt positivt yvirraskilsi hetta kvøldið. Við góðum sangum og fangandi melodium. Ser- liga sangirnir, sum Finnur Jensen sang, stóðu sterkir í myndini. Tá ið tað snýr seg um út- gávu av tónleiki hevur Páll Finnur Páll higartil út- merkað seg við vánaligasta og tápuligasta sanginum, sum kom út í Føroyum í fjør – sangurin kallast Blottarir. Teir hava eisini áður spælt nógvar dekan ov frekar sangir til konsertir, men hetta kvøldið høvdu teir lagt á annan bógv, og tað klæddi teimum sera væl. Nú vóru øll í klæðum, so at siga. Teir sungu um at selja ber, um ein forelsk- aðan sjónleikara og um at ferðast á onkran serstakan hátt. Sangirnir vóru góðir, og hevði bólkurin framyvir klárað at gjøgnumført hendan stílin, kundu teir skjótt fingið eina nógv størri áhoyrarafjøld, enn teir hava havt. Men kanska er tað ikki tað, sum tað snýr seg um hjá teimum. Góður gospel- tónleikur Gospelbólkurin Chain var næstur á pallinum, og her snúði tað seg um lættan og melodiøsan rocktónleik. Teir løgdu fyri við einum fínum instrumentalum petti, sum kanska gav falskar vónir um, hvat restin av teirra framførslu fór at bjóða uppá. Tað vóru nógv friðarlig petti við vøkrum klaverspæli – kanska ov nógv. Men tá ið bólkurin setti meira ferð á, vístu teir dygdir, sum teir kanska skuldu spælt meira Side Effect skuffaði Makrel í Prix-meskarnar Brynjolfur á Heygum var næstan ikki til at kenna seg aftur leygarkvøldið. Hann var so at siga lopin tvørtur um kynsmarkið og hevði latið seg í sum konufólk Mynd: Jens Kristian Vang TRUPULLEIKAR Eyðun Klakstein Hýrurin á gittarspælaranum í vinnarabólkinum Makrel var einki serligur eftir ljóð- royndina leygardagin. Útgerðin, sum hann nýtir til at fáa gittar sína at ljóða soleiðis, sum hon skal, gekk fyri undir ljóðroyndini, og so vóru góð ráð dýr. – Pedalin hjá mær slóknaði bara knappliga, og eg fekk hana ikki at rigga aftur. Tá stóð einki til, greiddi Rasmus frá eftir sigurin leygarkvøldið. Umframt at hava eina góða gittar leggja allir gittarspælarar seg eftir at finna eitt ljóð, sum teimum dámar. Hetta verður gjørt við forsterkarum og sonevndum pedalum, har alskyns ljóð kunnu gandast fram. Tøkningur kom til hjálpar Ein tøkningur, sum var til arbeiðis í Mentanarhúsinum leygardagin, tók pedalina sundur, pilkaði eitt sindur við hana, og setti hana so saman aftur, og tað hjálpti. Hon tendraði aftur, og so ráddi bara um at krossa fingrar og vóna, at útgerðin fór at skikka sær væl til sjálva framførsluna. – Eg hevði nakrar aðrar pedalir til at taka, um mín skuldi gingið fyri aftur, men tíbetur helt hon, segði Rasmus Rasmussen. Hann er góður gittarspælari, og í eini íslendskari tónleikakapping fyri einum ári síðani, var hann kosin besti gittarspælari í kappingini. – Eg havi brúkt sama gittarljóð í eini fimm ár nú, so tað var gott, at eg fekk útgerðina at virka aftur. Tað stóð einki til hjá Rasmusi Ári Rouch var góður sum frontmaður í Makrel. Bólkurin ljóðaði av meira og vildi meira, enn hinir bólkarnir hetta kvøldið, og tað var bara Fluffy Toys, sum av álvara kundi spæla upp ímóti teimum.. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 23 22