Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 25. februar 2003 25 VÍF-Neistin 36-25 (16-12): Neistin er úti Neistin varð rætt og slett bankað ígjøgn- um av einum væl uppløgdum VÍF-liði, og nú er tað ein stað- festing, at FM-stríðið stendur millum VÍF og StÍF MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir heldur laku úrtøkuna fyrstu dystirnar í endaspæl- inum mátti røkka ella støkka hjá Neistnaum, tá teir sunnudagin vitjaðu í Vestmanna. Skuldi liðið framvegis gera sær vónir um eitt pláss heilt uppi á ovastu rók, so mátti dystur- in í Vestmanna vinnast. Nakað sum Neistin annars ikki hevur megnað síðani FM-gullið í 2000. Skotstyrkin hjá Áka Fyrstu løtuna av dystinum var eisini líkt til, at Neistin kanska kundi hava ein møguleika at gera okkurt við VÍF. Tó at Eli Müller heilt skjótt byrjaði at prógva, at hann eigur at roknast millum allar fremstu málverjarnar í landinum, so var tað Neistin, sum setti kósina fyrstu minuttirnar, men tað helt tó ikki leingi. VÍF fekk spakuliga verj- una upp á pláss, og tá teir so um miðjan fyrra hálvleik sendu Áka Olsen inn á vøllin, mundi skjótt vera greitt, at nú liðugt hjá Neistanum. Áki hevur verið illa plágaður av skaðum seinnu árini, og ikki minst mundi tað taka fast, at hann trýsti seg sjálvan at spæla landsdystirnar herfyri, og tí hevur leiklutur hansara fyri VÍF verið nakað avmarkað- ur í endaspælinum. Sunudagin tó skjótt, at hann staðfesti sítt virði. Kanska er hann ikki kvik- asti maður og vøllinum, og kanska heldur ikki tann, sum er lættastur á sær, men tá tað kemur til skotstyrki, er eingin í nær námind av Áka Olsen. Zeljko Jotic hevði annars fram til tá verið væl viðvirkandi til, at Neistin helt fast um leiðsl- una, men skotstyrkina hjá Áka fekk hann so einki gjørt við. Eftir tríggjar min- uttir á vøllinum hevði Áki steinað bóltin tríggjar ferðir í kassan, og tó at Neistin legði nógv fyri í royndun- um at skipa verjuspælið betri, so fingu teir ongan tíð takið. Trýstið avgerðandi Eftir hetta var tað nevnliga alla tíðina so, at VÍF hevði mest sum tamarhald á dyst- inum. Í ein hálvan tíma vaks munurin einki serligt, men hinvegin kom Neistin ongan tíð nærri. Hetta seinasta komst ikki minst av, at vestmenningar alla tíðina løgdu eitt støðugt trýst á neistaverjuna. Dent- urin varð alla tíðina lagdur á – eisini tá Neistin hevði skorað - at koma skjótt nið- an, soleiðis at verjan ongan tíð fekk nóg góðar stundir at skipa seg, og tað var sjónligt, at hetta als ikki hóvaði Neistanum. Og tá einir tíggju min- uttir vóru farnir av seinna hálvleiki, so hoyknaðu teir bláu eisini undan trýstin- um. VÍF skoringarnar gjørdust alsamt títtari, og tað tóktist vera fullkomu- liga líka mikið, hvat Neistin royndi at gera. Sjálvt jugo- slaviski málverjin gav at enda skarvin yvir, soleiðis at ungi Pauli Holm Petersen kundi fáa sær nakrar royndir í málinum, men fyri tað mesta gingu hesar út upp á at taka bóltin úr meskunum. Munur kom í Við sigrinum staðfestu vestmenningarnir fyrst og fremst, at teir so sanniliga ikki ætla sær at lata før- oysku hondbóltstrúnuna frá sær uttan víðari. Tað var sum so kanska heldur ikki væntandi, men fyri tað nógva hevur spælið frá teirra síðu verið sera mis- javnt í ár. Tað verður tað kanska eisini komandi umførini, men megna teir bara so dánt at halda fast um spælið frá sunnudegnum, so skal nakað væl meira enn stór- spæl til frá hinum liðunum, um tey skulu standa VÍF kurl. Ivaleyst er tað bara StÍF, sum megnar at spæla við, tá ferðin verður lyft somikið høgt, sum hon varð tað hesaferð, og so skal heldur ikki gloymast avrik- ið í verjupartinum. Ella rættari málverjapartinum. Eli Müller hevur í árinum havt sínar trupulleikar við skaðum, og hevur tí ikki verið í neyðugu venjingar- støðuni, men nú tykist hann aftur nærkast toppinum. Kanska eru tað ikki tær mest ótrúligu bjargingar- nar, sum hann finnur fram, men tað eru fáir málverjar, sum lesa spælið eins væl, og tí hevur hann sjáldan tørv á tí spektakulera. Hjá Neistanum var talan hinvegin um eitt farvæl til FM-stríðið, og sum enda- spælið hevur lagað seg, so er spurningurin kanska eis- ini, hvørt teir bláu yvir høvur megna at vinna bronsumerki. Tað setir so aftur spurningin, hvørt topp-plaseringin í grund- spælinum var grundað á egnar dygdir, ella á veik- leikar hjá øðrum liðum. Neistin var í øllum førum ikki liðið, sum mest varð tosað um, tá møguligir oddakandidatar skuldu nevnast undan kappingarár- inum, og møguliga hevur liðið leikt yvir evni alt grundspælið. Enn er tó ikki alt mist hjá teimum bláu. Teir halda framvegis fast um bronsu- plássið, men nú fer av álv- ara at sansa at, og við dyst- um móti ávíkavist StÍF og Kyndli fyri framman, verð- ur í øllum førum torført at halda fast um verandi støðuna. Dysturin í tølum VÍF-Neistin 36-25 (16-12) Málskjúttar: VÍF: Áki Olsen 15 (1), Ólavur Brimnes 6, John Zachariasen 5, Ingi Olsen 5 (2), Petur Frank Joensen 4, Áki G. Olsen 1 Neistin: Ragnar Stakksund 6, Áki Mørk 5 (3), Helgi Michelsen 5 (2), Dann Thorleifsson 3, Kári Mort- ensen 2, Ræni Slættanes 2, Birgir KAss 1, Morgan Knezevic 1 Brotskøst: VÍF 5, Neistin 7 Útvísingar: VÍF 6, Neistin 4 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuel- sen. Løgdu alt fyri eitt eina harða linju, og hóast smá- vegis mistøk altíð kunnu finnast, so var tað positivt at síggja, hvussu togan og kjaftaslit varð revsað uttan stórvegis roks. Vestmenningar lótu ongan iva vera eftir, tá teir so dyggiliga settu Neistan uttan fyri ávirkan í FM- spurninginum 25 24 Nr. 38 - 25. februar 2003 Stjórin til Prixið Stjórin í Norð- urlandahús- inum, Helga Hjørvar, var millum gest- irnar til Prixið leygarkvøldið. Norðurlanda- húsið í Før- oyum spælir ein týðandi leiklut í Prix Føroyum – ikki minst tá ið talan er um fyrireiking og fíggjarligt grundarlag. Tað var eitt hugskot um at gera eitt tónleikatiltak fyri ung, sum í 1995 endaði við, at Prix Føroyar varð hildið á fyrsta sinni. Hetta er fimta ferðin, at kappingin verður hildin, og Norðurlandahúsið hevur øll árini brúkt nógva orku til kappingina. Bólkurin Páll Finnur Páll plagar ikki at leggja fing- rarnar ímillum, tá ið teir skriva sangir. Teir plaga at arga fólk við óskikkiligum tekstum – ja, summi vildu helst sagt ónærisligum – og ein av teimum er at finna á útgávuni Livandi tónleikur. Tann sangurin kallast Blott- arir, og hevði neyvan verið borðbærur til hesa publika- tión. Til Prixið var Páll Finnur Páll á eini meira varisligari kós, tá ið tað ráddi um orð- ini. Men hvat varð so av teimum illavorðnum sang- unum? – Vit hildu ikki, at tað tænti nøkrum endamálið at spæla teir til Prixið, tí teir kundu bara øst dómarar og fólk meira enn neyðugt var, sigur Finnur Jensen, sum er annar av forsangaranum í bólkinum. Men hava tit so slept hes- um sangum? – Nei, tað hava vit ikki. Har eru fleiri av slagnum við á útgávuni hjá okkum, sum kemur í summar. Teir vóru fittari enn vanligt Sangarin í rockbólkinum Krit, Mikkjal Gaard Han- sen, var í góðum hýri, tá ið vinnarin av Prixnum var funnin. Manningarnar í Krit og Makrel hava sterk vinabond, og tí var Mikkjal skjótur at ynskja Rasmusi Rasmussen og hinum í bólkinum til lukku við sigrinum. Krit hevði eina góða framførslu í næstseinasta umfari, men bólkurin kom ikki víðari í kappingini, og tað vóru summi fólk misnøgd við. Tí var Mikkjal fegin um, at vinmenninir í Makrel komu víðari. Tá ið Makrel fór á pallin fyri at geva eitt eyka- nummar, var sangarin í Krit eisini boðin upp á pallin. Ári Rouch og Mikkjal Gaard Hansen sungu ein sang, sum Makrel og Krit hava gjørt í felag. Mikkjal ynskti tillukku Gospelbólkurin MMM er næsti bólkurin í hesi Prix-kappingini, sum hevur kvinnuligan for- sangara. Í triðja umfari var Olivia Mikkelsen á odda fyri bólkinum Mary's Baby, og hesaferð sang Alice Garðalíð í bólkin- um MMM. Harafturat sungu tvær ungar kvinnur kór hjá Side Effect. Kvinnurnar eru sera fáar í tali til Prix Føroyar kappingina, meðan tær hinvegin flokkast um kappingar sum Ársins Songrødd og Barnaprix- ið. Í fimta og seinasta innleiðandi umfarin í Prixnum, sum verður hildið um 12 dagar, verð- ur eingin kvinna á pall- inum. Sambært almennu upplýsingunum, sum bólkarnir hava latið Prix- leiðsluni, verða tað 25 mans í teimum seks bólk- unum, sum fara at spæla. Tað telir kanska rætta vegin, at managerin hjá rockbólkinum Týr er ein kvinna, nevnliga Sigrid J. Dalsgaard. Enn ein kvinna á odda Tónleikastjórin í Útvarp- inum var til arbeiðis í Fuglafirði leygarkvøldið. Ove Olsen sat í produs- arastólinum í bussinum hjá Útvarpinum, og tað var hansara uppgáva at hava yvirblikk yvir tað, sum fór fram á pallinum. Vanliga er tað Edvard Nyholm Debess, sum hevur hendan leiklutin, men honum barst frá hetta vikuskiftið, og so var tað tónleikastjórin sjálvur, sum tók yvir. Uppgávan hjá produsar- anum er at samaskipa ar- beiðið hjá útvarpsfólkun- um á staðnum. Útvarpið sendir allar framførsl- urnar í innleiðandi umfør- unum beinleiðis, og har- afturat eru reportarar og vertir eisini til arbeiðis, so tað er nógv, sum skal fáast at passa saman. Útvarpið fer aftur hesa- ferð at gera eina fløgu, har allir finalubólkarnir hava ein ella fleiri sang við, men vanliga verða hesir sangir tiknir upp til sjálva finaluna. Ove hevði yvirblikkið Tá ið Ú- tvarpið spurdi seg fyri um, hvør bólkur átti at vinna um- farið leygar- kvøldið, vóru tað nógvir á- hoyrarar, sum peikaðu á gospelbólkin Chain úr Klaksvík. Ungu menninir í Chain høvdu havt eina góð framførslu, men tá ið dómurin kom, vóru tveir aðrir bólkar sendir víðari í kappingini. Chain hevur sløk fimm ár á baki, og teir hava spælt til onkur tiltøk hesi árini. Eftir luttøkuna í Prixnum er lítið at ivast í, at boð nú verða oftari eftir bólkinum. Teir, sum spæla í Chain, eru: Hans Andrias Olsen, Leivur Vitalis, Jógvan Fróðin Baldvinsson, Eyðun Thorgeirsson og Alvin Ellebye Andersen. Nógv peikaðu á Chain C M Y K 24