Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 25. februar 2003 27 Ongan blanco-kekk og tó Kyndil hevði leingi leiðsluna, men eftir eitt langt hál eydnað- ist kortini Stjørnuni at fáa annað stigið við sær heimaftur KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir Stjørnan hóskvøldið hevði mist oddin úr eyg- sjón, ráddi tað um at vinna nakað av sjálvsálitinum aft- ur, tá tær sunnudagin vitj- aðu hjá Kyndli. Kyndil hev- ur hinvegin eisini havt sínar trupulleikar, og sum krúnan á hesum gjørdi venjarin hjá liðnum í farnu viku at siga seg sjálvan úr starvinum. Spenningurin heldur sær Við nýggja venjaranum, Petur Martin Johansen, var leingi líkt til, at Kyndil skuldi vinna ein hart til- trongdan sigur í bronsu- dystinum. Toluliga skjótt í fyrra hálvleiki kom eitt skott millum liðini, og sum hálvleikurin leið, tóktist Kyndil bara royna at økja um hetta. Í steðginum var munurin komin upp á seks mál, og soleiðis skuldi ligið væl fyri hjá Kyndli at toga stigini heim, men Stjørnan vildi tað tó øðrvísi. Allan seinna hálvleik drógu teir eitt langt hál, og góðar fimm minuttir fyri leiklok vóru tær komnar upp á javnt. Kyndil royndi at svara aftur, og tær lovaðu ongan tíð Stjørnuni framum, men hinvegin fingu tær heldur ikki togað seg leysar. Stjørnan svaraði hvørja ferð aftur, og endin var eis- ini, at tær fingu løn í form av einum einstøkum stigi. Soleiðis er spenningurin um triðja plássið á stiga- talvuni framvegis intaktur. Tað hevði hann sum so verið kortini, men enn er so eingin, sum hevur avger- andi fyrimun í tí stríðnum, og nú tykist StÍF eisini at koma aftanífrá í hesum. Dysturin í tølum Kyndil-Stjørnan 28-28 (18- 12) Málskjúttar: Kyndil: Lotte Sørensen 9 (7), Annika Ljósstein 6, Ileana Manolesco 5, Sonja Smiljic 3, Marjun Tróndar- son 1, Heidi Maria Aksel- sen 1 Stjørnan: Danijela Ercevic 10 (3), Natasha Stamen- kovic 7, Jastrid Gullaksen 4, Bára S. Klakstein 3, Joan M. Joensen 2, Una Olsen 1 Brotskøst: Kyndil 7, Stjørnan 4 Útvísingar: Kyndil 2, Stjørnan 7 Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen & Trygvi Morten- sen. Í broyttum uppskoti var undirtøka fyri uppskotinum frá nevndini, um at nevndarlimir kunnu fáa løn fyri arbeiði sítt, samtykt AÐALFUNDUR Jákup Mørk Nevndin hjá Fótbóltssam- bandinum hevði lagt upp- skot fram til samtyktar um samsýngin hjá nevndarlim- um. Ein grein í reglunum hjá FSF hevur sagt, at nevndarlimir ikki fáa løn fyri arbeiði sítt, men hetta vildi nevndin hava strikað. Orsøkin varð søgd at vera, at nevndarlimirnir í fleiri førum høvdu beinleiðis út- reiðslur av skyldum sínum, og hetta hildu nevndarlimir- nir vera órættvíst, segði Dánjal Andreasen, sum vegna nevndina førdi orðið í hesum spurninginum. Eingin blanco-kekkur Tað tóktist tó vera púra greitt, at tað ikki var undir- tøka millum feløgini at samtykkja uppskotið, so- leiðis sum tað varð lagt fram av nevndini. Í roynd og veru vildi tal- an eisini verið um mest sum ein blanco-kekk, um greinin bara varð strikað, tí tá hevði nevndin sjálvt havt heimild at áseta samsýning sína, uttan at feløgini høvdu nakað at siga hesum viðvíkjandi. Tað mundi eisini falla mongum fyri brósti, at slíkt uppskot varð lagt fram, nú roknskapurin annað árið á rað sýndi stórt hall, men FSF-formaðurin legði tó eina við, at hetta ikki vóru nakrar munandi upphæddir, sum talan var um. Einar 14 dagslønir ella so helt hann, at talan mundi vera um. Og so legði hann eisini afturat, at hetta kortini vóru pengar, sum vórðu endurrindaðir av UEFA og FIFA, tí talan var ferðir, sum viðvíktu fund- um hjá hesum. Fleiri av feløgunum førdu fram, at um talan bert var um inntøkumiss, mátti orðignin í tekstinum broyt- ast, soleiðis at hetta varð staðfest, og eftir hesa áheit- an orðaði fundarstjórin nýtt uppskot til samtyktar, so- leiðis at tað nú stendur, at nevndarlimir ikki fáa løn, men at teir kunnu fáa end- urgoldið møguligan inn- tøkumiss, sum stendst av arbeiði teirra. Heldur ikki hesa orðing vóru øll feløgini nøgd við. Summi teirra vildu hava, at tað í løgunum skuldi stað- festast, at hetta bert var galdandi, tá talan var um uppgávur fyri FSF uttan- landa, men hetta metti fundurstjórin ikki vera haldgóða orsøk at broyta uppskotið einaferð enn. Endin varð, at uppskotið varð samtykt við 15 at- kvøðum fyri og fýra ímóti, og soleiðis fekk nevndin sín vilja, tó at talan ikki gjørd- ist um blanco-kekkin, sum tað av fyrstan tíð líktist. Men hóast hetta, so er orðingin í tekstinum helst meira liberal, enn andin í hesum, sum feløgini at- kvøddu um. Sambært orða- skiftinum, so snúi hetta seg um endurgjald fyri tann lønarmiss, sum oftani stendst av teimum uttan- landsferðum, sum nevndar- limir skulu taka lut í. T.v.s. fundir hjá fyrst og fremst FIFA og UEFA. Hinvegin stendur bara orðað, at nevndarlimir fáa endurgjald fyri inntøku- miss, og so er spurningurin, hvat hetta merkir. Eitt nú kann hugast, at tá nevndar- fundur er eitt nú mikudag seinnapart, noyðast fleiri nevndarlimir at fara út arbeiði í úrtíð. Tá kunnu teir sambært lógini fáa endurgjald frá FSF fyri hesar tímar eisini. At døma eftir orðaskiftin- um, so er tó ikki stórvegis vandi fyri, at so er, men í ringasta føri kann hetta við- føra, at allir nevndarfundir so ella so kosta arbeiðstíð, og so er spurningurin, um blanco-kekkurin ikki kortini er latin nevndini. Tjaldur megnaði als ikki at hótta VB, sum framvegis heldur beina kós móti FM- heitinum KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk VB er ovasta liðið í bestu kvinnudeildini, meðan Tjaldur er niðast. Veruleik- in varð so dyggiliga stafðestur leygardagin, tá liðini avgreiddu útsetta dystin sínamillum. Frá fyrsta bríksli kom munurin millum liðini til sjóndar, tá VB við fullari ferð royndi at renna Tjaldur um koll. Við útgangsstøði í sterkastu verjuni í landin- um og so tveimum av bestu málskjúttunum staðfesti VB enn einaferð, at tær eru mest sum flúgvandi í løtuni. Og Tjaldur kundi ikki gera annað enn at hyggja at, so hvørt sum munnurin øktist. VB sýndi ongan tíð tekin um at taka sær heilt av løttum, og tó at gestirnir sluppu betri upp í part í seinna hálvleiki, so styttist ongan tíð ímillum part- arnar. Kós móti gullinum Við stórsigrinum staðfestu VB-kvinnurnar enn eina- ferð, at tær nú hava kósina beint ímóti gullmerkjunum. Og sum liðið riggar í løtuni er ilt at síggja, hvør skal kunna gera nakað við hetta. Einasta møguliga forðingin tykist í løtuni vera útidyst- irnir ímóti Stjørnuni og VÍF, sum báðir skulu tap- ast, um VÍF skal kunna taka oddaliðið, men í løtuni tyk- ist hetta mest vera ynskis- dreymur hjá vestmenning- unum. VB hevur í øllum førum enn ikki sýnt veikleikatek- in. Heldur er tað tvørtur- ímóti so, at verjan gerst sterkari fyri hvønn dystin, sum gongur, og so er lag á manni at seta eyðkenda kontraspælið ígongd. Tjaldur hevur hinvegin annað at hugsa um. Liðið er á aftasta sessinum í deild- ini, og fyri hvørt tapið minkar vónin um at halda sætið í deildini.Enn er vón- in kanska ikki heilt slept, men tað er í øllum førum neyðugt, at stig verða fing- in til høldar, um nakar sum helst spenningur skal koma í botnstríðið. Dysturin í tølum VB-Tjaldur 32-17 (15-6) Málskjúttar: VB: Daiva Toumaite 9(4), Reda Kurkauskiene 6(1), Gurið Mortensen 5(1), Ran- nvá Augustinussen 3, Laila Jespersen 3, Arnelyg Hjelm 2, 2, Daiva Ylaite 1, Eyðbritt Krosslá 1, Eyðdis Kjærbo 1, Guðrun Midjord 1 Tjaldur: Lenka Ribaric 10(3), Milica Ergic 3, Ann Mari Østerø 1, Oddvá Foss- dalsá 1, Heidi Heinesen 1, Mona Langgaard 1 Brotskøst: VB 7, Tjaldur 3 Útvísignar: Tjaldur 5 Dómarar úr TB: Kári Niclasen & Birgir Dimon. Tó at uppskotið hjá nevndini varð broytt, áðrenn aðal- fundurin vildi samtykkja tað, so kann væl hugsast, at broytingin ikki er so stór kortini Mynd: Jens Kristian Vang VB-Tjaldur 32-17 (15-6): Full ferð móti FM Kyndil-Stjørnan 28-28 (18-12): Bronsan er framegis spennandi 27 26 Nr. 38 - 25. februar 2003 Kyndil-KÍF 30-30 (15-13): Kollfirðingar mistu aftur Annað vikuskifti á rað tveittu kollfirð- ingar ein at síggja til tryggan sigur burtur í evstu løtu, soleiðis at talan bert gjørdist um javnleik MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Ein partur av sálarfrøðini innan ítrótt snýr seg um hugtakið »at tora at vinna«. Við hesum verður meint við, at lið ella einstaklingar skulu duga at halda høvdið kalt, tá ein sigur er í nánd, soleiðis at tað vunna ikki verður tveitt burtur í evstu løtu. Kanska skuldu kollfirð- ingar fingið sær okkurt skeið í júst hesum partinum av lærubókunum, tí tað tyk- ist í øllum førum, sum koll- firðingarnir slettis ikki duga at vinna. Sunnudagin høvdu teir fyri aðru ferð á rað somikið gott tak á mótstøðuni, at tá ein minuttur var eftir, mundi eingin ivast í, at sig- urin var vísur, men enn einaferð megnaðu teir onkursvegna at tveita alt burtur. Javnur dystur Dysturin móti Kyndli var annars ein av teimum, sum alla tíðina var spennandi. Mest sum alla tíðina var bert hitt eina málið á muni millum partarnar, og tó at Kyndil eitt lítið skifti kring steðgin royndi at toga seg frá, so var javnvágin skjótt funnin aftur. Seinastu tíggju minuttir- nar ella har á leið var tó líkt til, at kollfirðingarnir skuldu rýma undan. Tó at Kyndil royndi at ansa jugoslaviska stórskjúttan- um hjá KÍF, Damir Oros, so helt hesin nærum einsa- mallur muninum á tveim- um málum, og hóast koll- firðingar eina løtu máttu spæla við einum manni í undirtali, so megnaði Oros kortini at skora. Við hálv- um øðrum minutti eftir skeyt hann enn einaferð kollfirðingarnar tvey mál framum, men tá dómararnir so løtu seinni góvu honum tveir fingrar, fór av álvara at standa á. Og so kundi Kyndil so við teimum báð- um seinastu málunum í dystinum bjarga øðrum stiginum. Bronsan nærkast Og tað er einki at siga til, um kollfiðringar onkurs- vegna kenna seg snýttar. Ikki tí. Teir hava bert sær sjálvum at takka fyri, men við jøvnu støðuni á talvuni høvdu nøkur fleiri stig fyri seinastu dystirnar komið væl við. Munurin upp til Neistan á triðja plássinum er tó ikki meira enn trý stig, og við komandi dystum móti H71 og Tjaldri er tí ikki óhugsandi, at KÍF fer at liggja væl fyri í bronsu- stríðnum, tá farast skal undir seinasta fjórðingin av kappingini. Tað ger Kyndil sum so eisini. Og kanska meira týdningarmikið, so kunnu teir sjálvir gera av, hvussu støðan verður undan enda- spurtinum. Verður talan um sigur í komandi dystinum móti Tjaldri, er alt lagt upp til, at teir við einum sigri í grannauppgerðirni kunnu leghgja seg á bronsuna, men tað krevur so eisini, at meira stabilitetur fæst inn í spælið. Dysturin í tølum Kyndil-KÍF 30-30 (15-13) Málskjúttar: Kyndil: Hans Áki Dal- Christiansen 7(2), Jacob Jónsosn 6, Heini Bendtsen 5, Janus Einar Sørensen 3, Høgni Klein 3, Ken Zachariasen 1 KÍF: Damir Oros 12, Petur Martin Poulsen 5, Regin Petersen 5, Kristjan Mad- sen 3, Mirko Milinkovic 2, Rógvi Weihe 1, Finn Heri Johannesen 1 Brotskøst: Kyndil 5 Útvísingar: Kyndil 1, KÍUF 6 Dómarar úr Tjaldir: Kári Hansen & Trygvi Morten- sen. StÍF-Tjaldur 26-19 (13-10): Trygt hjá StÍF Strandingar tykjast nú vera um at fáa glið á spælið aftur, og sunnudagin varð talan um tryggan sigur á Tjaldri MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Á pappírinum átti eingin ivi at veri um, at StÍF hevði ein avgreiðsluspurning á skránni sunnudagin. Sjálvir hava strandingarnir í alt ár hildið til ovarliga á stiga- talvuni, meðan Tjaldur hin- vegin er botnliðið, men sannleikin er ikki altíð so einfaldur. Og so slettis ikki tá talan er um grannaupp- gerðir. Hetta varð millum annað prógvað, tá Tjaldur vitjaði í grundspælinum, og vunnu ein fullkomuliga óvæntað- an sigur á strandingum, men hesa ferð gjørdist so ikki talan um nakra endur- tøku. Tað var nevnliga skjótt greitt, at strandingar helst fóru at gerast ov drúgvir. Mest sum alt fyri eitt løgdu teir sjógv ímillum partar- nar, og so høvdu teir annars tamarhald á tí mesta av tí, sum gekk fyri seg. Einar tvær ferðir høvdu gestirnir hug at gerast heilt naskir, men hvørja ferð setti StÍF bara meira ferð á, og so gjørdist ikki meira. Gullformurin nærkast Og sum skilst, so var spælið hjá strandingunum hesa ferð nakað væl betri, enn tað annars hevur verið í endaspælinum. Her hevur tað til tíðir verið kilometrar við síðuna av kvika og ágangandi kontrahondbólt- inum, sum liðið meistraði í grundspælinum, og sum legði lunnar undir verandi støðuna. Og tað er eisini í tøkum tíma, at strandingar nú finna rætta spælið fram- aftur. Komandi dysturin er ímóti Neistanum, sum enn heldur fast um triðja pláss- ið, og gevur hesin fulla úrtøku, so stendur VÍF fyri framman í einum dysti, sum tykist kunna gerast ein av tveimum, ið avgera meistaraheitið. Tjaldursmenn mugu hinvegin framvegis smyrja seg við, at teir eru niðastir á talvuni. Liðið hevur til tíðir sýnt spæl, sum átti at givið eina væl hægri støðu, men tað tykist í fleiri førum, sum um orkan gongur und- an, soleiðis at stigini aloftast verða mist kortini. Dysturin í tølum StÍF-Tjaldur 26-19 (13-10) Málskjúttar: StÍF: Sveinur Justinussen 9, Alexandur Johansen 6, Artur Johansen 4, Costin Dumitrescu 2, Bent Djur- huus 1, Jón Rasmussen 1, Kristjan Petursson 1 Tjaldur: Dragisa Stojovic 11(2), Sverri Justinussen 5(1), Zoran Sarcevic 2(1), Áki L. Hansen 1 Brotskøst: StÍF 1, Tjaldur 7 Útvísingar: StÍF 2, Tjaldur 3 Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (beinleiðis reytt) Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Annað vikuskiftið á rað mistu kollfirðingar ein at síggja til tryggan sigur. Hesa ferð var tað Kyndil, sum fekk loyvi at vinna eina tvey mála leiðslu aftur í seinastu minuttunum C M Y K 26