týsdagur 22. januar 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 14 — 22. januar 1991
Kioskir vorðnar
vælutgjørdir
Tað er eingin loyna, at
hevur tú gloymt at fara
til handils áðrenn aftur-
latingartíð, so ber altíð
til at fara í onkra kiosk
ella bensinstød at keypa
matvørur.
Tað hevur Løgreglan
eisini lagt til merkis, og
í summar fóru tey á
Politistødini út í kioskir
í Havn, at kanna vgruúr-
valið.
Suni Vinther, stødleid-
ari, sigur vid Sosialin, at
tey fyrstu åkæruritini
móti kioskeigarunum nú
er farið ul fútan, og
hann væntar, at dómarin
í hesum mánaða fer at
viðgerða fyrsta ákæru-
málið í hesum mánaða.
Ákæran er brot á
Løgtingslég um afturlat-
ingartidur frå 1971 og
Kunngerð um vørur, sum
kioskir og bakariir hava
loyvi at selja.
KLAGUR
Suni Vinther: - Vit
fóru undir at kanna vøru-
úrvalið í kioskunum í
Havn í summar, og tað
vísti seg, at tað var
minni munur á einum væl
útgjórdum supermarkna-
ða og eini væl åtgjørdari
kiosk.
Ti avgjørdu vit at gera
okkurt munagott, fyri at
fáa hetta í rættlag. Eitt
fólk burturav er sett til
hetta arbeiðið á Poliu-
garðinum.
Er hetta ikki tekin um at
afturlatingarlógin er
matveruh
%
ótíðarhóskandi?
- Tað kann eg ikki
svara. Vit hava nakrar
reglugerðir, sum skulu
haldast. Tað er okkara
uppgáva at gera tað.
Hava fólk meldað kiosk-
eigarar?
- Vit hava fingið ein-
stakar klagur um hetta,
men tað er ikki høvuds-
orsøkin til, at vit nú
vilja hava rættlag í hesi
viðurskifti.
Í fyrstuni er bert talan
um kioskir í Havn, men
vit fara eisini at kanna
kioskirnar uttan fyri
Havnina, sigur Suni
Vinther.
Hans Olav Hansen,
handilsmaður, Norðasta
Horn, sigur við Sosialin,
at tað er í lagi, at løg-
reglan kannar, hvat kio-
skirnar selja, men at so
skal eisini verða syrgt
fyri at allar kioskir fáa
somu sømdir.
Handilin Norðasta Horn
er nú stongdur um
kvøldarnar, men í løtuni
umhugsa tey har at av-
marka handilin - eins og
t.d. P.A.Restorff hevur
gjørt, so kiosk kann vera
har um kvøldarnar.
Hans Olav Hansen: -
Tað er afturlatingar-
lógin, sum er ótíðar-
hóskandi, og her haldi eg
at åbøtur áttu at verið
gjórdar.
- Fyri so vítt hava vit
brotið lógina, tí kiosk-
irnar so við og við hava
fingið stórri vørutirval.
FC
Jr
Hans Olav Hansen: -
Tað er afturlatingar-
lógin, sum er ótíðar-
hóskandi, og her haldi eg
at åbøtur áttu at verið
gjórdar.
FYRI SOVÍTT
RÆTT
- Tað er burturvið at
halda tað bera til, bert at
selja kioskvørur, tá tú
nógvar aðra staðni kann
fáa matvørur - eitt nú á
bensinstødunum. Tað er
ótíðarhóskandi at gera
slíkar avmarkingar í dag,
tí fólk eru vand við, at
tey kunnu fara til handils
til kl. 11 á kveldi.
- Sum ein kona tók til:
Eg kann keypa eina øl til
mín sjálvs í kioskini,
men eg kann ikki keypa
mjólk til barn mítt.
- Vit noyðast eisini at
hugsa um viðskiftafólkið
- bæði tá talan er um at
fáa tey at keypa frá
okkum, og fyri at veita
teimum tí tænastu, sum
viðskiftafólk í dag krev-
ja, sigur Hans Olav Han-
sen og skoytir uppí: men
skriva endiliga, at eg
haldi tað vera í fínasta
lagi at løgreglan nú
kannar málið.
Vónandi fáa vit nakrar
reglur at ganga eftir,
sum eru eins fyri allar
partar - hervið meini eg
eisini, at kioskirnar uttan
fyri Havnina skulu fáa
somu reglur sum vit, at
halda seg til.
Dagny
Síða 5
Føroya DataSkúli fer í viku 5 at hava eitt telduskeið, við denti á grund
leggjandi kunnleika til telduna og DOS.
Forkunnleiki: Tað verður ikki kravdur nakar serligur kunnleiki til
DOS, men ein fyrimunur er at hava grundleggjandi
kunnleika til telduarbeidi.
Skeiðið er í
ein dag, og verður:
mikudagin 30. jan.
Vit byrja ki. 9 um morgunin, og vit gevast k
Innihald:
gingin, herundir:
Grundleggjandi hugtøkini i telduarbeiði verð
disklar, harðdiskur, arbeiðsminni
yvirlit yvir søvn,
undirsøvn og innihaldið
A
uppstartur, harundir autoexc.bat og config.s
týdningarmestu DOS-boðini
røkt av telduni, harundir trygdaravrit
DOS-hjålparforrit so sum NORTON og PCTools
Tekning:
Fiskasølan
Tekning og upplysing fer fram å tlf. 16173
FØROYA DATASKULI
Brekkutun 1
Høvd
rulla
Bjarti Mohr hvørki vil våtta ella
avsanna at 11 fólk eru uppsøgd og
sjey skulu niður í tíð
Fiskasglan skal ratio-
nalisera. Herfyri ljóðaði at
umsitingin, sum nú árliga
kostar lutafelagnum 40
milliónir, skal skerjast
niður í 30 milliónir
krónur.
Sosialurin hevur frá
álítandi keldum fingið at
vita, at 11 fólk skulu
sigast upp og at sjey
skulu niður í tíð.
FIGGJARSTJÓRIN
Talan er eisini um
starvsfólk í tí tyngra
endanum hjá Fiskasøluni,
tað vil siga stjórar. Keldur
okkara siga, at fíggjar-
stjórin á Fiskasgluni,
Jørmund Vågadal hevur
fingið uppsagnarbræv
Hansara uppsagnartid er
eitt ár.
Vit royndu í gjár at fáa
Hoyvík - Tlf. 16173
Jórmund
Vágadal, men hann var
ikki at hitta, hvørki á
hendur á
Fiskasøluni ella heima
við hús. Telefonkvinnan á
Fiskasgluni segði, at
Jórmund ikki varð at hitta
aftur mánadagin.
Vit settu okkum í
samband við nýggja stjór-
an í Fiskasøluni, Bjarta
Mohr. Hann vildi hvorki
vátta ella avsanna, at talan
var um uppsagnir á Fiska-
søluni.
-Eg havi ongan kom-
mentar til hatta, segði
hann og meir kundu vit
ikki vinda burtur úr hon-
um.
jústinus