Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Svend Aage Ellefsen, landsstýrismaður í samf- erðslu- umhvørvis - or- ku- handils- og ferða- mannamálum, ætlar sær ikki at flyta ul Havnar, hóast hann nú er farin til verka í Tinganesi. Svend Age Ellefsen: - Nei, eg fari vestur hvort kvold, tí tað er stórri hvíld at fáa heima. Hóast tað er strevið at ferðast so langt hvønn dag, so er fyrimunurin at tå kemur heim ul tin sjålvs, til familjuna Svend Aage Ellefsen er giftur við Asvør og tey áttu fýra børn, harav try eru á lívi. Åsvør er út- búgvin innan skrivstovu- arbeiði, men arbeiðir heima i løtuni. EIN FYRIMUNUR - Vit hava bert ein son heima. Hann er 10 ára gamal og ættleiddur úr Korea. Er tað fyri tína skyld, at konan er heimaarbeiðan- di? - Nei, fyri mína skyld kundi hon arbeitt út, men av ti at tann yngsti bert er 10 ára gamal, er tað ein fyrimunur, at mamman er heima. Upprunaliga = ætlaði Svend Aage Ellefsen at lesa sivilverkfrødi, men hann gavst eftir einum ári, Giftist og stovnaði ístaðin handilsvirki í heimbygdini. Keypmanshandilin hev- di hann til 1980, tá hann gjørdist tingmadur fyri Félkaflokkin. Umframt handilin, er Svend Aage Ellefsen kendur sum vinnulivsmadur, å yms- um økjum. Svend Aage Ellefsen: - Eg havi havt nógv ymisk gerðarmál, og havi havt eitt áhugavert lív, haldi eg sjálvur. Tú ert kendur vinnu- livsmadur, sum kanska ikki hevur havi so góða eydnu við ymsu gerðar- málum tínum? - Eg havi kanska verið í so bjartskygdur av og á, men tað er ikki nóg mikið persónliga at trúgv a upp á eitt projekt, aðrir mugu taka undir vid ti, um tað skal eydnast. Eitt nú peningastovar. Teir lata ikki pening til slik projekt, um teir ikki halda, at álvari er aftan- fyri. Eiti nú Giljanes verksmidjutrolarin, var eitt projekt, sum mis- Orð: Dagny Mynd: Kalmar Landsstýrið Nr. 14 — 22. januar 1991 Í dag: Samferðslumálaráðharrin Svend Aage Ellefsen, landsstýrismaður um avrokningina við Landskassan: Ikki snopisligt at hava skuld - og ásanna tað fyri Føroya fólki, tá tú hevur reina samvitsku, sigur landsstýrismaðurin um skuld sína til landskassan, m.a. í samrøduni eydnaðist , men hinvegin hevði hann kanska borið seg, um gðrvísi varð farið fram. GILJANES FYRIMYND Vit vóru teir fyrstu at gera royndir við svart- kjafti. Eg haldi at tað var skeivt at so nógv skip vóru bygd, og at teir sum bygdu líknandi skip, ikki gjørdu brúk av okkara royndum. Slík royndar- projekt kostar nógvan pening. Um bygt varð víðari á tann kunnleika, sum vit høvdu, kundi svartkjaftaskipini verið ein samfelagsligur vinn- ingur. Nógv fólk halda, at tú hevur verið í so dýrur drongur fyri Landskass- an, at tú ikki átti at farið í Tinganes? - Tær avtalur sum eg havi gjørt vegna Lands- kassan, eru ikki gðrvísi enn tær, aðrir hava gjørt, sum sita í Tinganesi. Hvussu megnaði tú at av- greiða tína skuld upp á 200.000 krónur eftir ein- um seinnaparti? - Mín frágreiðing er Svend Aage Ellefsen, landsstyris- — * maður: - Undirsjóvart- unnilin er fyribils útsettur til ársbyrjan 1992.Kundu vit í 1991 fingið kannað alimøguleik arnar i Vestmanna- sundi, vid einum føstum yvirsjóvarsam- bandi, so var eftir míni hugsan nógv vunnið. Tá fara vit at taka stóðu til, hvussu framn skal farast l hesum måli heilt einfalt tann, at eg átti so mikið av peningi, at eg kundi svara mínar skyldur. Mín skuld stavaði frá partsreiðaríinum Global, har eg hevði teknað partapening, sum eg eis- ini persónliga hefti fyri, tá felagið fór á heysin. Er tað ikki snópisligt at verða drigin fram í ljós- mála sum ein skuldareyv fyri Fóroya fólki? - Tað hevði verið snópisligt, um eg ikki hevði reint mjøl í posa- num, men tå tú veit, at tú hevur roynt títt besta og hevur góða samvitsku, so er kennist tað ikki so torført. Hvat segdi familjan til at tú før i Landsstýrið - Kona min ivadist i byrjanini, men vit vóru samd áðrenn eg jåttadi. Sonurin segdi ikki so nógv, hann hugsar meira enn tosar. Hevdi tú væntað at fáa landsstýrissessin? - Tá tað kom uppá tal í flokkinum, setti eg tvær treytir fyri at fara í Tinganes. Eg vildi hava samferðslumál ella al- mannamál, og soleiðis var málið avgreitt. Fólkaflokkurin vil, at fríl marknaðurin skal ráða. Er ein avleiðingin ikki tann, at øll skulu gjalda sína skuldi - eisini partafeløg? - Um pariafeløg ikki gjalda sina skuld, fara ley av knéranum, og fer virksemi teirra fyri skeyti. HEFTA PERSÓNLIGA Tað er soleiðis, at hvør einstakur, bert heftir við partapeninginum hann hevur sett í virkið, Lv.s. at hann missir ikki meira enn hann hevur sett í virkið, um hann ikki veðheldur. Tað haldi eg vera skilagott. Fólkaflokkurin hevur eisini kravt stórri ábyrgd viðvíkjandi fígging og leiðslu á almennum stovnum. Eitt nú við at bjóða Bussleiðirnar út til privatar fyritøkur. Skal privata fyritakssemi blandast meira upp í tað almenna? - Nei, tað almenna og tað privata skulu haldast hvør sær. Undir samgongusamráð- ingunum tosaðu vit um, hvussu vit kundu reka al- mennu fyritaksemið bí- ligari enn í løtuni, eins og tosað varð um at seta í verk nýtslugjald. Har er tað møguligt at reka Bussleiðina bíligari, um leiðirnar verða útbodnar, men har verður bróður- parturin goldin av brúka- ranum frammanundan. Nýtslugjaldið er longu galdandi. Ætla tit at sjúklingar skulu gjalda fyri við- gerð? - Nei. tað er ikki ætlanin, men hugsandi er t.d. at partur av kvøld- skúlaskipanini rindar munandi stórri nýtslu- gjald fyri undirvísing. Her hugsi eg um, at undirvíst verður í mat- gerð í eini skúlastovu og klænkiskeið er í aðrari. KVØLDSKULIN Hugsandi er, at fólk kunnu gjalda fyri slíka undirvísing, sum meira snýr seg um at stytta sær stundir enn verulig neyðug undirvísing. Eisini er hugsandi, at tað fremur áhugan fyri kvøldskulanum, tá fólk sjálvi gjalda fyri tað. Er hugsandi at tit eisini fara at taka nýtslugjald, t.d. á bókasavninum? - Tað kundi verið skilagott, um fólk rind- aðu fyri at lána bøkur. Hvussu við børnum og pensionistum. Skulu tey eisini gjalda? - Upphæddin kundi verið so mikið lítil, at All høvdu ráð at gjalda. Lónar tað seg at umsita slíki nýtslugjald? - Tað ber til at kanna tað. Á bókasavnum sita fólk, sum umsita út- lánið. Møguliga ber tað eisini til at umsita nýt- Slugjald. Hvat fæst tú frítíðini? - Eg havi áhuga fyri ítrótti og spæli sjálvur innandura fótbólt. Annars dámar mær væl at vera heima, lesa bøkur 0.s.fr. Hvat slag av bókum? Framhald á síðu í á på við Ii