týsdagur 22. januar 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 14 — 22. januar 1991
Ikki løgi0, at kollfirding-
ar frøddust um, at hann
hesaferð valdi at stuðla
KÍF á avgerandi stund,
heldur enn at venja við
fótbóltslandsliðnum í
Klaksvík.
Teir nógvu møguleikar-
nir komu burtur úr upp-
snissaðum frikøstum, um-
framt spískum royndum í
høgru síðu, har strandingar
ikki mundu halda tað
loysa seg at hava verju.
Veggur í mál
Ein av orsøkunum til, at
Knudsen ikki slapp so væl
frå øllum sinum målsøknu
royndum, var målverji
strandinga Pól Dånjal
Poulsen.
At royna seg móti hon-
um mundi mangan vera
sum at skjóta móti einum
veggi hjá kollfirðingum.
Ein fyri onnur eftir
komu tær frálíku bjarging-
arnar frá honum.
Spell, at einki landslið er
til í løtuni. Har hevði hann
óivað fingið kjansin eisini.
Tó skal ikki verða tikið
nakað frá skansa KIFs,
Jógvan E. Jacobsen, sum
eisini dugdi væl at demma
fyri í hinum endanum.
Skiftust um leiðslu
Kollfirðingar byrjaðu ann-
ars betri.
Komu fram um eftir
javnleik 3-3, men so byrj-
aði tað at koyra hjá strand-
ingum.
Frá at hava verið aftan-
fyri við tveimum málum,
komu strandingar framum
9-6.
Leiðsluna hildu teir
hálvleikin av — 17-14 til
SUF í hálvleikinum — og
var StÍF eisini á odda
mestapartin av seinna
hálvleiki.
Men móti endanum á
dystinum tók spenningurin
til, og skiftust lidini at
vera eitt mål frammanfyri
til seinasta sekund.
Dramatikkur
Spenningurin og drama-
tikkurin helt sær allan
dystin, og ikki minst leik-
aðu kollfirðingarnir í á á-
skoðaraplássunum, tá Jóan
Pauli Olsen gjørdi seinasta
málið í dystinum og fekk
javnað út fyri kollfirðingar
til endaliga úrslitið 25-25,
eftir at Pól Dánjal fyrst
hevði hálvbjargað skoti frá
Jákupi Dam.
Strandingar fingu ein all-
arseinasta kjans, tá eitt se-
kund var eftir, men fríkast-
ið fór langt við síðuna av.
Javnleikur varð, og tað
var eisini í lagi.
Megna hesi bæði liðini
at sýna sama spæl í seinnu
dystunum, kunnu tey
koma at taka okkurt stigið
frá Kyndli ella Neistanum,
og ikki minst frá hvørjum
ødrum.
hj.
GM SG
VIF: Waterloo
VIF-Kyndil 18-26 (8-11)
Leygardagin fall dómurin:
VIF verdur ikki millum
liðini, sum nú fara undir
endaspælið í ovara bólki
hjá monnum.
Hetta hendi, tá VíF fyri
400 áskoðarum heima
tapti móti Kyndli.
Hóast VIF legði út í
besta stíli og sá út ul at
standa fyri tí heilt stóra, nú
avgerandi tøkini skuldu
takast, datt alt burtur í
einki.
VIF var nevniliga á odda
ikki minni enn 8-2, tá fyrri
hálvleikur var komin í
helvt.
Meðan VIF hevði hesa -
at síggja til — tryggu leiðsl-
una, brendi Kyndil m.a.
tvey brotskøst.
Men vestmenningar
megnaðu ikki at halda fast
um leiðsluna, og skutu teir
ikki eitt einasta mál aftrat í
øllum hálvleikinum.
Tað gjørdi Kyndil hin-
vegin so væl og virðiliga,
Síða 9
Hóast VÍF var á odda 8-2, tá fyrri
hålvleikur var hálvrunnin, misti liðið
leiðsluna til Kyndil, ið slapp sær trý
mál framum áðrenn steðgin. VIF kom
ongantíð fyri seg aftur í dystinum
at liðið var á odda 11-8, tá
komið var ul steðgin.
Í seinasta hálvleiki helt
Kyndil somu kós, og VÍF
kom ongantíð so nær, at
talan á nakran hátt kundi
vera um at hótta Kyndil, ið
ikki blakaði leiðsluna frå
sær.
Toppskjúttar hjá Kyndli
vóru Andreas F. Hansen
og Jónleif Sólsker við sjey
málum í part, meðan
Sophus Dahl-Christiansen
og Rói Arting skutu hver
síni fýra mál.
Á liðnum hjá VÍF skutu
brødurnir Ingi og Finn
Jørgin Olsen fýra mål
hvor. Å
Sostatt var VIF úti av
spælinum í kappingini um
ovara bólk.
Neyvan nakað, meðliv-
andi åskodarafjøldin í
Vestmanna er nøgd við.
VIF hevur jú í mong ár
verið oddafiskur í
føroyskum hondbólti.
Waterloo, VÍF!
hj.
Fangavørdurin fangaður: Rói Årting roynir at
forða Bent Jákupi at skjóta í dystinum, sum
Arting & Co vunnu, hóast VIF hevði verið á odda
8-2.
Mynd: Jens Kristian
NSI tapti — kom upp kortini
— Skála vann eisini seinasta dystin i innleiðandi umfarinum
Um vikuskiftið vórðu
seinastu dystirnir í innleið-
andi umfarinum hjá kvinn-
unum spældir.
Tað úrslitið, ið helst var
tað mest áhugaverda,
mundi vera úrslitið frá
dystinum Søljan-NSI, ið
varð spældur á Giljanesi
leygardagin.
Hendan dystin vann
Søljan við einum máli.
Endaliga úrslitið gjørdist
16-15.
Úrslitið kundi tó gera
tað sama fyri NSI-kvinn-
urnar, sum longu miku-
kvøldid sluppu i ovara
bólkin, tá Kyndil tapti
móti Neistanum.
Nú fyrsta umfarið er av,
hava Kyndil og NSI sama
stigatal, men hóast Kyndil
hevur nógv betri málúr-
tóku, sleppur NSI víðari
orsakað av betri úrsliti frá
dystunum móti Kyndli.
Skála vann sum væntað
á GI á Kambsdali leygar-
dagin.
Hesin dysturin hevði
heldur einki serligt uppá
seg, tí Skála var framman-
undan í ovara og GI í nið-
ara bólkinum.
Dysturin millum GÍ og
Skála endaði annars 11-
24.
A Tvøroyri vann TB
eisini ein ,,likasælan” dyst
móti grannunum úr Vági.
Eisini hesi bæði liðini eru
í hvør sínum bólki, so her
var ikki tað stóra at spæla
fyri.
TB vann dystin 11-10,
eftir at stødan í hálvleik-
inum hevði verið 9-7.
ITRØTTARE
STR
Frægastu málskjúttarnir
vóru Súnhild Holm úr TB
og Eyðbritt Krosslá úr
VB, ið skutu fýra mál í
part.
Nú innleiðandi umfar er
av, síggja bólkarnir í enda-
spælinum soleiðis út:
Skála, Neistin, VB og
NSÍ skulu spæla í ovara
bólkinum, meðan Kyndil,
Søljan, TB og GI skulu
vera í niðara bólkinum.
hj.
Stødan, 1. deild kvinnur
D VJ
14 . 13
14 10
14
pE
14
14
14
177-155
163-221
T
0
4 255-143
6
8
171-188
146-199
151-209
155-227