týsdagur 22. januar 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
síða 10
Saddam kann
vinna kriggið
— fer tað at vara í langa tíð
Kríggið í Golfinum heldur
fram á sínum 6. degi. Og
enn er einki, sum rekist
fyri eini skjótari loysn.
Heldur tverturímóti.
Hóast ta mest umfevn-
andi bumbingina úr luftini
síðani seinna heimskrigg),
so hava teir sameindu ikki
fingið irakiska leiðaran at
vika ein tumma. Tverturí-
moti boðar hann nú frá, at
kriggið fer at vara í langa
tíð, og at hann enn bert
hevur brúkt ein brekpart
av síni hernaðarligu
styrki.
Saddam Hussein heitir
eisini á allar muslimar i
heiminum um at fara í hei-
lagt kríggj. Endamálið við
hesum kríggi er at frígera
Palestina og leggja Ísrael
í oyði.
Og tað sær ikki mætari
út, enn at muslimar í
nógvum londum nú al-
ment taka undir við irak-
iska einaræðisharranum í
stríði hansara móti bæði
USA, teimum sameindu
og Ísrael. Fleiri og fleiri
reddir eru frammi í arab-
iska heiminum um at
stuðla Hussein og serliga
palestinar í Jordan og í
hersettu
ekjunum eru
ovurfegnir.
Spurdir um teir íkki
bera ótta fyri at verða
verri fyri eftir eitt kríggj,
palestinar
siga m.a., at
teir hava einki at tapa, tí
sum steðan er í dag, so
hava teir bara tapt móti
Israel. Nú eru tað har-
afturímóti ísraelar, sum
hava alt at missa, siga
ter.
Få sivil deyð
I Jordan, har næstan ein
helvt av íbúgvunum eru
muslimar, er sera stør
misnøgd vid, at israelsku
myndugleikarnir miðvíst
reka tann politikk at fåa
sovjettiskar jødar at bú-
seta seg í teimum hersettu
økjunum. Við at skjóta ra-
kettir sínar móti Ísrael,
steðgar Saddam Hussein
streyminum av jødum til
Israels, og just tad meta
palestinar av alstórum
týdningi fyri sek teirra,
antin teir so taka undir
við Saddam Hussein í
aðrar mátar ella ikki.
Hetta er so bert ein
spurningur í ellum stríð-
num í Miðeystri, men ein
spurningur, sum væl lýsir
steðuna hjá palestinum.
Kríggið fer enn bara
fram í luftini. Teir sam-
eindu hava nú verið meira
enn 7000 flogferðir yvir
Irak og Kuwait, har teir
royna at oyðileggja irak-
iskar hersteðir og pláss,
herurin brúkar, í oyði.
Bagdad býur sigst vera
sera illa fyri, so nógv, sum
bumbað hevur verið. Tó
verður sagt, at fá sivilfólk
eru deyð. Taktikkurin hjá
teimum sameindu er bara
at raka hernaðarlig mál,
men sambært úttalilsum
frá vesturlendskum tíð-
indamonnum, sum eru
komnir úr Bagdad, so eru
íbúgvarnir í eini sjokk-
steðu eftir tey áhaldandi
bumbuálopini.
Teir sameindu siga, at
hesi álop eru neyðug fyri
at oyðileggja samskiftis-
skipanina, sum annars er
so týdningarmikil fyri
irakiska herin. Ætlanin er
at halda fram í fleiri dagar
afturat, meguliga vikur,
við hesum bumbuálopum
við vón um, at Saddam
Hussein gevur seg yvir
ella at herurin rætt og
slætt ikki orkar meira.
Umframt at bumba hesi
hernaðarligu málini, so
eru sameindu flogferini nú
eisini farin at bumba her-
menninar í Kuwait, sum
hava bygt verjugarðar
fram við markinum. Eins-
ini í norðara partinum av
Irak hava flogferini nú
bumbað hermannalegur
og floginstallatiónir.
Úr Turkalandi
Turkaland, sum er limur
av Nato, gav í farnu viku
amerikonskum flogførum
loyvi til at brúka flogstød-
ir sínar í Turkalandi til at
gera álop á Irak. Hetta
hevur stóran týdning fyri
teir sameindu, sum nú
kunnu gera álop á Irak
bæði frá Saudi Arabia og
Turkalandi.
Turkar gera seg annars
út til at taka ímóti einum
meguligum irakiskum
álopi. Kemur eitt tílíkt
álop, kann tað koma uppá
tal, at NATO fer upp í
kríggið við tí endamáli at
verja Turkaland, sum er
limur í Nato. Tað hevur í
hesum sambandi eisini
verið tosað um at senda
danir til Turkalands, eitt
nú flogfer og flogskiparar.
Hetta at Turkaland hev-
ur givið USA loyvi at
leypa á Irak frá flogstød-
um í Turkalandi, hevur
ekt spenningin enn meira í
øllum Mideysturøkinum.
Stérur partur av turkum
eru muslimar, og i landin-
um er eisini stór motstøda
at taka hetta stigid. Turk-
isku leidararnir hava helst
tikid hetta stigid ut frå
eini vón um at Irak skjótt
fer at geva seg yvir, og tå
vil Turkaland fegið hava
eitt orð at siga um fram-
tíðargongdina í økinum.
Eitt nú vil tað forða fyri,
at kurdar í ollum økinum
taka seg saman og stovna
eitt kurdiskt riki.
Í Ísrael er stødan fram-
vegis spent, hoast ameri-
kanarar nu eru komnir
israelum til hjålpar vid
sínum rakettum sum
longu nú hava víst seg
sera effektivar at skjóta
irakisku Scudrakettirnar
niður við.
Tað verður mett sum
ein sigur fyri ta sameindu
samgonguna, at ísraelar
enn ikki hava framt
hevndaratsóknir móti
Irak, eftir at irakiskar ra-
kettir tvær ferðir í farnu
viku raktu Ísrael. Tað
hevur altíð verið ísraelsk-
ur politikkur at svara aft-
ur beinanvegin og tað
harðliga eisini, tá landið
verður álopið. Hesaferð
hava ísraelar so sæð, at
tað bar hevði tænt Sadd-
am Hussein, um landið
gjørdi mótálop. Tá hevði
samgongan millum vest-
anlondini og fleiri av arab-
isku londunum møguliga
komið í vanda. Fyri lond
sum Sýrialand t.d. ” er
Ísrael fíggindi, og fer tað í
kríggj vid Irak, verður
Sýrialand tvingað at fara í
kríggj móti Ísrael eisini.
So steðan er rættiliga
flokt.
Men tað hevur so ikki
eydnast Saddam Hussein
at splittað samgonguna,
men israelar hava tó
greitt frá, at teir eru klárir
at svara aftur, kemur eitt
meguligt álop við kemisk-
Nr. 14 — 22. januar 1991
um vápnum. Vit fáa so at
síggja, hvussu effektivar
tær amerikonsku rakettir-
nar eru. Hetta er annars
fyrstu ferð nakrantíð, at
amerikanarar eru farnir til
Ísraels at hjálpa tí hern-
aðarliga.
Hesar seinastu dagar-
nar hevur Saddam
Hussein skotið fleiri av
sínum rakettum móti
Saudi Arabia, men har
riggaði rakettverjuskipan-
in sum hon skuldi.
Heldur ikki hesar ra-
kettirnar høvdu kemiskar
lødingar, verður sagt.
Spurningurin er um irakar
eru førir fyri at utgera ra-
kettirnar vid hesum kem-
isku lødingunu. Møguliga
eru teir tad ikki, møguliga
bida teir sum lidur i eini
vælumhugsadari strateg-
iskari ætlan.
Bardagin
bidar!
Enn hava ikki verid bar-
dagar millum herfólkið á
markinum millum Saudi-
arabia og Kuwait. Har
standa i letuni næstan ein
millión mans tilbúnir at
fara í kríggj, sum av eyg-
leiðarum verður mett at
gerast eitt satt blóðbað
við 50.000 deyðum ella
meira.
Kring allan vesturheim-
in standa sjúkrahúsini nú
klár at taka móti særdum.
Í Týsklandi hevur ameri-
kanski herurin innrættað
stórar floghangarar til
sjúkrahús við túsundtals
sjúkrasengrum. Úr USA
eru komnar fleiri enn 5000
sjúkrasystrar at taka sær
av særdum.
Alt hetta eru fyrireik-
ingar til stóra bardagan
um frígerðing av Kuwait,
sum er hevuðsendamálið
við krígnum.
Men ivasamt er, nær
bardagin fer at byrja. Teir
sameindu vilja skjóta
hann út sum longst, tí teir
vita, at hann fer at kosta
nógv mannalív. Teir vilja
so heldur brúka flog-
vápnið í enn eina tíð og
vita um tað ikki kann fáa
Saddam Hussein niður á
knæ.
Men alt bendir á, at
Saddam Hussein er ikki
til at vika. Og hann hevur
longu víst sameindu her-
unum og ellum heiminum,
at hann er sterkari enn
nakar hevur hildið. Eitt
nú við at kunna raka Tel
Aviv við sínum rakettum.
Og hvussu nógvar ra-
kettir hann hevur, spyrja
eygleiðarar og er tað so at
hann hevur verksmiðjur
undir jørd, sum í hesi løtu
framleiða umreddu ra-
kettir og onnur vandamik-
il vápn, verður spurt.
Spurningarnir eru nógvir,
svarini óvanliga fá. Bæði í
USA og aðrastaðni í
vesturheiminum eru her-
leiðslurnar nú fyri horðum
kritikki. Hvussu ber tað
til, at tær ikki hava
tryggjað seg, áðrenn
kríggið byrjaði, at vita,
hvussu sterkur Saddam
er!
Hesi seinastu árini hev-
ur hann nevniliga brúkt
milliardir av dollarum til
at uppbyggja tað 4. sterk-
asta militerið í heiminum.
Og tá vesturheimurin
longu hevur verið fyri so
mongum yvirraskilsum,
verður gitt, hverji kort
hann hevur eftir í ermuni
— enn vandamiklari
vápn!! Onkur eygleiðari
heldur, at hann eisini hev-
ur kjarnorkuvápn.
Men tað hevur so eydn-
ast Saddam Hussein at
fáa stóran part av mus-
limska heiminum at taka
undir við sær sum leiðar-
an, sum veruliga kann
sameina tann arabiska
heimin. Og fer kríggið at
vara í longri tíð enn so,
Jan Miller skrivar
fær hann kanska eisini
uppfylt eitt annað av sín-
um ynskjum, nevniliga
tað at almenningurin í
vesturheiminum fer at
krevja av sínum leiðarum
at steðga krígnum.
Sigur fyri Hussein
Serfrødingar vilja vera
við, at fyri hvenn dag sum
gongur, og kríggið enn
ikki liðugt, er tað ein sigur
fyri Saddam Hussein.
Hóast hann tapir á her-
mótunum, so kann hann í
síðsta enda koma at ger-
ast veruligi sigursharrin.
Hann fer at verða mettur
sum tann einasti, sum
tordi at seta seg upp ímóti
USA og hótta Ísrael. Ra-
kettir hansara móti Ísrael
fara seint at verða
gloymdar millum nógvar
muslimar, sum uppfata
Ísrael sum veruliga fígg-
indan og upphavið til allar
trupulleikarnar í Mið-
eystri.
Segan sigur okkum, at
arabiskir leiðarar, sum
hava tapt í kríggi, kortini
hava verið sigursharrar
aftaná. Eitt nú Nasser í
Egyptalandi. Hann tapti
tvær ferðir krígg ímóti
Ísrael, men aftan á varð
hann av arabarum mettur
sum teirra stersti leiðari.
Tað sær tískil ikki gott
út fyri teir sameindu, men