Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 til øll er fyritreyt fyri sjålvbjargni, og tað er at vóna, at nýggja landsstýrið megnar at fremja sín fremsta málsetning - ar- beiði til allar vinnuførar hendur, segði Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðs- mannafelag í veitslurødu síni fríggjakvóldið. Næstan 600 fólk vóru við á veitsluni hjá arbeiðsmannafelagnum. 16. januar fyri 75 árum síðan, komu nakrir menn í Havn saman. Hesir menn vóru menn, sum fingust við at lossa, arbeiða í fiski, vóru útróðrarmenn, trað- armenn, smiðir og annað. Hesir menn hevdu nak- að til felags, og tað var, at teir hevdu nakað at selja, sum teir mettu seg fáa alt ov lítið fyri. Hetta var teirra arbeiðsmegi, sum árum síðan mundi neyvan bara vera sum at siga tað. Tí, tað var jú ein annar partur, ið skuldi keypa hesa arbeiðsmegi, og tað vóru arbeiðsgevarar. Og nki ilt at siga um teir, teir hava ongantíð viljað keypt hesa arbeiðsmegi dýrari enn tað teir hava verið pressaðir til Tað gekk heldur ikki long tíð til arbeiðsgevarar- nir skipaðu seg saman í fe- lagsskap. Tí longu 5. februar sama ár, ella ein knappan mánaða seinni, varð Havnar Arbeiðsgev- arafelag stovnað. Og vóru tað sostatt hesi bæði fe- leg, sum komu at samráð- ast hvert móti eðrum líka fram til dagin í dag Teir, sum stovnaðu Havnar Arbeiðsmannafe- lag, vóru: Jóan Petur Davidsen, av Sandi, Krist in Holm Isaksen (Kristin í Geil), Joan A. Rasmussen Tveir limir vóru gjørdir heiðurslimir í arbeiðs- mannafelagnum. Poul Johs. Lidberg og Martin Kúrberg. Martin heyði forfall vegna sjúku, og ti tók abbadóttur hansara, Randi, móti heiðursbræv- inum. ø Nógvir av eldru limum felagsins vóru við á veitsluni. (Jógvan hjá Stinu), H. D. Niclassen (Hans David á Be), Jacob Vilhelmsen (Jacob hjá Gerhard), Jens Hansen (Jens hjá Gustu) og Marius Rein (Marius hjá Peda). Fyrsti formaður í Havn- ar Arbeiðsmannafelag var Jóan P. Davidsen av Sandi, sum tá var bakari í Havn, og vóru tað sostatt bæði h na rkarar gg og Arbeiði tíðindablaðið beiðsmenn, sum vóru lim- ir í felagnum. 75 ár verður vanliga ikki roknað fyri at vera nakar hegur aldur í dag, men tó er tað bert eitt ar- beiðarafelag av teimum 40 arbeidarafeløgum, ið vóru í Feroyum áðrenn Feroya Arbeiðarafelag varð stovnað, sum er eldri enn Havnar Arbeiðsmannafe- lag, og er tað Arbeiðs- mannafelagið »Fylking« á Tvøroyri, sum varð stovn- að 25. april 1915. Nr. 14 — 22. januar 1991 Tó vilja menn vera við, at longu í 1876 varð roynd gjørd at stovna arbeiðara- felag í Havn, men var mótsteðan móti hesi ætl- an so stór, at hetta tiltak datt niður fyri, men hetta sýnir okkum, at longu tá í tíðini hava tað verið fram- fúsnir menn, sum hava sæð tað skilagóða í at skipa seg saman í felags- skap. Sum áður sagt, so vóru tað bæði handverkarar og arbeiðsmenn, sum vóru limir í felagnum. Í 1950 Næstan 600 fólk vóru á veitsluni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag friggjakvøldid. stovnadu handverkarar sítt egna felag, og fóru teir tá út úr Havnar Arbeiðs- mannafelag. At fara aftur i søguna hjá Havnar Arbeiðs- mannafelag í kveld verður ov drúgvfert, og ov lítil tíð til, men eru vit so væl fyri, at felagið eigur allar gerðabekurnar líka síðan Myndir: Kalmar Samstarvið millum ar- beiðsmenn og arbeiðs- gevarar var sera gott hetta kvøidi6. Tá John Eysturoy, nevndarlimur í arbeiðsmannafelagnum, hevði bruk fyri brillum var formaður arbeiðs- gevarafelagsins, Poul Mohr, skjótur at rætta honum eina hjálpandi hond.