Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 14 — 22. januar 1991 felagið varð stovnað, og eru Hans Thomsen, rit- hevundur, og Poul Jo- hannis Lindberg við at skriva endurminningarrit eftir gerðabókunum. Vit náddu ikki at fáa hesa bók út til stovningar- dagin; men kemur hon væntandi út í februar mánaða, og verður hetta óivað áhugaverd bók at lesa. Tað verða einar 100 myndir í bókini, av teim- um, sum hava verið for- menn og teimum, sum hava sitið í teimum skift- andi nevndum, sum hava verið. Eisini verða fleiri aðrar myndir, so eg kann bara biðja tykkum um at ogna tykkum hesa bókina, tí har fáa tit nógv at vita um Havnar Arbeiðs- mannafelag. Hvat er komið burturúr í hesi 75 árini, vera tað óivað fleiri meiningar um; men meta vit sjálvir, tað vil siga nevndin, at tað er ikki so lítið komið burtur- úr hesi seinastu árini. Vit hava til dømis fingið eina lívstryggingarskipan, har vit hava allar okkara limir millum 18 og 67 ár lívs- tryggjaðar. Frá 18 til 41 ár eru allir okkara limir lívstryggjaðir fyri kr. 200.000,-, frá 41 til 51 ár eru allir lívstryggjaðir kr. 150.000,- og frá 51 til 67 eru allir lívstryggjaðir kr. 100.000,-. Bara í 1990 bleiv yvir ein millión útgoldin til tey, sum høvdu mist onk- ran av sínum. Eisini hava vit fingið eina pensiónsskipan upp at standa, har vit kundu gjalda ellum okkara lim- um, sum luku treytirnar og fyltu 67 ár áðrenn 1. august 1990 kr. 2.700,- um mánaðan. Teir, sum fylla Poul Johs. Lindberg, sum hetta kvøldid var gjørdur heiðurslimur, hevur verið bókhaldari felagsins í mong ár. Hann hevði Linu Larsen til borðs. Uttast hógrumegin situr Johan Norðfoss, sum áður hevur verið for- maður arbeiðsmanna- felagsins. 67 áðrenn ella aftan á 1. august 1991 (í ár) fáa 3.600,- um mánaðan. Hetta verður fíggjað við 1% frá okkum sjálvum og 1% frá arbeiðsgevaranum. Og tað skulu teir so bara hava takk fyri, at teir vildu ganga okkum hesum kravi á meti. Eitt, sum eg meti at vera sera umráðandi tá menn skulu samstarva í eini nevnd, er at menn draga nekulunda somu línu, um nekur ítekilig úrslit skulu spyrjast burt- urúr. Her má eg siga, at eg meti at samstarvið okkara millum í nevndini hevur verið sera gott. Av teimum, sum komu í nevndina saman við mær, er bara ein, sum situr enn, umframt meg sjálvan og er tað Kristoffur Joensen, sum er skrivari í nevndini. Eg kann ikki lata vera við at nevna Gunnar Hansen og Tóra Arge, sum ikki eru okkara mill- um longur, men sum báðir hava sitið sum næstfor- menn ta tíð eg havi sitið sum formaður í nevndini. Teir vór .. báðir sera góð- ir at samstarva við, og var saknurin hjá okkum í nevndini eisini óalmindi- liga stórur, tá teir so brád- liga vórðu riktir burtur. Vit minnast teir við virðing. Vit hava nú í eina tíð merkt sviðan av, at vit eru í ein búskaparligari kreppu, og koma helst at merkja hetta eina tíð framyvir enn. Tað harmar eisini okkum í nevndini, tá onkur av limum felagsins verður arbeiðsleysur, men at virksemi minkar er ikki nakað, ið vit kunnu gera so nógv við. Ein glotti tykist tó at vera fyri framman, tí tað nýggja landsstýrið, ið júst hevur skipað seg, hevur sett sær sum ein hin fremsta málsetning, at út- vega arbeiði til allar vinnuferar hendur, og vón mín skal vera, at tey við Hansemann er elsti ar- beiðandi limur felagsins í dag. gloggskygni verða fer fyri at útinna hetta í verki, tí eitt vita vit, at ein hin fremsta fyritreyt fyri sjálvbjargni er, at tey, sum kunnu arbeiða, hava eitt arbeiði at fara til, og vónandi fer hetta sum frá líður at eydnast, til gagns fyri okkum øll. Núverandi formaðurin, Karl Johansen millum Martin Joensen og Johan Norðfoss, fyrrverandi formenn. Á bróstinum hongur mynd av fyrsta formanni felagsins, Jóan Peturi Davidsen. og prát. Lærari: Sólrun Patursson, fysiotera- peutur. Skeiðgjald: kr. 350,-. Nærri upplýsingar kunnu fáast á tlf. 11743 ella 17739. Tu løroya lølkabáskuúli Eftirfødingarskeid Skeidid er ætlad mammum vid børnum undir 3 månadar. Gott er at byrja 14 dagar til 1 mánaða eftir barnsburð. Nytt skeið byrjar fyrsta mikudag í hverjum mánað. Hvort skeiðið verður 8 fylgjandi mikudagar, 2 tíma hverja ferð. Innihald: Fimleikur (hverja ferð). Lyfti- og arbeidsrørslur. Pinkubarnamassasja. Barnamotorikkur og sansir. Rørsluspæl og leikur. Filmur. Barnasangir, sangspøl Føroya Fólkaháskúli, Tórshavn T Síða 13 Ég átaki mær at gera BÍLIGT ARBEIÐI so sum álegging av: linoleum — vinyli — korki og annars øllum tilfari til bæði »turr« sum »våt« rúm. Eisini verður flísa-, mosaik- og klinku-arbeiði gjørt væl og virðiliga. Ringið tlf. 13454 (best aftaná kl. 18) Frælsur ítróttur — Áland 91 — Øll, sum hava åhuga í at luttaka i fræls- um ítrótti á oyggjaleikunum á Alandi í summar, verða biðin reikandi nevndir | hesum samband fundur í I.S.F.-húsinun anuar kl. 11.0f Ahugað verða bið fyri standandi lepa og < Í.S.F. Frælsur ítróttu Boks 223 110 Tórshavn Navn: Bustadur: Tlf.: frå seinast 25. januar. ygardagin 26. t utfylla nidan at boða fyri kunnandi ia hann til: