mikudagur 23. januar 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15 — 23. januar 1991
Peturbjórg Poulsen, leiðari:
Vit rudda
Síða 3
2
Løgreglan hevur havt møguleika
at kanna vóruúrvalið i kioskum
(15 ár. Nú ger hon vart við seg
Á myndini vinstrumegin sæst
Martha Hansen, sum eigur
Activ, Peturbjórg Poulsen,
leiðari við dóttirini Gunn
Ikki hillarnar
- hóast vit hava selt vanligar vørur í 15 ár, so
hevur eingin talað at
Nógvar kioskir í Havn
hava havt vitjan av løg-
regluni, sum hevur kann-
að vøruirvalid. Ikki bert
kioskir í Havn eru so væl
útgjórdar, at tær kunnu
sammetast við matvøru-
handlar, men eisini kio-
skirnar á bygd eru væl
fyri, hvat vøruirvalinum
viðvíkur.
Fyribils er løgreglan i
Havn farin í hernað móti
ólógliga virkseminum hjá
kioskeigarunum, men
Suni Vinther, stødleid-
ari, sigur vid Sosialin, at
kioskir kring alt landid
kunnu vænta sær vitjan
av løgregluni.
Kiosk Activ i J. Bron-
cksgøtu hevur eisini havt
vitjan av løgregluni, eins
og nógvar aðrar kioskir i
Havn, sum selja ólóglig-
ar vørur.
SAMA ÚRVAL
I 15 AR
Peturbjørg Poulsen,
leiðari i kiosk Activ,
sigur at handilsumstød-
urnar hjá kioskunum eru
ødrvisi í dag, enn fyri 20
árum síðani, tá kunn-
gerðin varð sett í gildi.
Peturbjørg Poulsen: -
Vit vita væl, at tad ikki
er heilt eftir "bókini",
men tað hevur løgreglan
eisini vitað í 15 ár, uttan
at hon hevur gjørt vart
við seg.
- Tað er burturvið at
halda, at fólk beinleiðis
fara til handils at keypa
vanligar húsarhaldsvgrur
í kioskini aftaná vanliga
afturlatingartíð. Okkara
prísir eru nógv hægri enn
matvøruhandlarnar kunnu
bjóða viðskiftafólkunum.
Tað er bert í neydstødu,
at fólk fara í kioskir at
keypa tað, sum tey hava
gloymt.
- Ivaleyst eru tað mat-
vøruhandlar, sum hava
gjørt vart við vøruir-
valid i kioskunum, men
vit halda, at teir eisini
koma inn å okkara øki -
eitt nú selja teir blødini.
Tað hava teir ivaleyst
heldur ikki loyvi til.
Nú hava tit fingið at
vita, at kioskin selur 6-
lógligar vørur. Hvat gera
tit við tað?
- Vit ætla ikki at taka
vørurnar av hillunum,
men fara at halda fram
sum vanligt. Hvat fram-
eftir hendir, vita vit íkki.
Vit fara at bíða eftir,
hvat fútin ger við málið.
- Tað nyttar einki, um
kioskeigarar, sum løg-
reglan hevur skuldsett
fyri brot á lógina um
afturlatingartidir og
brot á kunngerð um vør-
ur, at koma til løgregl-
una at klaga.
Slikar klagur skulu
sendast Landsstyrinum,
sigur Sune Vinther, stød-
leiðari. Vit skulu bert
síggja til at reglurnar
verða hildnar.
Hvat kunnu kioskeigarar
vænta sær, sum ikki taka
ólógliga vóruúrvalið av
hillunum?
- Fyribils verður málið
sent í rættin. Um kiosk-
eigarar frameftir ikki
gera eftir boðum okkara,
kunnu vit geva teimum
bót og um neyðugt leggja
hald á vøru og møguliga
vinningi í samband við
sølu av vanligum mat-
vørum.
HYTIR OLOGLIG
KIOSKVØRA
Kunngerð nr. 27 frå 21.
juni 1971, um vørur, sum
kioskir og bakariir hava
loyvi at selja, stendur
m.a. fundir kiosksølu:
"Blød, tidarrit, postkort,
frímerki og skrivligt
tilfar. Tubbaksvørur,
filmar, blitzperur, kam-
bar, sólbrillur, heima-
gjørd sokulátu- og
sukurvørur, frugt, kesk,
te, kaffi og leskivørur.
Kioskirnar selja eisini
hytir og tad må sigast at
vera gagnligt, hóast hytir
ikki hoyra til lógliga
kioskvøru?
- Tad eru ikki vit, sum
hava gjørt kunngerðina.
Vit skulu bert síggja til,
at reglurnar verða yvir-
hildnar, sigur Sune Vint-
her, og vil ikki gera við-
merkingar til, hvort tað
er rætt ella beint at selja
hýtir í kioskunum, hóast
henda "vera" heldur ikki
er bólkað sum kioskvgra.
Dagny
NIDURSTØDAN UM POSTFLÓRIN:
Midjord & CO:
Hetta er nidurstødan av UPS'a-kanningini og á ráðsteynuni
um viðurskiftini innan Postverkið. Kortini sleppa postverks-
stjórin og næstumenn hansara sjálvir at sópa í flórinum, sum
er vorðin bæði yvirfloymdur og tiptur, tí tann dugnaleysa
leiðslan fullkomuliga hevur mist ræði á viðurskiftunum
Fleiri hava sæð hana,
men eingin vil vera við
tað. Tað er tiltikna
UPS 'a-frágreiðingin um
postverkið vit tosa um.
>Tað er provokerandi
lesnaður, sum ikki er
ætlaður til annað enn
eina ráðstevnu fyri inn-
boðin<, svaraði Esbern
Midjord, stjóri, post-
fólkunum, sum stúrdu
fyri, at tað stóð nakað
meir og minni persónligt
um tey í frágreiðingini.
LEIÐSLAN FÆR
TOYGGIÐ
Men starvsfólkini við á
gólvinum og úti á veg-
unum høvdu onga grund
at stúra fyri, at tey
vórðu nevnd beinleiðis
ella óbeinleiðis í frá-
greiðingini.
Hóast ein bert hevur
sæð samandráttin av frá-
greiðingini og tíðinda-
skrivið eftir ráðstevnuna,
so er nidurstødan greið:
UPS'arnir - donsku post-
menninir - sápla alla
postleiðsluna niður í
einum høggi: stjóri og
deildarleiðarar fáa av at
vita, ja teir hava snøgt
sagt verið ódugnaligir og
inkompetentir til tey
størv, teir hava skula
røkt! Hetta hava vit áður
havt fyri her í blaðnum,
og tað verður endurtikid
í tíðindaskrivinum eftir
ráðstevnuna.
LEIÐSLAN EIN
KJANS AFTRAT
Ráðstevnan á Hotel Vág-
ar í hinari vikuni hevur
gjørt eina nidurstødu við
uppskotum um, hvat
gerast skal við post-
flórin. Tað er leiðslan,
sum var á rådstevnuni og
sum hevur gjørt nið-
urstødunar, so hon er
ikki tann upplagda, at
leiðslan verður søgd upp.
Tvørturiméti. Tann
lítaleysa leiðslan, sum
hevur fingið minus í
karakter-bókina fyri
leiðslu í fleiri ár, skjýt-
ur upp, at hon sjálv skal
sópa í flórinum, sum í
áravís er sloppin at
fyllast og tippast, meðan
leiðslan hevur staðið og
hugt at. Við eini minni
poetiskari ording: alla
tað órationellu í ar-
beiðsgongdina og alla
ovurnytsluna av peningi,
sum leiðslan í fleiri ár
hevur latið um seg ganga
og góðkent, sleppur
leiðslan sjálv at broyta
eitt ella fleiri ár aftaná.
ÓRÓGVIÐ IKKI!
LEIÐSLAN
ARBEIÐIR!
Í vónini um at post-
gølan og upptakið eftir
hana skal spæla væl av,
ekur leiðslan á knøunum
framman fyri landsstýri,
postfelag og starvsfólk-
um við eini inniligari
bøn, so leiðslan kann
sleppa snikkaleys burt-
urúr gøluni: tit mugu
ikki skapa nakran al-
mennan larm við at
leggja okkum hindringar
í vegin, nú vit fara at
taka upp eftir okkum.
ÆTLANIRNAR
Hevdi vanliga starvs-
fólkið onga orsøk fyri, at
tað fekk omanyvir seg í
kanningini av orsøkun-
um til skeivu gongdina,
so hava tey alla orsøk at
stúra, nú leiðslan skal
rætta uppá fortíðar synd-
ir.
Leiðslan fer - sambært
uppskotinum - at leggja
fleiri bygdaposthús nið-
ur, koyra fólk úr starvi,
gera stórar broytingar í
arbeiðsgongdini, og
krevja, at sáttmálabundin
lønariskoyti fella burt-
ur; harumframt verður
lagt upp úl broytingar
og nýskapanir í virk-
seminum. Alt í alt er
talan um sparingar uppá
20 miljónir krónur,
meirinntøkur uppá 5
miljónir krónur, og
iløgur skulu gerast fyri
2,5 miljónir krónur, te.
er ein samtaldur bati
uppá 22,5 miljónir krón-
ur á roknskapinum fyri
árini 1991-1995.
ówh
LESIÐ MEIRA
UM MÁLIÐ Í
SOSIALINUM
Í MORGIN