Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 — 24. januar 1991 vrd Sjúkrahúsverkið Kláraði -Men meir skal sparast i , ar, sigur Høgni Joensen, stjóri fyri sjúkrahúsverkinum -Sparitiltøkini hava virkað, bert Klaks- víkar Sjúkrahús klár- aði ikki at halda játtina í fjór. Teim- um vantaði eina millión, sigur Høgni Joensen, sjúkrahús- stjóri. Spariknívurin hjá undan- farnu samgongu kollvelti sjúkrahúsverkið seinasta vár. Knappliga skuldu tíggjutals milliónir sparast innan sjúkrahúsverkið og tað skuldi sparast beinan- vegin. Og sparitiltøkini eydn- aðust, rokniskapirnir fara at vísa at sjúkrahúsverkið samlað, næstan kláraði at halda seg til jåttaninar. I 1989 fekk land- sjúkrahúsið játtað 248 milliónir. Seinasta vár fekk landsjúkrahúsið boð um, at tað skuldi nýta 41 milliónir minni. Hetta eydnaðist rokniskapurin í fjør vísir 207 milliónir krónur, sigur Høgni Joen- sen. --Á Suduroyar Sjúkra- húsið var játtanin í 1989 28 milliónir krónur. Har skuldi sparast fimm milliónir og tað eydnaðist sjúkrahúsið kláraði seg við 23 milliónum. Í Klakksvík gekk heldur truplari. Teir fingu í 1989 játtað 45 mió kr. og skuldu spara seks niður á 39 milliónir. Men sjúkrahúsið kláraði ikki Høgni stjóri fyri sjúkra- húsverkinum. Mynd: Kalmar síað seinastu milliónina, har vórðu nýttar 40 milliónir í fjør, sigur Høgni Joensen, sjúkrahússtjóri. TUNGT Stjórin fyri sjúkrahús- verkinum sigur, at tað hevur verið tungt at fingið roknistykkið at gingið upp. —Vit hava spart å øll- um økjum. Jåttanin til reingerding er minkad. Partar av landsjúrka- húsinum eru stongdir um summarið. Tað eru nomerað 700 størv innan Joensen, sjúkrahúsverkið, bert 600 eru sett. Vit hava ikki sett nýggj fólk, tá onnur eru farin úr starvi, sigur Høgni Joensen. —Vit hava eisini spart innan heilivág, roynt at nýtt tann bíligasta heili- vágin. Eisini er spart innan viðlíkahald. Hetta kann koma okkum aftur um brekku seinni, so her skulu vit ansa eftir, sigur hann. SPARA MEIR Nýggja fíggjarlógin er ikki løgd fyri tingið enn, men sjúkrahúsverkið skal spara uppaftur meir í ár. --Landsjúkrahúsið hev- ur brúk fyri 218 millión- um í ár, eg havi frætt at Klaksvíkar Sjúkrahús var tað einasta sum íkki kláraði at halda játtanina. Mynd: Kalmar vit fáa ikki meir enn 204 milliónir. Suduroyar Sjúkrahús fær millum 22- 23 milliónir. Har er brúk fyri minst 24 milliónum. Og Klaksvíkar Sjúkrahús fær íkki meir enn 38 milliónir krónur, sigur Høgni Joensen. -Hugsa vit um lønar- hækkan, so verdur tad Ogvuliga torført at halda komandi jåttan, sigur hann at enda. jústinus Borðoyarnes á Flemmish Cap Joensen & Olsen reiðir bátin út og hann fer avstad fyrst í komandi viku, sigur Mortan Olsen, skipari Borðoyarnes hevur ligið svínabundin í Klaksvík nú í skjótt hálvt triðja ár, men nú er lív aftur komið umborð á skipið. Í fyrru helvt av komandi viku leggur hann til havs, vestureftir, kósin verður sett móti Flemmisc Cap í New Foundlandi. Borðoyarnes er einasta av saltfiskalínuskipunum, sum enn ikki hevur fingið egningarmaskinu umborð. Hann hevur seinastu tíðina fingið stóra umvæling. Motorurin er tikin í boin, ein ljósmotorur er útskiftur. Manningarrúm eru hampað og annars er skipið pussað upp. --Tað hevur ikki verið ringt at fáa fólk. Vit verða 27 mans við og talan um um menn í besta egningaraldri, teir flestu um 20 ár, sigur Mortan Olsen, sum skal føra Borðoyames hendan túrin. SEGLHUSID Tað eru seglhúsmen- nirnir sum reiða Borðoyar- nes út. Teir eiga framman undan Sigurdfari og Hans Erik. Sigurdfari fór avstað seinasta sunnudag. --Hans Erik mynstraði í gjár, hann fer avstað í dag, sigur Mortan Olsen. Seglhúsbátarnir eru betri útgjørdir enn Borð- oyarnes og tað sæst eisini á manningartalinum. Har eru bert 22 manns við. Teir hava egningarmask- inu. --Hugsa vit um fiskaríið hjá Seglhús- bátunum í fjør, so sær ikki so svart út. Í fjør var fiskur á Flemmish Cap. Vit royna í hvussu er at hava gott treysti, sigur Mortan Olsen. --Vit eiga eina kvotu uppá 2900 tons á Flem- mish Cap. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at tit hava fingið ávíst kvotu á økjum, har ikki hevur verið dripið livandi, hvussu er nú? --Vit eiga eina kvotu við Laborador, har hevur onki verið at fingið síðan 1985. Kjølbrotrolararnir royndu har seinasta heyst, tá teir vóru á svartkalva- veiðu, men har var svart, sigur Mortan Olsen. Mortan sigur, at Segl- húsbátarnir fingu í fjør tann eina túrin 320 tons. Teir vóru burtur knappar fýra mánaðar. Tað verður roknað fyri ein skjótur túrur. --Tá vit fara avstað, so rokna vit við at vera burtur millum fýra og fimm mánaðar, sigur Mortan Olsen. Borðoyarnes tekur 360 tons í saltfiski. Nógvur reiðskapur verður nýttur, teir seta dagliga 140 stampar 200 favnar hver. Hetta svarar til, at teir dagliga draga 25 fjórðingar av línu. jústinus Min fyrsta djórabók Føwina Ridde)