Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mynd: Kalmar Magnus Danielsen verður professari Fróðskaparsetur Føroya fær í næstum ein prof- essar aftrat. Løgmadur fer at til- nevna Magnus Danielsen, verkfrøding, professara vid náttúruvísindadeild- ina. Magnus Danielsen starvast dagliga å tele- fonverkinum, men er eisini í starvi sum utt- anseturslærari á Fróð- skaparsetrinum. Nær tilnevningin verð- ur, er ikki endaliga greitt enn. ówh.- %| Samgongan um nýggju skattauppskotini: |Lægri skattatryst Tungi endin vendir niðureftir, segði andstødan, tá uppskotini Nr. 16 — 24. januar 1991 vóru til 1. viðgerð fyrradagin Løgtingid hevði fyrra- dagin 1. vidgerd av uppskotunum i broyt- ingar í skattalógini og um avtøku av bundnu samansparingini. Jógvan Sundstein, landsstýrismaður í fíggjarmálum segði, at talan var um fyrsta stigið í einum umfatandi skattareformi. Skattauppskotini, sum nú vórðu løgd fram, fóru at hava eitt lægri skattatrýsti við sær, at nýtslulán ikki kunnu dragast frá og at rentu- spekulatiónin varð steðg- að. Skotið verður eisini upp, at skattur ikki skal svarast av upphøgging- arstuðli, men skal svar- ast í sambandi við møguliga sølu av skipi. Andstødan var yvir- høvir fyrivarin, og hefti seg serliga við, at broytingarnar í skatta- skipanini vendu tunga endan niðureftir. Harumframt varð víst á, at í fleiri fórum fór at verða trupult at umsita fleiri greinar. Eisini var víst á, at í sumum førum kundu avskrivingar-broytingar- nar hava tað beint øvugta nevniliga at iløguhugurin og hugurin at konsolidera tálmaður. varð Framsøgumadurin fyri Sambandsflokkin hefu seg mest við tað óhepna í avtøkuni av bundnu sam- ansparingini. Meiri pen- ingur til fólk fótr at hava við sær stórri inntøkur til landskassan, men hitin fór at vera stokkutur: gkta forbrúki fór skjótt at hava við sær, at nýggjar inntøku- lógir máttu gerast. Málið varð beint í skattanevndina (meira um málið í morgin). ówh Tvangsauktion over opdrætsanlæg, fisk m.m. Torsdag den 14. marts 1991 kl. 13.00 afholdes pá fogedrettens kontor C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, efter begær- ing af advokat Olavur Jákup Kristoffer- sen, Fr. Petersensgøta 9, Torshavn, på vegne en pant og udlægshaver, tvangsauktion over opdrætsanlæg, til- hørende P/f Eysturaling, Glyvrar, be- liggende vid Morskranes: »Aliringarnir 1-16, tann í hesum aliringum verðandi fiskur og báturin m/b »Havgåsin«. Nærmere oplysninger om auktionsgen- standene og auktionsvilkárene kan fás ved henvendelse til ovennævnte advo- kat. Forberedende mede afholdes torsdag den 7. mars 1991 kl. 13.00. Færgernes Fogedret, den 16.01.91 Hans Mosbæk fm. við sær enn tilætlað, Nógv er at margfaldað í sambandi við ta nýggju fíggjarlógina. Mynd: Kalmar Nýggja fíggjarlógaruppskotið fyri 1991 Lagt fyri tingið i gjár Seinnapartin í gjár legði Jógvan Sundstein, lands- stýrismaður í fíggjarmál- um fram fíggjarlógarupp- skot landsstýrisins fyri 1991. Við hesum nýggja upp- skoti fellur uppskot undan- farna landsstýrisins frá au- gust í fjør burtur. Tað var tað uppskotið, ið elvdi til kreppuna í gomlu landsstýrissamgonguni, so val stóðst av. Roknað verður sum heild við minni inntøkum til landskassan, og í hesum nýggja uppskotinum verð- ur roknað við talinum 150 milliónir krónur í hesum sambandi. 60 milliónir færri Í uppskotinum, sum Jógv- an Sundstein legði fyri tingid í gjár, eru 60 milli- ónir færri á útreiðslu- síðuni. Sostatt er munurin á nýggja og gamla fíggjar- lógaruppskotinum, at tað gamla roknaði við einum halli uppá umleið 250 milliónir, meðan hallið í nýggja uppskotinum er roknað at verða 344 milli- ónir. Settar verða 300 milli- ónir av til íløgur, og til upphøggingarstudul og gjalding av effektivum veðhaldum eru settar 260 milliónir. Alt undanfarna lands- stýrisskeiðið var javnan at hoyra um gjaldføristrupul- leikar, og roknast kann við, at hesin sami trupul- leikin verður hangandi í Tinganesi eina løtu enn. 5-600 milliónir mugu lánast Gjaldføristørvur lands- kassans verdur sambært nýggja uppskotinum 385 milliónir krónur í år. Hesin tørvur må figgjast vid låni, men væntandi må lænast meira enn bert tær sløku 400 milliénirnar til gjaldføristørvin. Í fjør gav fíggjarlógin umleið 600 milliónir í halli, og hóast uttanlands- lán vórðu tikin til tess at fíggjað hetta hall, er ikki alt avgreitt enn. Men hóast einar 5-600 milliónir sostatt mugu lán- ast, roknar landstýrið við, at javnvágur verður í fíggj- arlógini aftur í 1992. hj.