hósdagur 24. januar 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 16 — 24. januar 1991
Komandi kappingarár fær
GI nýggjan málverja.
Poli Hansen av Strond-
um, sum hevur verið í mál
hjá Skála, og annars eisini
er ein av stammspælarun-
um hjá StIF í hondbólt-
inum, skal verja málið fyri
GI.
Gøtumenn hava við ljós
og lykt leita sær eftir ein-
um avloysara fyri Carl
Whitehouse, sum var í GI-
málinum í fjør, men nú er
farin aftur til Onglands.
M.a. hevur GÍ havt sam-
band við eykamálverjan
hjá OB, men hetta varð av
ongum.
Men nú sær út til, at
trupulleikin er loystur.
Poli hevur sum sagt
spælt við Skála, sum er í
2. deild, so óivað fær hann
meira at gera i år enn hann
hevur havt frammanundan.
Annars verður liðið hjá
GÍ sum heild tað sama
sum í fjør.
hj.
Seinasti mansdysturin i innleidandi umfarinum
H71 sløsadi við stigum
„sóa
Í dystinum móti Stjørnuni
Hóast hoyvíkingar fleiri ferðir vóru á odda við trimum málum,
eydnaðist teimum ikki at vinna dystin móti Stjørnuni týskvóldið
Stjórnan-H71 22-22 (11-12)
Málskjúttar:
Stjórnan: Egil Johansen 10,
Carsten Andersen 5, Eyð-
bjørn Høgnesen 3, Kurt
Mørkøre 2, Eilif Johannesen
1, Jarvin F. Hansen 1
H71: Heini Thomsen 5,
Gunnar Djurhuus 4, Jåkup S.
Simonsen 4, Gutti Gullfoss 3,
Gilli Wardum 3, Heri Peter
sen 1, Jógvan E. Poulsen 1
Tyskvøldid spældu Stjørn-
an og H71 dystin, ið varð
útsettur fyrr í kappingarár-
inum vegna hálku, so hoy-
víkingar ikki kundu fara til
Klaksvíkar.
Ikki var sort, at dysturin
hevði týdning, tí framm-
anundan var greitt, at bæði
Stjórnan og H71 verða i
niðara bólki í endaspæl-
inum.
Tí ráddi um at vinna og
fáa stigini vid sær í enda-
spælið.
Men hvorki av liðunum
fekk tvinni stigini við sær.,
hóast sigast má, at Stjórn-
an var sera heppin yvir-
høvur at fáa annað stigið í
dystinum.
H71 framum
Tað var nevniliga H71, ið
stýrdi „begivenhedernes
gang”, men ikki við nóg
kønari hond.
Í fyrra hálvleiki fylgdust
liðini so hampuliga, og í
hálvleikinum vóru gestir-
nir úr Hoyvík frammanfyri
12-11
Men Í seinna hálvleiki
surnaði spælið hjá Stjørn-
uni nakað, og H71 hevði
meira tak á dystinum.
Munurin á liðunum gjør-
dist eisini meira sjónskur,
sum hálvleikurin leið, og
H71 hevði m.a. leiðslurnar
17-14, 18-15, 19-16 og
20-17.
Brendu 3 brotskøst
Umframt hetta, kundi H71
gjørt munin enn stórri,
men við millum annað
trimum brendum brots-
køstum fånadu hesir
møguleikarnir burtur i
einki.
Men so gekk ikki long-
ur. Stjórnan tók rættiliga
dik á seg móti endanum,
og kom fyrst á odda 21-
20.
Nú kom rættiligur
spenningur i, og lidini
spentu seg øgiliga út.
Endin gjørdist so tann, at
javnleikur 22-22 var, tá
dysturin varð avblástur.
Eitt úrslit, ið Stjórnan
avgjørt kann vera fegnari
um enn H71, ið bert kann
takka sær sjålvum fyri, at
kjansurin at sleppa fram-
um Stjørnuna i endaspæl-
inum gjørdist av ongum.
Sum ein ållur
Hjå Stjørnuni høvdu mål-
verjarnir Jákup Mikkelsen
og Finn á Svød saman við
venjaranum Carsten And-
ersen ein góðan dyst, men
bestur av øllum tyskvøldid
var Egil Johansen, og fekk
hann ikki færri enn 10
fulltreffarar.
Gutti Gullfoss, ið var
sum ein állur á strilkuni,
var frægastur hjá H7I.
Hann fekk millum ann-
að try brotskøst.
Annars var Jåkup Simun
Simonsen styrandi madur-
in á liðnum hjá hoyviking-
um
Hóast illa hevur gingið í
hond hjá H71 higartil, er
utgangsstødid ikki tað
ringasta, nú farið verður
undir endaspælið um eina
góða viku. Teir liggja bert
eitt stig undir Stjørnuni,
meðan try stig eru niður ul
VB.
hj.
Steðan, 1. deild menn
Kyndil
Neistin
KIF
StIF
T Mål
400-274
335-273
331-310
304-324
VÍF
Stjórnan
H71
VB
DD AU
298-304
257-307
271-348
275-331
Í ovara bólki: Kyndil 10 stig, Neistin 8 stig, KIF
og StIF 3 stig. I niðara bólki: VIF 8 stig, Stjørn-
an7 stig, H71 6 stig og VB 3 stig
HB hevur gjørt av at byggja
nýtt felagshús á Tvøråbakka
Hevur sókt býráðið um fíggjarligan stuðul til byggingina
Havnar Bóltfelag hevur
fingið tillutað pláss til
felagshøli á Tvøråbakka,
Le. vid ovara vøll.
Orsakað av vånaligu
figgjarstøduni hjå fel-
agnum hevur tað drigið á
bæði, men felagið hevur
nú avgjørt at fara undir
hesa bygging.
Havnar Bóltfelag hev-
ur søkt býráðið um
stuðul til byggingina, í
mesta lagi 4,5 miljónir
krónur.
Umsóknin hevur verið
fyri í mentamála- og
figgjarnevndini, og tær
mæla bådar byrådnum til
at játtað umsóknini.
Málið stendur á skránni
til býráðsfundin í kvold.
ówh
HB'arar kunnu
nú gleða seg til
nýggj felagshús
á Tvøråbakka.
Mynd: Jens Kristian