hósdagur 24. januar 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Sannleikin er altíð
fyrsta offur I kriggi
Flógva krig gid er fyrsta kriggj, sum verður flutt beinleiðis inn i
stovurnar hjá fólki. Spurningurin er bert, um almenningurin fær
meira at vita - ella um talan er um reint undirhald, skrivar Árni
Gregersen, programmleiðari í Sjónvarpi Føroya í sjónarmið-
inum í dag. Arni Gregersen hevur sjálvur flutt nógv tíðindi frá
krígnum inn í stovurnar
Sannleikin er altíð fyrsta
offur í kríggi.
Hetta er ikki nakað
nýtt. Gjøgnum øll
kríggj, sum hava verið,
er hetta sligið fast. Onk-
ur kann kanska halda, at
so er ikki hesa ferð, tí nú
er sjónvarp á staðnum,
og vit fáa upplýsingar-
nar beinleiðis.
CNN er á staðnum og
vit hava ferð eftir ferð
sæð, at tá ið álop hava
verið, so standa tíðinda-
menninir hjá hesum
sjónvarpsfelag til reiðar.
Meðan onnur skunda
sær í bumbuskýlini,
verða teir standandi og
greiða frá tí, sum hendir.
Vit kenna nú hesar
menninar: Peter Arnett,
John Holliman og Bern-
ard Shaw. Menninir,
sum fyrst boðaðu frá
krígnum. Tað sigst, at
George Bush forseti leyp
upp úr stólinum, tá ið
CNN segði, at kríggið
var brostið á. Eftir hvat
hann visti hendi hetta 20
minuttir ov tidliga!!
Er tað undirhald?
Nógv spyrja sjálvandi,
um tíðindaflutningur av
hesum slagnum ikki
meira kann kallast und-
irhald enn nakað annað.
Til tað kann sigast, at
tíðindi í ein stóran mun
eru undirhald eisini —
ella undirhaldandi.
Tað, sum kann tykjast
ivasamt í hesum kríg-
num er, at teir fyrstu
dagarnar hava vit bert
sæð eitt slag av klinisk-
um — reinum — kríggi.
Vit hava sæð eitt kriggj
uttan menniskjalig off-
ur. Eitt teldukríggj, sum
meira líkist spelum í
Tivoli ella umborð á
Norrenu.
Hetta er sjálvandi ikki
so. Onki kríggj er uttan
stórar = menniskjaligar
umkostningar, men tað
frætta vit lítið og onki
um.
Hví?
Jú, royndir vísa, at so
skjótt almenningurin
fær at vita, at fólk
doyggja ella fáa skaða,
so venda tey sær ímóti
kriggi.
Amerikanararnir
gjørdu hesar royndirnar
i Vietnam og bretar
gjørdu somu royndirnar
i Falklands-krignum. Ti
royna herleidslurnar —
og politisku leidslurnar
— so leingi til ber at
dylja tey menniskjaligu
tap, sum henda.
Er tað betri nú?
Henda tankagongd er
ikki nýggj í hesum kríg-
num. Krígstíðindafólk
hava ongantíð sloppið at
sent tey tíðindi, teimum
lysti. Talan hevur altíð
verið um ein hernaðarlig-
an sensur, sum eisini er
galdandi í nógvum fer-
um í dag. Herleiðslurnar
alla staðni gera av, hvat
tíðindafólk
senda víðari.
Men tá ið sjónvarps-
steðirnar senda beinleið-
is, tá er ongin beinleiðis
sensurur. Tá er tað sum
sleppur út til hyggjaran
nakað, sum hendir. Ikki
altíð alt, sum hendir.
Men tað, tú sært, hendir.
sleppa at
Spenningurin er tá
eins nógvur og tá sent
verður beinleiðis frá
ítróttardystum, men
sjálvur haldi eg kortini,
at hyggjarin í stóran
mun er førur fyri at
síggja munin. Her er tal-
an um lív og deyð. Ikki
bert hver vinnur.
Tí haldi eg ikki tað er
skeivt at senda repor-
tasjur beinleiðis. Tað,
sum fólk tá síggja, eru
ikki redigeraður veru-
leiki, sum tá ið tað verð-
Arni
Gregersen,
programmleiðari
í Sjónvarpi Føroya,
skrivar
ur lisið í fjarritum ella
blødum. Tey síggja
sjálvi ein part — um enn
lítlan — av veruleikan-
um.
Lat meg leggja aftur-
at: eg haldi ikki tað er
nóg mikið at hyggja í
sjónvarp. Neyðugt er at
blødini skriva um kríggj.
Ikki tað, sum hendir her
og nú — tað síggja fólk í
sjónvarpi — men meira
hví tað hendir. Meira
analyserandi, so fólk
sjálvi kunnu gera sær
metingar.
Sannleikin er altíð
fyrsta offur i kriggi, men
kanska er sannleikin
minni offur í hesum
kríggi, enn teimum
kríggjum, sum fyrr hava
verið.
Nú situr almenningur-
in á fyrsta reð, sjálvt um
hann ikki sær alla mynd-
ina.
Arni Gregersen