Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Abyrgdarbladstjåri: Torfinn Smith Fyritaksstjóri Ljósmyndari Krisjan Dahl Kalmar Lindenskov Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Ólavur W. Hegnesen - Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard heim ikki eisini rúsdrekka? MÁLINI, sum fyri tíðina eyðkenna heimliga orðaskiftið, kunnu í hes- um døgum tykjast små og lítisverd sammett við hernaðarligu og polit- isku flokjurnar eitt nú í Miðeystri og í baltisku londunum. Fløkjur, ið ålv- arsliga seta heimsfridin i vanda, um tær ikki verða loystar so ella so. EITT av heimligu málunum er rús- drekkamålid, sum aftan á innrás løgreglunnar á tvær sokallaðar mat- stovur í Havn og á Argjum, av álv- ara hevur fingið gongd aftur á kjak- ið um ótolandi rúsdrekkaviðurskifti okkara. VIT kunnu so siga, at hesi ikki eru meira ótolandi enn so, at verður galdandi rúsdrekkalóg hildin — og væl at merkja eintydugt skilt av øll- um — so vita øll, hvat tey hava at halda seg til. MEN ymiskligu dómarnir, ið falnir eru í tílíkum málum hava, saman við alsamt vaksandi royndunum hjá vinnurekandi eins og »hugnafeløg- um« at toyggja og tulka rúsdrekka- lóg okkara eftir egnum tørvi, í stór- undirgrivið man fólksins mun mn sosigaley Jat »røttu« fatan av lógini og harvið eis- ini virdingina fyri henni. FYRI tað bagir kanska lógini einki sum låg, men er tað komið har til, at fólk ikki longur tekur lógina í álv- ara, gerst neyvan annað enn at smíða nýggja — eina nýggja. ið til ber at tryggja sær eftirlit við — eina lóg. sum skal haldast. LÆTTAST — um kanska ikki rætt- ast — hevði tá verið at loyvt fríari rusdrekkasølu. Lógarparturin hevði tá bert snúð seg um toll og mest loyvda vinning við sølu. OG mong. eisini fráhaldsfólk, halda í dag. at hetta hevði verið eins frægt og núverandi skipan, ið uttan stórvegis avleiðingar verður brotin hvønn dag. allan dagin. ONNUR vilja varðveita skamtanina av sterkara slagnum, men eingin heldur tað bera til at banna rús- drekka og øll tykjast at vera samd um, at lógin má og skal endurskoð- ast. HARVIÐ verður ikki sagt, at hon skal gerast so nógv fríari, bert nýti- ligari fyri allar partar. MEN sjálvsaga stigið vildi verið at útvegir vórðu gjørdir fyri, at til bar hjá fólki at keypt ta hálvu ella heilu fløskuna, tá tey høvdu brúk fyri henni — hjá almennari einkarsølu sjálvadni — so vit sum eina byrjan sluppu undan kassadrekkingini. <= S Utgevari Pt Sosialurin Uppseting: P/F Søsiaturin Prent Pit Pressan 1981 VIT hava hesi mongu seinastu årini kjakast um råsdrekkaspurningin — og enn er av myndugleikum okkara onki stigid gjørt til broytingar — bert eitt hissini upplegg til fram- haldandi kjak, sum um tad loysti trupulleikarnar. TAD er ikki sørt, at just hetta sama oyðimarkarkjakið, har eingin flokk- ur ella felagsskapur hevur evnað at tikið greiða støðu í málinum, hevur gjørt sítt til at beina fyri tí álvara, sum átti at verið millum fólk fyri rúsdrekkaspurninginum. VIT kalla okkum upplýst fólk og vit tora at halda, at okkum nú ikki tørv- ar meiri rúsevnisupplýsing fyri at vera før fyri at taka støðu fyri ella i- móti broytingum. Nú er nóg mikið prátað, nú má okkurt gerast. HEITT skal tí verða á myndugleikar- nar um í stundini at fara undir lógar- uppskot um neyðugu broytingar- nar. VIT heita eisini á teir um í størsta mun at spara okkum fyri eina »yvir- formyndandi« lóg, spara okkum fyri ódemokratiskar og hálvhugað- ar millumloysnir um útskeinking á matstødum, líkamikið um tað verð- ur afturvið bayerskum pylsum ella afturvið stórri búrmáltíðum, sum teir við »representationskontoini« kunnu dusa sær við — og sparið okkum fyri møsnid um gktar ferða- mannavinnuinntøkur av eini slíkari hálvhugaðari liberalisering. Bústaður: Argjavegi 26 Argjum 11820 Telefon: Postadressa: Postsmogu 76 110 Tórshavn Telefax: 14720 LOGIN skal vera lika fyri øll — før- oying sum útlending. ølklubbalim sum onnur — og siggjast skal til, at hon verður hildin. AT málið er erkvisið, hava vit mill- um annað sæð av teirri vinglandi stødu, politikarar okkara hava havt og framvegis hava. Ongantid hevur flokkur staðið saman um hetta mål og heldur ongantíð hava okkara fólkavaldu í veruleikanum vágað at sagt „teirra hjartans meining« um hesi viðurskifti. ATKVØDUTAKTISKT hevur hetta kanska verið skilagott, men er tað neyvan longur. Himmalrópandi lóg- loysið, sum nú valdar á gkinum krevur, at fólk aftur fær virðing fyri lógini eins og fyri rúsdrekkanum, sum illa umsitið kann verða mong- um at falli. BEINIÐ fyri »kassa-spenninginum« og fyri møguleikunum hjá nøkrum fáum at gera sær dælt burtur úr ver- andi rúsdrekkaóskili. Fáið í lag al- menna einkarsølu — kanska við einum 5 útbodnum avgreiðslum utt- an fyri Suðurstreym — og latið utt- an himpr fólk fáa tað, tey hava brúk fyri — skamtað ella ikki. Óttast kapping Dagblaðið leggur stóran dent á, at tað júst eru almenna Strandferðslan og Bygdaleiðir, sum eru við at kvala Postverkið. Blaðið skrivar m.a.: Serliga er kappingin hørð viðvíkjandi pakka- flutningi, ikki bert við privatar, men eisini við Strandferðsluna og Bygd- aleiðir, og Postverkið metir gjóldini á hesum øki at vera órímiliga lág. Vanligi klagusongurin hevur annars verið al- mennu monopolini, sum hava verið rótin til alt ilt, men nú almennir stovnar kappast tykist at vera heilt galið. Skúmbananir til Føroya fólk Dimmalætting åvarar i oddagrein i gjår, at skemtivísan "Skúmbanan- ir til Føroya fólk" verd- ur komandi tjóðsangur okkara. Blaðið skrivar m.a.: Men tá ið Sjónvarpið so vinarliga biður løg- mann og varaløgmann siga frå samzonguni og framtíðarskrá hennara, letur til at Sjónvarpið sjálvt ivast stórliga, tá ið tað beint eftir slíka sending av lovaðum til- tókum nýggja lands- stýrisins endar við at spæla nygjørdu vísuna, ið gongur sum nýbakað breyd gjógnum gildis- hallir Føroya, og endar við:"Skúmbananir til Føroya fólk". Ansið eftir, vælsignaði løg- menn, at hetta um "skúmbananirnar" ikki kemur at gerast tjóð- sangur Føroya komandi mánaðirnar ella år! Sum kunnugt vóru hesar skúmbananirnar framleiddar fyri seinasta valið, og lítið er at ivast í, at skaldið tí hevur latið seg inspirerað av undanfarnu samgongu, sum lítið annað hevði at fórða Føroya fólk við enn skúmbananum. Oyggjatíðindi vita betri Oyggjatíðindi skriva í oddagrein um tiltakið hjá politiinum mótvegis klubbunum: Tað er eingin sum helst ivi um, at tað sum = móti løgreglan gjørdi teimum báðum klubbun- um, Maxim og Atlantic Club, var ólógligt. Tað verður onga aðra- staðni í heiminum, og als ikki í Danmark góðkent, at løgreglan kannar virksemi hjá ávísum persónum ella klubbum í mánaðir, og síðani ger razzia, uttan dómaraúr- skurð. Hetta er botn ólógligt, og tað undrar heilt nógv, at sakførarnir hjá hesum klubbum, ikki hava verið uppgávu sína vaksnir. Lógligt ella ólógligt. I øllum fórum fer hendan metingin hjá Oyggjatíðindunum at viga tungt tá hesin spur- ningur verður avgjørdur. Tí neyvan man nakar hava ein so neyvan kunnleika til rættin sum júst Oyggjatíðindi. tilrættalagt Í gjårkvøldid við- gjørdi Tórshavnar Býráð langtíðarfíggj- arætlanina galdandi til 1996. Ein tílík langtíðar fíggjarætlan er ætlað sum eitt ávíst ar- beiðsamboð at stýra eftir, og gevur somu- leiðis eina ábending um hvussu kommunan fer at umsita teir pengar, sum skatt- gjaldarin letur í kommunukassan. Vit fara í blaðnum í morgin at frætta nærri frá hesi ætlan og hvat hon ber í sær, og her bert fest okkum í sjálvan inn- gangin. Har verður millum annað sagt, at illa tilrættislagda bú- skapararbeiði hjá landsins myndug- leikum í 80'unum kroysti Tórshavnar kommunu til iløgur, sum hon annars ikki vildi havt framt longu nú. Hetta má sigast at vera sera åhugaverdur lesnaður. Var tað ikki serliga Tórshavnar Komuna, sum leikaði í sum sansaleys fyri at sleppa at gera iløgur í bæði eitt og annað, men sum landsstýrið mælti henni frá? Her bendi lítið á góða tilrættislegging.