fríggjadagur 25. januar 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 25. januar 1991
Skunda ikki
undir vegin
Spurningurin um at leggja vegin nidanfyri
Landssjúkrahúsið hevur í løtuni ikki tann stóra
áhugan fyri Tórshavnar býráð, tí eingir pengar
eru kortini at gera veg fyri
Seinasta heyst skuldi Tórs-
havnar býráð hava fund við
Yvirfriðingarneyndina um
vegin, býráðið so fegið vil
leggja niðanfyri Lands-
sjúkrahúsinum. Dagurin
var settur á, nær fundurin
skuldi vera, men fyrsti fund-
urin í hvussu er var útsettur,
tí byrådsformadurin var
burturstaddur. Og har hevur
framvegis ikki verið nakar
fundur.
Nú er orsøkin, at Tórs-
havnar býráð hevur útsett
viðgerðina av málinum. Tá
eingir pengar eru at gera veg
fyri, loysir tað seg ikki at
skunda undir at fáa loyvi at
gera vegin, heldur Poul
Michelsen, býráðsformað-
ur.
Hetta merkir kortini ikki,
at býráðið hevur slept ætl-
anini. Leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum og býráðið
kanna hvør sær, hvussu stór
ferðslan er, og gera uppskot
til, hvussu vegurin best
kann gerast. Báðir partar
ætla framvegis at fáa fund
við Yvirfriðingarnevndina.
Yvirfridingarnevndin
Síða 3
SØ
Térshavnar byråd
gjørdi fyri fleiri årum
sidan modell av,
hvussu tað hugsar sær
vegin niðanfyri Lands-
sjúkrahúsið. Sum
myndin vísir, skal
vegurin ganga úr
"gullsvinginum" i ein
boga omanum Lands-
sjúkrahúsið og nið
anaftur í J. C. Sva-
boesgøtu
hevur áður noktað býráð-
num at leggja veg niðanfyri
Landssjúkrahúsið, tí bøurin
er friðaður. Avgerðir hjá
Yvirfriðingarneyndini eru
endaligar, men mál kunnu í
serstókum fórum takast
uppaftur. Nevndin hevur
játtað at taka eina fund við
byrådid og sjúkrahúsleiðsl-
una fyri at hoyra, um nakað
nýtt er, ið kann fáa Yvir-
fridingarnevndina at broyta
stóðu.
randi
Sleppur úr nevndum
Lisbeth L. Petersen verður nú forkvinna í tveimum kommunalum
neyndum aftrat
Poul Michelsen, býráðsfor-
maður í Havn, er farin úr
tveimum strævnum nevnd-
um.
Tað er nevndin fyri
"Leiguíbúðirnar undir
Fjalli" og trimannanevndin
viðvíkjandi barnaansing.
Poul Michelsen hevur verið
formaður í hesum nevndum.
Nú verður Lisbeth. L.
Petersen forkvinna, og
Katrin Dahl kemur inn sum
nýggjur limur í báðum
nevndunum.
Poul Michelsen sigur, at
tað er sambært samgongu-
skjalinum hjá býráðsmeir-
lutanum, at hann fer úr
nevndunum. Hann skuldi
longu verið farin úr nevnd-
unum fyri tveimum árum
síðan, men trupulleikar
hava verið so stórir, m.a.
figgjarstødan hjá leigu-
íbúðunum, so nevndarskift-
ið hevur bíðað. Sjálvur er
hann fegin um at sleppa úr
nevndunum, tí hann hevur
rikiligt av gðrum arbeiði at
takast við í býráðnum.
randi
Lisbeth L. Petersen sleppur nú at royna seg sum
forkvinna í nevndini fyri leiguíbúðirnar, sum so nógv
stríð hevur verið um
Fundur um
framtíðina
hjá Livdini
Felagið Lívdin, sum
heldur til í Dj. í Geils-
gøtu í Havn, ger nú eina
roynd at blása meira lív í
sítt virksemi.
Øll, sum hava áhuga
fyri felagnum, eru boðin
til fundar sunnukvøldid
kl. 19 at koma við hug-
skotum til, hvussu fel-
agið skal virka. Lívdin
er eitt frítíðarfelag við
rúsfríum umhvørvi.
Lívdin varð stovnað
fyri tveimum árum síðan
og hevur innivist í húsi,
sum býráðið eigur. Men
hølini eru ikki serliga
væl egnað tl felagið, ti
musikkskúli er undir
somu lon, og tað órógv-
ar. Tí royna tey í Lívdini
at finna onkur onnur
hóli.
Um tað eydnast at
finna nýggj høli, er ætl-
anin at byta tey sundur,
so børn kunnu vera fyri
seg, og vaskin fyri seg
Tað hevur verið so
leingi, at felagið mest
hevur verið vitjað av
børnum, og tá tíma tey
meira tilkomnu ikki at
koma.
Felagið hevur annars
opið friggjakvøld kl. 20-
24, leygarkvøld kl. 20-
0.30 og sunnukvøld kl.
20-23.
Fundur um
tannarøkt
Kongshavnar Kvinnu-
felag skipar mikukvøld-
ið fyri fundi á Glyvrum
um tannarøkt nú og í
framtíðini.
Fundurin er fyrst og
fremst tl teirra, sum
hava við børn at gera,
foreldur og lærarar.
Tannlæknarnir Niels
Rein, Hans Tausen og
Thorstein Holm verða
við á fundinum. Teir
fara at siga frá tannvið-
urskiftunum hjá smá-
bórnum og børnum i
skúlaaldri.
Nær skulu børnini til
kanningar? Nær fáa tey
tenn? Hvussu skulu tey
busta tenn. Hvussu skal
fyribyrgingin skipast?
Tannlæknarnir ætla at
koma inn á spurningin
um tannregulering, og
ætlanin er somuleiðis at
umrøda tannvidurskift-
ini hjá eldri fólki.
Greitt verður eisini frá
nýggju tannlæknaskip-
anini fyri val av tann-
lækna.
Fundurin verður mik-
ukvøldid 30. januar kl.
19.30 á Glyvrum, og tað
er almennur fundur.
Sett eld á
bilvrakini
Mikukvøldid høvdu
onkrir ótangar verið úti í
grótbrotinum á Grøna-
nesi í Vestmanna og sett
eld á bilvrakini, sum har
stóðu.
Eldurin var nógvur og
somuleiðis roykurin. Av
tí at timburhús stendur
nærindis, varð ringt tl
alarmsentralin í Havn.
Men tíbetur var sulli, so
timburhusid var ongan-
tíð í vanda.
Vestmanna Sløkkilid
basti eldinum sjálvt.
Grótbrotið er ikki ætl-
að at vera stað til burt-
urkast. Men fyrr stóðu
ruskbingjurnar har, og
fólk halda fram við at
leggja ymist burturkast
frå sær í grótbrotinum.
randi