fríggjadagur 25. januar 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Fríggjadagin kl. 19.00:
Lívið um tey 30
Elliot og Nancy ætla sær at skiljast og
seta seg í samband við ein sakferara.
Men samstundis líta tey aftur um bak og
hugsa um alt, tey hava havt saman
Fríggjadagin kl. 21.00:
In The Heat of
The Night
Shauna Hugher er ein 16 ára gomul
skúlagenta, sum kemur frá einum fátæk-
um heimi. Virgil hittir hana, tá ið hon
verður tikin fyri tjøvari. Shauna er móð
og kedd og skal eiga fyrsta dagin, og tað
er Althea Tibbs skelkað at hoyra, tá ið
Virgil sigur henni tað. Althea roynir at
fáa seksualundirvísing í skúlan, so at
slíkt ikki skal koma fyri, men myndug-
leikarnir sýna henni ikki stóran áhuga.
Seinni verður eitt pinkubarn funnið
deytt. og skjótt kemur fram, at hetta er
barnið hjá Shaunu. Men hver drap barn-
ið?
Fríggjadagin kl. 22.03:
Skeivur maður
Vera Miles, Henry Fonda og Anthony
Quayle
Hitchcock filmur frå 1957. Tónleikarin
Manny Balestrero og kona hansara Rose
liva eitt fátækt men lukkuligt lív, til tann
dag. tá ið Manny noyðist at fara til
tryggingar:elagið at læna pengar at
gjalda tryggingargjald við. Har sigur ein
skrivstovukvinna hann vera tann ráns-
mannin, sum hevur framt rán har og
nógva aðrastaðni. Hetta er byrjanin til
allan ræðuleikan
Leygardagin kl. 19.00:
Nordur og sudur
Amerikonsk sendirød i 12 pørtum bygd å
skaldsøgu hjå John Jake vid sama heiti.
Søgan er frá tíðini undan og í ameri-
Patrick Swayze og Leslev-Anne Down
£3 =
James Read og Wendy Kilbourne
kanska borgarastríðnum og er um tvær
familjur, Hazard úr Norðurstatunum og
Main úr Suðurstatunum.
1. partur: Vit eru í 1842, og tann ungi
Orry Main fer frá familju síni og plan-
tasju teirra Mont Royal á hernaðarskúl-
an West Point. Á vegnum metir hann tí
vekru Madeline Fabray. Vognurin hjá
henni er brotin. Orry fylgir henni heim,
og hann er longu forelskaður í henni, men
hann noyðist at halda leiðina fram. Í
Philadelphia hjálpir ein fremmandur
ungur maður Orry, tá ið hann verður
álopin, og sigur aftan á at hann er George
Hazard. George er eisini á veg til West
Point, so teir fylgjast. Hetta er byrjanin
til eitt gott vinalag, sum ávirkar alt lív
teirra.
Leikarar: Patrick Swayze, James
Read, Lesley-Anne Down, David Carra-
dine, Philip Casnoff, Kirstie Alley, Jean
Simmons, Elizabeth Taylor, Robert
Guillaume, Johnny Cash, Gene Kelly,
Robert Mitchum.
Sunnudagin kl. 18.30:
The Golden Girls
Nýggi vinurin hjá Rose, Al, er farin frá
fyri aldur, og dámar væl einki at gera.
Hann tímir nóg illa at flyta seg úr sofuni,
og tað heldur Rose vera ov galið. Hon
roynir tí at fáa hann at gera okkurt, hann
altíð hevur ynskt sær at gera. Og hann
tekur hana upp á orðið: Hann ger av at
fara jørðina runt, og hann biður hana
koma við
Sunnudagin kl. 19.00:
Any Which Way
You Can
Amerikanskur filmur frá 1980. Clint
Eastwood er aftur sum Phil Beddoe, sum
hesa ferð metir Lynne Halsey-Taylor.
Eastwood
Nr. 17 — 25. januar 1991
Hon verður eins góð við hann, sum hann
við hana, men eydnan er ikki við teimum.
Nakrir brotsmenn ræna Lynne fyri at
noyða Phil at melda seg til ein ólógligan
á dyst í nevaleiki, og Phil fer haðar, dyst-
urin skal vera — saman við orangutang
síni Clyde. Á vegnum metir hann goml-
um kenningum — >Svarta Ankan< — ein-
um motorsúkklubanda...
Mánadagin kl. 19.00:
Spenser
»Elskar, elskar ikki«
Fråfarni løgreglumadurin Michael Glynn
ståkast til brudleypid hjå døttir sini
Jean, og hevur just givid henni brudar-
gåvuna, tå ið ein fremmandur maður
drepur hann. Spenser, sum er brúdleyps-
gestur, fer aftan å dråpsmanninum, sum
doyr undir biljagstranini. Eingin veit,
hvør madurin er ella hvi, hann myrdi
Glynn. Men Martin Quirk frættir, at
tveir løgreglumenn standa skrivadir til
at doyggja. Hann biður ti Spenser eyg-
leiða Frank Belson, starvsfelagan hjá
Glynn.
Mánadagin kl. 20.03:
Nighthawks
eee
Amerikanskur filmur frå 1981. Fleiri
børn doyggja, tå ið yvirgangsmaðurin
Wulfgar letur eina bumbu bresta í einum
veruhúsi í London, sum mótmæli móti
enskum hjálandaveldi. Hartman inspek-
terur hjá Interpool væntar, at Wulfgar
næstu ferð fremur okkurt líknandi í New
York, og fer tí at venja tveir løgreglu-
menn har í antiyvirgangs-taktikki. Wulf-
gar kemur til New York, og tá sleppa hes-
ir at royna seg
Týsdagin kl. 19.03:
Billy Two Hats
Amerikanskur western frá 1973. Skottin
Deans og Billy Two Hats fremja eitt rán
og flýggja. Á vegnum drepa teir ein
mann, men sheriffurin fer aftan á teim-
um. Billy verður tikin til fanga, men
Deans hjálpir honum út aftur. Billy fer
við Deans til ein bóndagarð, har teir fáa
Sian Barbara Allen, Gregory Peck og
Desi Arnaz
bóndan og konuna at hjálpa teimum.
Meðan bóndin hjálpir Deans við onkrum,
verða Deans og bóndakonan væl...
Mikudagin kl. 22.48:
Løgregluliv
Løgreglustødin i Sun Hill hevur seinastu
tíðina fingið fleiri falskar fráboðanir og er
farin á staðið. Tað tykist torfert at finna
tann seka, og legreglan noyðist tí hverja
ferð, fráboðan kemur, at fara...
Mikudagin kl. 23.15:
Benson
SAR
ER
Meðan Gatling guvernerur er og vitjar í
Washington, kemur Benson illa fyri. Ein
FBI agentur biður hann hjálpa sær at
taka ein, selir
mála
sum »stats-loyndar-
Hósdagin kl. 16.30:
Sjeynda barnið
At vísa, at hon ikki hevur yvirnáttúrliga
megi, fer Cassie í kirkjugarðin. Hon verð-
ur kløkk, tá ið hon brádliga sær Deverill.
Men hon veit ikki, hvaðani hann er kom-
in
Hósdagin kl. 23.00:
Tarendol - nýggj sendirgð
Jaques Pernot og Florence Pernel
Fronsk sendirød í fýra pørtum bygd á
skaldsøgu hjá René Barjavel. Í apríl 1943
ger ein rithevundur av at skriva eina
skaldsegu, sum hann byrjaði upp á í
1939. Eina segu um kærleikan miilum
bóndasonin Jean Tarendol og Mariu,
dóttir rektaran á gentuskúlanum. Eftir
at hann byrjaði at skriva, brast seinni
heimsbardagi á og verður tí ein partur av
seguni.
1. partur: Jean Tarendol kemur aftur á
skúlan í Milon eftir at hava verið í páska-
fri. Ein dagin sær hann gjøgnum eitt
vindeyga eina nakna gentu, sum er í ferð
við at fara í song. Hesa sjón gloymir
hann ikki. Hann fær at vita, hver hon er
og fer at skriva brev til hennara