leygardagur 26. januar 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 18 — 26. januar 1991
— nn -
Tamil-málið í Danmark:
fyri bæði politikarar
og embætismenn !
Eitt av teimum mest um-
reddu málunum í donsku
fjølmidlunum nú í langa
tíð er sonevnda Tamilmál-
ið. Hóast tað er nakað síð-
ani, at hetta málið tók seg
upp, so er tað framvegis
ven varm kartoffel«.
Tað snýr seg í stuttum
um, at bæði politikarar og
embætismenn hava mis-
brúkt síni sterv og givið
skeivar upplýsingar til al-
menningin.
Nú er málið komið upp á
hægsta steði, og tað kann
koma at hótta so týdning-
armiklar persónar sum
sjálvan forsætisráðharran
Poul Schliiter og formann
fólkatingsins H. P. Clau-
sen.
Tamil-málið snýr seg
fyrst og fremst um fyrr-
verandi legmálaráðharran
Erik Ninn-Hansen. Í síni
tíð sum ráðharri noktaði
hann familjunum hjá ta-
milskum flóttafólkum í
Danmark at fáa innferðar-
loyvi, hóast hetta var
móti galdandi reglum.
Tá hetta kom fram fyri
góðum ári síðani fekk tað
fyrstu fylgjurnar, Erik
EFTIR
Jan Miller skrivar
Ninn-Hansen mátti fara
frá sum formaður í fólka-
tinginum. Men ikki nóg
mikið við tí. Víðari kann-
ingar í málinum vísa, at so
nógv ólógligt er farið fram
í málinum, har eisini fram-
standandi embætismenn
eru uppii, at danskir po-
litikarar hava heitt á
myndugleikarnar at royna
málið í rættinum. Eitt nú
hevur ein fyrrverandi
sosialdemokratiskur løg-
(85) STRANDFARASKIP LANDSINS
190 torsnavn
Broyting í
avgreiðslutíðum
hjá
Strandfaraskipum
Landsins
í Suðuroy
Frá mánadegi 28. januar 1991 verða av-
greiðslutíðirnar í Suðuroy soleiðis:
Opið verður hvønn dag frå kl. 08.00 til
17.00 á Drelnesi - tlf. 71338.
Opid verdur i Vågi — tlf. 73683 måna-
dag, mikudag og friggjadag frå kl. 10.00
til 12.00 og tysdag og hósdag verður
opið frå kl. 10.00 til 15.00.
Strandfaraskip Landsins
målarådharri kravt Erik
Ninn-Hansen drignar fyri
altjóða dómstólin.
Málið snýr seg sostatt
um misbrúk av politiskari
og embætismanna
ábyrgd. Nú verður roynt
at finna fram til, hverjir
persónar hava verið við til
at fjala upplýsingar í mál-
inum. Tað seinasta, sum
er komið fram, er, at fyrr-
verandi løgmålarådharrin
H. P. Clausen (K) visti um
tað ólógliga virksemið hjá
undanmanni sínum Erik
Ninn-Hansen, men hann
læt sum einki var hent.
Hetta er m.a. komið
fram undir avhoyringum í
rættinum nú um dagar-
nar, har framstandandi
embætismenn eru av-
hoyrdir. Tað var í síðstu
letu at loyvi varð givið til
eina kanning av arbeiðin-
um hjá embætismonnum í
hesum máli, tí um fáar
dagar gongur freistin at
saksekja embætismenn í
hesum máli, út. Hon er
tvey ár. Er eingin stevn-
ing í málinum innan tvey
ár, verður málið mett sum
ov gamalt at royna í rætt-
inum. Tað er hetta, sum er
forðað í síðstu letu.
Tamil-málið kemur tí
helst at fáa nágreiniliga
og drúgva viðgerð í rætt-
inum.
Tað er sera áhugavert,
tí hetta er fyrstu ferð, at
embætismenn verða drig-
nir fyri rættin.
Ein av hevuðsmonnun-
um í málinum, Erik Ninn-
Hansen, skal sambært
donskum blødum hava
Tit ringja ;
— vit skriva
roynt at visa åbygdina frå
sær og geva embætis-
monnum sinum skyldina.
Politiken skrivar i gjår,
at Erik Ninn-Hansen fleiri
ferðir hevur roynt at geva
embætismonnum sínum
skyldina og tá hetta ikki
er eydnast honum, hevur
hann lagt alla ábyrgdina á
stjórnina, hóast tað var
hann persónliga, sum gav
boðini um, at tamilsku fa-
miljurnar ikki skuldu
sleppa til Danmarkar,
segði Poul Lundbæk
Andersen, deildarleiðari í
legmálaráðnum, undir for-
hoyri í hægstarætti í vik-
uni. Sambært embætis-
manninum tók Erik Ninn-
Hansen einsamallur ólóg-
ligu avgerðina í 1987,
hóast fleiri av hansara
næstu embætismonnum
ferð eftir ferð royndu at
fáa hann at broyta hana.
Sambært Politiken
krevja framstandandi sak-
førarar nú, at eisini
politikarar sum Erik
Ninn-Hansen og H. P.
Clausen skulu í rættin.
Annar teirra tók eina ólóg-
liga avgerð og hin valdi at
tiga burtur málið, hóast
hann fekk alt at vita. Eis-
ini Poul Schløter skal
hava havt kunnleika um
málið.
Verður dómur feldur í
málinum kann tann um-
reddi > embætismadurin
verða dømdur til tvey ára
fongsul. Men enn er alt ov
tíðliga at siga nakað.
Fleiri og fleiri upplýsingar
fara at koma fram í málin-
um komandi dagar.
Ringið telefon
11820
Síða 3
Kann fáa avleiðingar | Shamir stóra
undirtøku
Ísraelski forsætisråd-
harrin Yitzhak Shamir
er sera vælumtóktur
fyri steðu sína í Golf-
krígnum. Ein kanning
vísir, at 94% av ísra-
elum halda, at stjórnin
hjá Shamir hevur borið
seg rætt at í Golfkríg-
num. Hóast tað altíð
hevur verið politikkur
hjá Ísrael at fremja
mótatsóknir, tá álop
verða gjørd á Ísrael, so
vísir tað seg nú, at fólk
taka undir við at slík
móttiltek ikki verða
framd í stundini, men
at tey verða útint, tá ið
Royndu
tíðin er komin.
Tað er ikki minst
tann amerikanska
rakettverjan, sum hev-
ur givið israelum vón-
ina aftur. Síðani ein
amerikonsk patriot-
rakett í vikuni
sprongdi eina irakiska
Scud-rakett yvir Haifa,
eru ísraelskir skúlar
aftur latnir upp og fólk
tora betur at fara til ar-
beiðis. Men enn kenna
ísraelar seg ikki heilt
tryggar. Eitt nýtt
Scud-álop kann koma
nær tað skal vera.
at taka
Saddam av døgum
Onnur óváttað tíðindi
siga, at teir sameindu í
vikuni royndu at taka
Saddam Hussein av
degum. Ætlanin var,
at servandir hermenn
skuldu flytast til stað-
ið har Saddam Hussein
var staddur og síðani
taka hann til fanga ella
gera av við hann. Men
orsakað av eini ódn í
júst tí økinum, har
irakiski leiðarin var
staddur, var ell ætlan-
in steðgað.
Hverki amerikanar-
ar ella aðrir av teimum
sameindu hava viljað
vátta hesi tíðindi.
Bardagin í luftini
Tað tykist nú sum at
bardagin í luftini er
byrjaður í Golfkrig-
num. Eitt flogfar úr
Saudiarabia skeyt í
vikuni niður tvey irak-
isk flogfer, sum vóru í
ferð við at gera álop á
herskip í Golfinum.
Irakisku flogferini
vóru útgjerd við teim-
um vandamiklu
fronsku Exocetrakett-
unum.
Hetta er fyrstu ferð í
krígnum, at ein flog-
skipari hevur skotið
niður tvey fígginda-
flogfer í einum og sama
loftbardaga.
Tiki0 oyggj nær-
hendis Kuwait
Tvey herskip hjå teim-
um sameindu og tyrlur
sektu hósdagin tvey
irakisk krígsskip í
Golfinum. Tríggir irak-
arar lótu lív, meðan 32
vórðu tiknir til fanga.
Í hesum sama álopin-
um eydnaðist tað teim-
um sameindu at taka
eina lítla óbygda
oyggj, sum er partur
av Kuwait og sum irak-
arar hevdu hersett.
Hóast oyggin ikki er
bygd, so verður tað
mett, at hon kann fáa
stóran týdning fyri teir
sameindu. Hon kann
brúkast til flogvell hjá
einum parti av flogfer-
unum og verða týdn-
ingarmikil, um tað
verður avgjørt at fara í
landgongd í Kuwait