Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. januar 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 18 — 26. januar 1991 Hugleiðingar um foroysku muruna og William Heinesen Tillukku, góði William! Goethe sigur: »Heimurin kann einans mennast av teimum, ið seta seg upp í- móti honum. Tey, ið laga seg til hann, eru glatað fyri alt sum lívsdugur er 1.a Hesi orð runnu mær í huga, tá eg royndi at geva mær stundir at gjegnum- hugsa hvenn tydning William Heinesens skald- skapur og list hevur havt fyri meg sum einstakling, ja, meg sum kanska ein av lívsins glatadu spæli- monnum. Í mínum hugaheimi hevur William Heinesen víst á, at »glatadu spæli- menninir« eisini teljast millum teirra, ið, sum Goethe sipar til, hava sett seg upp ímóti tí »etabl- eradu« — tí verandi — samfelagnum. Tó hugsi eg at feroyingar yvirhevur eru alt annað enn samdir við mær í hesum. Frøding tekur soleiðis til: De som vilse vandra, nya stigar leta, varav andra hava gagn att veta. Dår i gångna dagar fåder vilse irrat, nu på stigar kånda deres barn kanhånda gå och återvenda tryggt och oførvirrat som í hemmets hagar. Eg veit ikki rættiliga hví, men eg komi ofta at hugsa um Frøding, tá eg lesi William. — Teirra rámandi humor og bein- raktu lýsingar av samfe- lagsviðurskiftum og Palle- ba líkist avbera nógv, men knappliga merkir tú ein himmalvíðan mun: Frød- ing gevur tær ofta svarið — hann fortelur tær »sannleikan«, sum í yrk- ingini frammanfyri um teir mongu lívsins glataðu spælimenn | — meðan William, ja, hann smílist skálkakendur og letur teg sita eftir við óteljandi spurningunum. William telist millum teir fáu úrmælingar, ið BILRØKT Plåtu- og Sproytuverkstadur Ger bil fyri fólk úr bygd og í bý Pf. BILRØKT v/ Simin i Dali Akranesgøta 11 - Tlf. 15556 OKKARA GODSKA - TIN TRYGD lagnan hevur givið loyvi at uppliva og verða viður- kendur í egna landi meðan hann enn livir, og vit eru mong, ið av sonnum fre- ast um tað, at vit hava fingið loyvi at uppliva henda andsmeistarans stóru gávur og fjøltåttadu kynstur. Tó siti eg her við kensl- um, ið siga mær, at tað er okkurt, sum ikki ruggar rætt í tí samljóði, ið átti at hava verið ímillum hálv- fems-ára hátíðarhaldið í fjør og ta, eftir minari uppfatan, virding vit i veruleikanum hava synt William Heinesen og hansara andsverkum. Henda virðing hevur sum vit vita júst ikki altíð verið líka hjartalig, og okkum nýtist ikki at fara nógv »Dagblød« aftur í tíðina fyri at kunna á- sanna hesa framseting. Eg vil lýsa hvat eg meini við einum broti úr siðalæru Epiktetosar (hann livdi uml. ár 50 til ár 138): „Reypa ongantíð av dygdum, annar mans. Um hestur tín reypaði og segði: >Ég eri vakur!«, so var tað tó at fyrigeva — men um tú sigur: >Ég eigi ein vakran hest!«, so ger tær sjálvum í hvussu so er greitt, at tað er vakurleik- in hjá hestinum, tú ert erpin av«. Eg vóni eg fari skeivur her, men hondina á hjart- að: Er tað ikki so at ein stór fjøld av okkum yvir- hevur eru meira erpnir av William, tí hann er »min vakri hestur«, ti tad er „mín hestur<, ið hevur vunnið tær mongu altjóða heiðurslenirnar, og tað er „mín hestur«, ið allir út- lendingar tosa um, tá Fer- oyar verða nevndar? Heðin Brú líta allir Før- oyingar upp itl — og ong- antíð havi í hvussu so er eg sæð eitt einasta nega- tivt ummæli um hansara avrik. Óivað hevur hann eisini uppiborið allan tann heiður, honum verður sýndur, og eg skal í hvussu so er ikki taka dagar ímillum rithevund- arnar William Heinesen og Heðin Brú, tí tað eri eg ikki ferur fyri, og sum kunnugt kunnu ands- dygðir hverki måtast, vig- ast ella roknast út í krón- um og oyrum. Men fyri mær er í hvussu so er William sjálvt Skaldið við stóra »S«. Tað er sterri bragd at verða 91 enn 90, so til- lukku við tí sterra bragd- inum, kæri William. Gæv- ið tær verða givin nógv góð ár afturat á hesum klettum. Tormóður Dahl Ólavi Holm Mikkelsen lærara til áminningar Vit froddust um lýsnandi tíðir — vit gleddust til komandi vár, men lagnan ei altid blíð er — brátt setti í sálina sár. Ei vardi meg hesin endi — tú mælti ei orð um tað — at mein tú í beini kendi, men greitt er tað mær í dag. Sum streymur um flúrar dregur, so kvsgongdin foldum á, hvor frøist um tað, hann hevur, tó hóttafall merkjast má —. So ymist seg lívið lagar, oll fáa væl ivaleyst sítt — ljósar sum dokkar dagar — av báðum fekst tú títt. Men titt vælsignaða lyndi tú fekk fram okkum flest, hjá ungum sum eldri — yndi tú vann fram um onnur mest. Í starvi tú alvar aldi, teir elskaðu teg so vist, tú fjálgaði spiran, sum nældi svárt saknast tað, ið er mist. Tú hollur var á at heita — ei sýtti tú manni bon, og frægdin um hjálp at veita var tær nógmikið í lon. Tær lotur í frægd og gaman, oss untist á lvsins veg' at uppliva báðir saman, við sorgblidni minnist eg. I garði stórt lið man vera, ei mansføri hvers tað er at bota og aftur gera, eg vænti, at knipa fer. Ti ei man tað altíð henda, at maður í mansins stað kemur — í síðsta enda eg trugvi als ikki á tað. Tað svørdshøgg, ið deyðin framdi, og sorgin, sum fylgjan er, so mangur av okkum tað lamdi, og spyrjandi standa vit her. Tó ikki kann deyðin ræna tey minnini rík og kær, úr huganum vit kunnu mana, um samveruna við tær. Eg drýpi í sakni mínum hevur við leiði títt. Må Harrin troyst verða tínum — er dýrasta ynski mitt. Eg signing og frið vil lýsa yvir vinmann, sum farin er — minnið um hann at hýsa so mong fara okur her. NePtuN