Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. januar 1991síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Minningarorð um Abraham Páll Abrahamsen f. 08.02.68 — d. 21.11.90 Tað er ringt at venja seg við tankan um at Abra- ham Páll ikki er millum okkum meir, tí hann var so ungur og raskur, so ein heldur, at tá man er 22 ár, hevur man langt lív fyri framman. Men so er ikki, tá Harrin hevur aðra meining við lívi okkara. ibraham Páll var ein tú kom at halda av og verða góð við, ein ið aldri rósti sær av tí hann gjerdi og dugdi, og aldri fekk tú eitt ljótt aftur- sver ella øvugt orð frá honum. Hann tímdi ikki so væl við bókina, men var tað handaligt, serliga at skrúva ella at rætta eina hjálpandi hond, var hann altíð fúsur, um tað so var at hjálpa eldri ella ungum. Eitt ið tú altíð kundi finna hjá honum, hvar tú enn metti honum, var hetta eyðkenda smílandi andlit. Hann arbeiddi saman við pápa sínum, har hann koyrdi ella skrúvaði maskinur, og væl fall arbeið teirra í lag, og hvussu ofta mundi Abraham Páll ikki siga hvat pápi hansara hevði gjørt, aldri hvat hann sjálvur gjerdi. Abraham Páll sá so nógv í pápa sínum og var glaður fyri tað, sum hann lærdi av honum. Tað seinasta árið hevur hann verið sjúkur í eyg- unum og sá bert við eðrum eyganum. Var niðri á Ríkishospitalinum til operatión í sept., tá vóru bæði foreldrini við, og vísir hetta bert tað tætta samband, ið var millum tey. Henda operatión eydnaðist ikki so væl sum ætlað og skuldi hann ti takg heilivág, til hann skuldi niður aftur. Hevði ligið á Landssjúkrahúsinum nú í 12 dagar og var komin heim í weekend, sum var tað ein seinasta heilsan heima. Meðan hann er heima fær hann heilabløding, og kom hetta sum ein skelkur, og hóast læknarnir í Feroyum bóru seg skjótt at og sendu hann á Ríkishospitalið, kundu teir einki gera. Guð hevði sett sítt dagatal á Abraham Páll. Abraham Páll andaðist á Ríkishospitalinum 21. nov. og við lið hansara stóðu foreldur haldandi í hver sína hond. Góðu tit Edmund, Elsuba og systkin, sterstur er saknurin hjá tykkum, sum elskaðu hann so nógv, hann sum elskaði og æraði tykkum, hetta legði ein til merkis, tá ein tosaði við hann ella tá hann var saman við tykkum. Eitt er vist, tann Jesus, sum hevur tikið han heim til sín, er eisini mentur at geva tykkum troyst í teim tungu og so mangan tómu og spyrjandi døgum, ið koma. Harrin gav, Harrin tók, Harrans navn veri lovað. Legg tínar sorgir á Harran tín Gud, viltur í skyggjandi gulli ei er hann, sukk tíni telur hann, tár tíni ber hann, so tú í dýrd hans og sælu fært lut. Heilagur Gud er, og rættvis hans leið, nú her við signing og friði hann kemur, nú hansar hond okkum tyktandi nemur, tó hann í vandanum sleppur oss ei. Poulina fastur tá ið hann fell í knæ: leingi ætlað mær.« Ein dagin seinast í sjeyti- árunum kom ein dámligur unglingi inn á gólvið í hús- unum hjá foreldrum mín- um í Jónas Broncksgetu. Ørindini vóru at biðja meg siga mína hugsan um eitt savn av yrkingum, hann umhugsaði at geva ut. Eg segði sum var, at eg hevði nógv at gera, sat og totað- ist við eitt savn av tilfari eftir Rikard Long. Nevndi eisini, at onkur mundi duga slíkt betri enn eg. Endin var kortini, at eg játtaði at meta um og rættlesa bókina. Fekk pápa, sum var nógv mál- kenari enn eg, til at hjálpa mær. Úrslitið var yrkinga- savnið Trettandi Mánaðin eftir Jóanes Nielsen. Við hesi bók floygdist spræknasti yrkjarin í Før- oyum hesa síðstu fjórð- ingseldina. Jóanes Nie.sen hevur ivaleyst grundað nógv yv- ir, hvussu hann skuldi løna mær hetta. Ikki at nekur len var ynskt ella kravd. Men soleiðis hevur Jóanes ikki hugsað. Og tøkk kom nú ein dagin, kallað »Kvøldbøn hjá Hanusi Andreassen«, Fríu Feroyar nr. 1 í ár. Leingi er tað, ið væl skal vera. Eg eri takksamur fyri hesa heilsan, so satt sum alt, ið víðkar eins fat- an av heimi og menniskj- um, hevur virði. Og tað fyrsta hugskotið, hesin stubbin birti í mær, var hetta: Stuttligur maður, Jóanes Nielsen. Í hesum stubba hansara verður orðið »demokratur« brúkt sum ókvæmisorð og fyri- brigdið >samhugi við ofr- unum« lyst sum vamli- sligt. Men Jóanes er upp- aftur stuttligari. Tad var Grindadråp i Vestmanna Fusari Hóast mær dámar tað sera illa., so eiga vestmenn- ingar eina umbering uppi- borna fyri greinina um seinastu grindina í Vest- manna. Í gjár lat undirritaði vestmenningar halda eini grind til, sum als ikki enn hevur lang beinini. Tílíkt er ikki serliga rættvíst, serliga tá hugsað verður um, at grindin slapp. Hvat skal eg so umbera meg við? einki. Her var talan um ein fusara av Nr. 18 — 26. januar 1991 Mælti tað Kjartan Olavsson, »Hetta hevur tú, Bolli frændi mítt vanvirda demokrat- iska sinnalag, sum fekk meg til, saman við ødrum, at geva Sosialistiska Loysingarflokkinum mína undirskrift, tá heitt varð á meg í heyst. Og tað var samhugi við Jóanesi Niel- sen, ofrinum fyri bók- mentaligu líkasælu feroy- inga, sum elvdi mær til at gera mítt til, at hann gul undir flogið sum yrkjari. Jóanes og hansara líkar hava einki ímóti at leppa av skál demokratanna. Bara eingin annar sleppur framat. Ein djerv steða, lukka. Okkurt annað spenn- andi var at finna í góð- gætisposanum hjá Jóan- esi. Tak eitt nú hansara andstygd fyri teimum „djúpt homofilu< á fer- oyska afturhaldsvongin- um. Undirritaði hevur seinastu 15 árini stríðst í- móti sjónarmiðunum hjá føroyska hegravonginum. Teirra kynsligu viður- skiftum havi eg ikki havt áhuga fyri. Verður hetta tað djarva stavnhaldið hjá føroyska vinstravongin- um í komandi tíðum — herferð móti homoseksu- ellum? Eg síggi Adolf Hitler klappa Jóanesi á økslina, hann hevði hetta sama moralska reinferið sum Jóanes. Men ikki er neyðugt at fara so langt. Eg havi liggjandi her á borðinum framman fyri mær eina bók. Hon eitur Cuentos Frios, kaldar segur. Høv- undurin eitur Virgilio Prinera og er kubanari. Hann var bókmentaliga virkin eftir kollveltingina hjá Castro. Men har var ein meinbogi. Pinera leyk ikki reinferistreytirnar ringasta slag. Eg royni í hvussu er at liva upp til tann setning, at havi eg veruliga gjørt nøkrum órætt, so tað nítur, so skal eg vera tann fyrsti til at viðganga tað og koma við eini umbering. Og at fara at skíra vestmenningar fyri vána- ligar grindamenn, tað veit eg nítur. Teir eiga heið- urspláss í eini av okkara frægastu skaldsøgum. Heðin Brú skrivar i Feðgum á Ferð millum annað um tá Ketil og Kálvur eru í grind í Tind- hólmi. Ketil tók einaferð til, at hatta vóru mestur vest- menningar sum stungu, tí hjá Adolfi Hitler og Jóan- es Nielsen. Hann var fongslaður tann 11. oktob- er 1961. Hann kom út aft- ur sálarliga ryggbrotin. Tá Che Guevara í 1964 vitjaði kubansku umboðs- stovuna í Algiers, sá hann eina bók — Teatro Completo æt hon — eftir Pinera á bókasavninum har. Hann ripaði hana í bróstið og goyði eftir sendimanninum: Vágar tú tær at hava her á sendi- stovuni eian bók hjá has- um homofila lortendan- um! Slíkt eru reystmenni, lukka. Pinera var ikki, sum so mangir av vin- monnum og kynsligu fe- logum hansara, settur í kz-legu. Tað var ikki neyð- ugt. Hann doyði í 1979, fá- tækur, gloymdur og anda- liga knústur. Uppbyggi- liga søga hansara kundi elvt Sosialistiska Loys- ingarflokkinum til at sett ein > mentunarpolitiskan arbeiðsbólk. Fruktin av virki hansara kundi eitt nú verið nýggjur teigur í umséknarblødum Ment- unargrunsins: Kunnu tyg- um stutt greiða frá kyns- liga hugburði tygara? Jóanes Nielsen roynir — elegant, heldur hann sjálv- ur, í so klossut, tykir mær — at geva mær ábyrgdina av hesi vælsignaðu sam- gonguni. Eg styðji Javn- aðarflokkin. Men eg havi ongantíð gjørt tað treyta- leyst, sum Jóanes styðjar Stalin og Castro. Eg taki ikki undir við hesi sam- gonguni, líkasum eg t.d. heldur ikki taki undir við Javnaðarfloksins tosi um eina komandi oljuvinnu í Føroyum. Men av øllum menniskjum eigur Jóanes at fegnast um hesa sam- gongu. Hann eigur sín ser- liga lut í henni. Jóanesar politiska virki seinastu fimtan árini kann stutt lýsast sum ein roynd at trekkja vinstratenninar úr teir vóru so ófgrir grinda- menn. Fríggjadagin gløddi telefonin av ørgum vestmenningum og Helgi Jacobsen, ættaður úr Vestmanna "gottaði" sær í "Góðan Morgun Føroyar” í útvarpinum, og legði mær tey ráð næstu ferð at ringja til sýslumannin í Vestmanna. Hetta verður »tikid til eftirtektar. Annars er tað eitt sindur løgid í hesum ófriðar- tíðum, at hálvthundrað hval, sum ikki løgdu beinini í Vestmanna upp- taka fólk meir, enn um ein irakisk rakett i tyrstu atløgu hevur dripid tíggju- tals fólk, tímar seinni Jóanes Nielsen og ofrini tjóðveldis- og javnaðar- flokkinum. Jóanes hevur ongantíð havt áhuga fyri foroyska afturhaldinum. Hann hevur brúkt sítt lóð- ur móti teimum fólkum í tjóðveldis-og javnaðar- flokkinum, sum stríddust fyri sjálvstýri, friði, ment- an og sosialismu. Og væl hevur skorist. M.a. av hesi orsek hava vit í dag eina javnaðar-fólkaflokssam- gongu. Heilt negdur verð- ur Jóanes neyvan, fyrr enn fólkaflokkurin ræður einsamallur. Tá er vesæl- dómsprofetiin gingin út. Og so skuldi einki verið til hindurs fyri Jóanesi og ødrum at fara niðan í fjøll- ini at runnið við plastikk- revolvarum. Hesin stubbin er ikki skrivaður í sinnismuni. Hevur Jóanes hug at seta nakrar kvøldbønir saman afturat, skal hann bara gera tað. Tær kundu so verið íkast til tað greina- savnið, eg fleiri ferðir havi mælt honum til at geva út. Skuldi hann komið á mína gátt og biðið meg nappa tað ringasta burtur úr ullini — so nakrir lík- inda karðar fingust burt- urúr — hevði eg ikki borið meg undan. Eitt sindur av samhuga er framvegis upp á sítt pláss. Eisini við ofrunum fyri fáknnu og avskeplað stættamedvit. Hanus Andreassen nøkur fólk og løtu seinni endaði í Persaraflógv- anum, har sama rakett ikki gjørdi nøkrum mein. Tilikar rættingar hava vit bæði í út-og sjónvarpi hoyrt og sæð ótalligar ferðir seinastu 10 dag- arnar. Men sjálvandi, í Miðeystri er ongin sýslu- maður at spyrja til ráðs. Hvussu eg eri komin fram til skeivu tíðindini um grindadrápið í Vest- manna, er ein onnur søga sum ikki kemur uppá prent. Enn einaferð mistakið er mítt, tí umbering, vest- menningar, hóast tað hóvar mær sera illa hesuferð. Jústinus