leygardagur 26. januar 1991síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 18 — 26. janaur 1991
Esmar A. Jacobsen
Snúgu tær til min og lat teg frelsa, jorð-
in, øll sum tú ert; ti at eina eg og eingin
annar er Guð. — Jesaja 45,22.
Frelsa er eitt ógvuliga illa dámt orð. Tað er
sum at blaka ein bjargingarring inn í eina
biohøll ella eina dansihell. Hesin bjargingar-
ringur er fagnaðarlutur hjá honum, sum flýt-
ur á havinum; men í dansihellini spillir hann
einans spælið.
Soleiðis er tað við frelsuni — gleðiboðskap-
inum. Hesin gleðiboðskapur um frelsu í
Jesusi Kristi er fagnaðarboð hjá tí menn-
iskju, sum kennir sína stødu; men hann er ein
meinbogaklettur fyri teimum, sum ikki
kenna sær tørv á nakrari bjarging. Og eðr-
vísi kann tað ikki vera.
Nú sigur Gud í hesum orðinum hjá Jesaja
profeti, at ell menniskju skulu lata seg
frelsa. Við tí sigur hann okkum, at vit ell eru
stedd í vanda, og tað er neyðugt, at vit lata
okkum frelsa — annars verða vit ikki frelst.
Tað batar lítið at trúgva á egnan mátt og
egna megi; tí at máttur okkara er ikki førur
fyri at bjarga okkum. Tverturímóti letur
máttloysi okkara Gud sleppa til við sínum
mátti og sínari frelsu. Tað eru ikki vit, sum
skulu frelsa okkum; men vit skulu frelsast.
Og tað er Gud, sum frelsir.
Øll mega verða frelst, um tey skulu ikki
glatast. Og ell kunnu verða frelst. >Tí at so
elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin
einborna, til tess at ein og hver, sum trýr á
hann, ikki skal glatast, men hava ævigt liv«.
Jóh. 3,16.
andlát
16. januar
Hans Jergen Næss, Miðvági, 60 ára gamal.
18. januar
Ella Petersen, Haldarsvík, 68 ára gomul.
19. januar
Astrid Poulsen, ættað av Velbastað, búsitandi í
Havn, 87 ára gomul.
Jens Kristin Mortensen, vanliga nevndur Kristin
í Mýradali, Froðba, 81 ára gamal.
20. januar
Cecilia Brockie, Tórshavn, 87 ára gomul.
Maria Petersen, Porkeri, 83 ára gomul.
Andreas Fredrik Rasmussen, vanliga nevndur
Dia á Treðni, Strondum, 80 ára gamal.
21. januar
Solveig Vestergaard, Vági, 62 ára gomul.
Dagmar Olsen, Vestmanna, 93 ára gomul.
22. januar |
Susanna Thomsen, Súsanna Richard, Sumba, 91
åra gomul.
Páll Thomsen, Klaksvík, 50 ára gamal.
23. januar
Hansa Glerfoss, Mikladali, 74 ára gomul.
24. januar
Frida Samuelsen, Sevmýru, 89 ára gomul.
Gudstænastur septuagesima
Kirkja: Jógvan Johansen kl. 12.00
Hattarvík: Jógvan Johansen kl. 17.00
Christianskirkjan: Marit Kjærbo kl. 11.00
Kunoy: Henning Bøgesvang kl. 12.00, altargongd
Oyndarfjørdur: Petur Petersen kl. 12.00, altargongd
Fuglafjørdur: Torkil Beder kl. 12.00
Søldarfjørdur: Jákup Kass kl. 11.00, altargongd
Eiði: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd
Hvalvik: Martin R. Jacobsen kl. 12.00, altargongd
Kollafjørður: Marjun Bæk kl. 12.00
Vesturkirkjan: Høgni Poulsen
Havnar kirkja: Bjarni Bæk
Sandavågur: David Johannesen kl. 12.00, altargongd
Skopun: Jåkup R. Hansen kl. 12.00
Sandvik: Birgitte Johannesen kl. 11.00, altargongd
Hvalba: Birgitte Johannesen kl. 18.00
Tvøroyri: Jénsvein Bech kl. 12.00
Fámjin: Jónsvein Bech kl. 18.00
Porkeri: Heri Joensen kl. 12.00, altargongd
Hov: Heri Joensen kl. 17.00
Sunnudagin gongur talvan i kirkjuni i Søldarfirøi til frama
fyri sunnudagsskúlan i bygdini. Í øllum kirkjum í Fugla-
fjarðar prestagjaldi, í Tvøroyrar kirkju og í F. ámjins kirkju
til frama fyri fóroysku sjómansmissiónina
Luid, Tórshavn, ein
son.
X
=— 0 Y
Vælkomið
lítla barn
19. januar fingu Hildi-
gunn Joensen og Borg-
ar Mortensen, Hvalba,
ein son.
20. januar fingu Petur-
bjørg Midjord og Kári
Lisberg, Tórshavn,
eina dóttur.
20. januar fingu Sunn-
uva Nielsen og Birgir
Andreassen, Tórshavn,
eina dóttur.
28. desember fingu As-
loy Winther og Philip
B. Johnson, Tórshavn,
ein son.
21. januar fingu Dag-
mar Joensen-Næs og
Olivur við Neyst, Tórs-
havn, ein son.
12. januar fingu Jóna
og Óli Hans Johanne-
sen, Hvannasundi, ein
son.
12. januar fingu Mari-
ann Dalfoss og Óli S.
Joensen, Trongisvági,
eina dóttur.
14. januar fingu Guri
Andreasen og Kim
Hansen, Klaksvík, ein
son.
15. januar fingu
Magdalena > Hansen,
Hvannasundi, og Gert
Lydersen, Viðareiði,
ein son.
16. januar fingu Pou-
lina og Hans Jensen,
Hvalvík, ein son.
18. januar fingu Anette
Koblauch og Eyðun
22. januar fingu Karis
og Heðin Weihe, Tórs-
havn, ein son.
23. januar fingu Sonja
og William Jacobsen,
Tórshavn, ein son.
24. januar fingu Sú-
sanna Fagraklett og
Georg Nolsee Joensen,
Kollafirði, ein son.
24. januar fingu Han-
sina og Jens Jensen,
Tjernuvík, ein son.
24. januar fingu Oddny
Hansen og Ejgild Jen-
sen, Kollafirði, eina
dóttur.
25. januar fingu Sú-
sanna Poulsen og Sám-
al G. Lognberg,
Strondum, eina dóttur.
Landsstýrismaður
í fiskiveiðimálum
Herfyri varð skrivað um fiskimálaráðharran í
Feroyum. Blaðmaðurin Ólavur Waag Hegnesen
hevði skrivað, at Fólkaflokkurin eigur fiskimála-
ráðharran. Legmaður vildi ikki vera við, at so er,
tí fiskivinnumál eru býtt ímillum Fólkaflokkin og
Javnaðarflokkin.
Ólavur hevur biðið meg skriva eitt sindur um
hetta í einum málteigi, og tað verður gjert í mál-
teiginum í dag.
Fiskivinnan er vorðin so stórt mál, at menn
halda, at hon má fara í tvíningar, so er at býta
hana sundur eftir tí partinum, sum er á landi, og
tí partinum, sum er í sjónum og á sjónum.
Eg havi spurt skilamenn, hvussu ið vit skulu
nevna hesar báðar landsstýrismenn, og allir eru
samdir um, at hann, sum umsitur tann livandi
fiskin, bæði tann fría og tann alda, skuldi verið
nevndur landsstýrismaður í fiskiveiðimálum.
Hin landsstýrismaðurin, sum umsitur fiskavið-
gerð á landi, hann umsitur allan ídnað, skuldi so
verið nevndur landsstyrismadur í idnadarmålum,
tó at fiskiíðnaðurin er kanska størsti parturin.
Skuldi sami landsstýrismaður umsitið bæði
fiskiveiði og fiskiidnad, so skuldi hann verið
nevndur landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Tað verður hildið betur hóskandi at brúka hetta
heitið enn heitið landsstýrismaður í fiskimálum.
Øll tíðindafólk eiga at leggja sær í geyma ikki
at brúka orðið ráðharri um landsstýrismenn okk-
ara.
Sv. T.
Læknavaktir
Vágar: Tlf. 32413
Tórshavn: Annika Suðuroy (norð): Tlf.
Olsen, tlf. 17700, etat us Rr
leygardag og Kai uðuroy (suður): Tlf.
ygardag og J 73030
Kallsberg, tlf. 13150,
sunnudag.
Eysturoy: Magnus å
Stongum, tlf. 23006,
Tannlæknavakt
Tórshavn
leygardag og Pól Bráðfeingishjálp fæst
ses 47010, leygardag, sunnudag
a. ;
í 1 kl. 13.00
Norðuroyggjar: ryg ;
Karin Haar, tlf. 55279 HDI. AAA
Ódýrur bilur
Polda (Fiat 125) frå Polandi. Hevur bert
koyrt 23.000 km. Årg. 87, biliga til sølu.
Tlf. 10538
Við rattið
er tað tú
sum ræður
ferðini!
HÓVLIGA +