Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 — 29. januar 1991 Betri við múri upp um takið Tað má vera tryggari, enn múrur bara upp til takið, heldur Erland Joensen, brandmeistari í Havn Framtil seinasta summar, vóru tað bara Havnar kommuna og Klaksvíkar kommuna, sum høvdu regl- ur fyri húsabygging við- víkjandi brunatrygd. Í juni mánaði 1990 sendi Brundaumsjón Landsins so øllum kommunum reglu- gerð um brunaverju og brunatrygd. Hesar reglur skulu fylgljast, men tað eru ikki allar kommunur, sum hava líka gott eftirlit, sigur Petur Lava Olsen, leiðari á Brunaumsjón Landsins. Erland Joensen sigur, at eftirlitið í Havn skuldi verið í lagi. Eingin fær byggivátt- an uttan so, at alt er í lagi. Býráðið og sløkkilidsstødin hava eftirlitið. Tað er ikki altíð, at viðurskiftini eru í lagi, tá eftirlitið fer at sýna. Til dømis hevur brandmeist- z arin fleiri ferdir sæd, at hol hava verið í múrinum. Tað má stoypast aftur í hesi holini, tí kemur eldur í í ødrum húsinum, kann eldur fara igjøgnum múrin, og tað virkar eins og blásilampa. Reglugerðin sigur m.a., at antin skal brandmúrurin ganga 30 cm upp um takið, ella skal hann ganga upp úl takið, og eitt lað av brand- verju úr steinull leggjast út Síða 3 Sambygdu randar- húsini Millum Gilja - haðan myndin er - hava brandmúr bara upp til takið. Tað sama er á Berjabrekku, men randarhúsini, ið nú verða bygd Inni á Gøtu, hava brandmúr 30 cm upp um takið frá vegginum undir takinum á báðum húsum. Reglu- gerðin sigur eisini, at tá hús verða sambygd, og eitt hús- ið er hægri enn hitt ella hini, verða serlig krøøv sett til tað lægra takið. Krgv verða eisini sett til at seta vind- eygu í sambygd hús. Verða reglumar um brunaverju og brunatrygd ikki fylgdasr beinanvegin, tá farið verður at byggja hús, kann tað hava nógv stríð og eyka arbeiði við sær. Taðert.d. ikki altíð líka lætt at koma afturum aftur og leggja brunaverjuna upp Talið av útlendingum, sum søkja um uppi- halds- og arbeiðsloyvi í Føroyum er ikki so stórt longur, sum tað var í teimum árunum, tá ov mikið av arbeiði var at koma eftir í Føroyum. I fjør søktu 248 útlendingar um a koma til Føroya. I 1988 var taíð 401. Umsóknirnar um uppihalds- og arbeiðsloyvi vóru tó væl fleiri, í fjør 492, ti fleiri av teimum, sum vóru í Føroyum og høvdu fingid loyvi at vera her i styttri tidarskeid, søktu um at fåa loyvid longt. Hetta hevur eisini sam- band við, at seinastu tvey árini hava útlend- ingar fingið uppihalds- Færri sektu til Føroya og arbeidsloyvi i styttri tíðarskeið i senn enn fyrr. Fyrst seks månadir og sidan triggjar mån- adir. I fjør vóru tað annars fleiri mál, har útlend- ingar komu inn í landið uttan at havaloyvi. 25 tilik mál vóru í fjør, í 1989 13 og í 1988 12, siga hagtølini hjá løg- regluni. Við útlendingar er í hesum sambandinum at skilja fólk, sum hava bústað í londum uttan- fyri norðurlond. Norð- urlendingum nýtist hvørki uppihalds- ella arbeiðsloyvi fyri at bú seta seg í ødrum norð- urlandi. randi Ódýrur bilur Polda (Fiat 125) frá Polandi. koyrt 23.000 km. Árg. 87, bíliga til sølu. TIf. 105 38 undir takið, tá húsini eru innrættað. Erland Joensen heldur sjálvur, at brandmúrur upp um takið átti at verið krav, tí tað má vera tryggari. Hin mátan, bara at byggja múr upp undir takið, velja summi, tí tey halda tað gera húsið ljótt, at múrurin stingur so høgt upp. Hann ivast í, at tað er bíligari at hava lægri múr. Grannahúsini ikki í vanda Tvíhús í Havn, sum brunnu leygarkvøldid, vóru bygd eftir forskriftunum Eini tvíhús í Hvannasunds- gøtu í Havn fóru rættiliga illa leygarkvgldið av eldi og royki. Boðað varð frá eldinum, táklokkan var farin av hálv- gum tíggju um kveldið. Fyrsti sløkkilidsbilurin var á staðnum níggju minultir seinni, og tað tók teimum eitt korter at sløkkja eldin. Sløkkilidsmenninir brúktu nakað av orku sínu til at fara inn at Jetta í hvort rúm, tí ivasamt var, um fleiri fólk vóru inni. Men har vóru ikki fleiri enn tey tvey, sum búðu í húsunum, og tey vóru komin útum í gllum góðum. „ Húsinieruillafarin innan. Í stovuhæddini er mestsum alt brunnið, sviðið ella farið av royki. Sambært sløkkiliånum var ikki betongdekk millum hæddirnar, men hildið verð- ur ikki, at kjallarin hevur fingið stórvegis skaða, út- yvir at nakað av vatni lak niður, og roykur var eisini í kjallaranum. Í kjallaranum hevði heilsøla annars sína goymslu við góðgæti, men ikki er greitt, um gótgætið er skatt. FESTI Í HINUMEGIN Eldurin festi eisini í hina helvtina av sambygdu hús- unum, men tað var so mikið lítið, at vandi ongantíð var á ferð. Roykur var tó í teimum húsunum, sum hava fingið smávegis skaða av eldinum, iðkom út gjøgnum eitt vind- eyga og fór eftir takskegg- inum til hini húsini. Tað sæst ikki á sambygdu húsunum í Hvannasunds- gøtu, hvussu brunatrygdin er milum húsini bæði. Brandmúrurin stingur ikki upp um takið. Men tað er ikki krav. Reglurnar siga, at antin skal brandmúrurin vera 30 cm hægri enn takið, ella skal múrin ganga heilt upp til takið, og eitt lað av steinull leggjastein metur út frá múrinum undir takinum báðu megin við, so eldur ikki sleppur úr einum húsi í annað. Soleiðis eru hesi húsini bygd, og Erland Joensen, brandmeistari í Havn, sigur, at húsini annars fylgdu forskriftunum við- víkjandi brunatrygd. Løgreglan veit ikki, hvør orsøkin var til eldin leygar- kvgldið. Fyri at koma ti spurninginum nærri, hava fólkini í húsunum greitt løgregluni frá kvøldinum, og tað verður kannað, um nakað kann hava verið galið við tí tekniska. Tað kann ganga upp til ein mánað at fáa svarað tí spurninginum. randi Hevur bert Herverk | á bilar Fríggjakvgldið varð herverk framt móti tveimum bilum í Klaksvík. Í ødrum førinum vard ein madur koyrd- ur heim i bili, og hann takkadi fyri flutningini vid at hegla hurdina å bilinum inn. I hinum førinum var bakrúturin á einum bili brotin, men einki tikið úr bilinum. Leygarkvøldid varð rúturin í hurðini í handlinum Rumbli brotin inn, men eingin hevur verið inni. Sunnunáttina = tók løgreglan í Klaksvík ein bilførara fyri at koyra við kenning. Løgreglan í Eystur- oynni tók sunnukvøld- ið somuleiðis ein, sum koyrdi við kenning. Har varð eisini ein tik- in, sum koyrdi ov skjótt á bygdum øki. Fm mee [JO | |— …—|>| der mener. 1 0 VSO DE AU SO — ——%$——…n