Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 FÍGGJARLÓGIN Hvat er tað og hvussu verður hon ti? Landsstyrid og stovnar tess hava ikki heimild til at krevja inn skatt, toll og avgjøld uttan at tey hava fingið heimild til tess frå løgtinginum; heldur ikki er teimum loyvt at gjalda pengar úr landskassanum uttan løgtingsheimild. Figgjarløgtingslågin er sostatt ein lóg, sum gevur landsstýrinum og stovnum tess loyvi til at krevja inn og gjalda út pening. Gjaldstovan umsitur alla inn- og útgjalding fyri lands- kassan, tó er innkrevjing av tolli undantikin; hana hevur Tollstovan um hendi. Login skal tilskila, hvussu nógv skal krevjast inn og hvussu nógv skal gjaldast út á hvørjum øki sær (fyrisiting, almannamál o.s.fr.). Í summum førum eru løgting og landsstýrið bundið av lógum, ið galda frammanundan, t.d. upphæddirnar til pensiónir; hetta eru sokallaðar "lógarbundnar útreiðslur". í slíkum førum må metast um, hvussu nógvir pensións-móttakarar eru, og so má samlaða upphæddin á fíggjarlógini setast eftir hesum; heldur løgtingid, at samlaða upphæddin verður ov stór, so má tað fyrst broyta pensiónsupphæddinar við lóg, áðrenn tað kann lækka samlaðu upphæddina á fíggjarlóg- ini). I ødrum førum er tað ein politiskur spurn- ingur, hvussu nógv skal setast á (hvussu nógv til vegir og berghol, hvussu nógv til samferðslu 0.s.fr.). Fyrst i juni månada skulu teir einstøku lands- stovnarnir hava gjørt sær metingar um, hvat teir rokna við at skula brúka til rakstur í komandi árinum og hvussu nógv teir vænta at skula brúka til iløgur; stovnsleiðararnir skulu geva sínar grundir fyri, hví teir hava brúk fyri tí peningi, teir seta á. Tilfarið frá øllum stovnunum er savnað í eitt hefti: »Fylgiskjøl tl fíggjar- løgtingslågina«. Sidani fer landsstyrid (figgjadeildin/lands- styrismadurin i figgjarmålum) í holt við at gera uppskot til fíggjarløgtingslóg. Hon skal leggjast fyri løgtingið í seinasta lagi 1. sept- embur, og hon skal vera samtykt í seinasta lagi 31. desembur. Eydnast tað ikki, so hevur landskassin ikki loyvi til at gjalda út (lønir til fólk á almennum stovnum, rokningar hjá almennum stovnum o. s.fr.) ella at kreyja pengar inn (skatt, toll og avgjøld); so hevði alt steðgað upp, og ti hevur løgtingid heimild til at samtykkja eina fyri- bilslóg, ið gevur landsstýrinum ta neyðugu heimildina. Hetta var tað, sum hendi í fjør, og tí er fíggjarlógaruppskotið lagt so seint fram hesa ferð. Eins og allar aðrar lógir skal uppskotið til fíggjarløgtingslóg hava triggjar viðgerðir. Í- millum viðgerðirnar verður uppskotið vidgjørt í nevndum, mest í figgjarnevndini. Har verða so tær åvisingar, atfinningar o.s.fr., sum eru komnar fram í tingsalinum, tiknar við i meungarnar. Tá málið kemur aftur úr nevndini, kann uppskotið verða broytt í mun til tað upprunaliga. Sroytingaruppskotini kunnu vera fleiri, oftast frá einum meiriluta (sam- gonguumboðunum) og frá einum ella fleiri minnilutum (andstødutingmonnum). Tá lógin er samtykt, er avgjørt, hvgrjar út- reiðslur, landskassin fer at hava í komandi ár- inum; t.d. hava allir almennir stovnsleidarar fingið at vita, hvønn fíggjarkarm, teir skulu halda seg innanfyri. Løgtingid velur sínar egnu grannskoðarar. Hvat nú, um so er, at inntøkurnar verða minni enn mett? So má landsstýrið biða um heimild til at fara út at læna ella má tingið samtykkja nýggjar inntøkulégir. Hvat nú, um útreiðslur- nar verða stórri enn játtað? Sjáldan annað enn, at løgtingid gevur eina eykajáttan. Í einstøkum fórum hevur rok staðist av í tingsalinum, tí landsstýrismenn hava brúkt pengar uttan heim- ild. í ówh Nr. 19 — 29. januar 1991 Fíggjarlógin: 15 % av tervinum mugu figgjast við láni Undirskotið á fíggjarlógini verður góðar 344 miljónir. Við eini gjaldførisfrågongd uppá 41 miljónir krónur verður samtaldi gjaldføristørvurin útvið 400 miljónir krón- ur Fíggjarløgtingslógin, sum nú er í uppskoti, er uppá umleið hálvatriðu miljard. 1. Inntøkur rrieressse eee an nn essere 2551,755 mió. kr. 2. Utreidslur… mm 2599437 mió. kr. Rakstrarurslit… - 47,682 mió. kr. Inntøkurnar. Meginparturin (40 %) av inntøkunum stavar frå inntøkuskatti; hinir báðir stóru inntøkupostarnir eru tollur, nýtslu- og framleidslugjøld (30 %) og gjøld frá danska ríkiskassanum (30 %); rentuútreiðslurnar verða nógv stórri enn -inntøkurnar, so rentuposturin vísir eitt nettoúrslit uppá minus 107 mió. krónur. Utreiðslurnar. Utreidslurnar fara til at gjalda alt tað virksemið, tað almenna hevur. Almannamál fara við 30 % av útreiðslunum (773 mió. krónur), fiskivinnan við 20 %, skúlaverkið og heilsuverkið við ávikavist 13.7 og 12,7 %, samferðslugkið við 5,7 %, landsfyrisitingin og løgtingid vid 6 %. Effektivar vedhøld (170 mió. kr.) fara við 6,5 %. Restin eru upphæddir niðan fyri 100 mió. kr., - tær størstu til mentan, vinnuliv og arbeiðsmarknað annars og landbúnað. Tær 47 miljónirnar, sum resta í, mugu í bræði fáast aðrastaðni frá enn frá skattgjaldarum, vøruinnflyt- arum o.g. Landsstýrið má út at læna. Men låni- lørvurin er meira enn tær 47 miljónirnar, tí umframt útreiðslurnar til raksturin ætlar landsstýrið (og teir einstøku stovnarnir) at gera fløgur fyri 296,555 mið. krónur. I. Inntøkur… …. 2551,755 mió. kr. AE 2599,437 mió. kr. RAKStrarúrslit............... - 47,682 mió. kr. ER296,555 mió. kr. Urslit fløgur íroknaðar.........- 344,237 mió. kr. Íløgurnar. 90 mió. kr. fara til havnir, 38 mió. kr. til vegir, 30 mió. kr. í berghol, 21 mió. til útvarpsstgð, 25 mió. kr. í lendingar, 12,45 mió. kr. til ellis- og rgktarheim á Sandi, 9,5 kr. mió. til fólkaskúlan, 9 mió. kr. til Suðuroyar Sjúkrahús umframt reiðiliga 60 aðrar miljónir krónur til smærri iløgur. Gjaldførid. Men 344 miljónir eru heldur ikki nóg mikið, tí kapitalpostarnir vísa eisini eitt minus. Landsstýrið hevur fingið avdráttir frá skuldarum, ið skylda lands- kassanum pengar; men landskassin hevur sjálvur goldið av uppá síni lán og eisini lænt pening út. Á hesum roknskapi eru 41,485 miljónir farnar meira út enn inn (gjaldførisfrågongd), og tað má rættast upp aftur, so landskassin kann hava pening tøkan. 1, NK ere 2551,755 mió. kr. 1 437 mi6. kr rrernesteeseerere - 47,682 mió. kr. ERE LN 296,555 mió. kr. Úrslit fløgur froknadar…... 344,237 mió. kr. 4. Gjaldfórisfrágongd............ 41,285 mió. kr. Gjaldforistórvur................... 385,522 mió. kr. 85 % um skatt og toll; restin lán. Samanumtikið: landskassin skal brúka samanlagt 2984,959 mió. kr. (rakstrarútreiðslur: 2599,437 mió. kr. + rakstrarundirskot: 47,682 mió. kr. + iløgur: 296,555 mió. kr. + gjaldførisfrågongd: 41,285 mió. kr.). Av hesum fær hann 2551,755 mió. kr. (85 %) inn um skatt, toll og avgjøld. Restina - 385,522 mió. kr. - noyðist hann út at læna. Tá fíggjarlógin varð løgd fram í løgting- inum, mátti landsstýrið tiskil eisini biða lýgtingið um heimild til at taka upp neyðug lán; landsstýrið bad um loyvi til at taka 600 mið. kr. í lán. Sambært stýrisskipanarlógini, so kann landsstýrið ikki skuld- binda landskassan uttan at tað hevur fingið heimild frá løgtinginum til tess. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið sigur landsstýrið, at tað hevur góðar vónir um, at fíggjarlógin fyri 1992 fer at javnviga. Landsstýrið grundar hetta á, at útreiðslurnar til effektivar veð- haldsbindingar fer at minka burtur í lítið og einki (á verandi uppskoti fara 170 mió. kr. til hetta endamál), og at ætlanin er at minka upphøggingarstudulin mun- andi (á verandi uppskoti fara 90 mió. kr. til hetta endamál). ówh