Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tiðindablaðið Uppskotið grundað á grovan mannamun - Bústaður er mannarættur, men nú verður møguleikin fyri at brúka hendan rætt treytaður av, um ein er makaður ella stakur, er niðurstóðan hjá einum stókum, vit hava tosað við í sambandi við uppskotið um rentufrádrátt av bústaðarútreiðslum Sambært eitt av skatta- uppskotunum hjá lands- styrinum, so hava støk loyvi at draga í mesta lagi 60.000 krónur frá, tá talan er um lán til eitt nú bústað. Hjún (sum búgva sam- an!) kunnu í mesta lagi draga 120.000 krónur frá. GÁLOYSNI? Tað eru minni enn so gll, ið eru so fegin um tann mun, sum her verður gjórdur á sambúgvandi og støkum. - Eg veit ikki, hvat teir hugsa fyri sær, sigur ein stakur, vit hava tosað við, men eg vóni, at orsøkin til hendan mannamun bara er, at teir ikki hava hugsað seg um, leggur hann aftrat. HITTAST! MEN SKILJAST? Hann vísir á, at fleiri óhepnar avleiðingar kunnu standast av, verður uppskotið samtykt. T.d. fer tað at vera rættiliga trupult - og í nógvum fórum ómgguligt - hjá einum pari, ið eigur hús í felag, at fara hvor til sítt. Fer annað út, so rýkur frádrátturin hjá tí, sum sítur eftir við húsunum, úr 120.000 krónur og niður í 60.000 krónur, og sama er hjá tí húsvilla partinum. EINSTØK OG TVEYSTØK Reglan fer eisini at tålma huginum hjå støk- um at seta seg í búgv. - Nógv verður gjørt burtur úr ungum rgskum sjómonnum, sum byggja sær hús, men við hesi regluni verður ikki eggj- að teimum til at byggja, fyrrenn teir hava makað seg og avgjørt at flyta saman við eini gentu, vísir hann á. Tað eru eisini tey, sum hava hug at keypa ella byggja sítt egna, uttan fyrst at hugsa um, hvert tey eru ella nakrantíð fara at verða makað. Tey eru í somu stødu sum ungi sjómaðurin. DUPULT SEKT - Hóast tey í minsta lagi skulu hava dur, køk, stovu, baðirúm, eitt kamar ella tvey, so eru tey grovliga diskrimin- erað í mun til tey, ið eiga hús í felag, sigur hann. Hann vísir á, at hesi fólkini verða fyrst tvingaði til at spara meira upp enn tey sam- búgvandi, áðrenn tey kunnu keypa ella byggja, og omaná hetta verða tey sektaði við einum lægri frádrátti. MOTIVINI KANSKA MORALSK - Men kanska eru motivini hjá lóggávu- valdinum moralsk og ikki búskaparlig, sigur hann. Meiningin er kanska at noyða fólk giftast og at verða sam- an, hóast samlívið er til ógagns fyri allar partar, hugleiðir hann spyrjandi. - Í hvussu er verða ikki aðrir útvegir gjørdir fyri stókum, t.d. bíligar og fyrimunarliga fíggjaðar eigaraíbúðir. — Sosialurin: - Í lógini stendur eisini, at tú kanst søkja um at fáa hægri frádrátt, sjálvt um tú ert einsamallur eigari. Er tað ikki nóg mikið til at taka burtur tann mun- in, sum er í høvudsregl- uni? EINSLIG VERÐA SEKTAÐ N.N.: - Treytin er, at Líkningarráðið skal vera sannført um, at umsøkj- arin skal vera einsamall- ur eigar og brúkari, vis- ir tann staki å og heldur, at hetta fer ikki at taka burtur mannamunin. - Tann staki, sum byggir i dag, er oftast noyddur at taka fólk inn til sín (leigarar) fyri at fáa endarnar at rgkka saman. Hetta bøtir lógin ikki um, - tvørturim6ti! Tekur tú leigarar inn, so ert tú straks avskorin frá at søkja um hægri frádrátt, sigur hann og vísir síðani á fyribrigdi, ið kunnu verða trupul ella émøgulig hjá Likn- ingarráðnum at umsita. MAMMA MÍN OG EG - Nær er man eigari, ikki einsamallur brúkari? Tá man hevur fólk sovandi hvørt vikuskifti ella annaðhvórt...? og taki eg so gomlu, pensioneraðu mammu mína inn at búgva, kann eg tá søkja um hækkaðan frádrátt, - tá eri eg ikki einsamallur brúkari, sigur tann døp- urhugaði. - Ella tað gvugta: Um eg nú flyti inn til gomlu mammu mína at búgva, missir hon so tann hægra frádráttin, sum hon ann- ars hevur havt í einkju- tíðini...? T.v.s., at hon (og tann, sum flytur inn) verða sektað fyri sjålvi at loyså ein sos- ialan trupulleika... HÚS FYRST, SÍÐANI MAKA Tann staki, vit hava tosað við heldur, at alt hetta má hugsast nógv betri igjøgnum, áðrenn Tann staki er nógv verri fyri, enn tey sambúgvandi, tá hann skal seta búgv. Og tey sam- búgvandi verða kanska noydd at verða verandi sam- an, hóast samlívið er so vánaligt, at tey vilja sleppa hver til sítt nakað verður samtykt. - Bústaður er manna- rættur, og tí má tað vera møguligt at fáa sær tak yvir høvdid, uttan fyrst at hugsa um 'sivilstødu”, er nidurstøda hansara. Hann heldur, at sjálv- andi skal lógin vera soleiðis, at ein og hver - makaður ella stakur - skal hava sama møgu- leika at fáa sær tak yvir høvdid. - Ut frå hesum grund- sjónarmiðið eigur so at verða forða fyri møgu- ligum misbrúki av frá- dråttarmøguleikanum… ówh