Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Um vikuskiftið varð skip- að fyri oldboys-kapping í hondbólti í ítróttarhgllini á Skála. Luttakandi liðini vóru IF, EB, NSÍ og Stjørnan. Liðini spældu, so øll høvdu ein dyst móti hvørj- um ødrum. Urslitid av hesum gjørðist, at Stjórnan og EB kláraðu seg frægast við tveimum vunnum og ein- um jøvnum dysti. NSÍ vann ein og tapti tveir, meðan IF tapti allar sínar tríggjar dystir. Úrslitini frá dystunum vóru hesi: ÍF-EB 4-10 NSI-IF 10-6 Stjórnan-EB 6-6 NSI-Stjórnan 7-11 EB-NSI 9-5 IF-Stjórnan 7-14 Endaliga stødan í kapp- ingini var sostatt, at Stjórnan og EB vórðu jøvn í stigum, men Stjørnan vann, tí liðið hevði betri målurtøku. hj. Endaliga stødan ioldboys- kappingini å Skåla Stjørnan 3 2 EB 3 2 NSI 3 1 IF 3 0 |) > SS > SNU Annaðhvort - ikki bædi 1] A á pE | (MT Ferðslutrygd Eitt ófort vikuskifti: Nr. 19 — 29. januar 1991 Fleiri met í FM í billar Eingin tekur Havnar Klubba — undur skal til, um Mimir 1 skal innheinta hann Havnar Klubbi stevnir nú beint móti feroyameist- araheitinum í billard. Hóast nekur umfer eru eftir at spæla, so er longu nú greitt, at oddaliðið hjá Havnar Klubba verður ikki tikið, uttan so at eitt undur hendir. Leygardagin niður- spældi Havnar Klubbi annað av 1. deildarliðun- um hjá Mimi við 14 stig- um móti 4. Eirikur Niel- sen var í stoytinum og spældi upp til sítt allar besta við uml. 29 eygum í meðal. Eisini Steingrím Samuelsen hevði ein góð- and ag við 22 eygum í meðal. Eirikur hevði tveir dystir omanfyri 500 og ein uppá 650. Hetta man vera eitt hitt frægasta úrslitið hjá Eiriki nakrantíð. Triði maðurin á klubbaliðnum, Eli Zachariassen, hevði 14,1 í meðal. Vert er eisini at nevna, at Havnar Klubbi við dystunum leygardagin setti met við sínum 3908 eygum ella einum meðal uppá 21,71 fyri allar níggju dystirnar. Hetta er so nógv tað besta úrslitið nakrantíð í eini billard- kapping. Vanliga liggja liðini niðanfyri 3000 eygu í eini kapping. Tað blivu ikki meira enn tey fýra stigini. Á liðnum hjá Mimir 2 var Anfinnur Hansen bestur við 13,6 í meðal. Við tí góða úrslitinum móti Mimi 2 hevur Havn- ar Klubbi lagt seg klárt á odda í kappingini við 68 stigum, heilum 18 stigum frammanfyri oddaliðið hjá Mimi, sum tó hevur spælt eitt umfar minni. Mimir. vann stórt á vágbingum Mimir 1 spældi eisini leyg- ardagin — móti tí veik- asta liðnum í 1. deild, Vágs Klubba. Ynskið um at vinna allar dystir fyri at kunna hamla upp við Havnar Klubba í síðsta enda gekk ikki heilt út. Mimir tapti tveir av teim- um níggju dystunum, úr- slitið varð 14-4 itl Mim. Hóast Eyðfinn Hansen tapti ein dyst, so hevði hann eitt sera gott meðal- tal uppá uml. 20 eygu. Steinbjørn í Dali vann allar sínar dystir og hevði 13,3 í meðal. Vágbingar eru nýggir í billardkapping, so tað er einki at siga til, at teir ikki stóðu seg so væl. Men kortini kann sigast, at teir eiga spælarar, sum hava tikið seg nógv fram í sein- astuni. Ein teirra, Birgir Jacobsen, spældi sína bestu kapping nakrantíð. Hann hevði ikki minni enn 16,5 eygu í meðal. René brillieraði Triði dysturin í 1. deild var millum Klaksvíkar Klubba og Marinusteðina. Her varð skrivað billard- sega, tí ongantíð hevur ein einstakur spælari spælt við einum meðal omanfyri 30. Við sínum 33,5 eygum í meðal megn- aði René Serensen á lið- num hjá Marinusteðini aftur at yvirraska lítla, men virkna feroyska bill- ardheimin. Hann hevði higartil besta úrslitið í eini billardkapping. Í tveimum av dystunum hevði hann omanfyri 700 eygu, sum er heilt óvan- ligt í billardspæli her heima. Við hesi ferðini er eingin ivi um, at hann er favorittur til staklinga- kappingina í mars mánað. Marinusteðin vann á Klaksvíkar Klubba við 13 stigum móti 5. Liðið hevði eitt framúr gott úrslit við sínum 3404 eygum ella 18,91 í meðal fyri umfarið. Oddaspælarin hjá klaks- víkingum læt seg tó ikki heilt taka á bóli. Sonhard Johannesen smæddist nevniliga ikki burtur vid sínum flotta úrsliti uppá 21 eygu í meðal. Eisini hann hevði ein rimmar- dyst — tilsamans 616 eygu, sum helst er met hjá einum norðingi. Vit síggja á úrslitunum, at ongantíð hava verið spældir so góðir dystir sum hetta vikuskiftið. Tríggir dystir omanfyri 500, tveir omanfyri 600 og tveir omanfyri 700. Steðan í 1. deild er nú tann, at Havnar Klubbi er nummar 1 og hevur 68 stig. Mimir Í er nummar 2 og hevur 50 stig, Tver- oyrar Klubbi er nummar 3 við 44 stigum, Marinu- steðin er nummar 4 við 33 stigum, Klaksvíkar Klubbi er nummar 5 við 27 stigum, Mimir 2 er nummar 6 við 20 stigum og aftast liggur Vágs Klubbi við 14 stigum. Mimir bert lítlan møguleika Mimir 1 Einans hevur Bjarni Thomsen og Tvøroyrar Klubbi vinna ikki FM aftur í ár, og bronsan er heldur ikki trygg. meguleika at taka Havnar Klubba aftur, men tann meguleikin er ógvuliga lít- il. Mimir hevur spælt eitt umfar minni enn Havnar Klubbi, men liggur 18 stig aftanfyri. Mimirsmenn mangla at spæla móti Marinusteðini og Havnar Klubba og við so sterkum mótsteðuliðum eftir skal eitt undur henda, um mimirsmenn skulu vinna foroyameistaraheitið. Tað er líti gott eftir av verandi feroyameistara- liðnum av Tveroyri. Liðið hevur verið fyri stórum ósigrum móti bæði Mimi og Havnar Klubba. Bæði Marinusteðin og Klaks- víkar Klubbi hava megu- leika at taka Tveroyri aft- harvið bronsuvinnar. ur og gerast Mimir framvegis á odda í 2. deild Fleiri dystir hava eisini verið í 2. deild. Oddaliðið í kappingini, Mimir, hevur nú lagt seg klárt á odda. Liðið vann leygardagin á Kagganum við 12 stigum Mynd: Jan Miller móti 6. Mikkjal Mikkelsen å Mimirsliånum var best- ur vid 11,4 eygum i medal. Ein dystur varð eisini spældur á Tveroyri. Tver- oyrar Klubbi 1 vann á Havnar Klubba 1 við 10 stigum móti 8. Stødan í 2. deild er henda: Nr. 1 er Mimir við 63 stigum, nr. 2 Havnar Klubbi 1 við 50 stigum, nr. 3 Tveroyrar Klubbi 1 við 46 stigum, nr. 4 Klaks- víkar Klubbi við 39 stig- um, nr. 5 Havnar Klubbi 2 við 38 stigum, nr. 6 Kagg- in við 30 stigum, nr. 7 Tveroyrar Klubbi 2 við 21 stigum og aftastur er Vágs Klubbi við ongum stigi. Til steðuna er tó at siga, at Mimir, sum ligg- ur á odda, hevur spælt fleiri dystir enn hini liðini. Vágingar hava flestar dystir eftir. Komandi vikuskiftið verður ein dystur í 1. deild millum Mimir 2 og Klaks- víkar Klubba. Í 2. deild spæla Klaksvíkar Klubbi og Mimir og Kaggin og Vágs Klubbi.