Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 — 29. januar 1991 Síða 9 Sumbingar vunnu VB Becker vann — ungi týskarin vann um viku- skiftið ta stóru kappingina Australian Open, og er nú heimsins fremsti tennisspælari VB-Sumba 2-3 (2-1) 1-0 Jóan Pauli Olsen 1-1 Jan Poulsen 2-1 Jóan Pauli Olsen 2-2 Hans Jåkup Thomsen 2-3 Marlon Kjærbo Sunnudagin fingu sudur- oyingar ein litlan for- smakk uppá komandi fót- bóltsári, tá VB og Sumba spældu ein vinardyst á Eiðinum í Vági. Talan gjørdist ongantíð um tann heilt stóra dystin, men tó vantaði undirhaldið ikki, tí fimm mál vórðu so skotin í dystinum. Ikki gekk tó so væl hjá Jóannes Jakobsen og hans- ara nýggja felag, VB. Vágbingar máttu aftaná teir 90 minuttimar síggja seg við undirlutan fyri sumbingum, ið vunnu dystin 3-2. Tó vóru vágbingar í dystinum á odda bæði 1-0 og 2-1. Eftir spæl í umleið hálv- an tíma legði Jóan Pauli Olsen VB á odda 1-0, men so javnaði Jan Poulsen út fyri nýggja 1, deildarliðið. Stutt fyri hálvleiki eydn- aðist aftur Jóan Paula at fáa mål, so stødan í hálv- leikinum var 2-1 til VB. Í seinna hálvleiki fekk VB einki mál aftrat, með- an tað harafturímóti eydn- aðist sumbingum at skjóta bóltin í netið tvær reisur. Fyrru ferð syrgdi Hans Jákup Thomsen fyri at fáa javna út, og løtu seinni av- gjørdi Marlon Kjærbo dystin ið einum frísparki, sum hann skjeyt beinleiðis í mál. Dysturin sunnudagin er fyrsti venjingardysturin uppundir fótbóltskapping- ina, sum FSF skipar fyri tvey tey næstu vikuskift- ini. Sumba er annars einasta 1. deildarfelagið, sum ikki verður við í kappingini, sum verður spæld av hin- um niggju feløgunum í 1. deild og landsliðnum. hj. VB-spælarar í trunka eftir at hava fingið mál. Hetta hendi tvær reisur í Vági, hóast VB mátti lúta fyri sumbingum, ið vunnu vinardystin 3-2. Men undirtøkan millum lið er stór Um vikuskiftið skipaði B36 fyri innandurakapping í itréttarhøllini á Hálsi. Fitt av liðum høvdu tekna seg, og kappingin byrjaði fríggjadagin, og endaði sunnudagin. Innandurakappingar eru ikki tað, sum tær hava verið fyrr; tað eru nógv færri áskoðarir nú. Fyrr itu liðini ordilig fót- bóltsngvn, men nú er tað bara tvætl. Vinnararnir í Nósa- kappingini vóru annars hesir: Smápiltar: Bassarnir Piltar: B36 Smádreingir: Desert Storm Dreingir: Vendetta Unglingar: Gin Gentur 10-12 ár: Tutti Frutti Smágentur: The Simp- sons Gentur: Zig Zag Eyðun Færri áskoðarar Vinnararnir í Nósa- kappingini hjá smá- piltum vóru „Bassar- nir”. teir eru frá vinstru: Atli, Rógvi, Paul, Jens Hendrik og Niels. Boris Becker vann um vikuskiftið ta fyrstu stóru tenniskappingina í år — Australian Open. Hann vann i finaluni á Ivan Lendl 1-6, 6-4, 6-4 og 6- 4. Seinastu tvey árini hevur Lendl annars vunnið hesa kapping. Við hesum sigri er Becker nú fremstur á al- tjóða styrkislistanum yvir tennisspælarar. Framman- undan var 25 ára gamli sviin og Wimbledon-vinn- arin Stefan Edberg fremstur. Slapp sær burtur Eftir dystin slapp tann 23 ára gamli týskarin sær inn á ein vøll við síðuna av, har hann rann runt í eina góða løtu. So fegin var hann um sigurin á Lendl og at vera vorðin heimsins besti tennisspælari, at hann mátti fáa frið eina løtu fyri at fata tað til fulnar. Boris Becker verður annars spáddur at hava eina stóra framtíð sum ein av heimsins bestu tennis- spælarum, men må kortini framyvir rokna vid hardari måtstødu frå ødrum yngri spælarum, sum Edberg, Pete Sampras, Jonas Svensson, André Agassi, Goran Ivanesevic, Michael Chang — og hvi ikki eisini Patrick McEnroe. Seles einaferð enn Hjá kvinnunum gjørdist tað ikki óvæntað tann 17 ára gamla Monica Seles, sum vann. Í finaluni vann hon á Janu Novotna, sum fann rás framat finaluni við millum annað at vinna á Arantxa Sanches og Steffi Graf. Í semifinaluni vann Monica Seles, ið av mongum verður mett sum tann besti tennisspælarin hjá kvinnunum í dag, á Mary Jo Fernandez. Eyðun Hóast Jana No- votna kundi fegnast um millum annað at hava útspælt Steffi Graf í kvartfinaluni i Australian Open, mátti hon lúta fyri 17 ára gomlu Monicu Seles í finaluni.