Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 5 Nógvir fyrimunir vid elkadalsambandi tvørtur um Nord-. uratlantshavið — tekniskt eingin trupulleiki — búskapar- . 5 NESIAVELLP …… Á zu r = IV dt 0 | saranune: 19 Åre RI Sd? gu ARGEENT liga og umhvørvisliga ein stórur bati. Alternativa orku- Nógvir fyrimunir nevndin i bretska undirhúsinum skal nú viðgera eina el- kaðal-ætlan. Sosialurin hevur tosað við stigtakaran Nú krevini til eitt reint umhvervi gerast alsamt strangari, eru bretar av álvara farnir at vísa al- ternativum orkukeldum ans. Ein teirra er ein rætti- liga kollveltandi ætlan, sum leingi bert hevur ver- ið mett sum fantasipro- jekt: at flyta streym gjøg- num heimsins longsta sjó- kadal å havbotinum mill- um Island og Skotland. Tað hevur verið tosad og skrivað um ein tílíkan elkaðal í meira enn 10 ár, men ikki fyrr enn nú eru bretar av álvara farnir at vísa ætlanini ans. Tidindabladid Sosialur- in hevur tosað við ein av hevuðsmonnunum aftan- fyri el-kaðalætlanina, Dr. Tom Hammons, sum er ravmagnsverkfreðingur við lærda háskúlan í Glas- gow. Hann hevur nú í nógv ár arbeitt við mál- inum og heldur tað vera so mikið sannferandi, at hann er farin at greiða al- menninginum í Skotlandi og Bretlandi frá innihald- inum í tí. Tom Hammons ivast onga letu í, at ein elkaðal millum Island og Skot- land fer at gerast veruleiki um ikki so mong år. Fyri- munirnir eru so nógvir, at her er als einki at ivast í. Hann heldur eisini, at før- oyingar kunnu fáa stóra nyttu av einum tílíkum el- kaðali. Men hvar liggur málið í letuni, spurdu vit Tom Hammons, sum nú í nekur ár hevur arbeitt saman við íslendskum verkfreðingum við hesum stóra spurningi. 25 mia. kr. Talan er um eina samlaða verkætlan uppá 25 milli- ardir krónur. Stór tel, men småting sammett við, hvat ein fær burtur úr. Tom Hammons sigur, at fyri Bretland er ein tílíkur elkaðal tað einasta rætta, serliga nú tosað verður so nógv um at minka um brúkið av teim- um fossilu orkukeldunum so sum olju, kol o.ø. Hetta eru tær orkukeldurnar, sum dálka okkara um- hvervi mest og sum fáa álvarsamar fylgjur fyri alt okkara framtíðar um- hvervi, gera vit einki nú fyri at troyta aðrar orku- keldur. Bretland hevur enn gjert lítið fyri at troyta aðrar orkukeldur, sum dálka minni enn tær ver- andi. Men Bretland hevur saman við mongum eðr- um londum givið lyfti um at minka um dálkingina frá eitt nú orkufram- leiðslu. Hetta er so ein upplagdur meguleiki, sig- ur Tom Hammons, sum eisini vísir á aðrar fyri- munir, eitt nú tann ikki so lítið týandi, at streymurin tá eisini verður nógv bílig- ari. Tom Hammons sigur víðari, at tað fer at verða bíligari at fáa streym gjøgnum ein kaðal úr Ís- landi enn at framleiða el- orku frá bæði kjarnorku- og kolorkuverkum. Eisini verður iløgan í ein elkadal kappingarfør vid aðrar orkuframleidslur so sum gassturbinur. island rikt uppå orku — Hvi skulu vit framleida dyra orku, sum eisini dålk- ar okkara umhvørvi, tå vit hava aðrar meguleikar, sum bæði eru bíligari og als ikki dálka, spyr Tom Hammons og vísir til teir sera stóru og ótroyttu orkumeguleikarnar í Ís- landi frá eitt nú vatnmegi og jarðarhita. fløgurnar í eina slíka verkætlan eru heldur ikki dýrari enn so, at tær kunnu niðurskrivast eftir einans 25 árum. Eftir hetta er orkan ókeypis. Ísland hevur megu- leikar at framleiða 3.400 MW frá vatnorkuverkum og 2.300 MW frá geoterm- iskum verkum, verða hes- ar orkukeldur troyttar. Ís- land, sum hevur 250.000 íbúgvar, ger í dag bert brúk av 8% av hesi ork- uni, sigur Hammons við Sosialin. Verður verkætlanin til nakað, so skulu byggjast nekur orkuverk í Íslandi, og fýra 500 MW 1000 kilo- metrar langir kaðalar skulu leggjast á havbotn- in úr Íslandi til Skotlands. Mótteka skal gerast í Skotlandi og linjur setast upp haðani til Onglands. Langtíðarætlan Mett verður at fyrsti kaðalin til 500 MW kann verða klárur at taka í nýtslu um 7 ella 10 ár, kaðalarnir til hini 1500 MW kunnu vera klárir innan ár 2010. So her er ikki júst talan um eina í- løgu fyri dagin i dag ella í morgin, men hon fer so kortini at vera sera hent. tá vit fara inn í næstu eld. Uppá fyrispurning um tað er meguligt at leggja so langar kaðalar á hav- botnin, sigur Tom Hamm- ons, at hetta er einki nýtt. Slíkir kaðalar eru longu veruleiki aðrastaðni í verðini. Ein er millum Frakland og Bretland, og ein er millum Sveríki og Finland. Verður ein el- kaðal millum Ísland og Skotland veruleiki, verður hann tann longsti í heim- inum av sínum slag. Teir fýra kaðalarnir verða 15 cm tjúkkir og verða lagdir á havbotnin í longdum uppá 100 kilo- metrar hver. Hetta er lætt arbeiði og verða teir settir saman á havbotninum, sigur Tom Hammons, sum sjálvur trýr uppá hesa verkætlanina. Teknologisku framstig- ini innan kaðalar av hes- um slag eru so stór, at tað í dag er als einki til hind- urs fyri at fáa eina slíka trygga orkuveiting eftir havbotninum millum Ís- land og Skotland. T.v.s. at ein kaðal hevur allar fyri- munir bæði teknologiskt, búskaparliga og um- hvervisliga. Tom Hamm- ons vísir tó á, at tað helst verður torfert at fíggja eina so stóra verkætlan bara við privatum midl- um. Tað almenna má vera við. Eisini íslendingar vóna, at elkaðalin gerst veru- leiki. Agnar Olsen, stjóri í íslendska orkufelagnum, sigur í einum tíðinda- skrivi frá universitetinum í Glasgow, at hann inni- liga vónar, at verkætlanin fer í gongd. Ein tílíkur el- kaðal kann fáa stóran týdning fyri íslendska bú- skapin eins og fyri megu- leikarnar at fáa bíliga orku. Ætlanin er eisini, at streymurin skal kunna fara báðar vegir, alt eftir tervi. Seinni verður so hugsað um at útbyggja eina slíka kaðalskipan til onnur lond eisini, soleiðsi at bíligari og reinari orka verður tek. Tom Hammons heldur sjálvur, at fyrimunirnir við einum elkaðali år Ís- landi fyri Bretland eru so nógvir, at verkætlanin eigur at verða sett í gongd. Við slíkari reinari orku minka vit um sýru- regnið, sum í dag kemur frá olju- og kolriknum oljuverkum, vit minka um radioaktivu dálkingina frá kjarnorkuverkum, og vit sleppa undan at brúka av annars virðismiklum orkukeldum. Tom Hammons hevur arbeitt við elkaðalætlanini í fleiri ár, men tað er ser- liga hesi bæði seinastu ár- ini, at henda ætlan hevur vakt ans. Ikki minst tá álagt verður heimsins londum at minka um dálk- Vatnorkuverkini kunnu eisini sleppa av við streym til Bretlands gjøgnum elkaðal, tá goymslurnar eru fullar Nr. 19 — 29. januar 1991 Ísland eigur stórar møguleikar at troyta bædi vatnorku og orku frå jardarhitanum orð: Jan Miller ingina frá orkufram- leiðslu. Elkaðal-ætlanin var fyri fyrstu ferð víst fram fyri almenninginum á eini stórari orkuráðstevnu í Boston í desember mánað í fjør, har Tom Hammons greiddi frå verkætlanini. At elkaðal-verkætlanin verður tikin í størsta ålv- ara vísa boðini, sum Tom Hammons fyri stuttum fekk úr London. Hann skal nevniliga meta í Undirhúsinum seinni í ár fyri at greiða Nevndini fyri alternativar orku frá projektinum. — Tá tú fær slík boð, so er tað tí, at menn síggja tað skilagóða og neyðuga í eini slíkari ætlan, sigur Tom Hammons við Sosial- in.