Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 — 29. januar 1991 Síða 11 Føroyingar stóra ICELAND Møguleiki er at selja yvirskotsstreym frá vindmyllum til Bretlands gjøgnum elkaðalin — Eg ivist onga letu í, at tit føroyingar kunnu fáa stóra nyttu av einum el- kaðalsambandi millum Ís- ladn og Skotland. Hetta sigur ein av vísindamonn- unum, sum arbeiðir við verkætlanini, Tom Hammons, við Sosialin. Hann vísir á, at verður elkaðalin veruleiki, so fer hann at liggja á føroysk- um havbotni eisini. Spurn- ingurin er tá, um feroy- ingar kundu hugsað sær at fingið hann í land í Fer- oyum eisini til tess at fáa od biliga orku. — Tit fáa eina nógv tryggari og bíligari orku- veiting enn í dag, sigur Tom Hammons, sum eis- iin vísir til, at feroyingar kunnu selja bæði vatn- og vindorku, tá yvirskot er. T.v.s. at vit umframt at kunna selja streym úr Ís- landi ella fyri tað úr Skot- landi, eisini kunnu selja streym frá okkara egnu orkuverkum, tá yvirskot er. Her kemur ikki minst vindorkan inn í myndina. — Eru feroyingar sinn- aðir at tosa við meg um hesar spurningar, eru teir vælkomnir at ringja til mín — og er ynski um, at eg skal koma til Feroya at greiða frá hesum málinu, so eri eg eisini tilreiðar, sigur ein sera fryntligur Tom Hammons við Sosial- in. . S0RKNEY Soleidis hava bretar og íslendingar hugsað sær kaðalsambandið. Punkteraðu linjurnar eru alternativir kaðalar Tom Hammons starvast við lærda háskúlan í Glasgow NORWAY i El-kaðal úr Íslandi: Nógv frammi i Føroyum fyri 10 árum síðani Spurningurin um at fáa streym gjøgnum ein Sjó- kaðal úr Íslandi hevur ikki verið frammi í Feroyum hesi seinastu 10 árini. Okkara orkumyndugleik- ar og orkufeløg hava ikki hildið henda meguleikan vera nakað at arbeiða víð- ari við og tí hvarv hann eisini eins skjótt og hann tók seg upp síðst í 70- unum. Tað var táverandi tingmaðurin og limur í Norðurlandaráðnum, Er- lendur Patursson, sáli, sum tók málið upp í Norð- urlandaráðnum. Ein av undangongumonnunum aftanfyri hesa verkætlan var táverandi ídnaðarráð- gevin, Tormóður Dahl. Í einum skrivi til teir ymsu partarnar í málin- um, skrivaði Tormóður Dahl í 1979 m.a. um ætl- anina, at hon fór at lena Tormóður Dahl er ein av teimum, sum hevur verið heitur talsmaður fyri einum elkaðali úr Íslandi til Foroya seg, tí elprísirnir tá fara at lækka munandi. „Skulu vit loysa orku- málið — og tað mugu vit — er tað í dag meira enn nakrantíð áður neyðugt við nýtonkjan. Rett upp- fatan av veruleikanum í hesum áhaldandi orku- krepputíðum er at fremja kaðalsambandið við Ís- land skjótast gjerligt<, sigur táverandi ídnaðar- ráðgevin um elkaðalsam- band millum Ísland og Feryoar — og um hvorjar aðrar meguleikar eitt líkt projekt hevur, sigur hann: „Her má eisini havast í huga, at líkt er til, at sum tíðin líður, verður óivað eisini kaðalsamband knýtt millum Ísland og Skotland — via Feroyar og Hetland — og millum Hetland og Noreg. So- statt fara vit í framtíðini at hava meguleikar at tryggja elorkuveitingina bæði norðan-, sunnan- og eystanífrá, skrivaði Tor- móður Dahl í brævi til landsstýri, SEV, floksfor- menninar á tingi og til lim- irnar í Norðurlandaráð- num fyri 11 árum síðani. Nú bendir so okkurt á, at talan hevur ikki bara verið um fantasiprojekt, sum onkur kallaði tað tá, men um eina heilt natúr- liga orkuútbygging. Var tíðin ikki búgvin tá, so er hon tað nú, skulu vit ganga eftir tí stóra ar- beiði, sum bæði skotar og íslendingar hava lagt í eina felags verkætlan, sum nú skal viðgerast í orkunevndini í bretska undirhúsinum.