týsdagur 29. januar 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
11. Kunning frá EF-arbeiðsbólkinum:
Nr. 19 — 29. januar 1991
Europeiska gjaldoyrasamgongan
Endamálið við
einari gjald-
oyrasamgongu
Tad er longu greitt, at tå
innari marknaðurin í EF
er vorðin ein veruleiki, vil
næsta stig náttúrliga vera
at fáa í lag eina peninga-
liga samgongu við sama
gjaldoyra. Miðað vil við
hesum vera ímóti, at tað
skal gerast enn lættari at
handla innan felagsmark-
naðin, tí vandi fyri gjald-
oyramissi og kostnaðurin
av veksling við hesum
fella burtur. Samstundis
verður eisini roknað við,
at felags europeiskur tjóð-
banki kann styðja trygg-
ari príslag í Europa.
Fyri einstaka lima-
landið fer ein slík skipan
kortini at bera við sær, at
tað missir eitt amboð í bú-
skaparpolitikkinum,
nevniliga peninga- og
gjaldoyrapolitiska amboð-
ið. Hetta amboð hava vit
ongantíð havt í Feroyum,
men sum tað skilst av tí,
ið verður umrett niðan-
fyri, so vænta menn í EF,
at ætlaða gjaldoyrasam-
gongan fer at bera við sær
so stóra búskaparliga
menning, at hesir fyri-
munir viga upp vansan,
og rættiliga tað.
Sama gjaldoyra
Fleiri av limalondunum í
EF hava í nógv ár sam-
skipað sínámillum gjald-
virðið á sínum gjaldoyr-
um. Hetta er ein orsekin
til, at gjaldoyrakursirnir
hava verið rættiliga stød-
ugir í áttatiárunum. Í
1990 eru Stóra Bretland
og Noreg farin upp í hetta
samstarv.
Ætlanin hjá EF er at
gera hetta samstarv enn
dyggari. Fyrr ella seinni
fara limalondini at geva
frá sær rættin at broyta
virðið á sínum gjaldoyra
mótvegis eðrum, og tá ið
hetta hendir, er eitt gjald-
oyra, ið er felags fyri øll
limalond, ein veruleiki.
Slíkt gjaldoyra finst longu
sum er, tó mest á pappir-
inum at rokna við, kallað
ECU (European Currency
Unit). Virðið á ECU-inum
var 31. desember 1990 út-
"oknað til 7,915 danskar
krónur. Tað, ið fer at
enda, er, at ECU-urin
verður = eitt beinleiðis
rjaldoyra, ið ein EF-tjóð-
anki letur gera.
EF-tjóðbankin
SF-tjédbankin verður
»ankin, ið fer at standa
yri nýggja europeiska
rjaldoyranum — ECU-in-
im —, ið kemur í staðin
fyri tey gjaldoyru, sum
tjóðbankarnir í einsteku
londunum lata gera, t.d.
donsku krónuna, ið Dan-
marks Nationalbank letur
gera. Harumframt verður
tað EF-tjóðbankin, ið fer
at taka sær av europeiska
gjaldoyrapolitikkinum
mótvegis londum uttan
fyri EF, serliga Japan og
USA.
Helst verður leiðslan av
EF-tjóðbankanum skipað
við einum limi úr hverjum
limalandi. Danmarks
Nationalbank verður ikki
niðurlagdur, men ávirkan
hansara verður lítil og
eingin, uttan at virka sum
skrivstova hjá danska
liminum í EF-tjóðbank-
anum. Leiðslan í EF-tjóð-
bankanum fer helst at
vera vald fyri fleiri ár í
senn, og hon fer at vera
óheft av stjórnunum í ein-
støku londunum, av EF-
ráðnum og EF-kommissi-
ónini.
Endamálið
Einstøku tjóðbankarnir
hava higartil havt og hava
enn einkarrætt at gera
gjaldoyra landsins og lata
tað út til nýtslu. Á henda
hátt fáa teir alstóra
ávirkan á rentu- og prís-
gongdina í landinum og á
tann prís, útlendingar
vilja gjalda fyri gjaldoyr-
að. Tess sterri negdir,
tjóðbankin letur út í sam-
felagið, tess meira er at
keypa fyri, men sam-
stundis hava prísirnir
lyndi at fara upp og somu-
leiðis rentan; og tess bí-
ligari verður gjaldoyrað
fyri útlendingar at fáa
sær.
Endamálið við EF-tjóð-
bankanum verður i
hvussu so er at tryggja
stødugar prísir. Spurn-
ingurin um bankin eisini
skal eggja til vøkstur i
buskapi og fult vinnu-
virksemi er frammi, men
eingin støda er tikin enn,
og heldur ikki hvussu
nógv bankin skal virka
fyri hesum.
Tá ið tað ræður um at
leggja peningapolitikkin
til rættis, hevur tað t.d. í
Vesturtýsklandi leingi
ligið fremst at tryggja
steðugar prísir.
Stórur búskaparligur
vekstur og arbeiði til allar
hendur ber vanliga við
sær vaksandi inflatión,
um peningamongdin er ov
ríkilig, ella um tað er ov
lætt at fáa fígging og lán.
Yvirhevur hevur verið
tikið til brádligan og harð-
ligan steðg fyri at basa
vaksandi inflatión. Tað er
tí nú vorðið alt meira
viðurkent, at steðugir
prísir stuðla ein javnan og
tryggan buskaparligan
vekstur sum frá líður.
Samvirkanin við
fíggjarpolitikkin
og struktur-
politikkin
Tá vit hugsa um búskap-
arligan politikk, hugsa vit
um peningapolitikk, fíggj-
arpolitikk og strukturpoli-
tikk. Hesir virka saman.
Politisku myndugleikar-
nir hava framvegis
åbyrgdina av figgjarpoli-
tikkinum og strukturpoli-
tikkinum. Semja er um, at
tjóðbankarnir eiga ikki at
fíggja undirskot á fíggjar-
lógunum, hverki við at
lata meiri pening út ella
við rentufríum lánum,
men at hesi undirskot
mugu fíggjast við låntøku
við vanligum treytum.
Peningapolitikkur
Danmarkar
Peningapolitikkurin hjá
Danmark í áttatiárunum
hevur hildið seg til somu
grundsjónarmið, sum fara
at liggja aftan fyri stovn-
anina av EF-tjóðbankan-
um. 1. oktober 1988 tók
Danmark burtur seinastu
eftirlitsfyriskipanirnar
um gjaldoyraflutning. Frá
hesum degi hevur loyvi
danska tjóðbankans so-
statt ikki verið neyðugt
fyri nakran kapitalflutn-
ing. Einasta undantak er,
at útlendingar ikki hava
loyvi at eiga donsk summ-
arhús.
Gjaldoyrasamgong-
an Danmarkar og
Føroya millum
Í ríkisfelagsskapinum eru
Feroyar í gjaldoyrasam-
gongu við Danmark. Tann
gongd, sum er umredd
frammanfyri, fær tí eisini
fulla virkan fyri Feroyar,
um broytingar ikki verða
gjørdar í gjaldoyrasam-
gonguni.
Feroyska rentuskatta-
skipanin higartil hevur
eggjað til at seta pening
inn í føroysku peninga-
stovnarnar, og tí hevur
gongdin í donsku og fer-
oysku rentuni ikki verið
so samantengd, sum hon
annars vildi verið við tí
frælsi, sum tað er at flyta
kapital millum bæði lond-
ini.
Men eins og tað higartil
hevur verið fyri Feroyar,
at danskur peningapoli-
tikkur hevur verið førdur
uttan atlit til føroysk
viðurskifti, so fer kom-
andi europeiskur peninga-
politikkur at verða førdur
uttan serligt atlit til
donsk viðurskifti.
Einans í fíggjarpolitikk-
inum og við at nýta láni-
meguleikarnar á kapital-
marknaðunum fer tað at
bera til hjá Danmark
frameftir at rekja serlig
donsk viðurskifti.
Hví vil Danmark
vera við í EF-gjald-
oyrasamgonguni?
Gjaldoyrasamgongan er
eitt náttúrligt framhald
av innara marknaðinum.
Við festum gjaldoyraprís-
u verður vandin í sam-
handli limalandanna mill-
um minni. Bæði innari
marknaðurin og fastir sín-
ámillum gjaldoyraprísir
eggja limalondunum at
vaksa um samhandilin til
felags gagn. Longu sum er
hevur Danmark sum
kunnugt upp á seg stóran
uttanríkishandil, og tí
hevur landið stóran áhuga
í at fáa altjóða handils-
vinnu at ganga enn lætt-
ari.
Bakkøstini
(kreppurnar)
Tad er i krepputidum, at
vit oftast fáa sjón fyri
segn, hvert teir stovnar,
politisku myndugleikarnir
hava skipað fyri, eru ferir
fyri at basa trupulleikun-
um.
Tað eru teir, sum halda, at
ein EF-tjóðbanki, ið
fremst hevur steðuga
prísgongd sum mið, ikki
fer at verða ferur fyri at
taka hond um eitt stórt
europeiskt bakkast, ið t.d.
kann koma í kjalarverrin-
um á kríggi í Miðeystri
ella kann standast av álv-
arsligum búskaparligum
trupulleikum í onkrum
limalandi. Vil felagsskap-
urin undir slíkum umstød-
um fara at síggja nóg væl
til regionalar arbeiðs-
loysistrupulleikar?
Tað eru hesir somu sum
halda, at ein EF-tjóðbanki
og EF-ráðið, soleiðis sum
hetta nú er skipað, ikki
fara at megna at greiða
slík álvarsom bakkest, og
at tað tí verður neyðugt
við einari fullari europe-
iskari samgongu, har
fólkavalda tingið fær
veruligt lóggávuvald.
Tiltekini higartil í fe-
lagsskapinum hava borið
við sær eina virkna gongd,
og vit hava havt eina
rættiliga langa tíð við
stødugum vekstri. Hetta
ber kanska í sær, at tá tað
snýr seg um at skipa
nýggjar framtíðar polit-
iskar stovnar í EF, so
verður ov lítil dentur lagd-
ur á, at hesir stovnar
eisini skulu verða ferir
fyri at basa slíkum trupul-
leikum, ið kanska fara at
koma.
Heimildir: Christen
Serensen: Danmark - Del-
stat í Europa.