týsdagur 29. januar 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
rr
oe ON
Israels hevur harafturi-
moti ikki nógv við frælsi,
javnað og breðralag at
gera. ldeologiskt átti
Sosialurin at verið stoltur
av Ísrael.
Antisemitisman hevur
annars mangan verið eyð-
kenni fyri ultra hegra-
kreftir, meðan Israel hev-
ur átt hollar vinir í javn-
aðarrersluni. Skrivingin í
Sosialinum hevði neyvan
passað í krammið hjá ein-
um Erlander, Kampmann
ella Krag. Blaðið harmast
um at vera skírt anti-
semittiskt. Alvaratos. Við
best: vilja kann eg ikki
kom: til aðra nidurstødu
enn: Dit mál reber dig. Í
roy! og eru stendur
hein irin í skuld til Ísrael í
hest 1 degum
Í 981 sektu israelsk
bumuflogfør at einum
atomreaktori i Iraq og
løgdu hann í oyði. Altjóða
pressan goyði sum ongan-
tíð áður. Hóast long tíð
gekk, so varð við jovnum
millumbilum mint aftur á
hesa »Ogerå«, og ST for-
demdi sjálvandi. Iraq
hoyrdi jú til tey »hévligu«
meðan fíggindin Iran var
hitt víðgongda. Allar hes-
ar altjóða fordemingar
brátagnaðu 2. aug. 1990.
Ísraælski sendiharrin í
Keypmannahavn segði
stutt eftir tá hann vitjaði
Feroyar, at fleiri diplo-
matar høvdu sagt honum
spakuliga í oyrað: >Tað
var gott at tit gjørdu tad«.
Flestu hesir diplomatar
umboðaðu lond, ið hvass-
liga høvdu fordømt at-
sóknina móti tí »hévliga«
Saddam Hussein.
Bretland, Frakland,
Sovjet og Týskland hava
selt vápn til Iraq. At teir
sameindu komu at standa
yvir fyri hesum vápnum,
kunnu teir takka sær
sjálvum fyri, men at teir
ikki komu at standa yvir-
fyri uppaftur meira oyð-
andi vápnum kunnu teir
takka Ísrael fyri.
Sosialurin mælir til at
tær hóvligu kreftirnar
finna saman. Sjálvsagt.
Spurningurin er bert:
Hver er hóvligur? Emir-
urin í Kuwait var fyri
stuttum kosin tjóðarhetja
í Iraq, av ti »hévliga«
Saddam Hussein. Hetta
var vegna kuwaitiska
stuðulin til Iraq í 8 ára
langa krígnum við Iran.
Einaferð taldist Gadaffi
ímillum teir hóvligu í
vesturlendsku pressuni.
Tað er lætt at spæla
chefideologur í Norðurat-
lantshavi og biðja Ísrael
makka rætt — eitt land,
sum skal liva sína tilveru í
krúttunnuni Mideystur,
har politiski hugburðurin
hjá grannunum skiftir
sum vindarnir blæsa.
Eg eri sannførdur um,
at Ísrael er mest friðar-
elskandi tjóðin í Mið-
eystri, men landið hevur
eitt vakið eyga fyri, at
friðurin kann keypast ov
dýrt. Hvenn áhuga skuldi
landið havt at nýtt 30%
av sínari bruttotjóðarúr-
teku til verjuna? Hesin
peningur hevði verið kær-
komin á eðrum ekjum, um
friður valdaði. Eingin veit
betur enn ísraelar, hvusu
skjótt ein »fridarkossur« í
Stokholm kundi roynst
ein Judasarkossur.
Ísrael hevur eitt land
sum er stødd vid Jylland
ella umleið 2% av tí
landaøki, sum arabiski
heimurin eigur. Hetta lítla
»frimerki« er fátækt hvat
ráveru viðvíkur. Gold
Meir segði einaferð, at um
hon einaferð kom til
Himmals, so skuldi hon
spyrja Móses hví hann fór
til vinstru, tá hann leiddi
fólkið út av Egyptalandi,
og førdi tey til einasta
ekið í Miðeystri har ongin
olja finst. Stríðið um
henda jarðarteig kann tí
hverki fatast út frá bú-
skaparligum, etniskum
ella politiskum sjónar-
miði, men bert út frá ein-
um bíbilskum. Tað er
hverki lagnan ella tilvild-
in, ið hevur varðveitt ísra-
elska fólkið í 2000 ára
longu útlegdartíð. Í dag
broytist heimurin so
skjótt at ein hevur neyvan
stundir at fylgja við. Tá
berlinmúrurin raplaði
segdu fólk: Hetta hevði
eingind roymt um fyri
bert mánaðum síðani.
Sama kann sigast um all-
ar broytingarnar eystan-
fyri. Í dag er eingin ferur
fyri at spáa 1 ár fram í tíð-
ina. Men fyri 2600 árum
síðani talaði ein ísraelskur
profetur (Ezekiel) um eina
drúgva heimsumfatandi
útlegdartíð fyri ísraelska
fólkið. Men profeturin
segði eisini, at Ísrael
skuldi aftur gerast tjóð í
sínum seguliga landi.
Frá Israel fingu vit
skriftirnar, profetarnar og
frelsaran. Hesar aldar-
gomlu skriftir kunnu siga
meira um ótryggu samtíð
okkara enn øll heimsins
bleð og sjónvarpsrásir til-
samans. Hesin gripur er
størsta barlast, sum
nakrantíð er fallið før-
oysku tjóðini í lut. At hesi
virði framvegis eru hegt í
metum ímillum fjøld av
Feroya fólki er at fegnast
yvir.
Við tekk fyri upptekuna
og »SHALOM«.
Símun Absalonsen
= Nr. 19 — 29. januar 1991
Skal leikluturin hjá fakfeløgunum
nú fornoktast!!
Sum kunnugt er tað sera
vanligt, at politikarar
kanna sær sjålvum heiður-
in av tí, sum aðrir politik-
arar hava framt.
Atli Dam man vera tann
fyrsti, sum gevur ødrum
heidurin fyri nøkrum, sum
hann sjålvur hevur framt.
Tad gjørdi hann í út-
varpinum hóskveldið, tå
hann gav lóggávuni hjá
farnu samgongu heidurin
fyri ta kapping, sum nu er
millum flakavirkir um at
geva hægri enn åsettan
pris.
Tað passar als ikki.
Priskappingin byrjadi all-
arfyrst i 1990, og loggåv-
an hjå hini samgonguni
kom i gildi 1. oktober, og
hevur hon als ikki åvirkad
ta gongd, sum var byrjad
áðrenn. Tad er nú heldur
einki, sum bendir á, at tað
skal bera til at seta mark-
naðarbúskap í gildi við
afturvirkandi kraft.
Um so er, at verandi
gongd við marknaðarbú-
skapi innan flakavinnuna
er eitt úrslit av lóggávu,
so er rætta segan henda:
Á fiskivinnutinginum í
1986 helt eg ein fyrilestur,
har eg vísti á, at tá gald-
andi prísásetingarskipan
var óbrúkilig. Hetta var
fyrstu ferð at uppskot
kom fram um at seta
marknaðarkreftirnar í
gildi fyri flakavirkini og
fiskasøluna. Atli Dam,
sum tå var legmaður,
gjørdi skjótt av og setti
raðfestingarblaði.
eina nevnd at arbeiða víð-
ari við hesum máli. Tíverri
forklutraði henda nevnd
málið, soleiðis at einki
hendi fyrrenn í 1988. Tá
legði Atli Dam fram á ting
eitt uppskot um prísáset-
ing, sum var gjert í sam-
ráð við FF og undirritaða.
Hetta uppskot var grund-
að á teir tankar, sum
komu fram í 1986, og har
»koddin« var tikin frå
flakavirkjunum og fiska-
seluni, og sum merkti
Viðvíkjandi upptøku á:
FHS-stødisår á handilsskúla, fiskivinnuskúla,
HF-skeið, studentaskúla
Í ár verður samskipað innskriving til hesar miðnám
fiskivinnuskúla, HF-skeið og studentaskúla
marknaðarbúskap fyri
hesi eki. Uppskotið varð
samtykt, men sambands-
flokkurin og fólkaflokkur-
in vóru ímóti.
Av ymsum orsøkum tók
tað langa tíð hjá nevndini
fyri ráfiskagrunnin at seta
hesa samtykt í verk, men
uml. ársskiftið 1989/90
varð ásett av nevndini
fyri ráfiskagrunnin, at
virkini skuldu fáa sínar
útreiðslur og meguligt
yvirskot sum part av økt-
Umsóknarblað til útbúgvingarnar, umframt raðfestingarblað, fáast á øllum fram-
haldsskúlunum og annars á avvarðandi útbúgvingarstovni frá 1. februar 1991.
Skúlarnir vegleiða fegin um t.d.: upptøkutreytir, útfylling av ums6knarblødum og
Útfylt umsóknarblað/blað umframt raðfestingarblað skal vera Landsskúla-
fyrisitingini í hendi í seinasta lagi 19. mars 1991.
Umsóknir, innkomnar aftaná 19. mars, kunnu ikki væntast at verða vidgjørdar.
LANDSSKÚLAFYRISITINGIN
sútbúgvingar: FHS-steðisár,
um framleiðsluvirði. Onk-
ur sigur kanska at tað var
av tilvild, men tað skerst
ikki burtur at tá var tað,
at virkini fóru at kapast
um fiskin, og eisini tá at
virkini fóru at luttaka
meira í sjálvari seluni,
ístaðin fyri bert bíða eftir
framleiðsluboðum úr
fiskaseluni.
Hesi broyting settu
»liberalu« flokkarnir í
farnu samgongu seg í-
móti, og eiga teir hverki
part ella lut í hesi gongd-
ini, sum vit hava sæð sein-
asta árið. Ti er »heidurin«,
sum Atli gevur hesum
flokkum púra burtur við.
Heldur er tað tvertur-
ímóti. Metingin hjá vinn-
uni av samtyktu uppskot-
unum var júst, at tey fóru
at beina fyri øllum mark-
naðarbúskapi. M.a. sam-
tykti tann samgongan
júst aftur at innfera
koddaskipanina fyri flaka-
virkini og fiskaseluna.
Hetta var eisini metingin
hjá javnaðarflokkinum tá.
Men nú tykist pipan at
hava fingið eitt annað
ljóð.
Men kanska er saman-
renningin við fólkaflokkin
so væl áleiðis komin, at
javnaðarflokkurin nú skal
fornokta tey avrik, sum
flokkurin hevur framt, og
har fakfeløgini hava havt
sín leiklut, sjálvt um
flokkurin tá eisini kemur
at fornokta sín egna leik-
lut!!!
Óli Jacobsen
.