týsdagur 29. januar 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 19 — 29. januar 1991
Síða 17
SL farin undir at fyrireika aðalfund
Aftan á samráðingar í 7
vikur, hava vit fingið nýtt
landsstýri. Hvat teir hava
nýtt hesar 7 vikurnar til,
mugu gudarnir vita. Í
samgonguskjalinum er
onki ítekiligt um, hvussu
okkara sterstu vandamál,
arbeiðsloysið, fiskivinnan
ella uttanlandsskuldin,
skulu loysast. Tað noyð-
ast vit at bíða eftir í tolni,
men tey fyrstu uppskotini
úr nýggja landsstyrinum
vísa longu hvenn veg tað
ber. Spekulantarnir, sum í
80-árunum tóku milliardir
í uttanlandslánum til
rentuspekulatión, sleppa
at eiga sín rentufrádrátt.
Hetta verður tó lutvíst
steðgað framyvir, men
afturfyri fáa teir stóran
skattalætta, meðan tey
minni mentu, ið ikki hava
spekulerað í rentum, fáa
nakrar molar. Og so hava
teir tann markleysa frek-
leika, at grunda henda
»skattalætta« á afturhald
í lenarkrevunum hetta
valskeiðið.
Teir reiðarar, ið uttan at
seta eitt oyra í sjálvir,
hava fingið skip til gávis
við veðhaldum og studn-
ingi, skulu nú hava upp-
aftur meira við at upp-
heggingarstuðulin gerst
skattafríur. Og hesin upp-
høggingarstudul = hevur
ikki skert veiðutrýstið á
nakran hátt, hóast hetta
sigst vera endamálið.
Nú tjóðveldisflokkurin í
andsteðu roynir at
markera seg, so skerst
ikki burtur, at óansæð um
teir eru tjóðveldis, javn-
aðar ella opnir borgarligir
flokkar, so kenna teir bara
eina gongda leið úr sjálv-
skaptu kreppuni, at lata
tað arbeiðandi fólkið bera
byrðarnar. Munurin mill-
um rík og fátek gerst al-
samt sterri.
Hesum mótmælir Sosi-
alistiski Loysingarflokk-
urin harðliga. Flokkurin
dugir ikki at finna nakað
veruligt demokrati ella
fólkaræði í núverandi
partapolitisku skipan.
Flokkurin stuðlar ellum
einstaklingafrælsi. Hann
styðjar alt opið og alment
orðaskifti í ellum samfe-
lagsligum málum. Og
hann vil virka fyri, at fólk-
ið fær meiri hevi til at
taka beinleiðis steðu í øll-
um slíkum málum av sam-
felagsligum og búskapar-
ligum týdningi, so hvert
tey stinga seg upp.
Flokkurin metir tað
partapolitiska stríðið, ið
nú kemur til sjóndar á
tingi, í skipan av lands-
stýri og í tí umsitingarliga
arbeiðinum yvirhevur
sum lítið semuligt, og í
mongum føri beinleiðis
skaðiligt, tí tað forðar fyri
einum veruligum upp-
byggingararbeiði á tí bú-
skaparliga og tí samfe-
lagsliga økinum.
Sosialistiski Loysingar-
flokkurin er farin undir at
fyrreika aðalfund seinast í
mars. Fram til aðalfundin
verður stevnuskrá, verk-
ætlan og skipanin av
flokkinum kjakað. Flokk-
urin setur sær sum mál at
gerast serfreðingur á øll-
um samfelagsligum økj-
um. Við hetta lag kann
flokkurin noyða núver-
andi flokkar á tingi at fá-
ast við politikk, fram um
tann partapolitiska og
persónliga sjónleik, ið nú
fer fram.
Hevur tú hug at hjálpa
flokkinum við hesum, og
tekur tú undir við stevnu-
miði floksins, tað óhefta,
sosialistiska samfelagið,
so lima teg inn við at
gjalda 200 kr. á giro nr.
64467, ella set teg í sam-
band við flokkin.
Sosialistiski
Loysingarflokkurin
Reynagøta 6
100 Tórshavn
tlf. 12325
BILRØKT
Plåtu- og
Sproytuverkstaður
Ger bil fyri fólk
úr bygd og í bý
Pf. BILRØKT
ví Simin í Dali
Akranesgeta 11 - Tlf. 15556
OKKARA GÓÐSKA - TÍN TRYGD
lesarabrøv
Frá Norðoya
Fornminnafelag
Ársaðalfundur
felagsins verður í sangstovuni í
Skúlanum á Ziskatrød
mikukveldið kl. 19.00.
Aftan á verður dunnuspæl.
Nevndin
Aðalfundirnir
í Pf. Húsið, Pf. Pressan av 1981 og Pf.
Sosialurin, ið 20.12.90 vórðu lýstir til at
vera 16.1.91, verða á Argjum 2.2.91,
kl. 17.00.
Nevndirnar
”
javnadarpolitikarar sum
Ben Gurion, Golda Meir,
Moshe Dayan o.s.fr.
hevdu ongantíð droymt
um at samráðst við yvir-
gangsfelagsskapin PLO.
Tað er júst tað Ísraels
steða til PLO sum ger at
landið verður skírt stív-
rent av m.a. Sosialinum.
Tá samráðingar skulu
fara fram er spurningur:
hver skal umboða hvenn?
Føroya Landsstýri hevði
ikki droymt um at fert
samráðingar við Týskland
um umboðið æt Bader
Meinhof. Ella um Mafian
umboðaði Italia. Ísrael
hevur ongantíð noktað at
ført samráðingar við pale-
stinar, hóast Sosialurin
pástendur hetta, men teir
hava noktað at tosa við
PLO. Sosialurin tykist
ikki at fata munin. Vit
onnur fata hetta betur nú
enn nakrantíð áður.
PLO hevur fert eitt
effektivt propaganda-
kríggj í Europa, har m.a.
Sosialurin hevur luttikið
sum 5. kolonna. Við hinari
hondini hevur PLO framt
yvirgangsatsóknir á sivil-
mál í Ísrael sum t.d. skúl-
ar, barnagarðar, bussar
o.s.fr. Um okkara leiðir
hevur eitt nú svenski
javnaðarflokkurin lopið á
leistum fyri Yasser Ara-
fat. Sveríki skal jú um-
boða neutralitet, frið og
diplomatiskt diplomati,
samstundis sum tað al-
menna rekur stóran
vápnaídnað. Hetta er
dupultmoralur við lít.
Av og á hevur Yasser
Arafat gjert eitt rend til
Sveríkis fyri at mussa for-
sætisráðharran. Hesin
skandinaviski sjarmu
offensivur hjá Arafat hev-
ur eydnast sera væl, les
bert Sosialin. Seinasta
Arafat var í Stokholm
fekk danska sjónvarpsum-
boðið ein klump í hálsin.
Her var ein sannur friðar-
ápostul á síni regluligu
ferð, við einum heilt
nýggjum hugburði. Vit
fingu at vita at Arafat
viðurkendi rætt Ísraels at
vera til. Hetta hendi eftir
at ein blaðmaður bað hann
svara ja ella nei uppá, um
hann viðurkendi rætt
Ísraels at vera til sum
tjóð. Arafat játtaði og so
varð Ísrael skírt stívrent.
Heimafturkomin fekk
Arafat trupulleikar. Hann
hevði, sum rætt var, brot-
ið grundlógina í PLO
charter frá 1964, og sum
ikki einaferð tók hvast
orðaskifti seg upp í PLO.
So skjótt Arafat er burtur
úr Europa er opportunist-
urin í honum horvin og so
síggja vit úlvin í seyða-
klæðum.
Eftir seinasta sjarmu-
offensiv á okkara leiðum,
kvitteraði PLO við at
loypa á eina ísraelska
baðistrond. Spurningurin
er: Hvenn Arafat skal ein
trúgva uppá? Tann, sum
tveitir um seg við »fridar-
kossum« í Stokholm, ella
tann Arafat sum tekur
lógvatak við Saddam
Hussein í Bagdad og róp-
ar: »Heilagt — kriggj«.
Henda spurning hevur ein
óivað ongantíð sett sær á
Argjum, men spurningur-
in er harafturímóti við-
gjørdur í Tel-Aviv og Je-
rúsalem. Og ísraelar,
íroknað arbeiðaraflokkin,
kenna muruna í PLO. Ein
ST fundur mátti flytast úr
New York til Geneve fyri
at ein terroristur kundi
luttaka — ein maður sum
hevur tveitt seg í fevning-
in á Saddam Hussein.
Hetta er altjóða politikkur
tá hann er allarbestur og
teir mongu feroyingar,
sum hava gjøgnumskodad
henda sjónleik, eru smb.
ávísa keldu, tey mest in-
tolerantu menniskju, ið
finnast á hesum klettum.
Sosialurin skrivar eisini,
at í eygunum á mongum
føroyingi eru arabarar
djór. Sum ísraelsvinur eri
eg óivað pr. ávísa defini-
tión arabarahatari. Hetta
er nógv fyri at lesa. Fyri
umleið 10 árum síðani
gisti eg 5 dagar á einum
arabiskum hotelli í
Jerúsalem. Hetta hotell
varð rikið av palestinar-
um. Tað var sera áhuga-
vert at koma á tal við teir
og hoyra teirra sjónarmið
um viðurskiftini har niðri.
Ein tænari, sum eg tosaði
nógv við, greiddi mær frá
at hann eisini búði í
Eysturjerúsalem áðrenn
juni 1967. Men satt at
siga, so kendi hann seg
nógv tryggari nú Ísrael
hevði tikið allan býin.
Men teir tosaðu ikki ov
hart um sínar kenslur av
ávísum grundum. Ein
slikur palestinari kann
verða lagdur undir at sam-
arbeiða við Ísrael og beta
við lívinum. Ein hópur av
palestinarum í Ísrael er
dripin av »brødrum« sín-
um av tí at teir ikki vilja
dansa eftir pípuni hjá
PLO. Enn hava vit tilgóð-
ar at hoyra ST fordema
hesi dráp. Eg kann ikki
annað enn harmast mínar
fryntligu vertir í Jerúsa-
lem, at teir ikki eiga onnur
umboð í altjóða familjuni
enn terroristar.
Eg kann lata Sosialin
vita, at eg av hjarta ynski
ollum arabarum mans-
semilig kor at liva undir
og eg haldi tað vera ógvu-
liga næsadjarvt skoðsmál
blaðið gevur fleiri av
landsmonnum sínum.
Sosialurin sigur, at Ísra-
elska hersetingin er
trumfurin hjá Saddam
Hussein í Kuwait. Bretski
verjumálaráðharrin sigur
soleiðis: »Iraq hersetti ti
at teir lupu á. Ísrael her-
setti tí teir vórðu álopnir<.
Meira einfalt kann tað
ikki sigast.
Fara vit aftur til mai
1967, so vóru Gaza-geirin,
Vestariáarbakki og Golan-
heyggjarnir á arabiskum
hondum. Hetta eru ekini
stríðið stendur um í dag.
Tá var laga manni hjá
arabisku »eindini« at seta
eitt ríki á stovn uttan at
spyrja nakran eftir, tí nú
hevði ein fult ræði á hes-
um økjum. Men ístaðin
fyri at hjálpa palestinar-
um við at seta sítt ríki á
stovn, blokeraðu londini
israelskar havnir fyri at
draga landið út í kríggj.
Nú skuldi Ísrael týnast.
Úrslitið av 6 daga kríg-
num kenna vit øll. Síðani
varð farið til ST at kæra
um »imperialistiska her-
setingarvaldið<.
Sama hendi í 1973, tá ið
Ísrael varð álopið á tí hei-
laga Jom Kippur sabbat-
inum. Eftir henda bar-
daga heilsaði ísraelska
javnaðarkvinnan Golda
Meir ST við hesum orðum:
„Vit vórðu álopin. Orsaka
at vit vunnu«.
Sosialurin eftirlýsir
dialog. Hetta er eisini
púra rætt. Israel er ikki
lýtaleyst. Men eg ivist í
um tann miðeysturvitan,
ið Sosialurin leggur fyri
dagin, er úrslit av verulig-
um inniliti og sakligum
dialogi, heldur enn fruktir-
nar av antiísraelskari
propagandamaskinu.
Eg havi verið áhoyrari á
politiskum fundi í Feroy-
um og hoyrt javnaðarval-
evni tikið Ísraelska samfe-
lagið til innteku fyri javn-
aðarpolitikk. Eg meini
heldur ikki at hetta var
gjørt av rettum. Ísrael er,
sum áður nevnt eitt fólka-
ræði. Ein stórur partur av
framleiðslutólunum er
ikki á privatum hondum.
Meginparturin av land-
búnaðarverunum kemur
frá ídnaði, har arbeiðsfólk-
ið hevur avgerðarrættin.
Hesin idnadur hevur givið
stórt avkast. Hverki
mergsúgvandi stórkapi-
talisma ella alment pamp-
araveldi hava fest retur í
Ísrael. | Kommunistiskir
planøkonomar hava
mangan í síni armóð
evundað hesum. Onga-
staðni í heiminum hava
partar av tí politikki, sum
er niðurfeldur í stevnu-
skrá javnaðarfloksins ver-
ið gjøgnumførdir við betri
úrsliti enn í Ísrael. Samfe-
lagsskipanin hjá grannum
—