mikudagur 30. januar 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Kvinnuhúsfelagið gevur út faldara:
- Serliga ráðgevingin hevur fingið kvinnur at venda sær
til Kvinnuhúsið, sum heldur til oman Pisuvarða 2
Í oktober mánaða í fjør,
fór Kvinnuhúsfelagið
undir virksemi sítt, at
stuðla og vegleiða
kvinnur, sum hava verið
fyri sálarligum ella lik-
amligum harðskapi.
Jana Hoydal, forkvinna
í Kvinnuhúsfelagnum,
sigur vid Sosialin, at
Kvinnuhúsið - sum fyri
ein part er kreppumið-
stóð - hevur havt vitjan
av kvinnum, ið eisini
hava búð har eina tíð.
Kreppumidstødin er ætl-
að teimum kvinnum, ið
standa á gøtuni, ella
ongastaðni hava at fara,
orsakað av ósemju og
harðskapi frá hjúnaðar-
felaga ella sambúgva.
RAÐGEVING
Jana Hoydal: - Sum nak-
að nýtt, eru vit nú farnar
undir at veita kvinnum í
kreppustødu ráðgeving.
Vit halda at tað er góður
háttur at koma í samband
við kvinnur.
- Tað er einki krav, at
hesar kvinnur skulu hava
verið fyri harðskapi, um
tær hava brúk fyri at fáa
hjálp frá okkum. Tað
kann eins væl snúgva seg
um trupulleikar í sam-
band við arbeiðsloysi,
hjúnarbandstrupulleikar
ella eisini trupulleikar
við børnunum - bert fyri
at nevna nøkur dómi, sig-
ur Jana Hoydal.
EINKI KRAV
Í samband við ráðgev-
ingarvirksemið, hevur
Kvinnuhúsfelagið gjørt
ein faldara, sum greiðir
frá, hverja hjálp kvinnur
kunnu leita sær í kvinnu-
húsinum.
Í Kvinnuhúsinum er
viðtalutíð hvønn hósdag
millum kl. 19-21. Tveir
ráðgevarar eru á vakt,
men annnars eru fýra ráð-
gevarar tøkir. Tað er sál-
arfrødingur, løgfrøding-
ur, sosialráðgevi og ein
teologur, og sjålvandi
eru allar kvinnur.
Jana Hoydal: - Vit
kunnu siga sum so, at
kvinnur kunnu koma til
okkara at tosa um teirra
trupulleikar, eins og fyri
at fáa eina samrødu í lag,
har vit kunnu ráðgeva og
leiðbeina tær um, hvar
tær kunnu venda sær, við
teimum ymsu trupul-
leikunum.
EINGIN
VIÐGERÐ
- Vit eru ikki eitt lið í
eini viðgerð sum soleiðis,
men ofta munar tað hjá
kvinnum, at hava eitt
stað at venda sær, har tær
kunnu vera tryggar og
vita sær, at einki av tí,
sum verður nevnt í
Kvinnuhúsinum, fer víð-
ari.
Allir ráðgevarar í
Kvinnuhúsinum hava tag-
naðarskyldu, og kvinnur,
sum venda sær til okkara,
verða ikki skrásettar við
navni ella ødrum, sum
kann vísa aftur til teirra.
Kreppumidstødin er
opin hvgnn dag frá kl.
fimm seinnapartin til kl.
sjey á morgni.
Ráðgevingin er sum
sagt hvønn hósdag kl.
19-21. Tað ber eisini til
at ringja á tlf. 17200.
I faldarnum, sum
Kvinnuhúsfelagið nú gev-
ur út, standa upplýsingar
um viðtalutíð o.a. í sam-
band við ráðgeving.
STYRKJA
KVINNUNA
Víðari stendur í fald-
arnum, at arbeiðið í
kvinnuhúsinum miðar
móti at styrkja sjálvs-
kenslu og sjálvsábyrgd
hjá kvinnum, so tær í
Summarhús á Sælandi til selu
Jeppesen bjálkahús við yvir-
dekkari terassu og stórum út-
húsi við gestarúmi og tveim-
um amboðsrúmum umframt
vakstrarhús.
Í húsinum er stova
stova, køkur,
kamar, toilett,
sjónvarpsantenna.
gongd,
el-hiti
, Spísi-
SOVI-
og
Innbúgv
fylgir við. Grundøkid er 1685
fermetrar til víddar.
Húsini eru við Sejergvíkina,
ein tíma at koyra úr Keyp-
mannahavn.
Prísur
190.000,-
Talan kann eisini vera um at
selja helmingin av ognini.
Telf. 12985 eftir kl.
17
Nr. 20 — 30, januar 1991
stórri mun sjålvar fáa
styrki at ráða og taka av-
gerðir yvir egna lívi.
Faldarin hjá Kvinnuhús-
felagnum fer at liggja
frammi í bidihølum hjá
komunulæknunum, á
skaðastovunum kring
landið og á politistóðum
og annars á almennum
stóðum.
Í apríl mánaða hevur
Kvinnuhúsfelagið árs-
aðalfund, og tá verður
gjørt upp, hvussu nógvar
kvinnur hava leitað sær
hjálp.
- Tað er avgjørt brúk
fyri slíkum hjálpar-
stovni, sigur Jana Hoy-
dal. Tað sæst av teimum
áheitanum, sum vit hig-
artil hava fingið.
Dagny
Kvinnuhusiod
Tlf.
Hvønn dag kl.
17200
17-07
Hol Í oyrunum:
Avtikin við 100
— nú nýggju 25-oyruni eru tikin í nýtslu, verða
tey gomlu við holunum í tikin innaftur
Tíðin við 25-oyrunum
við holi í, er nú farin.
Í gjár sendi danski
tjóðbankin út tey fyrstu
av nýggju 25-oyrunum,
ið eru rættiliga åtøk 50-
Oyrunum — tó tey eru
minni og lættari.
A framsíðuni á nýggja
myntinum er krúna, og
undir henni stendur
„Danmark“. Á baksíðuni
stendur „25 øre”, og
oman fyri er eitt hjarta.
Tey gomlu 25 oyruni
verða í gildi, so leingin
nøkur eru til av teimum,
men tey verða nú tikin
sum skjótast, so bert
nýggju 25-oyruni verða
eftir á marknaðinum.
hj.
Gomlu 25-oyruni
eru á veg í seg-
una, nú nýggju
25-oyruni alment
eru tikin í nýtslu.