Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 20 — 30. januar 1991 Ferðamannavinnan áhugað fyri EF fríhandilsavtalu - væleydnaður fundur, hóast hann ikki vardi so leingi sum avtalað frammanundan Hóast tað ljóðaði í Út- varpinum, at Ferða- mannanevnd Utnorðurs avlýsti fundin týsdagin í Norðurlandahúsinum, so var fundarskráin yvir- hildin. BIÐIN UM AT KOMA HEIM Fundurin um ferða- mannavinnu skuldi vera í tveir dagar, men av tí at Andreas Lothe, sendi- maður á norsku EF skriv- stovuni í, Brussel, fekk boð um at koma heim- aftur beinanvegin, av- gjørdi fyrireikarnir at leingja fundin mánadagin soleiðis, at øll fundar- evnini vóru vidgjørd sama dag. Eini 50 fólk luttóku á ferðamannafundinum, har pallborðfundur, kjak og fyrilestrar vóru á skrá- nni. Umframt umboð fyri ferðamannavinnuna í Føroyum, fingu peninga- stovnar, flutningsfeløg og politikarar innbjóðing til fundin, sum annars eisini var almennur. EF LOND OG FERÐING Jákup Veyhe, stjóri á Ferðamannaráð Føroya, sigur við Sosialin, at fundurin var væl eyd- naður, og at fólk innan ferðamannavinnu í Før- oyum fingu lýst síni við- urskifti, so sum tey í framtíðini fara at mynda seg. Fundurin snúi seg um viðurskifti hjá ferða- mannavinnuni innan EF lond, og teir vansar og fyrimunir, sum standast, um Føroyar fáa frí- handilsavtalu við EF. Jacob Veyhe: - Tá vit tosa um handilsavtalu og samskifti við EF lond, verður oftast hugsa um fiskavørur og útflutning 0.2. Ti hava vit tosa um at fáa aðrar avtalur við EF londini, og her var so skøtil settur á, at viðgerða ferðamanna- vinnu í samband við møguliga EF fríhandils- avtalu. Er ein avleiðing av EF fríkandilsavtaluni, at vit fáa moms og at Føroyar hervid verdur kostnadar- miklasta land at vitja i Norðurlondum? - Nei, tað verður tað ikki. Sviar hava kost- naðarmiklastu upphædd- ir, tá tað snýr seg um ferðing. Har er momsur á øllum - bussferðing, hysruvogn, tok, å mat- stovu og gistingarhúsi. EINGI FLOGRÆTTINDI - Tad er upp til hvørt einstakt land at gera av, hvar momsur verdur å- lagdur, og tað er ikki tíkið stóða til hetta í Føroyum - hvat ferda- mannavinnuni viðvíkur. - Í EF londum verður tosað um tvey stig av momsi - eitt hægri og eitt lægri stig. Í løtuni verður samráðast um at fáa ferðamanna- vinnuna undir lægsta stig. Aðrastaðni er momsur á øllum - bæði innflut- nings- og útflutnings- vørum. - Annars varð tosað Jákup Veyhe, stjóri á Ferðamannaráð Føroya: - Fundurin um ferðamannavinnuna var væl eydnaður, hóast vit noyddust at gera skjótt av og viðgerða øll málini eftir einum degi um flúgving og ymsu avtalurnar, sum londini eru bundin av. Í USA vóru øll rætt- indi til flúgving tíkin burtur í 1969, t.v.s. at flogfeløgini av sínum eintingum gjørdu av, hvgnn samstarvspartnarar teir valdu sær, og stjórn- in í ávísu londunum blandaðu seg ikki uppí slík mál. Eftir eru bert reglur sum víðvíkja flog- trygdini, sum er galdandi innan flogferðslu í gll- um londum. Hesar reglur eru eisini galdandi innan EF lond, men av ti at vit eru sam- mett við danir, og ti før- oyska flogruturnar verða mettar sum innanríkis- flúgving, fara danir kanska at tvíhalda um tey flogruturættindi, sum nú eru galdandi í Føroyum. Dagny Sida 7 Kunngerð nr. 26 frá 17/1 1991 frá Líkningarráð Føroya åsetan av løntakarafrådråtti fyri 1991 Eftir 8 33 nr. 7) i løgtingsløg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verður løntakarafrådråtturin prístalsvið- gjørdur hvønn 1. juli galdandi fyri kom- andi álmanakkaárið. Hjá persónum, sum hava lønarinntøku, herundir fiski- og útróðrarpart og fólka-, avlamis-, einkju- og aðra pensión, er løntakarafrådråtturin 2.000 kr., um inn- tøkan er undir 10.000 kr., tó i mesta lagi åjavnt við inntøkuna. Er inntøkan 10.000 kr. ella hægri, er frå- dråtturin 20% av inntøkuni, tó fyri álma- nakkaårid 1987 hægst 8.400 kr. Um bæði maður og kona hava inntøku, eiga bæði rætt til frádráttin. Løntakarafrådråtturin varð prístalsvið- gjørdur 1. juli 1987 við prístalinum pr. 1. januar 1984 sett til 100, og soleiðis ásettur til 8.500 kr. fyri 1988, 8.800 kr. fyri 1989 og 9.500 kr. fyri 1990. Løntakarafrådråtturin er gjørdur 1. juli 1989. Galdandi fyri álmanakkaárið 1991 er løn- takarafrådråtturin soleidis åsettur til 9.900 kr. prístalsvið- Tórshavn, 17. januar 1991. Líkningarráð Føroya Leyst starv Eitt starv sum skúlastjóri í Tvøroyrar Skúla verður hervið lýst leyst at seta frá 1. august 1991. Starvið verður lønt í 33. lønarrammu, sambært semju millum Føroya Lands- stýri og Føroya Lærarafelag, dagfest 24. januar 1990. Tað skylduga undirvísingartímatalið verður sett eftir galdandi reglum um tænastutíðina hjá tænastumonnum í fólkaskúlanum. Umsóknir til tað leysa starvið verða at stíla til Foroya Landsstýri og at senda til Landsskúlafyrisitingina, Falkavegi 6, Postrúm 379, 100 Tórshavn, skjótast til ber og soleiðis, at tær eru Landsskúla- fyrisitingini í hendi í seinasta lagi 20. februar 1991 kl. 16.00. Landsskúlafyrisitingin, 22. januar 1991