mikudagur 30. januar 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 20 — 30. januar 1991
100 irakisk flogfør
tiðindablaðið
nú »flydd« til Iran!
Tíðindini um at umleið
100 irakisk stridsflogfør
eru lend á flogvellum i
Iran hava erkymlað teir
sameindu. Enn vita menn
ikki, hví irakar hava tikið
hetta heldur óvanliga stig-
ið. Antin er talan um, at
flogskiparararnir rætt og
slætt eru deserteraðir og
vilja bjarga sær og sínum
flogforum undan teimum
áhaldandi loftálopunum,
ella er hetta eitt bluff-
nummar í strategiini hjá
Saddam Hussein. Sjálvt
teir ovastu herovastarnir
hjá teimum sameindu
kenna ikki svarið.
Men meguliga kom
svarið mánadagin frá
iranska sendiharranum í
ST. Hann segði tíðinda-
monnum, at tað er ikki
heilt greitt, hví so mong
flogfør eru komin til Iran,
men helt tað kundi vera tí
at flogskipararnir vilja
sleppa undan at verða
bumbaðir sundur og sam-
an av teimum sameindu —
og at teir tí hava funnið
sær friðskjól í Iran.
Iran hevur annars viss-
að teir sameindu um, at
irakar sleppa ikki at brúka
hesi flogfer í krígnum.
Tey verða mett sum tikin
av iransku hermegini og
verða ikki leyslatin fyrr
enn kríggið er av.
Hóast hesi úttalilsi frá
iranarum, so eru teir sam-
eindu varnir. Einstakir
herovastar bera ótta fyri,
at avtala er gjørd millum
Irak og Iran, soleiðis at
Irak kann leypa teir sam-
eindu í ryggin við mongu
flogførunum, tá tann
rætta letan kemur.
Fyri tann stóra her-
skipaflotan í Golfinum eru
hesi flogfør ein álvarsom
hóttan, tí tey flestu av
flogførunum, sum talan er
um, eru av teimum nýggj-
astu og bestu í irakiska
flogvápninum útgjerd við
m.a. Exocet-rakettum.
Eygleiðarar hava nú eis-
ini víst á vandan, at tann
tjóðskaparliga hirðan hjá
Saddam Hussein, sum nú
stendur í norðara parti av
Kuwait, kann hugsast at
taka seg aftur og inn í
Iran fyri at goyma seg
móti teimum herðu loft-
álopunum.
Men hesum hevur ein
iranskur eygleiðari longu
víst aftur. Hann trýr ikki,
at Iran torir at leggja
landaøki til eitt møguligt
álop á teir sameindu. Iran
vil tá verða drigið upp í
kríggið og tað hevur land-
ið ongan hug til — ei held-
ur ráð til, sigur hann.
Í eini samreðu við
amerikanska tíðinda-
mannin Peter Arnett hev-
ur Saddam Hussein ikki
nógvar viðmerkingar til
tíðindini um, at so mong
irakisk flogfer eru farin til
Iran. Hann sigur, at hann
væl skilir steðuna hjá
Iran, um tað ikki letur
hesi flogfer fara avstað
aftur.
Eygleiðarar vilja vera
við, at júst henda samrød-
an við Saddam Hussein er
eitt tekin um, at hann
bera ótta fyri moralinum,
serliga í flogvápninum.
Og at hann við hesi sam-
reðu roynir at betra um
moralin.
Saddam Hussein
hottir við at brúka
kemisk- og atomvápn
Fyri fyrstu ferð síðani
Golfkríggið byrjaði fyri
tveimum vikum síðani,
hevur irakiski leiðarin,
Saddam Hussein, úttalað
seg til ein tíðindamann.
Talan er um ein av Peter
Arnett frá CCN, sum er
tann einasti tíðindamað-
urin, sum er sloppin at
verða eftir í Bagdad.
Mánadagin var tíðinda-
maðurin brádliga boð-
sendur at hitta ein ávísan
persón í útjaðaranum av
Bagdad. Hann visti ikki,
hvenn hann skuldi hitta,
men eftir at vera førdur í
loyndum til ein bygning í
Bagdad, fekk hann at
vita, at hann slapp at gera
eina samreðu við Saddam
Hussein.
Í hesi samreðuni, sum
er tann fyrsta við Saddam
Hussein, síðani kríggið
byrjaði, sigur irakiski leið-
arin, at Irak fer at vinna
kríggið. Hann hevur enn
ikki brúkt síni sterkastu
vápn og vísti á, at Irak er
fort fyri at útgera Scud-
rakettirnar = við bæði
kjarnorkubumbum, kem-
iskum og bakteriologisk-
um lødingum. Enn hevur
Irak ikki brúkt hesi vápn,
men verður landið tvingað
til at brúka tey, fara teir
at gera tað, segði Saddam
Hussein.
Hann legði stóran dent
á, at Kuwait er ein partur
av Irak og at irakar fara
ikki at taka seg úr aftur
Kuwait.
Hann vísti eisini á, at
loftálopini hjá teimum
sameindu eru øll miseydn-
að.
Spurdur hví irakar
dálka Golfin við at sleppa
olju út, segði hann, at
irakar eisn væl og teir
sameindu vilja brúka olj-
una sum vápn í krígnum.
Hvat viðvíkur úttalils-
inum um at Írak er fer fyri
at útgera rakettir sínar
við kjarnorkuvápnum, so
halda eygleiðarar ikki at
Irak hevur kjarnorku-
vápn. Men landið hevur
bæði kemisk og bakterio-
logisk våpn.
Síða 9
Terroratgerðir
móti USA og
Bretlandi
Terroratgerðirnar móti
londunum, sum hava
herfólk i Golfinum,
tykjast nú at vinda
uppá seg. Fleiri staðni í
heiminum hava bumb-
ur gjørt rættiliga stór-
an skaða á bygningar,
sum amerikanarar og
bretar eiga.
Serliga harðliga hev-
ur tað gingið fyri seg í
Grikkalandi. Fleiri
amerikonsk og bretsk
felog hava verið fyri at-
sóknum, men higartil
hevur mest verið talan
um materiellar skaðar.
Utvarpið í Bagdad
Saddam
í Athen
hevur annars heitt á
muslimar kring allan
heimin fyri at fáa teir
at fremja atsóknir móti
áhugamálum hjá ser-
liga USA og Bretlandi.
Hetta hevur ekt um
trygdina alla staðni og
serliga við flogvellir-
nar í vesturheiminum
Saddam Hussein hev-
ur leingi hýst fleiri av
teimum drápiligastu
terroristunum í heim-
inum, og tað eru ser-
liga hesum, sum vest-
urheimurin nú ber ótta
fyri.
Hussein
roynir at vinna
ein politiskan sigur
Tað eru helst eingir
hernaðarserfreðingar,
sum trúgva, at Irak
hevur nakran megu-
leika at vinna eitt
kríggj móti teimum
sameindu. Hóast hann
kann gera stóran
skaða, so fer hann
neyvan at klára seg
hernaðarliga móti fleiri
av heimsins sterkastu
londum.
Men flest allir eyg-
leiðarar halda, at tað í
veruleikanum er tann
politiska sigurin, sum
Saddam Hussein miðar
eftir at vinna. Og nógv
bendir eisini á, at hann
kann fara at gerast
vinnarin eftir kríggi og
gerast hetjan hjá
mongum muslimum, tí
hann tordi at seta seg
upp ímóti tí stóra USA
og Ísrael.
Øll minnast, hvussu
gekst Nasser eftir
kríggið við Ísrael.
Hóast fullkomnan
ósigur, var hann veru-
ligi sigursharrin mill-
um mangar arabarar.
Tað er henda leiklutin,
sum Saddam Hussein
ynskir at spæla eftir
kríggið.
EFTIR
Jan Miller skrivar