týsdagur 25. februar 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 38 - 25. februar 2003
Nú eg siti her, oman á rossafjósunum hjá hennara hátign
Margrethu og hennara franska prinsi, uttast á sokallaða
Ríðibananum, sum er ein partur av Christians-borgar
slátri, rennur eitt drúgt og oftani ókyrt lív fram fyri meg.
Serliga í politiskum samanhangi. Eitt tríati ára skeið,
sum partur av politiskum flokki í samstarvi við fólk við
felags áhuga og hugsjónum, er ikki hissini barlast, -
kjalarfest í sálarinnar dýpum. So dragandi og ávirkandi,
at oftani kennist tað sum lív og menniskju og politikkur
renna saman í eitt.
Páll Poulsen í Syðrugøtu - Páll hjá Andriasi í Útigutta-
stovu - var ein av teimum sum var við á hesi lívsjáttandi
ferð. Ferðini fram ímóti føroysku republikkini. Nú er
hann slóknaður, hamurin lagdur í mold yviri á
Breiðastykki og sálin setst við føtur hansara, sum øllum
valdar. Treysti andi hansara og bjarta lívssjónin liva eftir
og kunna frameftir bara vera okkum øðrum til leið-
beiningar og fyrimyndar.
Páll varð føddur í Syðrugøtu hin 29. desember 1936.
Foreldrini vóru Andrias og Jóhanna Maria av
Skansanum, harvið var hann fullblóðs gøtumaður.
Eyðsýniliga hevur hann verið uppkallaður eftir abb-
anum, Poul Kristoffuri, sum gekk burtur á útróðri, suður
úr Borðoyarnesi, í 1944. Foreldrini giftust í fyrsta lagi
inn í Útiguttastovu, eitt skifti búðu tey úti í Grógv, í
gomlu húsunum, ið stóðu á grundini harið húsini hjá
Osbjørn hjá Óla Hans nú standa. Og seinri fluttu tey yvir
undir Eiði at búgva. Tá mundi Páll vera um tíggju ára
aldur. Hann gekk í skúla yviri við Gjógv og í
Søldarfirði. Og eftir lokna skúlagongd var hann til skips
í nøkur ár, soleiðis sum flestu ungdómar komu sær til
mans tá á døgum. Vit vóru næstu skyldmenn, mamma
og Páll vóru systkinabørn, og tað merktist, at hann var
ein sera ættkærur maður. Mína vegna kendist hetta ikki
minst í politiska turbulensinum, harið væmingar og
vaggandi gjálv so tíðum eru uppi, og um okkara
viðurskifti kann bara staðfestast: At onki er tað blóð,
sum ikki er tjúkkari enn vatn.
Poul Kristoffur var framburðsmaður. Keypti ein av
fyrstu bilunum í oynni, og átók sær ábyrgdina av
postflutninginum í økinum. Í so máta var hann
sjálvstøðugur vinnurekandi við samstarvsavtalu við
táverandi danska postverkið. Og somikið av áliti man
hava verið í, at samstarvið gekk í arv. Andrias tók yvir tá
ið pápin var farin, og tá ið hann ikki helt seg til longur,
átók Páll sær ábyrgdina av postflutninginum í einum
stórum parti av Eysturoy. Teir hjá Andriasi eru serliga
kendir fyri at vera fimir í handfaringini av maskinam-
boðum, broytum o.ø. og Páll var onki undantak í so
máta. Eitt skifti starvaðist hann í slíkum ørindum í
Suðuroy, tá ið vegurin til nýggju kolanámini í Hvalba
varð gjørdur. Eitt annað skiftið í Mjørkadali, tá ið
vesturlendska hernaðaralliansan var farin at byggja sær
reiður á føroyskum fjøllum. Men arvurin dró.
Postflutningur gjørdist hansara høvuðsverk. Nakað eftir
at Postverk Føroya varð stovnað, var virksemið hjá
trimum ættarliðum í Útiguttastovu, í góðari semju lagt
undir stovnin, og sjálvandi varð Páll ein partur av sínum
egna viðføri, og virkaði hjá hesum landsstovni haðartil
hann mettur av døgum sovnaði inn í deyðan hin 21.
januar í ár.
Páll leitaði sær út á Toftir eftir maka. Margit Heine-
sen. Úr Hoygarðinum. Og tað er ikki ov nógv sagt, at fá
kona man hava staðið einum manni so dygg undir lið
sum Margit. Sást annað, so sóust bæði. Tað svitaðist
næstan ikki. Rákin av einum sjaldsama væl
samansjóðaðum felagsstevi, tvívegis góðsku og
mergjaðum áliti, var fyllingin, tá ið tey bæði vóru í
nánd. Somikið tyngri man saknurin vera hjá tær Margit
og tykkum báðum børnunum, Andriasi og Conny.
Páll og Margit giftust inn undir Gøtueiði. Seinri komu
tey yvir aftur um Eiði at búgva. Leigaðu fyrst húsini hjá
lokala skaldinum, Einari Tróndargjógv, og nakað eftir
hetta keyptu tey húsini. Páll var aftur á fornum slóðum.
Búði nú aftur ímillum áirnar í Syðrugøtu. Har sum for-
fedrar hansara høvdu búleikast í øldir. Hann var ein sera
virkin og hugaður maður. Røktaði fyri uttan Hús, - í
ognarhaganum. Hevði gerði. Velti og hoyggjaði. Fekst
við seyðahald. Var áhugaður í ítrótti og í so máta munna
mangir kenna hann frá talvborðinum, serliga tey árini
táið Gøtu Talvfelag var ímillum tey fremstu í landinum.
Hann var í nógv ár á úrvalsliðnum hjá gøtumonnum. Og
har vóru fleiri góðir telvarar í streytinum, sum dámdu og
dyrkaðu hendan fremjandi heilafimleik. Eldsálir.
Lívgevarar. Guvan av andsevnum stóð upp um
húsatromirnar. Petur Eli, Pól, Martin í Grund, Ólavur
o.s.fr. Valforvaraðir menn handan skallabeinini.
Páll merkti tíðligani ellisbrek. Sjúkur herjaðu hann.
Sukursjúku fekk hann í bestu árum. Og hann var ikki
meiri enn gott og væl hálvthundrað ára gamal tá ið ríður
av blóðtøppum meiddu hann somikið, at ein partur av
arbeiðsførinum dragnaði. Tá ið læknarnir hildu standin
vera so ringan, at hann átti at gevast við post-
flutninginum, vóru teir so large á postverkinum, at teir
skipaðu honum eitt starv, soleiðis at hann kundi sita har
heimi, ímillum áirnar í Syðrugøtu, og virka fyri
frímerkjadeild stovnsins. Hugaligur, skilagóður og
virkin starvsfólkapolitikkur, harið menniskju darvað og
meint rakt av sjúku, og annars andsfrísk og ferug, kunna
hava ein meiningsfullan dag at fara upp til. Í heyst søkti
ein so hervilig sjúka at honum, at hann bar ikki boðini.
Avmálda tíðin var komin. Deyðin gjørdi bart. Páll var
tikin úr hesum heimi. Foldarlívið endað.
Páll var áhugaður í samfelagsmálum og politikki. Var
loysingarmaður um ein háls. Her var eingin slingur í
valsinum. Og soleiðis var tað ongantíð nakar ivi í
hansara sál um, at Tjóðveldisflokkurin var einasta
poltiska høpið í landinum, ið kundi verja hansara
áhugamál, og einasti broddur, ið var nóg treystur at
søkja at avgerðandi málinum hjá einhvørji tjóð. Fulla
politiska frælsinum. Fullveldinum. Republikkini.
Minnist, at hann var á limafundi í Eysturoyar Tjóð-
veldisfelag, hugsi tað var á Muntra í Fuglafirði, tá ið
undirritaði, sum lítið meiri enn avnalvaður ungdómur,
miðskeiðis í sjeytiárunum, lat meg skráseta sum lim í
hesum treysta felag. Síðani hava okkara leiðir verið
tvinnaðar saman meiri og minni. Hann var nevndarlimur
í fleiri ár, frá 1980-1989. Hetta seinasta árið sum
formaður. Soleiðis komu vit at sita í nevndini saman í
fleiri ár, og tað sum eyðkendi Páll, var at hann altíð
siktaði eftir teimum yvirskipaðu málunum. Orkaði ikki
hetta lítið stimbrandi persónsstríðið, sum oftani tekur
seg upp í slíkum felagsskapum. Við sínum serstakliga
ljósa, sakliga og positiva lyndi, var tað oftani hann sum
fekk gonguna á glið aftur. Var tað, sum teir aðrastaðir
kalla hin gráa eminansan, kjølfestan. Sum megnaði at
fáa oftani eksplosivu gemyttini at semjast og skilja
álvaran. Ein av teimum tungu dreingjunum í oyggja-
felagnum. Lívsnerva floksins í Eysturoy. Sjálvur hevði
hann ongar ambitiónir um at gerast aktivur politikari,
tað var sakin tað galt, men harfyri stillaði hann upp til
løgtingsval í tveimum umførum, mest fyri at hjálpa
flokkinum til so dygga undirtøku sum gjørligt. Hugsi
hetta var í 74 og í 78. Tá ið Páll valdi at fara úr nevnd
felagsins í 89 kom kona hansara Margit inn í nevndina
ístaðin, og soleiðis høvdu tey eisini felags stev í
samfelags- & politiskum viðurskiftum.
Var tað ikki fyri Páll, so sat undirritaði neyvan í
danska høvuðsstaðnum í kvøld og skrivaði hesi fátæku
minningarorðini um ein falnan skyldmann, vin og
dyggan stuðul. Royndi sum frægast á løgtingsvalinum í
84. Tað munaði sjálvandi lítið ímóti so frægum kempum
sum Peturi Reinert og Signari Hansen. Vinnulig
gerðamál og sjólívið er lítið sambærligt við eitt aktivt
politiskt lív. Harvið varð tað. Men harfyri var áhugin hin
sami fyri samfelagsmálum og politiskum viðurskiftum.
Hugsjónin óvikandi. Og ein dagin, tíðligani í 1998,
ringir Páll og sigur mær at tjóðveldismenninir í Gøtu
høvdu ilt við at finna eitt valevni til løgtingsvalið. Um
tað var nakar tjansur fyri, at eg kundi átaka mær hendan
leiklutin? Míni barnaár og uppvøkstur og kærleiki til
hesa bygdina mundi vera orsøkin til, at teir vóru komnir
framá hesa møguligu loysnina. Dró á bæði. Hevði
ríkiligt av øðrum at taka mær fyri. Bað um eina
umhugsunartíð. Og ímeðan eg lá undir sveiggjandi
pálmunum vesturi í Havanna hetta várið, ivaleyst
eggjaður av tropiska varmanum, flógva karibiska
lotinum og kubansku kollveltingini, avgjørdi eg at taka
av tilboðnum frá gøtumonnum. Varpaði eitt skriv heim
til felagið, og setti sum einastu treyt fyri uppstillingini,
at skyldmaðurin Páll Poulsen skuldi vera mín stillari. Og
so varð. Tí siti eg hetta kalda vetrarkvøldið, á
Danmarkar frostsprongdu fløtum, og skrivi tær hesa
seinastu heilsanina. Hvíl í friði kæri frændi. Um teg eru
bara góð minnir. Royktámið frá sorgini hvørvur fyri
eygum tykkara, ið eftir sita, og minni um góðan mann
verður standandi hjá konu, børnum, abbabørnum og
øllum okkum sum vóru so heppin, at vit komu at kenna
Páll hjá Andriasi í Útiguttastovu.
Tórbjørn
Frælsiskyndil slóknaður
Páll Poulsen
1936 - 2003
C
M
Y
K
32
Nr. 38 - 25. februar 2003
33
Ford Escort Sport
árg. 1995, til sølu fyri 62.000 kr. Koyrt 78.000 km.
Nýggjar bremsur og stoytdoyvarar + »kilerem«.Er
í góðum standi.
Tlf. 264640
Handverkari
Søkt verður eftir dugnaligum og álitandi
handverkara (m/k) til maskinmiðstøðina í
Kollafirði.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um viðlíkahald og umvæling av
maskinum hjá stovninum
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava handverkaraútbúgving
sum maskinsmiður ella bilmekanikari.
Lønarviðurskifti
Lønin verður sambært sáttmálanum millum
avvarðandi yrkisfelag og Føroya Handverks-
meistarafelag.
Umsóknir
Umsøkjarar kunnu ringja til Maskinmiðstøðina í
Kollafirði tlf. 422420 og tosa við Niels Juul
Kristiansen Smiðjuformann.
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!
33