týsdagur 25. februar 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 25. februar 2003
31
Óli Jacobsen
Kaj Leo Johannesen, løg-
tingsmaður, hevur í Sosial-
inum og Dimmalætting
spurt um støðuna hjá fiski-
mannafelagnum til kapping
í veiðuliðnum.
Hann vísir til okkara
støðu viðvíkjandi kapping í
virkisliðnum, og tað skilst
millum reglurnar, at Kaj
Leo ikki heldur, at samsvar
er millum hesi sjónarmið
um virkisliðið og so kapp-
ingarstøðuna
í
veiðuliðinum.
Tað kundi verið skrivað
en hóp um hetta evni. Men
tað skal ikki gerast her.
Men sigast tó, at hóast
spurningur er einfaldur, so
kann hann neyvan svarast
eins einfalt.
Taka vit virkisliðið var jú
støðan tann fram til endan
av 80-unum, at her var
talan um planøkonomi, eins
og í Ruslandi fyrr.
Ein flakavirkisleiðari var
ikki annað enn ein upp-
sitari. Hann hevði onga
ávirkan á prísin, hann rind-
aði fyri fiskin. Hann hevði
onga ávirkan á hvat hann
framleiddi ella hvat hann
fekk fyri liðnu vøruna.
Hetta hevði heldur ikki
tann stóra áhugan. Tað sum
ráddi um, var at halda seg
so nær sum gjørligt til tey
tøl fyri framleiðsluútreslur,
sum vóru ásett kalkulatióni
hjá ráfiskagrunninum fyri
tey ymisku fiskasløgini.
Gjørdi hann tað, var honum
tryggjað eitt ætlað rakstar-
úrslit,
tá
roknskapurin
skuldi gerast upp. Úrslitið
av hesi skipan var ein fíggj-
arlig vanlukka fyri sovæl
virkislið sum fyri samfel-
agið yvirhøvur. Størri og
størri partur av framleiðslu-
virðinum fór til útreiðslur
hjá veiðuleiðnum og tess
minni var ráð at rinda fyri
fiskin. Hetta kundi fyrstu
tíðina
kamuflerast
við
hægri studningi og tá
kreppaði byrjaði sást greitt
úrslitið av hesi skipan.
Hóast í seinna lagi, so var
tað vinnan, her ikki minst
FF, sum fekk lagt upp til
tann marknaðarbúskap fyri
vinnuna, sum varð sam-
tyktur á tingi í 1988, og
sum vendi øllum hesum.
Virkini fingu sjálvi ábyrgd-
ina av keyp og sølu av fiski
og av at halda útreiðslurnar
lægst møguligt fyri at
kunna kappast við granna-
virkið.
Kann ikki sammetast við
veiðiflotan
Tað er eitt sindur trupult at
síggja hvussu vinnuum-
støðurnar hjá fiskiskipum
kunnu sammetast við tey á
landi, sum tey vóru.
Skipini bæði vóru og eru
undir marknaðartreytum.
Tað, sum um ræður hjá
skipara og reiðara, er at
veiða mest møguligt og at
fáa mest møguligt fyri fisk-
in. Reiðarin skal sjálvsagt
royna at hava útreiðslurnar
so lágar sum gjørligt. Hetta
er heilt frá keyp av olju sum
til val av fígging og nógv
annað. Her er reiðarin nær-
um fult út »sin egen lykkes
smed«.
Tað sum Kaj Leo nú
sóknast eftir er eini kapping
um fiskiloyvi. Sum tað
skilst, skal tann fáa fiski-
loyvi, sum vil gjalda mest.
Hetta er nærmast ein heilt
annar spurningur, sum fyrr
hevur verið reistur á meira
akademiskum støði.
Hetta sigur nakað um,
hvussu skjótt vit øll eru um
at gloyma. Vit skulu ikki
fara longur aftur enn til 80-
ini, tá tað varð roknað sum
nærmast
óhugsandi,
at
skipini nakrantíð kundu
klára seg uttan almennan
studning. Hetta var nærm-
ast fatað sum ein náttúru-
lóg. Men tað er hetta sum er
støðan í dag. Tískil skuldu
øll verið lukkulig um at tað
eftir so stuttari tíð er eydn-
ast at náa einum slíkum
einaferð óhugsandi máli.
Ein av fremstu orsøkun-
um fyri hesum er, at tað júst
hevur verið frí kapping hjá
skipunum,
meðan
tað
manglaði hjá virkisliðnum.
Hugskotið hjá Kaj Leo um
kapping um fiskiloyvi,
kemur í hvussu er at merkja
ein nýggj útreiðsla hjá
vinnuni. Og at tað skal
kunna menna vinnuna er
ringt at síggja. Og tað er
neyvan nakrastaðni í heim-
inum, at ein slík skipan er í
gildi.
Her berjast tey móti
kreppu í vinnuni, og t.d. í
ES vildu tey verið meira
enn fegin, um tey høvdu
eina vinnu sum kundi bera
seg sjálva. Í ES tykist
»loysnin« at vera at fáa av-
tikið fiskivinnu í størst
møguligan
mun.
Síggi
beint í Dansk Fiskeri-
tidende, at bretska stjórnin
hevur samtykt at veita 675
mill.kr. í kreppuhjálp bert
til teirra flota. Ein stórur
partur skal fara til upp-
høggingarstuðul.
Hinvegin er tað gott, at
menn sum Kaj Leo vilja
hava kjak um slík viður-
skifti. Og einum slíkum
kjaki eiga partarnir í vinn-
uni heldur ikki at verða
ræddir fyri.
Svarið uppá spurningin
hjá Kaj Leo er, at sjálvsagt
gongur FF inn fyri kapping
í veiðuliðnum. Men hesa
kapping hava vit longu í
eins stóran mun sum í virk-
isliðnum. At ein kapping
framhaldandi skal stimbr-
ast og mennast er ein sjálv-
fylgja.
Hergeir Nielsen
Sambandsflokkurin lat Kaj
Leo
Johannesen
stinga
fingurin í jørðina, at vita
hvussu ES-lagið var á
tingmonnum.
Uppskotið um ES-lima-
skap kom á tingborð ein
mánaða undan jólum, og
fyri at fáa sum frægast av
umrøðu kom málið ikki á
dagsskrá fyrr enn árið eftir.
Fjúrtan dagar inni í
nýggja árium varð málið so
sett á dagsskrá, og er tað nú
avgreitt av løgtinginum.
Sæð við eygum sam-
bandsfloksins, fekk tað
eina syndarliga lagnu.
Í
uttanlandsnevnindini
tók
Sambandsflokkurin
ikki undir við tí, og á tingi
fekk tað onga atkvøðu.
Undir aðru viðger kom
kortini skilliga fram, at
andstøðulimirnir í uttan-
landsnevndini ikki vildu
kennast við støðu sína.
Ein samd nevnd tók ikki
undir við málinum, søgdu
teir saman við okkum øðr-
um í álitinum, og somu
støðu tók so løgtingið.
Vanliga plaga teir at
trokað seg fram at mikro-
fonunum, og har siga seg
ikki hava sagt tað, sum teir
hava sagt, men hesuferð
fóru teir so eitt stig longur.
Nú vildu teir hava málið
aftur í nevnd, men fingu
teir bert 10 atkvøður fyri at
gera sítt egna nevndarar-
beiðið umaftur.
Skilligt er, at Kaj Leo
Johannesen,
sum
legði
navn til uppskotið, man
vera ein ótrúliga vónbrotin
maður.
Tað er í sjálvum sær ein
long og torfør uppgáva, tá
ið umsøkjarin ikki er førur
fyri, og ikki sær seg føran
fyri at uppfylla høvuðs-for-
treytina fyri limaskapi i
einum samveldi.
Limaskapur í ES treytar
nevniliga, at tú hevur ein
sjálvstøðugan lim at lima
inn. Og hendan limin ræð-
ist sambandsflokkurin.
At leita eftir fyrimunum
og vansum við EU - lima-
skapi gerst bert við at sam-
ráðast um limaskap.
Møguligt er tá at fáa
treytir
og
fyrivarni
á
pappíri, men eingin trygd
kann veitast fyri, hvussu
leingi hesi fyrivarni og
hesar treytir halda sær.
Allar royndir vísa, at øll
fyrivarni bert liva í stutta
tíð.
Harafturat er signalvirðið
av øllum limaskapsroynd-
um, at alt verandi samskift-
ið og øll verandi menning
fær álvarslig skot fyri
bógvin.
Hetta tykist tó ikki nerv-
að sambandsflokkin, sum
er við at nærkast eini skelk-
ingarfasu, nú Danmark fer
at grundlógartryggja sær
nýggja ríkjafelagsskapin
aðrar vegir, meðan vit før-
oyingar bert hava margi-
nalan áhuga í teirra verð.
Undir 1. viðger royndi
sambandsflokkurin at sann-
føra alt og øll um, at ætl-
anin var ikki at lata ein stert
undan Føroyum sum gjald
fyri limaskap í ES.
Hvar vit annars kundu
lata, ella fáa, fingu vit so at
siga einki at vita um.
ES - málið er regluliga
umrøtt, men rætt er, at tað
er ikki umrøtt við beinleiðis
støðutakan til limaskap ella
ikki, og tað brýggja fólk
flest seg ikki um.
Hví
uppskotsstillarin
segði, at vit vóru noydd at
taka eina støðu, tá vit hava
tikið eina støðu, er ikki gott
at vita. Tað munnu vera ein
30 ár síðan, at vit føroy-
ingar tóku støðu til at vera
uttanfyri ES.
Uppskotstillarin
helt
okkum vera eftirbát eftir
ES, men var ikki førur fyri
at sannføra okkum um, at
so var.
Vit sóknaðust eftir, um
føroyingar fóru at vera eins
fegnir og spaniólar, portu-
gisar, bretar, og danir, tá
teir í felag fóru at draga ogn
føroya fólks av okkara
grunni?
Um sølumenninir í sam-
bandslokkinum fingu sín
vilja, so fóru 20 - 25 lond at
kappast um at niðurfiska
stovnarnar í føroyskum
sjógvi.
Talan hevði tá verið um
stórstu útsølu av føroyskum
áhugamálum nakrantíð, og
tíbetur vóru sølumenninir
riknir eftir hæli.
Integratiónin, samstarvið
ella avhendingin av suve-
reniteti til ES er komin
longst á fiskivinnu- og
landbúnaðarøkinum.
Øll lóggáva á fiski-
vinnuøkinum liggur í Brux-
elles, og limalondini, eitt
nú Danmark, hava ongan
fiskimálaráðharra longur.
Vilja
vit
føroyingar
sleppa stýringini av fiski-
vinnuni av hondum?
Síðani søgdu teir, at vit
fingu tey undantøk vit
høvdu brúk fyri.
Eingin ivi er um tað, men
higartil hava øll undantøk
livað eins leingi og lundi á
jólanátt, og síðani eru tey
horvin. Tey donsku doyggja
soleiðis strádeyðan fyrsta
dagin. Har er endamálið
rokkið.
Fólkið har varð villleitt
við undantøkum og veto-
rættindum, og nú tað ikki
slepst útaftur, verða hesir
fyrimunir strikaðir.
ES-málið er sera við-
komandi og av alstórum
týdningi. Har stendur um
føðingina av eini sam-
veldis- ella statsskipan við
egnari grundlóg.
At viðgera ES og okkara
støðu í hesum samanhangi
er ein sjálvfylgja. ES fer
saman við Danmark ein
veg, ið ber longur og longur
burtur frá ríkisfelagsskap-
inum millum Danmark,
Føroyar og Grønland.
Vit hanga enn uppi í
honum, meðan Danmark er
á veg burturúr.
Hvønn
týdning
fara
rembingarnar har niðri at
fáa fyri tað føroyska sam-
felagið?
Er nakað samskiftið yvir-
høvur um stjórnarskipanar-
ligar broytingar landanna
millum, spyrja vit?
Er tað ikki rættiliga við-
komandi fyri framtíðar-
støðu Føroya, hvar vit enda,
nú danir verða málaðir upp
í ein krók av fransmonnum,
týskarum og øðrum, sum
eru við at seta seg oman á
alt Evropa.
Av yvirskipaðum týdn-
ingi er, at framtíðarstøða
Føroya verður skipað av
føroyingum sjálvum. Hetta
gerst bert, um vit hava fult
ræði á egnum viðurskiftum.
Tástani kunnu vit sam-
ráðast aðrar vegir um sam-
starv á jøvnum føti við
onnur.
At blaka føðilandið Før-
oyar fyri hund og ravn - ella
inn í EU sum danskan
landslut - er stórsta ábyrgd-
arloysi hugsast kann.
Hildið verður, at upp-
skotið hjá sambandsflokk-
inum er ein miðvís herferð
tann vegin.
Vit fingu ábendingar um
hetta, nú vit viðgjørdu upp-
skot hansara um limaskap.
Uppskotið var alt ov trongt
og alt ov avmarkandi, og
varð tí skotið niður í sand
og øsku.
Vit verða bara syft inn
um EU-múrarnar eina ferð.
Eftir tann dag verða tað
aðrir, ið fara at ráða fyri
okkara borgum, og Gud
man vita, hvar vit tá drekka
onnur jól.
Lat okkum tí, so sum sagt
varð í álitinum, miðja eftir
eini ráðstevna um alt
okkara samskifti við ES, og
tástani gera okkum eina
hugmynd um, hvussu vit
skulu telva víðari fram í
hesum
týdningarmikla
máli.
VIÐMERKINGAR
Søluátak sambandsfloksins
Svar til Kaj Leo
Kapping ella ikki
31
30
Nr. 38 - 25. februar 2003
Hóast konufólkini
vóru væl fleiri, enn
tey plaga at vera á
aðalfundinum, so eru
tað framvegis fyri tað
mesta menninir, sum
taka avgerðirnar í
føroyskum fótbólti
FSF
ÁRSAÐALFUNDUR
Jákup Mørk
Fótbóltur er ein mannfólka-
heimur. Soleiðis verður
mangan tikið til. Og hóast
kvinnurnar hava verið part-
ur av føroyska fótbóltinum
í út ímóti tjúgu árum, so er
tað framvegis soleiðis, at
tað eru menninir, sum
manna plássini, tá ið av-
gerðirnar skulu takast.
FSF aðalfundurin í Út-
varpshøllini
leygardagin
var eitt gott dømi um, at tað
framvegis eru menninir og
næstan bara menninir, sum
eiga avgerandi orðið. Men
fundurin var eisini eitt
dømi um, at kvinnurnar so
spakuliga eru við at vinna
inn í fótbóltsheimin.
Sambært fundarfrágreið-
ingini, sum longu sunnu-
dagin var tøk á heimasíðuni
hjá FSF, vóru tvey lima-
feløg ikki umboðað á fund-
inum. Tey vóru Streymur
og NÍF, sum er Nólsoyar
Ítróttarfelag.
Hini tjúgu feløgini vóru
umboðað, og av teimum
vóru tað fýra, sum høvdu
konufólk í umboðanini.
Hildigarð Eliasen var ann-
að av umboðunum hjá ÍF,
Rebekka Lisberg var annað
av umboðunum hjá Sumba,
og í umboðanini hjá Skála
vóru kvinnurnar í meiri-
luta. Tvey av trimum um-
boðum vóru konufólk –
Olina
Berg
og
Heidi
Niclasen.
Feløgini vóru annars um-
boðað soleiðis:
AB: Tórálvur Stenberg
og Sigmar Jacobsen. B36:
Kristian á Neystavbø, Jón
Johansen og Kjartan Mohr.
B68: Niclas Davidsen og
Eyðfinn Olsen. B71: Eli
Hentze og Hans Falkvard
Hansen. EB: Olaf Fríðheim
og Magnus Magnussen.
Fram: Ørvur H. Á Lag. GÍ:
Jógvan
Gregersen
og
Brandur Jacobsen. HB:
Birgir Enghamar, Niels J.
Arge og Steinfinn Mittel-
sten. ÍF: Hildigarð Eliasen
og Símun Fornagarð. KÍ:
Gestur Hovgaard, Markur
Tummas Jacobsen og Hans
Jákup
Heinesen.
LÍF:
Jógvan Júst Olsen, Kári
Nolsøe Olsen og Tórolvur
Joensen. MB: Frits Witt og
Wensil Nattestad. NSÍ:
Jákup Mortensen og Jon-
hard Hansen. Royn: Jon-
hard Thomsen, Martin í
Nesi og Áki Bertholdsen.
SÍ: Heini Davidsen. SÍF:
Atli Gregersen og Alfred
Joensen. Skála: Olina Berg,
Hans Jákup Høj og Heidi
Niclasen. Sumba: Rúni
Lisberg og Rebekka Lis-
berg. TB: Sofus Laðanberg
og Petur Joensen. VB: Hans
Petur Kjærbo.
Næstan bara mannfólk taka avgerðirnar
FIFA ásetingar um, at
tað bara er loyvt at
skifta felag eina ferð í
einum álmanakkaári,
kann bera við sær, at
føroyski FCK spæl-
arin verður sitandi á
áskoðaraplássunum
inntil í summar
ÚTISETI
Jákup Mørk
Tað er hugsandi, at Todi
Jónsson als ikki sleppur
upp í part á grasvøllunum í
Danmark frá nú av og inntil
sáttmálaskeiðið hjá honum
í FCK verður lokið 30. juni.
Í hvussu so er, tá ið talan er
um dystir.
Síðani Todi fekk at vita,
at hann ikki var í 24 manna
hópinum hjá, sum hevur
verið í Suðurafriku á ven-
ingarlegu,
hevur
verið
greitt, at hann ikki fer at
sleppa upp í part á besta
FCK liðnum, sum fer at
spæla um meistaraskapin.
Um Todi skal sleppa upp í
part, so skal okkurt heilt
óvæntað fara fram.
Í síðstu viku varð tosað
um, at Todi møguliga
skuldi leigast út til okkurt
annað felag í superliguni,
og Todi segði sjálvur við
danskar fjølmiðlar, at hann
var áhugaður í hesum.
Ekstrablaðið visti leygar-
dagin at siga, at trý feløg
eru áhugað í at leiga Toda
frá nú av og tað, sum er
eftir av hesum kappingar-
árinum. Feløgini sigast vera
AGF, sum Todi spældi fyri
eitt skifti í unglingaárun-
um, OB og Viborg. Todi
Jónsson hevur sjálvur einki
sagt um, hvørji feløgini
eru, sum sigast vera áhugað
í at gera leigusáttmála við
FCK.
FIFA reglur kunnu
forða
Todi Jónsson er ikki hvør
sum helst í donskum fót-
bólti. Tí er stórur áhugi
fyri, hvar hann fer at spæla
í framtíðini, og donsku fjøl-
miðlarnir
viðgera
ofta
henda spurningin.
Ekstrablaðið visti leygar-
dagin at siga, at nýggjar
FIFA ásetingar kunnu ger-
ast rættuligir fótonglar fyri
fótbóltsspælinum hjá Toda
Jónsson tað, sum er eftir av
árinum. Blaðið vísti á, at
nýggjar FIFA ásetingar
siga, at tað er ikki loyvt ein-
um spælara at skifta felag
meiri enn eina ferð í einum
og sama álmanakkaári. Tað
vil siga, at um Todi Jónsson
verður útleigaður frá FCK
og til t. d. OB frá nú av og
inntil í summar, so verður
honum ikki loyvt at skifta
til annað felag fyrr enn eftir
ársskiftið.
Sum
kunnugt
vóru
franska Lille og Todi Jóns-
son samd um, at Todi skuldi
skifta til franska felagið í
januar. Men FCK segði nei,
og nú eru líkindi fyri, at
FCK hevndin fyri, at Todi
ikki vildi leingja samstarv-
ið við teir eftir treytunum,
sum teir bjóðaðu, fer at
kosta uppaftur meiri, enn
tað í fyrstu atløgu tóktist, at
hon fór at gera. Um hann
fer til eitt danskt felag nú,
so kann tað væl vera, at tað
verður honum ikki loyvt at
fara til eitt útlendskt felag
fyrrenn eftir ársskiftið, og
tað kann verða rættuliga
óheppið.
Todi Jónsson sigur við
Ekstrablaðið leygardagin,
at umboðsmenninir hjá
honum, Karsten Aabrink og
Lars Skjøth, hava kunnað
hann um FIFA regluna, og
at teir siga, at reglan bara er
galdandi, tá ið talan er um
skifti millum tvey donsk
feløg, og at hon ikki er
galdandi, tá ið talan er um
skifti til eitt danskt felag og
so eitt útlendskt felag í
sama álmanakkaári.
Men Ekstrablaðið sigur
seg vera rættuliga víst í, at
nýggja reglan eisini er
galdandi í hesum førinum.
Nú fæst at síggja. Undir
øllum umstøðum er tað
harmuligt, um Todi ikki fer
at fáa dystarvenjing í vár,
og
tað
verður
eyka
harmuligt, um hann ikki í
summar fer at fáa dreymin
um at spæla uttanlands
gjørdan til veruleika.
Todi kann enda í fellu
C
M
Y
K
30