Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

. Síða 6 Rolf Jonsson úr Florida: Einki upp á seg „Tað er 'løgn och forbannat dikt', at eg eri stungin av úr um ákæra skal reisast ímóti Rolf Jonsson Umfatandi kanning verður gjerd av viðurskiftunum hjá Jonsson Kanningin skal vera liðug 8. februar, og tá skal avger takast Svøriki við 17 miljónums, sigur sviin, ið stendur aftan fyri bingjuskipa-projektið í Vági Eg kann koma til Svørikis uttan at Óttast nakað, sigur Rolf Jons- son, sviin, sum stendur aftanfyri Western Shipp- ing-projektið á Suðuroyar Skipasmiðju í Vági. EG HAVI PENGAR TIL GÓÐAR HJA SKATT A- VALDINUM Eg haldi meg hava pengar til góðar hjá skattavaldinum, leggur hann aftrat. Sviin, sum býr í Florida, USA, og hevur ein flågviskula har, er frá sær sjálvum, at Sos- ialurin hevur sett navn hansara í ringt ljós. Hann er meira enn mis- nøgdur við, at vit hava tikið tíðindi í svenskum blødum fyri áljóðandi uttan at hava eftirkanna tey, sum hann tekur til. LØGN OCH FORBANNAT DIKT - Det er løgn och for- bannat dikt, sigur sviin í telefonini úr Florida og leggur aftrat, at hann er móður av hesi forfylg- ingini. Hann greiðir frá, at tá hann fór frá flogvallar- projektinum í Hagfors, tå var tað liðugt og eisini í lagi fíggjarliga. NÝGGJ VEND EFTIR MINA TIÐ - At partafeløg, ið hava samband vid flogvøllin, eftirsidani eru farin av knéranum kann ikki vera min trupulleiki, og einki løgid er i ti, sigur Jons- son. Hann heldur, at talan er um púra grundleysa forfylging BARNALÆR- DOMUR - Tú hevur skrivað nakað, uttan at hald er í ti. Ein lygn, sum stendur í einum svenskum blað, verður ikki meira sonn fyri tað, um tú tekur hana upp aftur... tú hev- ur ikki eftirkannað tíð- indi nóg væl, og tað er vánaligur journalistikk- ur, sigur hann í stuttum fyrilestri um reiðiliga blaðskriving. SJÁLVT ÁKÆRIN REINSAR MEG Jonsson er í ødini og sigur, at ákærin í Jønkoping Krister Wårner, sum situr við málinum, hevur avvist, at nakað hald er í ákærunum. - Hygg bara í Nya Lidkøping Tidningen frá 25. januar í ár. Har sært tú, hvat Wårner sigur: At ákærumyndugleikin einki hevur at fýlast á í mínum viðurskftum... SPYR BARA! Í telefonini úr Florida bedýrar Jonsson, at hann er ein heiðurligur per- sónur, sum heur gott orð á sær. - Spyr bara Birger Petterson, býráðslim í Hagfors, - hann veit at siga, hvgr góður persónur eg eri, sigur Jonsson og vísir á, at hann úr USA er í holt við at skapa virksemi fyri 500 fólk í Hagfors. ówh Johan Dahl, stjóri í Pf. Western Shipping: Skipasmiðjan rýkur, missa vit prosjektið „Tað verður ringast fyri okkum, um prosjektið dettur niðurfyri nú. Tað fær tær fylgjur, at skipa- smiðjan fer á heysin, og so er einki vunnið .” Hetta er viðmerkingin frá Johan Dahl, sum frå før- oyskari sidu er ein hin fremsti i farmaskipapro- sjektinum, ætlanin er at fåa i gongd å Suduroyar Skipasmidju. Johan Dahl er bæði stjóri í Pf. Western Shipp- ing og Pf. Suðuroyar Skipasmiðju. Positiva fatan „Tað fatan eg havi fingið av svianum er positiv,” sigur Johan við Sosialin. „Tað sama skiltist eisini á teimum bankamonnunum, vit hava havt samband við í Svøriki, har eg m.a. sjálvur var saman við hon- um í fjør." Johan sigur, at hetta, sum nú er komið fram, kemur dátt við hjá teimum: „Tað verður jú fyrst og fremst okkum, hetta kann koma at skaða, um vit missa prosjektið." Hann sigur, at fylgjurnar í so fall verða, at skipa- smiðjan enn einaferð má lata aftur. „Lítil fiskur" „Rolf Jonsson er bara ein "liul fiskur" í øllum hes- um her. Tað eru høgt- standandi amerikanarar, ið standa aftanfyri við 90 prosentum av pengunum, sum verða settir í pro- sjektið," sigur Johan, sum samtundis upplýsir, at svi- in í hvussu er ikki enn hevur annulerað sáttmálan um byggingina, sum skuldi geva vágbingum ar- beiði aftur á skipasmid)- uni. Eru garanteraðir „Vit eru í sáttmálanum garanteraðir, samstundis sum amerikanskir bankar eisini garantera, at pengar- nir frá amerikanarunum ikki skulu 'hvørva”,” sigur Johan Dahl. Johan sigur seg eisini hava hoyrt um, at okkurt sakarmál skal hava verið reist móti Rolf Jonsson, men at sviin skal hava vunnið í ti førinum, hann hevur hoyrt um. hj. Nr. 21 — 31. januar 1991 Medan Rolf Jonsson be- dýrar seg ósekan í øllum skuldsetingum um svik, arbeiða svenskir myndug- leikar av kraft við at kanna viðurskifti hansara. Jonsson skuldi meta upp í *tingsrættinum' í Skøvda í novembur, men hann kom ongantíð. Í løtuni situr deildin hjá Krister Wårner, statsákæra, í Jønkøping og ger viðurskiftini hjá Jonsson upp. Men Wirner vil einki upplýsa. Hann vil siga so mikið, at einki hald er í tí, Jonsson hevur upplýst fyri okkum. - Eg havi sagt við okkurt blað, at tað ikki er aktuelt at krevja Jons- son útleveraðan úr USA og at reisa ákæru ímóti honum; men tað er av teirri einføldu orsøk, at 66-83 miljónir svenskar krónur Hetta er tað, sum svenski staturin meinar, at hann hevur til góðar hjá Rolf Jonsson og partafelógum hansara. Hvussu stór krøvini frå óðrum enn statinum eru, veit eingin við vissu enn Ein sera høgtstandandi svenskur embætismaður sigur fyri Sosialinum, at tað valla er nakar ivi um, at ákæra verður reist ímóti Rolf Jonsson. So langt er komið ávegis við teirra umfat- andi kanningini, sum fer fram í Jønkøping og sum seinastu tíðina er vorðin savnað á einum stað, tí hon er so torgreidd. OREIDILIGHEIT Hon fer at ljóða uppá *óreiðiligheit ímóti á- ognarum'. Kravið frá svenska statinum ímóti feløgunum hjá Jonsson fer at ljóða uppá 60-75 miljónir, og uppá 6-8 miljónir krónur ímóti Jonsson persónliga. Talan er um skatt, toll og avgjøld. IKKI BERT STATURIN Aðrir åognarar enn staturin hava eisini stór krgv ímóti Jonsson og fyrrverandi feløgum hansara. Í summum før- um liggur *tingsdómur' um at krøvini hava viðhald; ein slíkur dóm- ur gevur “kronfogeden' heimild til, at fara eftir pengunum hjá teimum, sum skyldar. Sum vituligt er, hevur ikki verið møguligt at hitta Jonsson, tíansheld- ur at fáa nakrar krónur frá honum. Men hvussu nógv, Jonsson skyldar gðrum enn statinum veit eingin við vissu. Í fyrsta lagi tí at áognararnir búgva ymsa staðni í landinum, kanningin ikki er endaliga liðug, sigur hann og leggur aftrat: - Tað er eisini mítt svar til tín. 8. februar skal ákærin taka stóðu til, um ákæra skal reisast ímóti Flor- ida-svianum, hvat ákæran skal ljóða uppá, og um svenskir myndugleikar fara at krevja hann útlev- eraðan úr USA. ówh so tað er trupult at savna tølini. STOR FLØKJA I ødrum lagi eru vid- urkiftini so fløkt, at eingin veit við vissu, hvort kravið skal sendast til Jonsson ella teir, ið hava yvirtikið partafel- øgini, hann eina ferð átti. Svenski embætismað- urin sigur, at talan er um 10 partafeløg í kjalar- vørrinum á Jonsson, sum greiða skal fáast á, áð- renn ákæra kann reisast tann 8. februar. ówh Svenskur embætismaður: Tit verða snýttir! - Sjálvsagt kann eg ikki sita í Svøriki og siga nakað við vissu um eitt projekt í Føroyum, sigur tann svenski embætis- maðurin, vit hava tosað við. - Men allar royndirnar higartil við 'flygplats- killan" Rolf Jonsson siga, at hann sær stórt uppá allar moralskar reglur til frama fyri egnan vinning. - TS er eingin orsøk fyri at halda, at hann skal vera so nógv broyttur uppá so stutta tíð, leggur hann aftrat. - Tit verða snýttir onkursvegna, er mín meting, tí líka leggur hann í, um hann skal gjalda t.d. 46 miljónir aftur av stuðlinum úr landsstýrinum. - Antin betalir hann tað fegin, tí hann onk- ursvegna longu hevur ella fer at fáa vinning burturúr kortini ella bíðar hann við at flagga út úr føroysku skipaskrå- setingini, til trý ár eru farin, sigur sviin. - Fyri føroyingar kann tað sjálvsagt gera tað sama, um teir gera ein handil við ein kriminell- an fyri at fáa arbeiðs pláss, og tað skilji eg væl, men teir skulu lryggja seg sera, sera væl, áðrenn teir fara í holt við Jonsson, endar sviin, ið hevur fyrsta- hondskunnleika um Jons- son-málið. - Hann heldur, at er fíggingin so lagalig, so mátti onkur annar enn Jonsson funnið uppá at bygt skip í Føroyum. ówh