Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 21 — 31. januar 1991 Fíggjarnevnd býráðsins bað um fund við lands- <*,rið fyri jól um peda- gogmálið. Hetta varð av ongum, tí ein flokkur fekst ikki at meta. Landsins fjelmentu fjølmidlar bóru nú í vik- uni tey tíðindi — millum onnur tíðindi um hin gíslatakandi og besetta bandittin úr Bagdad — at longu nú hevði nevnd- in fyri pedagogfelagið hildið fund við nýggja landsstýrið um felags vandamál. Og alt gott um tað. Nú, pedagogmálið er fløkt, og hevur tú eins og býráðið nakrar ósvarað- ar spurningar í hesum sambandi, mugu vit í fe- lag heldur nærkast mál- inum á tá. Partarnir í málinum eru ymiskir, og kann ein hóskandi flokking og góðskumetan tí ikki verða av leið. 1. Býráðslimir eru held- ur býttir. Miðal ella und- ir miðal. Teir vita lítið um pedagogik og psyko- logi, um Freud, Adler og Jung — kanska uppaftur minni um Frankl — og als einki um mental- hygeejniskt uppdragilsi av bernum ella psyko- motoriskt leikutoy! Tó taka teir summar spurningar tungt. Eitt nú hetta at útvega reint drekkivatn til tystandi børn og til virking av fiski til útflutnings. (Kostnaður o.u. 100 mió. kr.). Og at hin stødugt rúk- andi ruskdungin i Havn- ardali verdur gjørdur aftur til grønar teigar, har reikandi børn og mildisligar mammur kunnu i felag fremja ein fegnisdans á fangi fosturlandsins. (Kostn- aður o.u. 100 mió. kr.). Og teir hava ávirkað, at bygdir eru bert sein- astu 5 árini eini 10 dag- stovnar fyri o.u. 100 mió. kr., sum geva góð- um 400 bernum ansing- arpláss og sløkum 100 pedagogum og hjálpar- fólki arbeiðspláss. 2. Pedagogarnir eru klókir og lærdir persón- ar. Hitt vanliga fólkið skilir teir ikki. Og tí eru teir ofta tungir í huga. (Tó hetta má ikki mis- skiljast, teir, eg kenni, eru framúr fitt hampa- fólk og dugnakvinnur). Teir hava djúptekna vit- an um mentalhygiejn- iska viðgerð. Summir sera væl. Hetta fekk log- maður ein ferðil av, með- an bern stóðu hjá, og hvert heim í landinum hugdi at og lýddi á. (Sjónvarpið, ið ikki firn- ast at senda ótýddligan og ráan leik, mátti skera munandi her, sigst). Tí fingu vit ikki við í send- ingini, um psykomotor- isk eftirviðgerð eisini gav tey neyðugu úrslit- ini. Men heldur groggy sá løgmadur út at vera aftaná, hildu fólk. 3. Lenardeild landsstýri- sins hevur eitt ótakk- samt starv. Hon skal nokta, avvísa, risa við hevdinum og argumen- tera fyri hungri og halli um nakað verður slakað. Um deildir dugir at borð- reiða sín slankikost, tað veit eg ikki. Tí vanliga metir mótparturin deild- ina at vera í so arro- ganta, soleiðis at sjálvur Erhard stappaði í sekkin fyri vell. Orkaði ikki meir. Og fleiri honum á baki. Tó eitt undantak er. Nevndin í pedagogfelag- num: 5 vakrar vestalinn- ur og lenardeildin hava gjørt ein góðan sátt- mála, sum báðir partar eru sera fegnir um — og tí skulu bæði býráðið og foreldur bara tiga og be- tala! Hví hann er góður? Ja, spyr ikki meg. At kvinn- ur meta kvinnum — ella kanska hava samanfall- andi áskoðan á mangt og hvat — tað er ikki fremj- andi fyri málið og sjálv- sagt eisini málinum óviðkomandi (!). At nakar landsstýris- maður hevur lisið sátt- málan, áðrenn hann varð góðkendur, er neyvan hugsandi. Og í býráð- num er steðan lítið mæt- ari; hóast fleiri fundir hava verið um málið. Sama ger. Góður er hann fyri onkran. Tí fyri jól stóð pedagogfelag- num í boði at fáa allan hin umstrídda peningin í hondina frá landi, býráði og foreldrum (eina kvart millión kr.); men tók ikki av, um ikki lenardeild landsstýrisins varð sam- ráðingarpartur arbeids- gevaranna í framtíðini eisini, t.e. eftir 1. juni 1991. (!). 4. Nú hevdu Tórshavnar kommuna og Feroya kommunufelag ætlað at gera eina samráðingar- nevnd fyri arbeiðsgevar- arnar. Hugsandi er at ein í nevndini fór at verða Jens Marius, starvsfólkaleiðari býráð- sins, og kanska ein ann- ar Jens Marius, skrivari kommunufelagsins, og so kanska onkur afturat. Hesir skuldu so vegna natúrligu arbeiðsgevar- arnar gera sáttmála við pedagogfelagið, og hesin síðani fara til landsstýr- ið til góðkenningar. Men hetta vrakaði pedagog- felagið. Heldur skuldu tær 2-300.000 kr. bíða, enn at Súsanna og Mariusarnir skuldu met- ast líka! (Hetta undrar eisini, tí onkur býráðs- limur eigur eisini ein Marius, og hann er bæði fittur og aktar væl, so tað kann so ikki vera navnið, sum er avger- andi). Leiðari lenardeildar- innar í landsstýrinum hevur eisini nógv at gera. Tá ið valið varð út- skrivað, og legmaður helt at hann og lands- stýrið framvegis kundu virka, fekk hann at vita í blødunum, at her var lønardeildarleidarin ikki samdur við løgmann, og hetta kundi skiljast so- leiðis, at brúksvirði landsstýrisins nú var búgvið til skrottingar. Tó tá ið góðkenningin at reka barnaansingina — í kampens hede — eft- ir tilmæli pedagogfelag- sins, skuldi takast frá kommununum, tá kundi landsstýrið gott aftur brúkast; men tá ið málið seinni fyri jól skuldi loysast — tá var lands- stýrið mett, av juristum í Tinganesi, at vera úti í heimildarleysum erind- um! (Var tað nakar sum segði: Yes, primeminist- er?) Tó fingu vit tað at vita. At presedens er knæsett. Tann taxafør- ari, sum ikki vil koyra fyri landsstýrið, fyri | Síða 7 Ber ikki til at loysa pedagogmåli0? tann pris tað ásetur, kann uttan drál missa rættin at koyra bil og missir nummarpláturnar eisini! 5. Barnagarðar = og veggustovur eru ymisk- ar í dygd og vavi. Nakrir stovnarnir eru danskir í skapi og innihaldi. Tað eru teir dýrastu. Eru klæktir sum neyðsemjur fyri at nøkta ein tørv á skuggasíðu stórstaðar- ins inni á meginlandin- um. (Onkur varð mettur at kosta at byrja við 6 mió. kr.; men tá ið sein- asta rokningin varð goldin, var kostnaðurin o.u. 24 mió. kr.). Síðani hava vit by- lingshúsini, sum eru smíðað til eina fjøltått- aða uppgávu í foroyska bygda- og býlingalag- num (kostnadurin o.u. 5 mió. kr. hvert, til 36 børn og 7 starvsfólk). Tann bíligasti og — sambært pedagogar, blød og fjølmidlarnar — tann ringasti er Mið- stovnurin í Gundadali — hitt ólukku B36-húsið. (Kostnaður 2-3 mió. kr. til 30 bern og 5 starvs- fólk). Men er alt so ringt har? Har verða bern ans- að eftir tervi foreldr- anna. Og tað er gott. Og lata vit tað arkitek- toniska fara — um stíl, linjur og flatur — so er umhvervið føroyskt. Inngyrt hagalendi, har børn i kava kunnu skreida, skoyta og leypa skalv og å sumri spæla bolt o.a. á bei, velli og enntå grasliki. Nærindis er svimjihøll og tætt hjå vidarlundin vid svanum, dunnum o0.ø. fuglum at fegnast um og mata. Tó manglar kanska ein lesk- andi åarløkur, har piltar kunnu sigla um »verd- inshøvini« sum »skipar- in litli«; men tad kann gerast. Ti er spurningurin eyðvitað. Kunnu peda- gogfelagið og býráðið ikki í felag práta saman um ikki onkur frægari føroysk loysn finst til bata fyri allar partar í málinum — og eisini fyri landsins fjaðursára pen- ingakassa, sum eisini krevur ein skáa onkun- tíð. Tí vit vita, at hetta Arnstein Niclasen, býráðslimur, skrivar: at ansa bernunum, nú kostar semfelagnum heilar 110 milliónir krón- ur um árið! 6. Tí bidilistin er langur. Har eru 454 umsóknir um pláss. Tey 176 av teim eru undir einari dagrektarskipan. Eftir eru í dag 278 bern, sum eru uttan nakað sum helst ansingarpláss! 7. Og figgjarnevnd by- ráðsins bíðar. Bíðar eftir loyvi til at leggja sínar spurningar fyri lands- stýrið. Spurningar sum hesar: Tá upphæddin frá landi til ansing av bern- um fer niður við 9%, hvussu nógv skulu starvsfólkini so niður, tá ið pedagogarnir sam- stundis skulu upp i løn? Hver skal nú út at jagstra foreldur eftir meiri peningi, fyri tey børn, sum ansað eru seinastu 1-2 árini undir skeivum fortreytum? Hví er lenardeild komm- ununnar óbrúkilig í mun til landsins? Og hver fær gagn av hesum? Kanska eigur lands- stýrið at fáa bæði peda- gogarnar, bíðilistan, lyklarnar og alt málið, um hetta er best fyri bernini? Sjálvsagt eigur býráð- ið at halda landsins lóg- ir; men hvussu »g6dur« verður sáttmálin eftir 1. juni í ár, um lenardeild landsins framvegis skal »spæla« arbeiðsgevari — við ongum pedagogi í ar- beiði? Í Tinganesi situr í let- uni — í árum — roynd- asti stjórnarleiðari í Norðurlondum. Bert heilt fáir hava í parla- mentarisku seguni sitið longri. (Heimsmet eigur helst Tage Erlander: ráð- harri í 32 ár, herav for- sætisráðharri í 23). Formaður fíggjar- nevndar býráðsins hev- ur hinvegin 10 ár á baki sum býráðsformaður. Hann er býarins besti P.M. (') Um onkur — eins og eg sjálvur við- hvert — skuldi ivast, um hetta er so, skuldi eg heilsa og siga, at tað er hann (}). So merkiligt skuldi tað verið, um ikki onkur loysn fekst á hesum mál- inum eisini undir leiðslu av hesum báðum gerp- unum. Arnstein Niclasen, býráðslimur