hósdagur 31. januar 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 21 — 31. januar 1991 |
tidindabl 8) sostalurin #88
Síða 9
Havnin kvettir alt
samstarv við Arg
Manakveldið skal mentan-
arnevndin í Tórshavnar
kommunu taka stødu til,
hvussu vorðið verður við
samskiftinum við Argja
kommunu framyvir.
Tað skilist er trupulleik-
in tann, at Argja kommuna
ikki rindar Tórshavnar
kommunu fyri sín part av
tí samstarvi, ið er millum
kommunurnar báðar.
Á fleiri økjum samstarva
kommunurnar, millum
annað hevur Argir atgongd
Argja kommuna hev-
ur ikki latið við seg
koma, hóast Tórs-
havnar kommuna
hevur biðið um peng-
ar fyri tann partin av
samskiftinum millum
kommunurnar báð-
ar, sum Argja
kommuna skal rinda.
Mynd: Kalmar
til ymsar tænastur í Havn-
ini, so sum skúlatann-
lækna, brennistød, kirkju-
garð, brandstød og annað,
og hinvegin hava so børn í
Tórshavnar kommunu, ið
búgva nær kommunu-
markinum, av praktiskum
áðum kunnað gingið í
skúla á Argjum.
Tekur ávís stig
Men nú tykist henda tíð at
líða móti endanum.
Orsøkin er heilt einfalt
tann, at Argja kommuna
ikki rindar sín part av hes-
um samstarvi.
Hetta hevur staðið við í
so mikið langa tíð, at Tórs-
havnar kommuna nú fer at
taka ávís stig.
Ætlanin er at gevast við
at rinda fyri skulabørnini
úr Havn, sum ganga í
skúla á Argjum, um Argir
ikki gjalda fyri alt hitt.
Hevur ikki goldið
Formaðurin í mentanar-
nevnd býráðsins, Heðin
Mortensen, våttar fyri So-
sialinum, at so er:
„Stórt meira kann eg
ikki siga í løtuni, enn at
gjaldsviðurskiftini ikki eru
í lagi, tí Argja kommuna
ikki hevur goldið alt tað,
hon eigur, og annars hevur
gjørt til fyri stuttum," sig-
ur hann í stuttari viðmerk-
ing.
„Málið kemur fyri á
fundi í mentamálanevndini
månakvøldid, og tå skal
støda takast til eitt tilmæli
at lata býráðnum til sam-
tyktar á komandi býráðs-
fundi."
Mugu sjálv gjalda
Tey stig, Tórshavnar
kommuna fer at taka, um
Argja kommuna ikki alt
fyri eitt tekur sær um
reiggj og rindar sín part,
verða at øll havnarbørnini
í Argja skúla frá komandi
skulaåri.
Um børnini framhald-
andi skulu ganga har tå,
mugu annadhvørt foreldr-
ini ella Argja kommuna
gjalda fyri tað.
Tórshavnar kommuna
ger tað í hvussu er ikki.
Argja kommuna gavst at
rinda Havnini í heyst, og
hóast áheitanir frá býráð-
num, hevur umsitingin í
Argja kommunu ikki latið
við seg koma, og pengar
eru eingir komnir.
Argja kommuna vil ikki gjalda
sín part av samstarvinum mill-
um Argir og Havnina, og tí vil
Tørshavnar kommuna ikki long-
ur gjalda fyri at hava skúlabórn
úr Havn gangandi í Argja Skúla
ir
Eldurin må brenna
I brævi, sum Argja komm-
una hevur fingið frá Tórs-
havnar kommunu, verður
sagt, at millumverandi við
Argja kommunu við-
víkjandi skúlasamskift-
inum verða gjørd upp og
avroknað, um einki hendir
í málinum.
Ger Tórshavnar komm-
una álvara av hesum, kann
tað millum annað koma at
merkja, at eingin brandbil-
ur kemur, um eldur kemur
í á Argjum, og at ruskið
hjá Argja kommunu fer at
hópa seg upp, i kommun-
an ikki fær tað brent á
Sandvíkahjalla.
hj.
Toyota Carina
— ein snøggur og gjøgnumarbeiddur bilur
Fyri nøkrum årum sidani
var ikki óvanligt, at fólk
søgdu um japanskar bilar,
at teir vóru góðir, bíligir
og hálvkeðiligir.
Eftir teimum viðurskift-
um, ið tá gjørdu seg gald-
andi, var hetta heldur ikki
heilt av leið.
Men í dag er vent við í
holuni!
Japanarar hava nú fingið
gott tamarhald á øllum tí,
10 ger ein bil til ein góðan
bil.
Utsjónd, góðska og livi-
tíð á japanskum bilum er
;0 framúrskarandi í dag, at
:ð eru japansku bilafram-
leiðararnir, ið geva tónan á
alheims marknaðinum í
dag.
Toyota — á odda
Sætuhvør bilur, ið verður
seldur í Føroyum í dag,
eitur Toyota Carina.
Í fjør vórðu tilsamans í
Føroyum seldir 396 per-
sónbilar — harav vóru teir
67 Toyota Carina.
Toyota seldi tilsamans
140 bilar í 1990, og tað
sigur okkum, at meira enn
tridihvør nýggi Toyota-
bilur er ein Carina.
Ikki man kortini vera so
løgid, at júst Toyota Ca-
rina er ein hin mest seldi
bilurin í Føroyum. Talan
er um ein snøggan og
gjøgnumarbeiddan bil,
sum nektar tørvin hjá tí
krevjandi bilføraranum.
Sera biligur
Toyota Carina er å mang-
an hått ein sera biligur bil-
ur.
Fyri tað fyrsta er hann
ikki dýrur at fáa sær. Tann
bíligasti kostar 162.500
krónur, so hetta er yvir-
komiligt hjá einum og
hvørjum, ið ynskir sær
nýggjan bil.
Men eisini á annan hátt
er talan um ein bíligan bil.
Hann brúkar ikki nógv
bensin, samstundis sum
hann er skjótur í upptrekk-
inum.
Góður at koyra
Mangan eru koyrilíkindini
ikki av teimum bestu í
Føroyum, men tað ger ikki
Toyota Carina til ein verri
bil fyri tað.
Sjálvt í ringasta vindi er
hann lættur at stýra, og
sjálvt tær harðastu hvirlur-
nar gera lítið við hann.
Eisini í hálku er Toyota
Carina frálíkur. Hann livir
til fulnar upp til tað góða
orð, Toyta sum heild hev-
ur á sær sum kavabilur
Jú, ikki so løgid, at
sættihvør nýggi bilur í
Føroyum eitur Toyota Ca-
nna.
hj.
Sættihvør nyggi bil-
ur i Føroyum eitur
Toyota Carina. Her
ein Toyota Carina
2.0 XLI, sum er
tann best utgjørdi
av slagnum
mw"