Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 21 — 31. januar 1991 EIN VINUR FARIN Minningarorð um Tað kom mær dátt við, at Páll ikki var millum okkum meira. Bert fimti ára gamal slóknaði hes- in maður, ið øll kendu sum ein sera fyrikomandi mann. Altid hjálpsamur og siðiligur. Páll var kendur av nógvum, og hann kendi sjálvur nógv fólk persónliga. Kortini hevði hann lyndi at stongja seg inni í sær sjálvum. Bert fá fingu loyvi at koma inn til innastu tankar hansara. Kortini hevði hann nøkur serlig evnir at fanga tað skemtiliga í hendingum, og dugdi sum fáur at siga frá á ein livandi hátt. Ein frægd at hoyra. Persónliga kom eg at kenna Páll fyri umleið 20 árum síðani. Eg má siga, at í hesi 20 árini varð vinarbandið okkara millum knýtt fastari sum árini gingu Páll var ein ógvuliga stillførur maður. Hann gjørdi lítið um seg, tó hann gekk uppí alt tað sum rørdist í samfelagnum. Um slík viðurskiftir skiftu vit oftani orð um Hann var av tí áskoðan, at vit máttu hava eitt opið samfelag, har skeivleikar ikki vórðu krógv- aðir burtur. Hann gekk tíðskil nógv uppí tað sum júst Oyggjatíðindi bar fram í blaðnum. Ég veit at vit ikki vóru samdir í øllum, men í høvudsheitum tók hann undir við, og stiðjaði okkara skriving. Ein av rødarunum í Betesta greiddi frá, at Páll plagdi at klippa út ymiskt hann helt hava áhuga í blødunum. Millum hetta tilfar vóru eisini skrift- stød Tað er min åskodan at Páll var ein trúgvandi maður. Hetta er ikki nakað sum kann sigast um hann, um ein ikki kendi hann ógvuliga væl. Tær ferðirnar vit skiftu orð um trúarlívið skilti eg, at tað sum Páll hevði fingið í barlast frá foreldrum sínum hevði fylgt honum upp gjøgnum alt vaks- namannalívið Hóast Páll kundi hava sínar meiningar, so setti hann ongantíð spjaldur á fólk. Eg havi ongantíð hoyrt hann tosa niðursetandi um nakran persón. Tá hann hevdist at nøkrum, so var tað generelt um eina hugsjón, styrisskipanir, um trúarlívið og um tann politikk sum varð førdur. Sum handilsmaður var Páll at meta sum ein av teimum dugnaligastu vit eiga. Hann byrjaði í smáum, og eftir at hava fingið sær hollan kunn- leika á skrivstovuni hjá Kjølbro, á Gjaldstovuni og á Sýsluskrivstovuni. Í fleiri ár var ramman um virksemi hansara úti í Víkunum, har hann í sera trongum umstøéum setti sær fyri at byggja ein handil upp frá botnin- um av. Tokki hansara til motorar og súkklur var tann neistin sum skuldi til, tá hann skuldi velja hvat virksemi hansara skuldi fevna um. Uttan stórvegis hjálp - aðra enn hana hann fekk frá foreldrunum, bardi hann seg upp til at hava tann størsta súkklu handil í landinum. Hetta byrjaði tá hann fekk møguleikan at keypa sær eitt grundøki við Nølsoyarpålls getu. Hann sá meguleikarnar í nógvari ferðslu, so handilsliga kom virksemi hansara at liggja væl fyri. Hann skipaði tað soleiðis, at hann sjálvur hevði íbúð omaná handilinum. Hetta var eisini neyðugt, ti hann oftani hevði drúgvar arbeidsdag- ar. Tað var ikki óvanligt at ringja til Páll nærum á nátt, og hann sat framvegis í handlinum. Páll gekk sostatt nógv uppí handilin - óivað ov nógv. Menniskjan kann sum kunnugt tola nógv, men áhaldandi stríð setir síni spor - eisini á tey sterkastu. Hann fylgdi væl við innflutninginum av súkk- lum, samanbar við aðrar hann kappaðist við um marknaðin. Tá ið uppgjørt varð kundi hann altíð siga, at hjá honum hilnaðist væl. Men tað var tað FN Påll Torbjørn Thomsen ikki so nógvir aðrir sum kundu siga. Og eg tan eisini at pástanda at fáir aðrir offra seg so nógv fyri sínum lívsverki. Kortini haldi eg at hetta stríð hansara, kostaði honum heilsuna, hóast hann fekk sær annað at tríva í. Páll var td. ein kendur og sera góður borðtennisspælari. Eitt skifti var hann formaður í Klaksvíkar Borðtenisfelag, skipaði fyri tiltøkum á Norðoyastevnu hesari ítróttini til frama. Sum árini gingu fór hann burtur úr kappingun- um, men sleppti ongantíð hesari ítróttini heilt. Hann var vanliga at síggja til venjingar og hevði eisini eitt borðtennisborð í heiminum. Hetta varð ikki so lítið brúkt. Páll var ein sera íðin sjálvlærdur myndamaður. Eitt hav av myndum liggja eftir hann, sum hann við sínum serliga hegni fekk so góðar, at sjálvt útlærdir myndamenn ikki kundu gjørt honum hetta eftir. Alla útgerð til hetta ítriv átti hann eisini, og framkallaði allar myndirnar sjálvur. Eitt fýra mannafar hevði Páll liggjandi við bryggjuna, niðanfyri handilin; hann elskaði at fara út í fjørdin góðveðursdagar at seta gørn. Hetta gav manga góðan bitan heim til mammu- na, Jonhild, sum hann var knýttur serliga nógv at. Hóast Páll hevði bygd sær sjálvum eini stór hús, so hevði hann fyri vana - nærum hvønn ein- asta dag, at koyra heim í Víkarnar, heim til mammuna og påpan, at fáa ein góðan bita. Var Páll av eini ella aðrari orsøk ikki í Vikunum, so sást Jonhild fara um Sandin, at vera um sonin, at hjálpa honum sum frægast, hóast komin til ellis- ár. Og eg veit, at Páll var sera glaður og takksam- ur. Ein skilir væl hetta serliga tilknýti, tí Páll, sum var einasti sonur, var eisini tann einasti sum eftir var í Klaksvík av systkinum. Anna og Tove fluttu til Havnar og Kára fór til Danmarkar at búgva. Hini systkini vóru tó dúglig at vitja foreldur síni. Páll var altíð fróður í huga tá øll systkini vóru savnaði í barnaheiminum í senn. Men tað kundi ikki koma uppá tal, at Páll flutti. Hann hevur altíð verið glaður fyri at búð í Klaks- vík. Býurin varð hansara vøgga; og hann bleiv eisini hansara grøv. Nú Páll var borin til sítt síðsta hvíldarstað, var ein av teimum seks berarunum, elskaði sonur hansara, John William. Og elskaða dóttur hans- ara, Heidi, gekk tey tungu sporini aftaná kistuni, saman við Jonhild, John og børnum teirra. Sjálvt um børnini hjá Páll bæði búðu í Dan- mark, hevði hann dagliga samband við tey. Hann var so at siga í Danmark á hverjum ári og vitjaði. Og oftani var Jonhild við honum, so eisini hon hevði møguleika at síggja ommubørnini vaksa upp. I Danmark kundu tey jú eisini stokka inn á gólvið hjá systrini og dóttrini, Káru við familju. Páll fylgdi við í øllum sum børn hansara gjørdu. Og hann hjálpti teimum í allar mátar. Hverja ferð vit báðir koma at tosa um børnini, var tað sum um Páll lyftist upp. Tað var skilligt at hann longdist eftir børnunum. Men hann hevði góðkent, at lagnan hevði borið tað so í bandi, at børnini vóru í Danmark. Hann royndi so at fáa tað besta burtur úr. Tá John William einaferð var farin til Ameri- ka, visti hann ikki av at pápi hansara hevði tekn- að eina trygging fyri hann. Hetta er besta prógv fyri, at Páll fylgdi við í ollum og vildi børnum sínum tað besta. Hann elskaði børn síni og visti ikki alt tað góða hann skuldi gera fyri tey. Um teimum manglaði nakað, so syrgdi Páll fyri at tey fingu tað. Jú, Páll var ein góður pápi, ein góður sonur, beiggi, og ein góður vinur. Seinastu ferð mær untist at tosa við Páll var nýggjársaftan. Hann var tá í ógvuliga góðum lag. Prátið kom inn á tíðina fyri jól og millum jóla og nýggjár, sum var sera strævin fyri hann. Nógv var tá at gera í handlinum. Men nú kundi hann um- síður fáa hvíld. At hann fann hvílu í ævinleika- num ein lítlan mánaða aftaná kom mær ógvuliga dátt við. Eg vildi líkasum ikki trúgva at Páll var deyður, tá hesi sorgarboð komu mær fyri oyrað. Hvussu mangan høvdu vit báðir ikki sitid heima hjá mær og práta um framtíðina, tá hann av og á var í Havnini og vitjaði systrarnar her og familjur teirra. Hetta var ringt at góðtaka, men hetta er tann vegurin vit oll skulu - summi fyrr onnur aftaná. Lagnan spyr ikki eftir aldri. Skal eg gera støðuna upp hjá Pålli, so hevði hann nátt tað sum hann allarmest tráðaði eftir. Verk hansara á foldum var fullgjørt. Hann hevði útinnt tað hann sum ungur maður heyði sett sær fyri. Hann hevði havt eitt gott lív hóast myrkur og mótgang. Pálli untist at hava eini góð stillfør foreldur, systkin sum stuðlaðu honum og sum hann var góður vid. Og so átti hann tvær perlur í børn- unum, og sum hann visti vóru komin væl undan, so tey óttaleys kunnu fara inn í vaksnamannah- eimin. Má Harrin styrkja tykkum í svára missi tykk- ara. Tað er at vóna at familjan á onkran hátt fær ført lívsverkið hjá Pálli víðari. Til familjuna og serstakliga foreldrini, sum offraði seg so nógv fyri soninum, fari eg at biðja um, at tit finna troyst í hesu sváru sorg tykkara. Til seinast fari eg at enda við tí skriftstaðnum sum stóð uttaná gravarsálmunum, og sum stend- ur í Jóh. 11,25: Jesus segði við hann: >Ég eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.< Hvil í friði vinur mín. Eg takki tær fyri tíðina vit kendust. Friður veri við minninum um Páll Thomsen. Dan AA f—[—|—|—————T— "TTT ——— ——IKVWNHVÞAA——— LL SOS AS