Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 21 — 31. januar 1991 ' Fyrsti fundurin millum teir bådar leidararnar i teimum sterstu svertu rerslunum í Suðurafrika í 30 ár var sera væleydnað- í“. Tað eydnadist Nelson Mandela frá ANC og Mengosuthu Buthelezi frá Inkatha týsdagin at semj- ast um at steðga harð- skapinum millum tey <>,rtu. Síðani 1987 eru 5000 fólk devå í gøtubar- degum millum ymsar svartar bólkar. Í niðursteðuni, teir báð- ir leiðararnir gjerdu á fundinum, verður m.a. sagt, at teir svertu hereft- ir skulu til at samarbeiða og vera við til friðarligar samráðingar. Einasta leið til tess at beina fyri apart- heid er at góðtaka, at eis- ini tey svertu hava ymsa mentan og siðir og skulu hesi hava javnbjóðis rætt- indi, tá friðurin hevur sigrað. Tað var ein kensluborin leta, tá teir báðir svertu leiðararnir hittust í suður- afrikanska býnum Durb- an. Báðir hevdu tár í eyg- unum, tá teir mettust. — Vælkomin bróður, segði Buthelezi, tá hann tók í hondina á Mandela. Teir báðir vóru samdir um, at tað er spill av tíð at royna at geva hverjum eðrum skyldina fyri tær mongu valdsgerðirnar millum svert nú í fleiri ár. Hóast tað er stórur munur á teimum báðum svertu felagsskapunum, hvussu tey svertu skulu fáa síni rættindi og, hvussu apartheid skal burturbeinast, so vóru Mandela og Buthelezi júst samdir um, at henda ym- iska steða teirra ikki skal hava valdsgerðir við sær, men at tey svertu nú skulu til at tolerera hvenn annan. — ANC kann bara seta víðgongd krev her og nú, Tey svørtu binda frið sum nærkast lógloysi, men fá fara meira hóvliga fram, segði Buthelezi. — Allir suðurafrikanar- ar, eisini trygdardeildir- nar, eiga at vera við í ar- beiðinum at byggja eina tjóð, sum vit ell kunnu vera errin av, segði Man- dela. Friðarboðskapurin frá teimum báðum svertu leiðarunum kann ikki mis- skiljast. Hann er vendur móti ellum teimum svertu í Suðurafrika við einum inniligum ynski um at binda frið. Nú fáa vit so at síggja, um fundurin fer at fáa ávirkan. Betri baltiskir grannar Eftir Yevgeni Yevtushenko Høvundurin er limur i ovastu sovjettini og vitj- andi skald vid Pennsyl- vania Universitetið í USA. Eg hugsi ikki stórvegis um endaligu útsjónd bábulstorns okkara, men meðan, tað máast burtur, vil eg ikki at pettini raka og drepa bern okkara. Tey skulu ikki standa til svars fyri brotsgerðir Stalins ella óreiðuligheitir Brezhnevs ella mistek Gorbatjovs, sum nú eitt fyri eitt hópast upp á seg- unnar vágskál, og fáa skálina, ið rúmar ivaleysu sigrar perestroikunnar, at rilla. Soleiðis sæð skilji eg umhugsan Gorbachevs fyri samanhaldi Sovjet- sambandsins. Um øll tjóðveldini girða seg inni við markasteyr- um og píkatráði, fáa sær egnar herar, atombumbur og gjaldoyra og eisini hata hvenn annan, so fáa vit eitt helviti, so sum Hiero- nymus Bosch avmyndar tað. BILRØKT Plåtu- og Sproytuverkstadur Ger bil fyri folk úr bygd og í by Pf. BILRØKT tee ! 1 i 15556 OKKARA GÓÐSKA - TINRRYGD Tå i 21. øld i felags europeisku húsinum fer sindrandi bábulstorn okk- ara at standa sum eitt bein í hálsi Europas. Bjarging er kanska ikki í at skera markveitir, men heldur so líðadni at taka tjóðveldini inn í europe- iska fevningin. Um summi tjodveldi kenna seg til reiðar til hesa sameinig undan eðrum, kann hesin megu- leiki ikki takast frá teim- um við bondskari makt. Heldur hava vinarligar grannar, sum Finland, enn tjóðveldi, ið einans vilja undan, full av hatri móti teimum, ið ikki vilja lata tey fara. Gloymið ikki at hetta hatur hevur seguligar ret- ur. Hatrið spretti úr sátt- mála Stalins við Hitler og harafturat hóptekum, tá fylgir av litavum, lettlend- ingum og estlendingum vóru send til sibirisku tippini. Men er hetta hatur ikki móti ríkisstjórn, heldur enn móti russarum sum so? Víðagitni | barnaskurð- læknin Doletsky, meðan hann var studentur, hjálpti einum gentubarni hjá litaviskari mammu fram i ljós umborð á fangatoki. Mong ár seinni, tá hann kom til Litavia at dema doktararitgerð, fann hann, at kandidaturin var hetta barnið. Kunnu tey bera hatur hvert móti eðrum? — Mínir demokratisku partamenn á umboðstingi fólksins og eg verða lagdir undir hatur av sjúkum nationahstum, antisemitt um úr Pamyatrersluni og militaristisku lívsbjargar- um ríkisins, sum Eduard Shevardnadze sipaði til í fráfaringarreðu síni. Tað eru teir, sum eru fíggindar perestojka og glasnosts. Í 1968 fóru vit ikki ein- ans um tjekkoslovakiska markið við tanks, vit fóru um moralska markið. Vit sendu ikki einans Andrei Sakharov í útlegd til Gorky, okkara sam- vitska var send haðar í út- legd. Nýliga kolldemdu vit al- ment okkara innrás í Tjekkoslovakíið, hvussu kunnu vit tá nú apa tær gomlu ráðagerðirnar móti tjekkum, við vitleysari skapan av sonevndum bjargingarmonnum tjóð- arinnar — nýggir litavisk- ir husakkar og bihakkar, (hvers nevn harra Gorba- chev sjálvur ikki kennir), sum hann sjálvur hevur sagt okkum? Skilagóða verndin av sjálvvaldum bjargingar- nevndum við tanks, í stað- in fyri vernd av lógliga valdum tingi, fer kanska ein dagin at venda sær móti meginumsitingini og Gorbachev sjálvum. Eystureuropa er eðrvísi nú. Gorbachev navnið boð- aði frá broytingum, sum á mangan hátt gjørdi tað møguligt hjá Vaclav Havel at verða forseti, og at kjarnorkukrigsvandin millum amerikanska sam- bandsveldið og Sovjet- samveldið hvarv. Um baltisku tjóðveldini loysa ella ikki, so verða tey framvegis til allar tíðir grannar okkara og vón- andi góðir sovorðnir. Hvussu skulu vit kunna hyggja í jimum inn í eyg- uni? Hvi leggja hatri, sum hopadi seg upp å Stalinsa døgum oman å dagin i dag og morgin? Ikki kunnu vit stridast fyri alheimsfridi og sam- stundis bjarga Sovjetsam- veldinum við at beina fyri borgarum tess. Í hesi følsku bjargingarframferð eru runa og blóð systkin. Tað er tegn, hálvir sann- leikar og skálkagerðir. Ikki minsta iðran ella angur. Tað er alt skyld teirra deyðu. Her er byrjanin til tað, sum er nógv verri enn geo- grafisk loysing — moralsk loysing. Teir siga, at politikkur er kunstur meguleikans. Men hægsti politikkur er hann, sum í sær ikki rúmar meguleikar illgerð- arinnar. umsett Karl Nolsee VIDEO filmir Størsti videoútleigu- handilin í Sandoynni. Nýggir filmir 14. anda hvønn dag. Ein filmur 45 kr. tveir fyri 75 og triggir fyri 100 kr. Barna- filmir 25 kr. Opid hvønn dag kl. 17 - 22. Sunnudag stongt. A.P. RADIO v/ Benno Drangå Skopun ———5/027 Irakisk krigsskip friðskjól í Iran Tað eru ikki bara irak- isk flogfer, sum sleppa sær undan krígnum við at fara til Iran. Í gjár rýmdi eitt irak- iskt krígsskip undan einum álopi frá bretsk- um herskipum í Golfin- um og bað um friðskjól í Iran. Tíðindini koma aftan á at tað hevur verið ein sjóbardagi millum fleiri irakisk krígsskip og tyrlur frá einum bretskum her- skipi. Tær bretsku tyrl- urnar sektu tveir irak- iskar patruljubátar, ein útgjerdur at leggja út minur og hin útgjerdur við teimum oyðandi Exocet-rakettunum. Ein av irakisku bátun- um kom í gjár illa skaddur til eina iranska havn. Bush grønt ljós til »stjørnukrigsætlanina« Kríggið gongur sum tað skal, og vit fara at vinna tað. Men her í USA gongur tað ikki so væl, segði ameri- kanski forsetin George Bush í gjár í eini reðu til amerikonsku tjóð- ina. Hann segði, at tað er neyðugt at fremja til- tek í USA fyri at fáa búskapin aftur á fetur og fyri at gera landið minni bundið av olju- innflutninginum úr Golfinum. Amerikanski forset- in segði, at USA er ikki úti eftir at leggja Irak í oyði. Saddam Hussein skal bara vita, at hann hevur ongan megu- leika at blíva verandi í Kuwait, segði forsetin, sum vissaði ameri- kanska fólkið um, at teir sameindu fóru at vinna ein tryggan sig- ur á Irak. Forsetin kom ikki við nekrum nýggjum, men rósti amerikansku og teimum sameindu hermonnunum í Golfin- um. Eini nýggj tíðindi hevði hann kortini at geva fólki og serliga vápnaídnaðinum. For- setin hevur longu heitt á teir avvarðandi myndugleikarnar um at seta gongd å aftur sokallaðu SDI-ætlan- ina, eisini kend undir navninum »Stjørnu- krigsætlanin«. — Tað fer at verða neyðugt at skaffa okkum vápnaút- gerð, sum kann gera av við bæði stutt- og langtrekkandi rakettir, segði forsetin og sipaði her til væleydnaðu royndirnar við patriot- verjurakettunum í Golfinum. Ólavur kongur jarðaður í Oslo Anfinn Kallsberg, tingformaður, um- boðaði Føroyar Ólavur kongur av Noregi varð í gjár jarð- aður í Oslo. Ur ellura heiminum vóru stjórn- arleiðarar og kongalig komin til jarðarferðina hjá tí vælumtókta konginum. Eisini um- boð úr Feroyum vóru við. Anfinn Kallsberg, tingformaður, umboð- aði Feroyar. Ólavur kongur, sum doyði 17. januar, varð 87 ára gamal. Landa- sorg hevur verið í Noregi síðani tann sera vælumtókti kongurin doyði. Meira enn 50.000 norðmenn hava gingið framvið kistuni hjá Ólavi kongi, og er hetta tekin um, hvussu nógv norðmenn hildu av sínum gamla kongi Millum tey mongu sum vóru við í jarðar- ferðini í gjár, var eisini nýggi norski kongurin, Haraldur og drotning- in Sonja.