Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

DE AÐ BO 0 AÐ + , . i Postadressa: Postsmogu 76 110 Tórshavn 14720 Bústaður: Argjavegi 26 Argjum 11820 Abyrgdarbiadstjåri: Térfinn Smith Utgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent P/f Pressan 1981 Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Ólavur W. Hegnesen - Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Telefax: Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Telefon: at seta skorar undir vælferð- Og bakkaði so mikið, at hann arsamfelagið? Vælferðarsam- gekk við til at avtaka sjálv- Ikki syndra vit vælferðar- samfelagið! JAVNAÐARFLOKKURIN hevur hvørki bakkað fyri høgrakreftunum. Lovað at syndra vælferðarsamfelagið. Ella slept solidaritetinum vid arbeidarafjøldini. Hetta vil Hergeir Nielsen annars vera vid i 14. September fyrradag- in. RINGA samvitska Tjóðveldi- sins man pína. Tað var ikki Javnaðarflokkurin, sum var faddur at samgonguskjalin- um hjá undanfarnu sam- gongu. Samgongan, sum av- tók dýrtíðarskipanina við lóg. Sum nærum avtók barna- styrkin. Sum ætlaði at stovn- seta arbeiðsgevararætt. Og sum læt álit gera um at seta lønirnar niður við lóg. VAR hetta solidaritetur við ar- beidarafjøldini, Hergeir Niel- sen? Ella varð hetta gjørt fyri felagið, sum ikki varð nevnt í tí samgonguskjalinum. Men sum sjálvandi er við í hesum samgonguskjalinum: »Enda- målid vid øllum almanna og heilsupolitikkinum er at varð- veita vælferðarsamfelagið, soleiðis at gøllum borgarum verður tryggjað sømilig livi- kor uttan mun til aldur ella førleika«!!! SOSIALINUM hevur ikki just hévad hesa samgonguna vid Fólkaflokkin. Men sam- gonguskjalid er í øllum fræg- ari og solidariskari enn skjal- ið, Tjóðveldið var faddur at og sum flokkurin reypaði sær av saman við Paula Ellefsen. Og neyvan hevur Javnaðar- flokkurin bakkað so nógv sum Tjóðveldisflokkurin bakkaði. TJÓÐVELDIÐ góðtekur at sleppa fíggjarmálum. Góðtók at sleppa tingformanninum. Góðtók at sleppa formans- sessinum í týðandi nevndum. virkandi dýrtíðarviðgerðina, skerja barnastyrkin, skerja ar- beiðseftirlitið, útseta Sam- haldsfasta og loyvdi orðing- um um at stovna arbeiðsrætt og at minka lønirnar við lóg! Hvor bakkaði fyri høgrakreft- unum? POLITIKKUR er annað enn orðabrask, Hergeir Nielsen. Tit lamskutu samfelagið. Bú- skaparliga fór alt av skriðuni. Men landsstýrismaðurin í figgjarmålum viðgekk jú: — Eg havi ikki skil fyri búskapi! TUNG tok skulu takast. Tað fer at níva eina tíð afturat og arbeiðsloysið fer helst at vaksa nakað enn. Men vit hava áður víst, at vit kundu fáa vinnuna í gongd aftur. Fyritreytirnar eru ikki tær somu. Men vit skulu so gera okkara ítarsta fyri at fáa fólki arbeiði aftur. Og aftur geva fólki og vinnu vónina, sum tit køvdu. Tjóðveldisflokkurin át alt í seg undir seinastu samgongu. Tekn. Óli P. VIT skulu nokk eisini skapt fyritreytir fyri stórri sjålvstyri. Einum sjálvstýri, sum Tjóðveldið hevur rumbl- að við í 42 ár. Men sum bara 15 prosent av fólkinum nú taka undir við. Góði Hergeir, vís teg nú sum ein mann! Mergjaða mál títt hóskar ikki til ein fornermaðan óvita. fáa F ad 1 % Í % = NR HE S0sigaley "47 N - * KV ; Tveir Í glashúsi Dimmalætting ger nógv burturúr málinum um bygningin hjá Grannskoð- aravirkinum sum SEV hevur keypt. Í grein á fyrstu síðu verður m.a. sagt: Jógvan Sundstein er farin á bidimøu hjá Bush forseta í USA. Hann hevur sett Óla Breck- mann sum láturverja fyri seg at forsvara handil sín við SEV um keyp av skrivstovubygningi. ...Eftir at marknadurin er rapaður og húsaprís- irnir eru falnir í botn, er tað at SEV, fyri ein nógv hægri prís enn Grann- skoðaravirkið hjá Jógvani Sundstein hevur gioldið fyri skrivstovubygning sín, yvirtekur bygningin og soleiðis loftar grann- skoðaravirkinum - uttan at fara á marknaðin, har SEV saktans kundi fingið annan bygning í boði 10- 15 miljónir kr. bíligari. „Jógvan Sundstein hevdi ikki fingið tann prís fyri bygning sín á fría marknaðinum í dag, sum SEV nú skal gjalda honum. Finnbogi Arge handlaði við hitt almenna í tráð við tær fortreytir, sum galdandi vóru á fría marknaðinum. Hetta er aðalmunurin millum ta liberalismu, sum hann stendur fyri og ta, Jógvan Sundstein og Fólkaflokkurin standa fyri. Ja soleiðis stríðast tveir, sum búgva í hvor sínum glashúsi. Realistiskt og jarðbundið Nyggjasta rødd Sam- bandsfloksins å tingi, Finnbogi Arge, fyrrver- andi félkafloksmadur og uppaftur fyrrverandi tjóðveldismaður harmast í grein í Dimmalætting í gjár um, at fíggjarlóg- aruppskotið er ov realistiskt og jarðbundið: -Tá ið eg hugsi um oll lyftini hjá Javnaðar- flokkinum upp undir val- ið um at seta gongd á aftur samfelagið o.s.fr. kann eg ikki annað enn undrast á, hvussu realis- tiskt og jarðbundið hetta fíggjarlógaruppskotið er. … Tad er greitt, at hendan nýggja samgongan ongan lut eigur í hesum BSD MAN OY S »” & S/ S batnaða kredittvirði. Tað er heldur tvorturímólti. Sambandsmenn hava okkum kunnugt altíð hildið skilagott vera, at vit eru so realistisk og jarðbundin sum gjørligt. Hetta kann tí ikki tul- kast á annan hátt enn at Sambandsflokkurin hevur slept hetta stavnhald sitt. Annar møguleiki er sjálvandi eisini, at Sambandsflokkurin við Finnboga Arge hevur nápað sær eitt petti av tjóðveldisskránni og eitt petti av fólkafloks- skránni við. Tá ein við so stuttum millumbili er vanur at loypa frá einum flokki í annan er sjálvandi altíð vandi fyri at gloyma hvgnn flokk ein umboðar júst tá. Lurtar ikki eftir góðum ráðum Ein av ungmonnum Sambandsfloksins finst í Dimmalætting at landsstýrinum ti teir taka ikki við ráðunum frá lands- bankastjóranum. Í hesum førinum um burturtøku av bundnu samansparingini. Hann skrivar, at landsstýrið beinleiðis mótarbeiðir egnum ráðgeva. Einum ráðgeva, sum fær løn frá landsstýrinum fyri at geva tí góð ráð. Vit kundu kanska givið sambandsting- manninum tey góðu ráð at spurt innan sín egnsa flokk hví politikarar ikki lurta eftir ráðgevum. Tað politiska ævin- týri, sum kostaði føroyska skattgjald- aranum eina mest higartil var Global- ævintýrið hjá sam- bandsformanninum Paula Ellefsen. Tá fekk táverandi landsstýri sanniliga góð ráð frá ikki bert einum men fleiri av landsins ráðgevum um ikki at fara upp í ævintýrið. Men hesum lurtaðu sambandsmenn ikki eftir. Og hetta kostaði okkum dýrt. So kanska kann sambandstingmaðurin fráa eina frágreiðing innanflokka. Tað er í hvussu er royndina vert.