Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 22 — 1. februar 1991 Blað-, hanka- mjolkarmenn Síða 3 Eyðun Samulsen, sum er í starvsvenjing á Sosialinum, hevur tosað við aðrar skúlanæmingar í starvsvenjing Bjørn Kunoy er 16 år og gongur i Tórshavnar Kommunuskúla. Hann hevur valt at royna arbeiðið sum blað- maður hesa tvær vikurnar, starvsvenjingin varar. Hann møtir umleið kl. 8.00 og er liðugur kl. 17. — Eg sleppi at skriva greinar og hjálpa til at seta. Eg havi eisini verið úti og tíkið myndir. Best dámar mær at skriva um ítrótt — Mær dámar væl at arbeiða sum blaðmaður, og tað kundi meiri enn so hent, at eg fór at útbúgva meg sum jour- nalist einaferð í fram- tíðini, sigur Bjørn Kunoy. Eyðun Samuelsen, sum gongur í 10. flokki i Kommunuskúlanum í Havn, er í starvsvenjing á Sosialinum. Grein- ina omanfyri hevur hann m.a. latið úr hondum hesa tíðina Mynd: Hilmar Jan Hann sigur víðari, at hann upplivir nógv og verður væl kunnaður um blaðmannayrkið. — Fólkini her eru eisini fitt at arbeiða saman við, leggur hann aftrat. I BANKA Heini Midjord 15 ár og gongur eisini í Tórs- havnar Kommunuskúla. Hann er farin niðan í Sjóvinnubankan. Hann metir kl. 8.10 og er liðugur allar dagarnar kl. 16.10, uttan hósdag, tá hann er til kl. 17.10. — Eg sleppi millum annað telja kassan upp bóka lønir og fólkini læra meg nógv annað. Eg haldi eisini fólkini eru fitt at arbeiða saman við. Tað kann altíð henda seg at eg fari at læra til okkurt innan fyri bankan sigur Heini Midjord, sum er í starvsvenjing í Sjóvinnubankanum. MJÓLK Rúni Jacobsen hevur valt Mjólkavirki Búnaðar- manna sum starvsvenj- ingarpláss. — Eg meti kl. kl. 8.00 og eri lidugur kl. 15. Eg pakki og hjålpi at fylla jogurt i iløt og dåmi væl at arbeida å goymsl- uni. Koyrt út havi eg eisini vid vørum, sigur hann. Kundi tå hugsa tær at arbeitt á einum mjólka- virkið, tá tú gerst vaksin? — Ja, tað kundi eg gott hugsa mær, vita fáa at síggja, sigur Rúni Jakob- sen at enda. eyðun Onki nýtt er viðmerkingin hjá Klæmint Weihe, stjóra í SEV, til ætlan- ina at leggja el-kaðal úr Is- landi til Skotlands Í Sosialinum týsdagin varð greitt frá, at bretar við stór- um álvara arbeiða við ætlan um at leggja fýra el-kaðalir á havbotninum millum Is- land og Skotland. Greinin endurgav Tom Hammons, ravmagnsserførding við lærda háskúlan í Glasgow. Klæmint Weihe, stjóri í SEV, var ikki serliga bilsin, tá hann læs greinina. - Har er onki nýtt. Tað byggir alt bara á frágreið- ingina, íslendingar løgdu fram i 1988, sigur hann. Tå varð tað hildið at vera ov dýrt at fara so langt eftir orku. Klæmint Weihe heldur, at ætlanin verður tíkin fram aftur nú fyri at faa aðra orku enn kjarnorkuna. Hann er ikki ímóti eini slíkari ætlan, um føroyingar kunnu fáa burturav, og orkan ikki verður dýrari, enn hon kann framleiðast í Føroyum. Men eftir hansara tykki, kann ein slíkur kaðal ongantid vera okkara álit, tí ein kaðal kann fara, og tí mugu vit kortini tryggja okkum við at hava okkara egnu orkuverk. - Men um ætlanin verður sett í verk, og vit sleppa undan at gra nakra iløgu, so er tað áhugavert. Klæmint Weihe heldur ætlanina tó ikki verða so einfalda, sum bretin setir hana upp. Ein spurningur er, hvussu lætt tað hevði verið, at fingið kaðalin í land í Føroyum. Og aftrat tí kemur tann umhvørvisligi spurn- ingurin. - Tí so skulu stórar mastrar setast upp í okkara sárbæru náttúru, sigur hann. - Men taðer eitt áhugavert mál, sigur hann. randi F lekk fer Landsapotekarin: 00 N r = = ýta ikki 5 nogvan h om Í 4 eilivag -Tað verða nógv færri reseptir útskrivaðar pr. oyum enn eitt nú í Danmark, sigur Jákup Haraldsen, lands- apotekari Herfyri skrivaðu vit í Sosialinum, at nýtslan av heilivági var økt óhugnaliga nógv sein- astu árini. Heilivágur er stórsta útreiðsla sjúkra- kassana. Í 1989 varð goldin heilivágur fyri 20,7 milliónir og veksur hetta tal óhugnaliga nógv. Sum dómi kann nevnast, at gjaldið í 1989 var 2 mill. stórri enn í 1988. Utrokningar uppá limin vísa, at hver limur hevur fingið heilivág fyri 609 krón- ur. Hyggja vit eftir hvat munurin, er av tí, sum verður nýtt í teim ymisku læknadømu- num, so vísir hetta, at tað eru 108 prosent á muni millum tann kassan, sum brúkar mest og tann, sum brúkar minst. Hóast sjúkrakassar- nir siga, at nýtslan í krónum veksur óhugna- liga nógv, so er játtanin til apotekini vaksin á fíggjarlógini. Apotekini hava fingið 37.000 krónur meir í ár og fáa nú tilsamans 6,0 mió krónur. Vit hava spurt landsapotekaran um gkt søla ikki veksur um umsetningin og harvið eisini vinningin? --Heilivágsnýtslan er ikki vaksin heldur hinvegin. Daseraða døgnnytslan fall í 1990 i mun til 1989. Ut- reidslurnar til heilivåg eru ikki vaksnar meir enn vanligi prisvøkst- urin, sigur Jåkup Har- aidsen, landsapotekarin. MINNI HEILIVAGUR -Føroyingar nyta munandi minni heilivág enn okkara grannalond. Vit liggja eitt nú c.a. 20 prosent lægri enn danir, tá tað persón í Før- snýr seg um reseptútskrivingar, og hetta eru tøl sum tala, sigur hann. --Eisini er prísurin á heilivági í Føroyum bíligari enn í okkara grannalondum. STØRRI AVLOP Hyggja vit eftir tølunum hjå Tjaldurs Apotek, so siggja vil, at nettoúrslitið seinastu trý árini vaksið. Apoteksverkið roknaði við einum halli í 1988 uppá 1,4 millién. Endaligi ársroknskap- urin vísti ein vinning uppá 5,1 mió. Í 1989 roknaði apoteksverkið við einum vinningi uppá 3,2 mió endaliga úrslitið var 9,4 mió. Í fjór varð roknað við einum avlopi uppá 5,7 mió, og landsapotekarin roknar við, at endaliga úrslitið fer at liggja millum seks og sjey milliónir krónur. --Stórsta orsøkin til hesa økjan er ikki heilivågur til fólk, men heilivågur til alivinn- una. Nytslan ul ali- vinnuna er økt munandi seinastu årini sidan 1986, sigur lands- apotekarin. --Vit rokna við einum avlopið í ár uppá 7,1 mið. í ár. Tað er alt sum talar fyri, at nýstlan av heilivági til alivinnuna fer at minka í fram- tíðini, tí nú fæst betri heilivágur og viðgerðin verður betri samskipað, sigur Jákup Haraldsen, landsapotekari. Apotekverkid er eitt stórt arbeiðspláss. I 1989 vóru tilsamans 56 størv innan verkið, tå eru lærlingar íroknaðir. Apotekverkið er einasti parturin av heilsuverkinum, sum er reint føroyskur jústinus