Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Upprunin til sakarmálið Eftir lokna útbúgving á Danmarks Journalisthøjskole í 1982, byrjaði Jústinus Eidesgaard at arbeiða sum blað- maður á Tingakrossi á heysti sama ár. Tá hann kom at arbeiða á blaðnum, var Hanna Absa- lonsen blaðstjóri. Hon fór frá í 1984, og gjørdist Jústinus tá blaðstjórafulltrúi, og arbeiddi hann eftir hetta reelt sum blaðstjóri. Á Tingakrossi arbeiddi hann so fram til tann 30. juni 1989, tá hann brádliga varð uppsagdur uppá standandi fót Eisini hin blaðmaðurin, ið tá arbeiddi á Tingakrossi, Búi Tyril, varð uppsagdur hendan dagin. Hann hevði ar- beidd á Tingakrossi í gott eitt ár tá. Seinni fekk Búi Tyril tó valið at siga upp sjálvur, og hesum tók hann av. Sama „tilboð“ fekk Jústínus Eidesgaard eisini, men tók hann ikki av. Fekk ikki klovið oyra Eftirsum hann hevði arbeitt á Tingakrossi í sjey ár — burtursæð frá farloyvi í seks mánaðir í 1987 — átti hann eftir uppsøgnina til góðar løn fyri fimm mánaðir og fyri ein frímánað við løn. Talan var um 103.000 krónur. Afturat hesum átti Justinus til góðar fritidarløn, koyri- pengar og telefonpengar, so samlaðu krgv hansara vóru góðar 114.000 krónur. Tá tiggir mánaðir vóru gingnir frá uppsøgnini, og hann ikki hevði fingið eitt klovið oyra frá Tingakrossi, gjørdi hann av at stevna blaðnum eftir hesum pengunum. Rúsdrekkatrupulleikar Orsgkirnar til uppsøgnina skuldu vera frigonga frá degi til annan, ikki at hava góðtikið bod frá leiðsluni, tilvild- arligar uppmøtingartidir og at hava skrivað eina teldu uppá Pf. Tingakross uttan loyvi. Hóast tað ikki stóð nevnt í uppsøgnini frá Tingakrossi, tókust ein orsøk til uppsøgnina vera rúsdrekkatrupulleik- ar hjá tí uppsagda. Sakarmálið hevur vart í hálvtannað år, til dómur fall í málinum í fyrradagin. hj. Fleiri tryggingar ið verða teknaðar — ódýrari gjald Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja móti eldsvanda, er tryggingargjaldið farið niður í helvt. Tryggið hús, innbúgv, verur o. a. móti skaða av eldi, stormi, vatnleiðingsbroti og oman- lopi. Eisini tryggja vit innbúgv og verur móti innbrotstjóvarí. Vit tekna eisini glastrygg- ingar. Eru tað serstøk viðurskifti viðvíkjandi trygg- ing av ogn tygara, ið tygum hava áhuga fyri, geva vit fegnir gjøllari frágreiðing. Tryggingin hevur eisini umboðsmenn á hes- um plássum, ið fegnir eru tygum til hjálpar: Vági Tvøroyri Térshavn Runavik Klaksvik Sverre Skaalum, Hjørleif Enni, Kjartan Dalsgaard Havstein Ellingsgård, Påll Josephsen, tif. 73012 tif. 71061 tif. 15222 tif. 47055 tif. 55835 FØROYA BRUNATRYGGING Telefon 17022 Smyrilsvegur 20 Postbox 45 110 Tórshavn Nr. 22 — 1. februar 1997 Jústinus Eidesgaard vunnið sakarmálið móti Tingakrossi: „Krossur“ noyðist út við 136.000 krónum — vórðu pengarnir goldnir tá teir skuldu sambært galdandi reglum, hevði Pf. Tingakros — Få # a Jústinus Eidesgaard kann saktans vera fegin. Mikudagin fekk hann fult viðhald í rættinum í sakarmálið sínum móti Pf. Tingakrossi. Sambært rættinum var hann av órgttum uppsagdur 30. juni 1989, so tí varð Pf. Tingakrossur dømt at rinda honum 136.000 krónur innan 14 dagar. Mynd: Hilmar Jan Mikudagin fall dómur í sakarmálinum, Jústinus Eidesgaard legði móti fyrrverandi arbeiðsplássi sínum, Pf. Tingakrossi, tann 27. september 1989, eftir at hann varð uppsagd- ur 30. juni sama ár. Kravið frá Jústinusi Ei- desgaard var uppá tilsam- ans 114.203,30 krónur. Aftrat hesum skal so leggjast renta samsvarandi almennu diskonto danska tjóðbankans frá 27. sep- tember 1989 til goldið verður. Hetta tal er farið uppum 10.000 krónur. Eisini skal Pf. Tinga- krossur gjalda honum 12.000 krónur í sakarmáls- kostnaði. Viðhald í øllum Høvudskravid snúði seg um løn fyri fimm mánaðir, umframt ein frímánað við løn — samantalt góðar 102.960,00 krónur. Aftrat hesum kom so krav um fritidarløn frá apr- íl 1988 til og vid april 1989 uppá 3.377,50 krón- ur, fritidarløn frå mai 1989 til desember 1989 uppå 2.059,20 krónur, koyri- pengar uppå 3.896,60 krónur og telefonendur- gjald uppá 2.070,00 krón- ur. Øllum hesum krøvum gav rætturin Jústinusi Eidesgaard viðhald í. Pf. Tingakrossur, sum kravdi frídgming móti rindan av telefonendur- gjaldinum og fritidarlønini fram il 30. juni 1989 — til- samans 5.802,30 krénur — fekk ikki viðhald í hesum kravi sínum. Eingin pr6vførsla Í uppsøgnini, sum Jústinus Eidesgaard fekk frá Pf. Tingakrossi 30. juni 1989 vórðu nevndar ymsar grundir fyri henni, men helt rætturin ikki, at prógv vóru førd fyri, at grundarlag var fyri at siga manninum upp. Tá sakarmálið var fyri í rættinum førdu onkur av vitnunum hjá Pf. Tinga- krossi fram, at Jústinus Ei- desgaard hevði havt rús- drekkatrupulleikar, og at hann m.a. onkuntíð skuldi hava møtt fullur upp til ar- beiðis. Men hesum vórðu heldur ikki førd haldgóð prógv fyri. Stutt sagt hevði Pf. Tingakrossur onga próv- førslu fyri sínum uppsagn- argrundum — hvørki teim- um niðurskrivaðu ella teimum, ið vóru at finna millum reglurnar í upp- sagnarbrævinum. Innan 14 dagar Samlaða kravið við rentu og málskostnaði íroknað- um liggur sostatt omanfyri 136.000 krónur. Sambært dóminum skal Tingakrossur rinda Jústin- usi Eidesgaard hesa upp- hædd innan 14 dagar. Hevdi Pf. Tingakrossur beinanvegin eftir upp- søgnina havt goldid hon- um tað, hann átti góðar, hevði blaðið spart 22.000 og sloppið undan hesum eyðmýkjandi sakarmáli, ið nú er tapt. sur spart 22.000 krónur Einasta, ið kann forða fyri, at hann fær sínar pengar innan freistina, er at Pf. Tingakrossur kærir sakarmálið inn fyri hægri rætt. Olavur Jákup Kristoffer- sen frá Advokatskrivstov- uni hevur verið sakførari hjá Jústinusi Eidesgaard. Fyrst tók Bjørn av Heyg- um sær av sakarmálinum hjá Pf. Tingakrossi, men varð síðani skift til Advo- katfelagið. hj. Formaðurin í Pf. Tingakrossi: Vit fara kanska at kæra málið Seinnapartin í gjár vendi Sosialurin sær til formannin í Pf. Tinga- krossi, Schumann Han- sen í Klaksvík fyri at frætta, um málið frá teirra síðu fer at verða kært fyri hægri rætt: „Enn havi eg ikki sæð útskrift av dóminum, so tað kann eg ikki enda- liga siga nakað um enn, men tað er ikki óhugs- andi, at vit fara at royna málið á hægri stað," sigur hann. „Annars kenni eg ikki so nógv til hetta málið, tí tað byrjaði, áðrenn eg kom í nevndina á PF. Tingakrossi og gjørdist formadur.” Hann sigur, at tå hann hevur fingið útskrift av dóminum, verður formaður í Pf. Tingakrossi nevndin kallað saman at taka stóðu til, hvat víð- ari skal gerast við tað. „Tað er klárt, at vit fara at umhugsa tað gjølla, ti 136.000 krónur eru nógvir pengar í verðini hjá Tingakrossi," sigur Schumann Hansen. hj.